mikudagur 26. november 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
HJÓLIÐ
Vikuskiftið 6. og 7. sep-
tember vóru 45 norð-
oyingar, sum eru fólk
norðan fyri Suðuroyar-
fjørð, í Suðuroynni á
motorsúkklustevnu.
Norðoyingarnr vóru
farnir suður við motor-
súkklum. Tey vóru far-
in suður á stevnu hjá 45
suðuroyingum, ið
høvdu 30 motorsúkklur
at sita á. Motorsúkklur
eru yvirhøvur vødda-
miklar. Tað man ikki
vera langt av leið at
siga, at tær 65 súkklur-
nar, ið brølaðu um alla
Suðuroynna hetta
fyrstu vikuskiftið í sep-
tember umboðaðu sína
mátt og megi við einum
3.700 hestakreftum og
65.000 kubikkum
Sonne Smith
Motorsúkklufólk rópa slíkar
stevnur
MC-Boogie. Tað
ljóðar jú heilt fjákut. Vaksin
fólk! Men orðið boogie hevur
í roynd og veru sín uppruna
frá teimum báðum akslunum
aftan á lastbili, afturásunum.
Hesir akslar við sínum fýra
aftaru hjólum liggja saman
undir lastbilinum. Tað allar
aftasta hjólparið kann lyftast
upp. Hetta eru boogie-hjólini.
Altso, hetta orðið, boogie, er
ikki so býtt kortini. Tað merk-
ir nakað við at halda saman.
Samanhald, tosa vit um. Og
satt at siga er samanhald mill-
um hesi mongu, ið hava fing-
ið sær motorsúkklu. Einar
300 súkklur eru skrásettar í
løtuni hjá Bileftirliti Føroya.
Harley Davidson
Ove Ritter í Havn er helst
maðurin, sum hevur tikið stig
til hesi sonevndu treffini, tað
er stevnur. Hesar stevnur hava
fingið heitið MC-Boogie, eitt
tiltak, sum Ove uppfann í au-
gust í 1999. Tá skipaði hann
fyri teirri fyrstu stevnuni av
hesum slag við til samans 35
luttakarum.
Ove Ritter hevur skyggjað
landið við Harley Davidson-
súkkluni. Hann hevur HD-
umboðið í Føroyum og hevur
leigað eina garasju í Havn,
haðani fólk hava høvi at leiga
tær báðar Harley-súkklurnar,
sum har standa undir dust-
kápu.
Stevnan í Suðuroynni 6. og
7. september var tann áttanda,
og tað var fyrstu ferð, at utt-
anoyggja fólk lógu nátt yvir-
høvur. Harley Davidson hev-
ur 100 ár á baki í ár, og ein
partur av hátíðarhaldinum var
í Suðuroynni, tó at bara fýra
Harley
Davidson-súkklur
vóru við á suðuroyarferðini.
Stevnan hevur annars verið
Tær tvíhjólaðu í Suðuroynni
Bæði kvinnur og menn vóru á motorsúkklubaki á Suðuroyartúrinum
Áhugin var stórur fyri
súkklunum í Suðuroy
11
HJÓLIÐ
eitt ein-dags tiltak higartil,
men Suðuroyggin hevur ver-
ið, er og verður - eisini tá ið
nýggi Smyril kemur næsta ár
- útoyggj í ferðsluhøpi. Oygg-
in er framvegis fjarskotin.
Stórfingin móttøka
Hvat er so tað týdningarmesta
á slíkari stevnu? Svarið er
heilt einfalt: At hava tað
hugnaligt saman og hitta onn-
ur góð fólk. Og so sjálvand
ikki minst at uppliva náttúru-
na í hesum frálíka motor-
súkklulandi. Í tí føri er Suður-
oyggin imponerandi.
Norðoyingarnir settu fyrst
sínar 45 súkklur á fóthvílaran
uttan fyri Kaffivognin á eyst-
aru bryggju í Havn leygar-
dagin 6. september. Kaffi-
vognurin var annars stongdur
sum vant leygardag, men
henda leygardagin læt hann
upp fyri teimum hjálm- og
leðurkløddu. Tey vóru nakað
seinkað, tí Smyril lá hjá ein-
um springaraflokki í einar
tjúgu minuttir.
Smyrla-menninir høvdu res-
erverað teimum aðra hillina
yvir bildekkinum. Uppi á
sessaðust tey í salongini á ca-
feteria-dekkinum. Tey, sum
vildu, og tað vóru mong, sum
vildu, fingu sær kalvafisk til
døgurða og høvdu tað annars
óføra stuttligt saman.
Móttøkan á Drelnesi var
stórfingin. Har var svart av
fólki. Bjarki Jensen, primus
motor á Tvøroyri, sat á odda í
tí stóra MC-fylginum har.
