Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. november 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 HJÓLIÐ f. 11. juli 1920 d.18. oktober 2003 Leygardagin 18. oktob- er andaðist Sverri Djur- huus í Havn, 83 ára gamal. Sverri var út- búgvin bilmekanikari og hevði í mong ár egn- an bilverkstað í Havn. Hann var eisini rithøv- undur og hevur latið eitt gott íkast til før- oysku bilasøguna Sverri var føddur 11. juni 1920 inni í Líð í Kollafirði, hann var næstelstur av teim- um tíggju børnunum hjá Onnu Sofíu, f. Hansen, ættað úr Lon í Miðvági, og Olivar Djurhuus, úr Kollafirði. Sverri gekk í skúla í Kolla- firði og fór sum 14 ára gamal til skips. Á heysti 1939 fór hann til Danmarkar á Haandværker- højskolen í Haslev. Undir krígnum var hann í Danmark og í Týsklandi. Hann kom heim aftur til jóla í 1946. Eftir tað koyrdi hann hýruvogn í Havn, til hann í 1949 kom at arbeiða á bilverkstaðnum hjá Sigird av Reyni í Rættará. Í 1952 gjørdi hann sveinaroynd sum bilmekanikari og ar- beiddi nógv ár í Rættará, har hann eisini hevði bilverkstað sjálvur. Hann hevði eisini bil- verkstað í Janstovugøtu og í Hornabø. Hann gavst við bil- verkstaðnum í 1970, tá hann var fyri einum arbeiðsóhappi á Hornabø, har hann brendist illa. Í desember 1970 fekk hann koyriloyvi á bilstøðini Auto í Havn og koyrdi har til 1993, tá hann mátti gevast, tí eyguni vóru farin at bila. Sverri giftist í 1949 við Ingeborg, f. Olsen, av Deild í Vestmanna. Tey hava búð í Tórfinsgøtu síðan 1955 og fingu fýra børn: Gunvør, Finnbjørn, sum doyði í 1972, bert 21 ára gamal, síðan eru tað Annmari og Rúna, sum báðar búgva í Danmark. Sverri hevur í nógv ár fing- ist við at skriva, hann hevur skrivað onkrar stuttsøgur og givið út bøkur sum t.d. Lívs- myndir, sum kom út í 1979 og Lívið er eittans, sum kom út í 1983. Hann var tjóðveldis- maður og skrivaði eisini greinar í 14. September. Eis- ini hevur hann latið inn áhug- avert søguligt tilfar til áhuga- felagið Føroya Ellisakfør um føroysku bilasøguna. Hann skrivar á sín sermerkta hátt um tíðina, tá hann arbeiddi í Rættará og um bilasøguna í Kollafirði og har um leiðir. Sverri var ein góður svimj- ari. Sum ungur fekk hann heiðursmerki fyri svimji- kappingar í Havn, og hann hevði sína jøvnu gongd niðan í Svimjihøllina í Gundadali til fyri stuttum. f. 26. juli 1926 d. 23. august. 2003 Leygardagin 23. august andaðist Mortan Joen- sen á Argjum 77 ára gamal. Mortan var út- búgvin maskinsmiður og maskinmeistari. Hann sýnaði bilar fyri Tryggingarsambandið Føroyar frá 1969, til hann legði frá sær fyri aldur í 1993 Mortan Joensen var føddur á Argjum 26. juli 1926, sonur Honnu Margrethu, f. Morten- sen, vanliga nevnd Hanna hjá Linu, av Argjum, og Jacob Paula Joensen, vanliga nevndur Norðskála Palli, ætt- aður frá Norðskála. Mortan arbeiddi eina tíð í súkklusmiðjuni hjá André Andrésen, áðrenn hann fór at læra til maskinsmið hjá Wen- zel Petersen í Havn. Tá hann varð útlærdur har, fór hann til Klaksvíkar á maskinskúla. Eftir at hann hevði tikið maskinmeistaraprógv, fór