mikudagur 26. november 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 225 - 26. november 2003
Nr. 225 - 26. november 2003
11
Marjus Dam
løgtingsmaður
Vinnan má ikki stuðlast!
Ímeðan hetta verður sagt,
verður sera lítið hugsa um
okkara almennu fyrisiting,
íð verður stuðlað - uttan at
nakað spurnaðartekin verð-
ur sett, um vinnan megnar
at bera ivirbygnaðin. Tað
tykist, sum um almenna
umsitingin kann vaksa ó-
tálmað. Og hvønn verður
rokningin send til? Vinnuna
— ið skal gjalda við mink-
andi kappingarføri
Grundstuðul
Vinnan er grundstuðulin í
samfelagi okkara. Hjá okk-
um er tað fiskivinnan, ið alt
hvílir á.
Tí kann hendan vinna als
ikki stuðlast. Hon ber jú
øllum uppi.
Men vinnan kann saktans
missa kappingarføri — ser-
liga orsakað av, at almenni
yvirbygnaðurin fær loyvi at
vaksa ótálmaður, sum vit
hava sæð tey seinastu árini.
At Fólkaflokkurin hevur
ein forkláringstrupulleika
er eyðsýnt. 10 Landstýris-
menn við teirra umsiting
eru bert eitt dømi. Og al-
menna trongdin eftir at seta
nýgg stýrir og stjórar at
kanna aðrar stjórar er
spakuliga við til at oyði-
leggja okkara vinnu og
samfelag.
M.a.
okkara
rækjuvinnu.
Eg eri errin av, sum sam-
bandsmaður, at hava verið
við til at seta fram uppskot
um at kanna viðurskiftini
hjá okkara fjarfiskiflota.
Fólkaflokkurin og sam-
gongan hava onki gjørt við
hetta umráði, ið hevur fing-
ið verri og verri umstøður
seinastu árini. Samgongan
tykist ikki hava havt tíð at
tikið sær av hesum viður-
skiftum seinastu 5 árini.
Teir hava havt annað at gera
- nevniliga at yvirtaka. Og
síðan eisini at senda hesa
rokning víðari til vinnuna
— ið nú er hoykna undan
fleiri staðir í samfelagi
okkara.
Nú er rækjuflotin allur í
svárari kreppu.
Vónandi raknar Fólka-
flokkurin við úr loysingar-
rúsinum og tekur undir við
uppskoti
Sambandsflok-
sins, um at vera við til at
bjarga rækjuflotanum úr tí
ódn teir eru í.
Eg ivist ikki eina løtu í, at
um vit gera nakað skilagott
nú, so kann gongdin vend-
ast, Føroyum at gagni.
Um vit onki gera, so
verður vanlukkan nærum
eins stór sum tá ríkisveit-
ingin var skerd á sinni.
Latið okkum varðveita
føroysk arbeiðspláss, til-
feingi og góð vinnutól her á
landi. Hví missa alt av
hondum orsaka av politisk-
um ódugnaskapi?
Rækjuflotin má bjargast!
Tað tykist sum serliga
Tjóðveldisflokkurin bert
hugsar um at avhøvda mest
møguligan part av vinnuni.
Við at oyðilegga karmarnar
hjá vinnuni — og so geva
ríkisfelagsskapinum skyld-
ina.
Í sín landsfundarsamtykt vísir Javnaðarflokkurin
á, at ósemjurnr í samgonguni forða fyri úrslitum.
Tað, sum er farið fram, hetta síðan samgongan
varð skipað av nýggjum við Miðflokkinum sum
ískoyti vísir, at nakað er um atfinning Javnaðar-
floksins. Tað tykist sum mestsum alt stjórnar-
arbeiði uttan yvirtøkutilgongdin liggur meira ella
minni lamið.
Javnaðarflokkurin vísir á landsfundinum á,
hvussu stór og sera týdningarmikil mál liggja á
láni ella verða avgreidd á ein sera óheppnan hátt.
Víst verður eitt nú á, at stór og tung øki verða
løgd út til kommunurnar at umsita. At leggja ávís
málsøki nærri at borgarunum kann undir van-
ligum umstøðum bert vera til gangs fyri allar
partar væl at merkja, um betri tænasta er enda-
málið. Men soleiðis er ikki við teimum út-
leggingum, sum nú verða framdar. Hesar verða
bert framdar fyri at spara landskassanum pening.