Veðrið var av tí besta. Sólin
skein oman og niðan. Hetta
var eisini um tað mundið, tá
ið lýðkan lá um okkara leiðir,
og heimsparturin stunaði í
varma fyri sunnan.
Naddoddur
Gestirnir, sum vóru komnir í
land av Smyrli á Drelnesi,
vóru bilsnir og frøddust óført
um eitt-tíðina, tá ið teir vórðu
bodnir oman í felagshølið hjá
bátafelagnum Naddoddi á
Tanganum á Tvøroyri, tí her
stóð kona Bjarka Jensen,
Hansina, brosandi fyri teim-
um og segði: "Hey, takk fyri
seinast og vælkomin."
Hjúnini, Hansina og Bjarki,
høvdu skipað væl fyri. Lang-
borðini í hesum gamla húsi,
sum tvøramenn broyttu á
sinni frá einum sonnum ótøki
til landsins bestu felagshølir
og neyst, vóru pyntað við liv-
andi ljósum, og suðuroying-
arnir høvdu borðreitt við al-
skyns góðum mati og drekka.
Nevna vit Naddodd slepst
ikki undan at hugsa um menn
sum eitt nú Viberg Sørensen
og Helga Enni. Vit plagdu
siga: Eingin nevndur, eingin
gloymdur. Nú eru tveir
nevndir, kanska mest tí at Vi-
berg er ein av landsins roynd-
astu skiparum, og Helgi er
pápi Brand og Trónd Enni.
Tann seinni og eldri beiggin
eigur eina amerikanskt snið-
givnað Triumph motorsúkklu,
sum annars er av tí víðagitna
eingilska upprunanum. Tí-
betur er Triumph-fabrikkin
aftur farin at gera motor-
súkklur. Tíverri gavst kapp-
ingarneytin BSA (Birming-
ham Small Arms) við at gera
súkklur longu í 1972. Tær
Triumph- og BSA-súkkl-
urnar, ið her vóru umboðaðar,
eru allar vetaran-súkklur av tí
skínandi, dragandi slagnum
við tí tiltikna ljóðinum (brøli-
num).
Undir borðhaldinum í Nadd-
odda-neystinum sunnudagin
7. september 2003, spældi
Jógvan Nolsøe gittara og
munnhørpu. Løtu seinni kom
Brandur Enni og sang Føgru
blómu og aðrar góðar sangir
saman við Jógvani.
Ógloymandi
Sama dag, sunnudagin, fóru
tveir mans, Jákup Joensen úr
Miðvági og vestmenningurin
Helgi Magnusarson í kirkju á
Tvøroyri á einari bulmiklari
Harley Davidson. Súkklan
mundi hokna undir hesum
báðum kempunum. Spyr ikki
hví.
Tey, sum komu í land aftur
á Bursatanga í Havn av
Smyrli sunnukvøldið 7. ok-
tober, gloyma ongantíð aftur
hetta MC-Boogie-tiltakið í
Suðuroynni. Tey dundraðu og
spunnu um alla oynna á sín-
um ótrúligu maskinum, og
hevur nakað tiltak rós uppi-
borið, eru tað hesar stevnur.
Fólk gloyma alla gerandis-
kvøl. Hetta er dagdvølja við
lít.
Tey gloyma heldur ikki Áka
Dimon, kondittara, sum varð
kosin road-captain á ferðini.
Virkið hjá Áka, hjá Konditta-
ranum, hevði gjørt Harley
Davidson-føðingardagskøk-
una. Og tey eiga ikki at
gloyma Jonny, konu Áka.
Hon er tann sera dugnaligi
leiðarin á Kunningarstovuni á
Tvøroyri.
Gestirnir gistu í Øravík á
Gistingarhúsinum hjá Una
Mortensen, soni rutubilavet-
aranin Hans Erik Mortensen,
ið eisini átti hotellið í Øravík
í síni tíð.
Eitt tað mest spennandi á
ferðini var, at Bjarki Jensen
proklameraði stovnandi aðal-
fund tann 10. september
2003, tá ið motorsúkklufelag
varð stovnað í Suðuroynni.
Hetta felag fer helst at senda
sítt fólk á stevnu næsta ár.
Biker-stevnan verður vænt-
andi og vónandi á Selatræ,
siga tey.
Sjálvandi skuldi »Harley-
Ove« skera fyri – í fínu føð-
ingardagskøkuna, sum Áki
Dimon, kondittari, hevði gjørt
til dagin
Rættulig innrás av
motorsúkklum var í bygdunum
í Suðuroy – her í Fámjin
C
M
Y
K
11
10