Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. november 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 225 - 26. november 2003 Nr. 225 - 26. november 2003 9 – Tað, sum liggur aft- an fyri teir fáfongdu dreymarnar um ein føroyskan virðis- brævamarknað, er, at almennar fyritøkur skulu lutast í smá- bitar og býtast ímill- um nakrar fáar hend- ur, sigur Atli Dam PRIVATISERINGAR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað kann væl vera, at tað eru nógvar góðar grund- gevingar fyri at privatisera Fiskavirking. Men tað eru líka nógvar góðar grundir til at vera ógvuliga varðin. Tað segði Atli Dam, tá ið hann gav sítt íkast til kjakið um privatisering á lands- fundinum í javnaðarflokk- inum. Atli Dam er av okkara drúgvastu politikarum og hann ivaðist ikki í, at tað, sum fór fram í løtuni, var ein fjald ætlan, sum hevði til endamáls at luta Fiska- virking sundur í smábitar og at býta hana ímillum nakrar fáar hendur. – Tað er eisini júst hetta, sum liggur aftanfyri teir fáfongdu dreymarnar um ein føroyskan virðisbræva- marknað, segði Atli Dam. – Ein føroyskur peninga- marknaður hevur ikki ein livandi kans at standa seg, segði hann. Eitt nú nevndi hann, at danski fondsbørsurin var ov litil. – Og nú seta føroyingar eitt heilt apparat á føtur, saman við íslendingum, við tí fyri eyga at luta almennar fyritøkur sundur. Annars helt hann, at í grundini var Fiskavirking var ein eftirgerð at gomlu skipanini, tá ið Fiskasølan hevði alt at siga. – Og ein slík skipan kann ikki halda fram í allar ævir, segði Atli Dam. – Men tá ið broytingar verða gjørdar, skulu vit vera vís í, at tað, sum verður gjørd, er rætt og rættvíst og kemur heildini og samfelagnum sum heild, til góðar. Tí er tað rætt at bíða, og at vísa varsemi, so at vit vita, hvat vit gera. – Og eg dugi ikki at síggja nakað rættvíst í, at tey virði, sum tað almenna hevur bygt upp, nú skulu pivatiserast uttan víðari. Gongur ímóti privatiseringum Kortini er tað so, at gongd- in er fram ímóti privatiser- ing og tað eigur eisini javnaðarflokkurin at taka til sín, tí í summum førum kann tak verða gagnligt. Atli Dam helt, at skal tað privatiserast, eigur tað at vera ein fortreyt, at tað førir kapital til virkini, men at arbeiða eftir leistinum, sum nú er stungin út í kortið, har endamálið er at geva nøkr- um fáum einstaklingum nøkur pappír at seta pening í, skapar onki. Men hann helt, at javn- aðarflokkurin var inni á tí rætta, tá ið hann mælti til at byrja varliga til at býta ímillum fólk til fólkaogn. – Eru nógvir partaeigarar í Føroya Banka, hevur tað tann fyrimunin, at nakrir fáir partaeigarar kunnu ikki gera, sum teir vilja í tráð- anini eftir vinningi, tí tann tráðanin er oftast stutt- skygd. Hann vísti á, at ein stovnur, sum talan hevði verið um at privatisera, var realurin, har hann sjálvur var stjóri. men verður tað hjørt, ivaðist hann ikki í, at rentan av lánum til fiski- vinnuna fór at hækka nøkur prosent. Eftir at hava sitið í starvsnevndini í javnaðarflokkinum í 31 ár, hevur hann nú tikið seg úr LANDSFUNDUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilhelm Johannesen er ikki longur limur í starvs- nevndini í Javnaðarflokk- inum. Og tað verður eitt sindur av eini broyting, tí hann hevur sitið í starvs- nevndini síðani í 1972, tvs í heili 31 ár. Og hetta er tað longsta, nakar hevur sitið, uttan møguliga Petur Mohr Dam. Á landsfundinum í Hvalba um vikuskiftið gjørdi hann greitt, at hann stillaði ikki uppaftur til lim í starvsnevndini. Hann helt, at nú hevði hann sitið so leingi, at hann hevði hug at lata aðrar kreftir koma framat Í hansara stað var ein annar klaksvíkingur, Heð- in Klein, valdur í starvs- nevndina. Annars hendi ongin broyting í starvsnevndini og hon er sostatt soleiðis mannað nú: Jóannes