Hetta merkir við øðrum orðum, at játtan fylgir
ikki við, tá málsøki verða løgd út. Hetta er bein-
leiðis óetiskt, tí tað kemur at merkja, at tænastu-
støðið verður ymiskt alt eftir, hvar ein býr í
landinum. Tað er tí beint, tá Javnaðarflokkurin
vísir á, at hesin politikkur fer at skapa eitt nýtt
slag av stættamuni í Føroyum. Samgongan eigur
tí at hugsa seg væl um, áðrenn hon heldur fram
við útleggingum eftir hesum leisti.
Hetta sum gongur fyri seg er reinur fólkaflokks-
politikkur. Tað er tí ikki løgið, at formaður Fólka-
flokksins proklamerar, at hann er sera væl nøgdur
við samstarvið við Tjóðveldisflokkin, hóast hann
samstundis lesur sama flokk niður í sand og øsku!
Farið er jú av álvara undir at avmontera vælferð-
arsamfelagið. Hetta hevur altíð verið Fólkaflokk-
sins mál, og tí kann flokkurin bert vera fegin um
gongdina. Hetta merkir so aftur, at Javnaðar-
flokkurin hevur rætt, tá hann sigur seg vera ein-
asta vinstravenda flokk eftir í Føroyum. Tjóðveld-
isflokkurin tykist at hava offrað sína vinstrahallu
stevnu fyir fullveldispolitikkin. Hesin er tann
prísur, sum Fólkaflokkurin krevur fyri at góðtaka
yvirtøkurnar. Hetta er mikið spell og hartil púra
óneyðugt. Tað hevði borið væl til at fingið bæði
vælferð og sjálvstýri, um Javnaðarflokkurin hevði
verið tikin við í samgongu. Men soleiðis vilja
Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin ikki hava
tað, og úrslitið er minni vælferð og vaksandi
stættamunur í samfelagnum. Fólkaflokkurin og
Tjóðveldisflokkurin áttu at umhugsa støðuna av
nýggjum, áðrenn ov seint er.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Nýtt slag av stættamuni
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Rækjuflotin
Jóannes Eidesgaard
Søgan um føroyska væl-
ferðasamfelagið er eisini
søgan um familjurnar í Før-
oyum.
Familjurnar eru grundar-
lagið undir føroyska sam-
felagnum, og tað er ein stór
avbjóðing,
men
eisini
skylda hjá politikkarum og
politiskum flokkum at geva
familjunum góð kor at liva
undir.
Í menningarlondum eru
børnini sosiala trygdin hjá
familjunum. Hesi lond hava
eitt stórt burðaravlop, og
fólkatalið økist støðugt.
Trygdin hjá foreldrunum
er, at tá tey gerast gomul,
hava tey børn, sum kunnu
forsyrgja teimum. Til ber at
siga, at børnini eru teirra
pensión - teirra eftirløn.
Sjálvt um vit ikki bein-
leiðis hugsa um, hvør skal
forsyrgja okkum í fram-
tíðini, er hetta tó nógv
meira nærliggjandi, enn vit
geva okkum far um.
Eitt er vist, at uttan ein
støðugan fólkavøkstur - eitt
gott burðaravlop, verða
færri og færri herðar at bera
samfelagsins byrðar. Tey
sum bera, verða færri - og
tey sum verða borðin, verða
fleiri. Hetta er veruleikin í
okkara grannalondum, og
tað er líkt til, at tey fara at
verða rakt av teirri nógv
umrøddu eldrabylgjuni.
Men støðan í Føroyum er
als ikki so hættislig. Mynd-
in nú er, at Føroyar ikki
verða skolaðar út av eldra-
bylgjuni.
Eitt sindur av einari and-
søgn at tosa um økta talið
av eldrum sum ein trupul-
leika, tí økingin er jú úrslit-
ið av einum málrættaðum
politikki, sum serliga Javn-
aðarflokkurin hevur ruddað
slóð fyri.
Sagt verður, at til tess at
fólkatalið í einum landi
ikki skal minka, skal landið
hava eina sokallaða repro-
duktiónsratu uppá 2,2, t.v.s.
at foreldur skulu í miðal
eiga 2,2 børn. Til saman-
beringar skal nevnast, at
henda rata í Danmark,
Noregi og Svøríki er í
miðal 1,7.
Í Føroyum hava vit higar-
til verið so heppin at hava
eina
reproduktiónsratu
ímeðal frá 1998 til 2003
uppá 2,47 t.v.s. munandi
hægri enn okkara grannar.
Men eingi trøð veksa inn í
Himmalin. Tendensurin frá
1970 er, at reproduktións-
ratan er støðugt minkandi,
hóast vit enn eru á heilt
góðari leið.
