mikudagur 26. november 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 225 - 26. november 2003
Nr. 225 - 26. november 2003
13
Xplore kappingin
millum miðnáms-
skúlar varð hildin á
øðrum sinni í sein-
astu viku. Hesa ferð
við luttøku frá 16
miðnámsskúlum úr
fimm londum. Hóast
kappingin var mun-
andi herd, sýndu
næmingar á Tekniska
Skúla í Klaksvík seg
aftur sum teir
knáastu
NÝGGJ
ÚTFLUTNINGSVØRA
Tekstur Jan Müller
Myndir Jens K. Vang
Oljusimulatiónin Xplore
gevur eina grundleggjandi
fatan av, hvat oljuleiting
snýr seg um. Luttakararnir
verða býttir í smáar bólkar
við trimum ella fýra í
hvørjum, og tey skulu so
royna at finna olju í
rakstrarverdum nøgdum.
Bólkarnir kappast sínamill-
um, og dugnaligasti bólk-
urin er tann, sum finnur
mesta virðið av olju sam-
anborið við peningin, sum
tey hava brúkt.
Kappingin var á fyrsta
sinni hildin í 2002, og tá
vóru tað einans føroyskir
miðnámsskúlar, sum vóru
við. Ta kappingina vunnu
Hallur Joensen, Rói Jacob-
sen og Gunnleivur Biskop-
stø av Tekniska Skúla í
Klaksvík.
Hesa ferð vóru skúlar úr
Íslandi, Noregi, Danmark
og Skotlandi eisini bjóðaðir
við, men hóast hetta, vóru
næmingar
av
Tekniska
Skúla í Klaksvík aftur nógv
bestir og vunnu bæði fyrsta
og annað pláss.
Vinnarar gjørdust Marn-
er Joensen, Markus H.
Sørensen og Poul Ingi Ol-
sen, sum saman við tveim-
um bólkum av Borgarhólts-
skólanum í Reykjavík, eis-
ini vóru stinnastir í inn-
leiðandi umførunum, ið
vóru mánadagin, týsdagin
og mikudagin.
Av teimum 99 bólkunum,
sum luttóku, endaðu 24 í
finaluni fríggjadagin, harav
fjúrtan føroyskir. Fimm teir
bestu bólkarnir í finaluni
vóru:
1.Marner Joensen, Markus
H. Sørensen og Poul Ingi
Olsen av Tekniska Skúla í
Klaksvík
2.Thordur A. Egholm, Jóan
Petur á Stongunum og
Ólavur Jensen av Tekniska
Skúla í Klaksvík
3.Marna Leila Vandsdal,
Arnóra Dímun Persson og
Sára Jógvansdóttir av Før-
oya Handilsskúla Tórshavn
4.Steven Gilchrist, Derek
Stewart og Robert Watt frá
Cogent Modern Appren-
ticeships í Aberdeen
5.Rakul
Heygsá,
Arne
Debes
Winthereig
og
Duruta Hentze Sørensen av
Føroya Handilsskúla Tórs-
havn
Marner, Markus og Poul
Ingi verða heiðraðir á olju-
ráðstevnuni Offshore Faro-
es 2003, sum verður týs-
dagin 2. desember í Norð-
urlandahúsinum.
Vinn-
ingurin er 15.000 kr, um-
framt ein ferð til Aberdeen.
Samanlagt
luttóku
325
lesandi úr 16 miðnámsskúl-
um, harav umleið helvtin
av luttakarunum vóru úr
Føroyum. Eisini vóru 40
vegleiðarar knýttir at til-
takinum, og hesir høvdu til
uppgávu at stuðla teimum
lesandi, stimbra samstarvi
og at svara ivamálum.
Vegleiðarar á Tekniska
Skúla í Klaksvík vóru
Nikolas Olsen og Linjon
Jacobsen.
Xplore var ókeypis hjá
skúlunum at luttaka í, men
var fíggjarliga stuðlað av
NORA, Eni, Atlantic Air-
ways, Føroya Sparikassa og
Føroya TELE. Tað var aftur
í ár Tökni, sum skipaði fyri.
Meira
kann
lesast
á
www.xplore.fo
Tekniski Skúli í Klaksvík vann aftur
Hesa ferð vóru skúlar úr Íslandi, Noregi, Danmark og
Skotlandi eisini bjóðaðir við, men hóast hetta, vóru næmingar
av Tekniska Skúla í Klaksvík aftur nógv bestir og vunnu bæði
fyrsta og annað pláss
Mynd: Jens Kristian Vang
Kappingin var á fyrsta sinni hildin í 2002, og tá vóru tað einans føroyskir miðnámsskúlar, sum vóru við
Mynd: Jens Kristian Vang
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kári Slættanes
seksti
Meðan seinasti leygar-
dagur spakuliga og al-
samt tærdist upp í tíðar-
innar havi fylti Kári
Slættanes seksti ár, still-
isliga og uttan hóvasták.