Eidesgaard er formaður, næstformenn er Jancy Olsen av Toftum og Bergur Dam í Havn. Skrivari er Hans Pauli Strøm í Vestmanna. Nevndarlimir eru Katrin Dahl Jakobsen, Kristoffur Gaardlykke í Miðvági, sum eisini er formaður í SU, sum er ungmannafelagið hjá flokkinum, og Heðin Klein úr Klaksvík. Ì floksleiðsluni annars sita løgtingslimir floksins, umframt umboð fyri tey ymsu økisfeløgini. Annars er avgjørt at gera floksleiðslufundirnar meiri opnar, so at allir nevndarlimir í økisfeløg- unum hava atgongd við talurætti, men ikki at- kvøðurætti. Skriva bók Jóannes Eidesgaard takk- aði Vilhelm Johannesen fyri trúgva tænastu í starvsnevndini. Men hann ætlaði ikki at sleppa Vilhelm so. Hann vísti á, at í 2005 er javnaðarflokkurin 80 ár og hann róði framundir at fáa onkran at skriva søg- una hjá flokkinum í bók. Hann helt, at at skal flokssøgan skrivast, er hetta í tøkum tíma, tí skjótt eru allir teir farnir, sum minnast ta fyrstu tíðina. Og hann helt, at Vil- helm Johannesen er eitt sjálvsagt boð uppá, hvør skuldi skriva hesa floks- søguna, tí fáur hevði verið við so leingi sum hjúst Vilhelm og at hann hevur ein leikandi lættan penn, er postsøgan, sum hann hevur skrivað, besta prógvið um. Vilhelm Johannesen lovaði at umhugsa tað, men hann vildi helst havt onkran afturat sær. Á Landsfundi hjá javn- aðarflokkinum hetta vikuskiftið fekk Dan Petersen, sum hevur verið løgtingsmaður, rættiliga gongd á orða- skiftið, tá ið hann mælti flokkinum til at privati- sera Fiskavirking sum skjótast PRIVATISERING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Fiskavirking eigur at verða privatiserað sum skjótast. Hetta hava vit hoyrt fyrr. Men í hjartanum á Før- oya javnaðarflokki, eru hetta nýggir tónar. Á landsfundinum hjá javnaðarflokkinum í Hvalba kom fram, at flokk- urin er ikki fullsamdur um, hvørja lagnu Føroya Fiska- virking eigur at fáa. Vanliga hugsanin hevur verið, at javnaðarflokkurin er ikki so heitur fyri at privatiserað Føroya Fiska- virking. Men ein, sum ikki er samdur við hesum er Dan Petersen, sum hevur verið løgtingsmaður fyri flokkin. Á landsfundinum mælti hann til at Fiskavirking verður privatiserað. Hann helt ikki, at tað var modernaður, sosialdemo- kratiskur politikkur nakra- staðni í Vesturevropa, at tað almenna skuldi eiga 40% av høvuðsframleiðsluni í einum landi. Hann vísti á, at Fiska- virking var ein kreppuloysn og at Thomas Arabo, sum var landsstýrismaður fyri javnaðarflokkin, hevði lagt doyðin á, at tað skuldi upp- loysast aftur, tá íð tíðirnar broyttust.. Betongkommunisma – Fiskavirking er betong- kommunisma. Tað stendur fyri so stórum parti av fiskaframleiðsluni á landi, at talan er í veruleikanum um monopol. segði Dan Petersen. Hann segði at veruleikin er tann, at virkini í Fiska- virking bjóða ikki ímóti hvørjum øðrum og sostatt er fyritøkan við til at halda prísinum niðri, tí Fiska- virking letur ein prís fyri fiskin, sum er lægri enn tann, sum aðrir lata. Dan Petersen segði, at harumframt er tað at kalla bara Fiskavirking í Føroy- um, sum tekur ímóti upsa, sum heilt nógv skip fiska. – Men við síni monopol- støðu heldur fiskavirking prísinum niðri. Og hann legði afturat, at hendir tað, at eitt skip fer uttanlands, at avreiða, gerst Fiskavirking firtin og kann finna uppá ikki at bjóða upp á lastina hjá hesum skipi næstu ferð, tað skal avreiða. Dan Petersen segði, at hann hevði hoyrt í javn- aðarflokkinum, at verður Fiskavirking privatiserað, verður stúrt fyri, at Eim- skip keypir seg inn í tað fyri at tryggja sær flutning- in og tað verður til óbóta- ligan skaða fyri Smyril Line. – Eg haldi ikki, at javn- aðarflokkurin skal hugsa so nógv um Smyril Line, tí tað byggir á handilsligar treytir og tað kendi treytirnar, tá ið tað bygdu Norrønu. – Og tað er rættiliga illa