Eitt minkandi fólkatal
kann fáa álvarsamar fylgjur
fyri ein búskap og fyri eitt
land. Fellur fólkatalið kann
fara at standa á at fáa ar-
beiðsmegi til tær uppgávur,
almennar og privatar, sum
samfelagið hevur at røkja.
Vit koma tá at merkja eitt
afturstig í menningini av
samfelagnum.
Eins neyðugt tað er í
menningarlondum at fáa
fleiri børn til tess at hava
eina sosiala trygd, eins
neyðugt er tað hjá okkum at
gera
umstøðurnar
hjá
familjunum so góðar, at tær
ynskja at fáa fleiri børn - tí
børnini eru okkara sosiala
trygd.
Tað er tí meira átroðk-
andi nú enn nakrantíð, at
vit fáa ein sterkan og pro-
gressivan familjupolitikk.
VIÐMERKINGAR
Ein virkin familjupolitikkur
– ein íløga í framtíðina
Eldrafelagið Nón hevur keypt felagshús
Runavíkar kommuna
hevur stuðlað keypin-
um við ikki færri enn
300.000 krónum. –
Hetta er eitt velduga
gott íkast, sum vit eru
ógvuliga fegin um,
sigur formaðurin í
felagnum, Amy Djur-
huus
ELDRAØKIÐ
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eldrafelagið Nón, sum ser-
liga hevur limir av Skála-
fjørðinum, hevur nú keypt
felagshús. Talan er um
húsini hjá Hans Jakka og
Asleyg
Højgaard,
sum
standa í Torvgøtu í Salt-
angará. Húsini eru í trimum
hæddum, har mið-og lofts-
hæddin eru innrættað. Stór-
ur kjallari er eisini, og har
eru onkrir veggir, sum fel-
agið ivaleyst fer at taka nið-
ur. Ætlanin er eisini at taka
onkrar veggir niður á loft-
inum, soleiðis at rúmini
gerast betur egnaði til fel-
agshølir. Húsini í Torvgøtu
eru eini 30 ára gomul, men
tey eru í góðum standi, og
nossligt er uttan um. Prísur-
in er 1,3 milj. krónur.
Fegnast um stuðul
Amy Djurhuus, sum er
formaður í eldrafelagnum,
sigur, at húsakeypið er ein
stór íløga, men hon heldur
ikki, at íløgan er óyvir-
komilig hjá felagnum, sum
hevur stívliga 150 limir.
– Tá ið vit fóru at arbeiða
við hesi æltan, sendu vit út
áheitanir til vinnulívið um
stuðul. Móttøkan hevur
verið positiv. Nú avgerðin
um keyp er tikin, og yvir-
tøkudagurin er ásettur at
verða, 5. januar komandi
ár, vænta vit, at okkurt
meira ítøkiligt fer at spyrj-
ast burtur úr áheitanini.
Amy sigur, at felagið er
ógvuliga fegið um tann
stuðul, sum higartil er
veittur.
– Runavíkar kommuna
hevur stuðlað keypinum
við ikki færri enn 300.000
krónum, og hetta er eitt
velduga gott íkast, sum vit
eru ógvuliga fegin um,
leggur hon dent á.
16 ár á baki
Eldrafelagið Nón hevur
stívliga 16 ár á baki. Tað
var
arbeiðarafelagið,
Hæddin í Saltangará, sum
tók stig til at stovna felagið,
og øll árini hevur felagið
havt innivist til tey ymisku
tiltøkini, ið skipað hevur
verið fyri, í hølunum hjá
arbeiðarafelagnum.
– Vit hava altíð havt tað
gott í Hæddini og eru altíð
sloppin inni í hølini, tá ið
hugur hevur verið til tess,
og hølini vóru tøk. Í dag vil
meirilutin í felagnum, at vit
skulu hava okkara egnu
høli, og tað er hetta stigið,
vit nú hava tikið, sigur
Amy.
Hon er ógvuliga fegin
um, at Nón nú hevur fingið
hendur á egnum hølum og
væntar, at aktivitetirnir hjá
felagnum fara at mennast.
– Ætlanin er, at fólk
skulu kunna koma í húsini
og gera eitt hvørt handaligt
arbeiði hvønn dag – ella
bara støkka inn á gólvið til
prát og hugna. Nú kunnu
vit hava alt tað, vit fáast
við, standandi til næstu
ferð, men slíkt ber ikki til,
tá ið tú ert í hølum hjá øðr-
um, sum eisini verða brúkt
til onnur endamál, sigur
Amy.
Ymisk tiltøk
Limirnir í Eldrafelagnum
Nón plaga at hittast tvær
ferðir um mánaðin í vetrar-
hálvuni, men hetta er ov
lítið, heldur formaðurin.