hann til Danmarkar, har hann tók víðkað maskinmeistara- prógv. Hann sigldi sum mask- inmeistari við t. d. trolaranum Jóannesi Patursson, Smirli og Ternuni hjá donsku sjóverj- uni. Hann sigldi við Ternuni undir Klaksvíksstríðnum í 50-unum. Síðst í 50-unum fekk hann starv sum maskinmaður á fiskavirkinum Bacalao í Havn. Í 1969 varð hann sett- ur í starv sum bilsýnsmaður hjá Tryggingarsambandinum Føroyar. Hetta starv røkti hann, til hann legði frá sær fyri aldur. Mortan hevði stóran áhuga fyri mekanikki. Hann var servicemaður hjá Thomas Dam, har hann umvældi súkklur, knallertir og motor- súkklur. Hann hevði í mong ár verkstað í kjallaranum í húsum sínum á Argjum. Hann var ein av trúgvu limu- num í Føroya Ellisakførum, og dámdi honum væl at koyra túrar á motorsúkklu síni sam- an við øðrum argjamonnum sum t. d. Sverra Mortensen og Steingrím Joensen, sum allir høvdu sama áhuga fyri motorsúkklum. Mortan sat í nøkur ár í bygdarráðnum á Argjum. Honum dámdi eisini væl at fáast við seyð. Í 1953 giftist Mortan við Maritu, f. Jacobsen, úr Mið- vági, dóttir Alvildu, ættað uppi við Garð úr Leirvík og Dávur Hansen, úr Kirkjar- stovu í Miðvági. Marita og Mortan fingu synirnar Hans Paula og Dan, sum báðir búgva á Argjum. Mortan andaðist góðar tríggjar vikur eftir at Maritu og hann kundu halda sín gull- brúdleypsdag tann 2. august í heiminum á Argjum. Mortan Joensen, fyrrverandi sýnsmaður, farin Minningarorð um Sverra Djurhuus VETRARDEKK ... Kom niðan á Oyggjarvegin, og fá ordilig dekk Sverri Djurhuus heldur røðu við veitsludøgurðan, tá felag okkara fylti 10 ár í februar í fjør. Undir liðini á honum situr Einar Petersen úr Sørvági, sum eisini er deyður Mortan Joensen sýnaði bilar fyri Tryggingarsambandið frá 1969 til hann legði frá sær fyri aldur í 1993 – og var tí sera væl kendur í bilavinnuni í Føroyum 9 HJÓLIÐ f. 5. oktober 1947 d. 16. oktober 2003 Hósdagin 16. oktober 2003 andaðist Kurt Dal-Christiansen í Havn, 56 ára gamal. Kurt var útbúgvin bil- mekanikari, og hansara sergrein innan hetta yrki var upprætting og lakkering. Hann var fyrimyndin hjá nógv- um av sínum starvsfel- øgum Kurt var føddur í Keypmann- ahavn 5. oktober 1947. Sam- an við beiggjanum Per bleiv hann sum smádrongdur ætt- leiddur av føroysku foreldru- num, Annu og Arnold Dal- Christiansen í Havn. Kurt byrjaði sum ungur at arbeiða uppá bilar, og hevði hann stóran áhuga í hesum faki. Enn eru tað fleiri sum minnast hansara snøggu Rambler kassabilar, og hvussu væl hann dugdi at pynta bilar, bæði sínar egnu og aðrar. Hann lærdi til bilmekanik- ara hjá Jóhannes Berg, og kom at arbeiða á ymiskum bilverkstøðum, sum t. d. hjá Carlo Petersen, Reyni Ser- vice, Jonhard Brøðraberg og hjá Ivan Johansen. Hann ar- beiddi eisini á øðrum bilverk- støðum í styttri tíðarskeið. Fyrst í 90-unum hevði hann egnan bilverkstað við Smyr- ilsvegin í Havn, til hann mátti gevast vegna sjúku fyri um- leið 10 árum síðan. Kurt hevur havt stóran týdning fyri upprættings- og lakkeringarbeiði í Føroyum. Hann hevði ivaleyst nøkur viðfødd evnir, sum