dámt ímillum fiskimenn, at teir skulu betala prísin fyri at varðveita Norrønu í flot- anum. Skal lutast sundur í smá- bitar og býtast ímillum nakrar fáar hendur – Tað kunnu vera góðar orsøkir til at privatisera Fiskavirking, men tað eru líka góðar grundir til at vísa størsta varsemi, helt Atli Dam á landsfundi í javnaðarflokkinum um vikuskifti Vilhelm Johannesen takkar fyri seg Á landsfundi hjá javnaðarflokkinum: Fiskavirking privati- serast sum skjótast Heðin Klein er nýggjur maður í starvsnevndini hjá javnaðarflokkinum, eftir at Vilhelm Johannesen hevur tikið seg úr – Tað er rættiliga illa dámt ímillum fiskimenn, at teir skulu betala prísin fyri at varðveita Norrønu í flotanum, sigur Dan Petersen. Hann heldur, at júst Norrøne er ein orsøk til, at javnaðarflokkurin ikki vil privatisera Fiskavirking – Javnaðarflokkurin stúrir fyri útlendskari innrás í føroysku fiskivinnuni á landi. Men tað merkir ikki, at tað ikki kann vera skilagott at privati- sera Fiskavirking, sigur Jóannes Eides- gaard LANDSFUNDUR Àki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Lata vit dyrnar upp fyri, at útlendskur kapitalur ótálmaður kann seta seg á okkara høvuðsvinnu, er tað eitt afturstig fyri okkum. Á landsfundi í javnaðar- flokkinum hetta vikuskiftið gjørdi Jóannes Eidesgaard, floksformaður gjørdi greitt, at Smyril Line hevði ógvu- liga lítið við sjónarmiðið hjá flokkinum um at pri- vatisera fiskavirking at gera, soleiðis sum Dan Pet- ersen rør framundir í grein aðrastaðni í blaðnum – Tað er ein ótrúliga lítil brikkur í hesum spæli, tí tey atlitini vit taka, eru av heilt øðrum, prinsipiellum slagi. Formaðurin í javnaðar- flokkinum er samdur við Atla Dam um, at fortreytin fyri einum føroyskum virð- isbrævamarknaði er, at tær almennu fyritøkurnar verða lýstar til sølu. – Annars er als onki grundarlag fyri virðis- brævamarknaðinum, legði hann afturat. Jóannes Eidesgaard tví- helt um sjónarmiðið, at fiskurin, sum svimur á grunnunum, er fólksins ogn. Men hann dugdi ikki at síggja nakað rímiligt í, at vit skulu føra fiskin til lands, men at tað síðani skulu vera útlendskar fyri- tøkur, sum taka sær av at virðisøkja hann, tí tað kunnu einsvæl verða út- lendingar, sum fara avstað við Fiskavirking, verður hon privatiserað. Eitt afturstig – Lata vit dyrnar upp fyri, at útlendskur kapitalur ótálmaður kann seta seg á okkara høvuðsvinnu, er tað eitt afturstig fyri okkum. Jòannes Eidesgaard vísti á, at bæði hvat alivinnuni og skipaflotanum viðvíkur, hava vit sett sum mark, at útlendingar kunnu í mesta lagi eiga ein triðing. – Hví skulu vit so lata út- lendskan kapital fáa ótálm- að rættindi á okkara høv- uðsvinnu á landi, sum skal virðisøkja okkara fiskatil- feingi. Hann helt, at serliga álvarsligt er hetta, tá ið hugsað verður um, hvussu viðbrekin vit eru við tað, at vit eru so smá, at tað er fyri lítið at rokna hjá eini út- lendskari fyritøku at keypa alla okkara fiskivinnu á landi. Ein annar vansi við óum- hugsaðari privatisering er, at virkini verða miðsavnað á einum staði. – Og eg haldi, at tað er undrunarvert at halda, at politikarar í Føroyum ikki vilja hava eitt orð at siga í okkara høvuðsvinnu. Formaður javnaðarflok- sins segði, at hendi tað, at norðmenn keypa okkara fiskavirki á landi, fara teir uttan nakran iva at reka virkini í Føroyum so at tað tænir vinnuni í Noregi best. – Tað merkir, at loysir tað seg at skrúva blussið fyri í Føroyum fyri at tæna teirra áhugamálum í Noregi, gera teir tað uttan iva. Jóannes Eidesgaard legí dent á, at fyri tað um javn- aðarflokkurin stúrir fyri útlendskum kapitali í flaka- vinnuni, er tað ikki tað sama sum at vera ímóti at Fiskavirking verður privati- serað. – Men tað hevur als ongan skund at privatiserað Fiskavirking, tí vit hava tíðina fyri okkum. – Men