– Tá ið langur leygardag-
ur er í kommununi, plaga
vit at hava tombola og
kaffisølu. Vit skipa fyri
regluligum bingo, og onk-
untíð hava vit havt eydnu-
hjól. Seinasta eydnuhjólið,
vit høvdu, gav 55.000 krón-
ur netto. Hetta var í Støkk-
høllini, og vit vóru ovfarin
av teirri undirtøku, sum til-
takið fekk. Ætlanin er at
hava eydnuhjól aftur til
várs.
Amy sigur, at felagið
umhugsar at hava ymiskar
aktivitetir í nýggju hølun-
um, sum felagið ikki hevur
í dag.
Hon sigur, at tosað hevur
verið um møguliga at hava
"bed and breakfast" um
summarið, og somuleiðis
hevur felagið í hyggju at
kunna leiga kjallaran út til
ymiskar aktivitetir, sum eru
komandi og farandi.
– Enn er nakað trongligt
við parkeringsviðurskift-
um, har húsini standa, men
Runavíkar kommuna hevur
í fyrstu syfti lovað at gjørt
okkum nøkur parkerings-
pláss niðanfyri garðin.
Amy sigur, at ætlaninar
um húsakeyp fingu eitt
rættiligt skump, tá ið Nón
hevði
eldravitjan
úr
Danmark í summar.
Menninir eru við
Limatalið hjá felagnum í
dag er 153, teir flestu av
Skálafjørðinum.
– Men vit hava eisini
limir í Elduvík, Funningi –
og enntá í Klaksvík, Havn
og á Sandoynni. Hetta er í
fyrsta lagi fólk, sum hava
eitthvørt tilknýti til Eystur-
oynna, sigur hon.
Amy Djurhuus vísir á, at
talið av mannfólki, sum
møtir upp til aktivitetirnar
hjá felagnum, er næstan
líka so stórt, sum talið av
konufólki.
– Vit hava skilt, at onnur
feløg hava torført við at fáa
menninar at taka lut í fel-
agsarbeiðinum, men soleið-
is er ikki hjá okkum, sigur
formaðurin í Nón at enda.
Á páskum vóru 40 limir í
eldrafelagnum á vitjan í
Danmark.
5. januar komandi ár
yvirtekur eldrafelagið Nón
hesi húsini, sum verða
karmur um virksemið hjá
felagnum framyvir.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Felagið, sum eigur
Kollafjord Pelagic,
hevur gjørt av at seta
Sofus Poulsen til
nýggjan stjóra á
virkinum í Kollafirði
eftir Johan Dahl, sum
hevur biðið um at
verða loystur úr
starvi
NÝGGJUR STJÓRI
Vilmund Jacobsen
vilmund@jacobsen
Nevndin í felagnum, sum
eigur stóra pelagiska virkið
í Kollafirði, Kollafjord Pel-
agic, hevur sett Sofus Poul-
sen, sum nýggjan stjóra á
virkinum eftir Johan Dahl.
Sofus er stjóri á Rækju-
virkinum á Oyri, har hann
hevur sína uppsagnartíð.
Væntrandi byrjar hann í
nýggja starvinum tíðliga í
komandi ári.
Anfinn Olsen er nevndar-
limur í felagnum, sum
eigur virkið í Kollafirði, og
hann váttar, at nevndin hev-
ur avgjørt at seta Sofus í
stjórastarvið.
Sosialurin royndi at fáa
orð á Sofus í gjár, men tað
eydnaðist okkum ikki.
Byrjar aftur
P/F Faroe Estate, sum eigur
Kollafjord Pelagic, varð
endurstovnað í august í ár.
Sáttmálar um útvegan av
nýggjum frystiútbúnaði og
tillagingum av framleiðslu-
útbúnaðinum eru gjørdir,
og arbeiðið at lata virkið í
Kollafirði uppaftur er í
gongd.
Ætlandi verður felagið
klárt at fara undir fram-
leiðslu aftur um árskiftið.
Johan Dahl, sum í dag er
stjóri í felagnum, hevur
biðið um at verða loystur úr
starvi, 1. januar komandi ár
– ella so skjótt, sum felagið
hevur
funnið
nýggjan
stjóra.
Nýggi maðurin í stjóra-
starvinum verður so Sofus
Poulsen.
Sofus Poulsen skal leiða Kollafjord Pelagic
Sofus Poulsen, stjóri á
Rækjuvirkinum á Oyri,
verður nýggjur stjóri á
Kollafjord Pelagic
C
M
Y
K
11
10