hann brúkti á sín serstaka hátt. Hann lat einki arbeiði úr hondum, uttan at tað var per- fekt, og hann setti eisini krøv til sínar arbeiðsfelagar. Teir sum hava arbeitt saman við Kurt, vita, at um hann meinti, at ein arbeiðsfelagi ikki gjørdi sítt arbeið nóg væl, so segði hann tað við viðkom- andi og gav samstundis góð ráð um, hvussu hetta ávísa ar- beiði skuldi havt verið gjørt. Soleiðis lyfti hann standardin upp á bilverkstøðunum, har hann arbeiddi. Hann dugdi eisini sera væl at leggja sær arbeiði til rættis, alt var væl umhugsað, sum hann gjørdi. Hann hevði eisini serlig evnir til at seta litir saman og varð hann nógv umbiðin av málingahandlum og bilverk- støðum til at blanda lakk. Tá bilverkstøð kring landið høvdu trupulleikar við at at fáa lakkið at líkjast, vóru boð eftir Kurt. Um hann t.d. fekk eitt bensindeksil í sama liti sum bilurin, var tað bert ein lítil løta, til rætti liturin varð funnin. Hetta var áðrenn bil- verkstøðini sjálvi fingu tól at blanda lakk við. Seinnu árini búði Kurt á Røktardeildini á Landssjúkra- húsinum. Hann átti dóttrina Eilis, sum býr og í Vejle, og abbasynirnar Marcus og Mat- hias. f. 12 sept. 1926 - d. 13. apríl 2003 Sunnudagin 13. apríl 2003 andaðist Robert Brockie, vanliga nevnd- ur Bobby, 76 ára gamal. Bobby kom sum smá- drongur til Føroya. Hann var hann best kendur sum handils- maður, bilasølumaður, bretskur konsul og fyri sítt arbeiði í Havnar Svimjifelag Bobby Brockie varð føddur í Edinburgh í 1926, hann var elstur av trimum systkjum. Foreldrini vóru Cecilie og Robert P. Brockie. Í 1933 var pápin biðin um at verða leið- ari á handilsfyritøkuni Char- les Mauritzen í Føroyum. Fyritøkan var úti í Tinganesi og átti hon allar teir reyðu bygningarnar, har landsstýrið í dag húsast. Í apríl 1934 flutti so øll familjan til Føroya, og Bobby kom at vaksa upp úti í Tinga- nesi. Familjan búði í teimum uttastu bygningunum, og vóru hinir bygningarnir brúktir til skrivstovur, lagur og annað. Bobby gekk í skúla hjá nonnunum, og tað var skjótt, at hann lærdi tað føroyska málið. Hann fekk skjótt á- byrgd og kom at hjálpa til við øllum fyrifallandi arbeiði í fyritøkuni. Tá kríggið brast á og Før- oyar blivu hersettar av bret- um, var hann málsliga so væl fyri, at hann bleiv brúktur sum tulkur millum bretar og føroyingar. Hann var eisini við, tá leitað varð eftir einum hóskiligum staði at leggja ein flogvøll. Pápin var bretskur konsul og nógv fólk komu í heim teirra í Tinganesi. Handilin hjá Charles Maur- itzen var stórhandil, og øll stríðsárini gekk so gott sum allur vøruflutningur til Før- oya um hetta felag. Teir sendu regluliga farmaskip til Før- oya, sum t. d. Barjama, Bar- anda og Sauternes, ið gekk burtur í Fugloyarfirði 7. des- ember í 1941. Teir innfluttu skipsútgerð, kolonialvørur, tubbaksvørur, kol og salt. Út- flutningurin var saltfiskur, klippfiskur, medisinlýsi og fiskavørur. Eftir kríggið var Austin bil- verksmiðjan í Onglandi ein av teimum fyrstu, sum kom í gongd aftur. Tá fekk fyritøk- an hjá Charles Mauritzen í Skotlandi eina