hvørjir eru so teir føroyingarnir, sum kunnu hugsast at keypa Fiskavirk- ing, spurdi floksformað- urin. – Tað eru júst teir somu, sum róku fiskavirkini, tá ið tey fóru á húsagang fyri 10- 12 árum síðani. Ogh ann helt, at orsøkin til at tjóðveldisflokkurin tók undir við privatisering- ini, var ikki av hugsjónar- ligum slagi, men tí at flokk- urin helt, at hetta kundi fíggja ein part av fullveld- inum. Annars róðu formaðurin í javnaðarflokkinum fram- undir, at kundi politikkurin verið bendur tann vegin, at inntækurnar av at selja ávísar, almennar ognir, blivu brúktar til at fíggja útbyggingar í samfelagnum við, átti javnaðarflokkurin ikki at verið so avvísandi. Onki galið Kristian Magnussen, løg- tingsmaður, var als ikki samdur við teimum, sum hildu, at Fiskavirking skuldi privatiserast nú. Hann helt, at tað kundi aldrin vera so, at tað í grundregluni er galið, at vit eiga eina fyritøku í felag. – Føroya Fólk hevur ikki biðið um Fiskavirking. Men Føroya Fólk fekk rokningina fyri kreppuna í samfelagnum, bæði krepp- una í fiskivinnuni og kreppuna í fíggjarheimin- um. Hann helt, at í stórum hevði Fiskavirking megnað uppgávuna væl og hann var vísur í, at var tann risin, sum eitur Fiskavirking á privatum hondum, høvdu teir verið nógv meiri harð- rendur ímóti fiskimann- inum enn Fiskavirking nú er. – So fyri mær kann Før- oya Fólk eiga Fiskavirking í allar ævir - bara tað verður rikið ordiligt. Bjarki Mohr, formaður í Suðurstreymoyar Javnaðar- felag, helt, at javnaðar- flokkurin hevur ongantíð verið talsmaður fyri, at tað almenna skal eiga so stóran part av vinnulívinum, sum tað ger í Føroyum við Fiska- virking, Føroya Banka, At- lantsflog og øðrum. – Tvørturímóti hevur javnaðarflokkurin sagt, at har tað privata ikki røkkur, skal tað almenna taka um endan. Hann helt, at flokkurin eigur at gera sær greitt, og at gera fólki greitt, hvat hann heldur, eigur at vera á privatum hondum og, hvat eigur at vera á almennum hondum. Kortini var hann samdur um, at privatiseringarnar høvdu ongan skund. – Tær skulu vera ómeta- liga væl umhugsaðar, tí tær skulu koma samfelagnum til góðar. Hinvegin helt hann ikki, at javnaðarflokkurin eigur at ræðast privatiseringar. – Men tað, sum sam- gongan ger í løtuni, er at gera ein virðisbræva- marknað, sum ikki er annað enn ein internet portalur í Íslandi. – Tann, sum heldur, at ein virðisbrævamarknaður er ein fortreyt fyri privatiser- ingum, mistekur seg, tí fyri at keypa og selja eina ogn, krevst bara ein seljari og ein keypari, sum eru samd- ir. Tað er púra óneyðugt við einum virðisbrævamarkn- aði. Hann vísti eisini á, at ein virðisbrævamarknaður hev- ur avgjørt sínar vansar, tí Pan Fish er eitt talandi dømi um, hvussu stórt fallið kann vera, tá ið tað skrædnar og virðið fer í botn eftir einari nátt. – Virðið, sum ein fyri- tøka hevur á einum virðis- brævamarknaði er nevni- liga ikki veruligt, tí tað er bara ásett á eitt pappír, har fortreytirnar eru heilt øðr- vísi. Eisini Henrik Old, Løg- tingsmaður, helt, at flokk- urin eigur at skilja ímillum, hvat eigur at vera privat og hvat eigur at verða alment. Eitt nú spurdi hann um tíðin kanska er farin frá Húsalánsgrunninum, sum ikki hevur so nógv lán eftir. Stúra fyri útlendskum kapitali í føroysku fiskvinnuni – Støðan hjá javnaðarflokkinum til privatisering, hevur onki við Norrønu at gera. Tað stingur nógv djúpri enn so, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í javnaðarflokkinum Føroya Fólk hevur ikki biðið um at fáa Fiskavirking og í grundregluni er onki galið í, at vit eiga eina fyritøku í felag, sigur Kristian Magnussen Javnaðarflokkurin hevur ongantíð verið talsmaður fyri, at tað almenna skal eiga tað mesta av vinnulívinum, segði Bjarki Mohr, formaður í Suðurstreymoyar javnaðarfelag C M Y K 9 8