áheitan frá Au- stin, um teir kundu viðmæla onkran, sum kundi umboða teirra bilar í Føroyum. Teir vístu á sína egnu deild her, og telegram kom beinleiðis frá Austin bilverksmiðjuni, har teir fingu bjóðað umboðið fyri Føroyar. Sjálvt um fyritøkan hevði skaffað næstan allar vørur undir krígnum, var hetta nakað nýtt fyri teir. Fyrstu lýsingarnar við Au- stin bilum vóru at síggja í før- oysku bløðunum í januar 1946. Fyrstu bilarnir vóru Austin: Eight, Ten, Twelve og Sixteen. Teir vóru innfluttir beinleiðis úr Onglandi tey fyrstu árini. Ognirnar hjá Charles Mauritzen í Tinganesi vórðu í 1947 seldar til Tryggingar- sambandið Føroyar, men fyri- tøkan leigaði tó skrivstovu- hølir, goymslubygningar og serviceverkstað til Austin bil- arnar. Fyritøkan fekk eisini um- boð fyri Triumph motor súkklurnar. Nakað eftir ein stóran ásett- an eldibrand í Tinganesi í 1950, leigaðu teir stovuhølir frá Trygd á Bryggjubakka, meðan goymslubygningarnir og verkstaðurin hildu fram úti í Tinganesi, til teir í 1963 fluttu inn í nýggjan bygning í Jónas Broncksgøtu, har teir fingu alt undir eina lon. Tá átti Landsstýrið ognirnar í Tinganesi. Í 1978 yvirtók familjan Brockie fyritøkuna, og kom hon at eita P/F Robert P. Brockie & Co. Í 1980 yvirtók triðja ættarliðið, Derek Brockie, alt virksemi sum hevði við bilarnar at gera og stovnaði fyritøkuna Bilcentr- ið. Fyritøkuna sum í dag eitur D. B. Bilar í Jónas Broncks- gøtu. Bobby var við til at endur- stovna Havnar Svimjifelag og gjørdi hann eitt stórt arbeiði í hesum felag. Hann var nevndarlimur í Havnar Svimjifelag frá 1959-60 og formaður í felagnum frá 1960 til 1972. Seinni bleiv hann heiðurslimur í Havnar Svimj- ifelag. Hann var ein sera góður svimjari, og í síni tíð í Havnar Svimjifelag gjørdi hann eitt sera stórt arbeiði at læra børn og ungdómar í Havn at svimja. Hann var í svimjihyl- inum kvøld eftir kvøld, har hann ótroyttiliga vandi ungar svimjarar við góðum úrsliti. Hann gleddist eisini, tá nýggja svimmjihøllin varð tikin í brúk, tí nú hevði svimj- iítrótturin í Havn endiliga fingið góðar karmar at virka undir. Bobby var nevndarlimur í Tórshavnar Ítróttarráð frá 1966 til 1979. Hann var stjórnarlimur í Ítróttarsam- bandi Føroya frá 1973 til 1977 og formaður í svimji- deildini, sum skipaði fyri kappingum av ymiskum slag. Í 1946 giftist Bobby við Ninu, f. Hansen, úr Funn- ingsfirði. Tey búðu fyrstu ár- ini inni hjá foreldrunm úti í Tinganesi. Seinni keyptu tey hús á Ternuryggi. Í 1955 keyptu tey eitt grundstykki í Pedda við Steinsgøtu og í 1956 fluttu tey inn í nýggj hús har. Tey fingu børnini Alan, Derek, Ednu, Robbie og Ian. Nina andaðist í 1994. Bobby Brockie farin Til minnis um Kurt Dal-Christiansen Sigmundargøta 26 • FO 100 Tórshavn • Føroyar Tel 318237 • fax 318367 • fart. 212860 • 218347 Akkumulatorar til øll endamál Kurt hevur havt stóran týdn- ing fyri upprættings- og lakk- eringarbeiði í Føroyum. Hann hevði ivaleyst nøkur viðfødd evnir, sum hann brúkti á sín serstaka hátt Robert Brockie andaðist 13. apríl – 76 ára gamal C M Y K 9 8