Hóast røtur vesturi í
Vágum so býr hann røttu
megin Sandá og kann tí
kallast havnamaður.
Seinasti mongu árini
hevur Kári verið stjóri á
einmannsfyritøkuni,
Føroya
Tubbakssøla.
Hann selir tubbak kring
alt landið og hevur neyvt
samband við kundarnar.
Hann lívgar føroyingar
við svøtum balli, Sam-
son, útlendskum sigarett-
um, sum um føroyingar
nakrantíð hava framleitt
sigarettir, og ikki um at
tala snús.
Eitt eyðkenni fyri Kára er, at tað sum hann gongur
upp í, tað gongur hann upp í og hansara lítla fyritøka
beint omanfyri kirkjugarðin verður rikin sum ein
mynsturfyritøka.
Av lyndi er Kári nokk so stúrin og hevur hug at
síggja svart. Um tað hevur nakra ávirkan, at fyritøka
hans er nærmasti granni til kirkjugarðin í Havn, veit
eg ikki at siga, men hann sleppur ikki í bilin, ella
hann fær ikki hugt út av vindeyganum í fyritøku síni
uttan hann sær oman í hetta havið av grøvum, har
tær nýggjastu skyggja burturúr, við feskum kransum
sum ein støðug áminning um lívsins gong og enda.
Tú skal vera sterkur at arbeiða í slíkum umhvørvi.
Og hóast alsama stúran í heiminum, so endurføðist
ein nýggjur dagur hvønn dag, og soleiðis verður tað
til okkara dagur einaferð kemur.
Men Kári er eisini skemtari, tá góða lagið er á
honum og hann er hugnaligur í samkomu og veit at
siga frá. Kári er ógvuliga trúfastur vinur og hann
røkir síni. Familjuna gongur hann nógv upp í, barna-
børnini lívga upp.
Seinastu
árini
hevur
Kári
latið
seg
í
gonguskógvarnar og hann bjóðar fjøllum av uttan at
himprast. Hann er fastur og fúsur í Gongufelagnum.
Og streym ræðist hann heldur ikki. Nú hevur hann
fingið nýggjan bát. Hetta er ikki fiskibátur, men ein
stuttleikabátur og hann verður ivasleyst at síggja í
regattasiglingum í framtíðini bæði í Føroyum og
uttanlands.
Kári fer nú undir lívsheystið, sjey ár eru eftir til
aldursrentuaftan og dagarnir koma og fara um ein
vil tað ella ikki og við somu ferð hjá øllum. Við eini
góðari familju, eini konu sum hann forgudar og
góðum áhugamálum, so fer Kári neyvan av egnum
vilja at liggja á sofuni. Og vit, hansara vinir, gleða
okkum at fylgjast við honum framá, hvussu og
hvussu leingi ána vit ikki, og tað stúra vit heldur ikki
fyri.
Heili trýss ár her á fold er ikki hissini gáva, um vit
rokna hvønn dag sum eina gávu frá Gudi, tá vit nú
einaferð liva her upp á lánta tíð, ein dag í senn.
Vinarliga
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Dagurin
26. november. Konrad, deyður í 975. Týskur
fúrstasonur, sum seinni bæði gjørdist dómpróstur og
biskupur. Læt byggja bæði kirkjur og sjúkrahús og
kleystur. Varð skírdur halgimenni í 1123.
Konrad er týskt navn og upprunaliga av einum
orði, sum merkir hin ráðatøkni.
Nevndin í Havbúnaðarfe-
lagnum hevur valt Atla
Gregersen til nýggjan for-
mann í felagnum.
Fyri stuttari tíð síðani
avgjørdi Høgni Jacobsen,
sum síðan í summar hevur
verið virkandi formaður í
felagnum, at taka seg úr
nevndini.
Nevndin í Havbúnaðarfe-
lagnum hevur nú valt Atla
Gregersen til nýggjan for-
mann. Atli hevur sitið í
nevndini í Havbúnaðar-
felagnum næstan frá byrjan
fyrst í 80’unum, við undan-
tøku av fýra árum fyrst í
90’unum.
Nevndarlimirnir í felag-
num eru Suni Djurhuus,
Grímur Rasmussen, Hans
Jacobsen, Bogi Jacobsen og
nýggi formaðurin, Atli
Gregersen.
Ásmundur Guðjónsson í
Havn er settur í starv sum
ráðgevi hjá Norðurlendska
Ráðharraráðnum.
Hann
hevur eitt skifti verið
leiðari og samskipari av
fiskivinnuroyndum. Hann
skal arbeiða í stýrisbólkin-
um
fyri
norðurlendskt
umhvørvis- og fiskivinnu-
samstarv.
Høvuðsuppgávan í norð-
urlendska fisikivinnusam-
starvinum er at virka við til
at menna fiskivinnuna sum
eitt týðandi samfelags- og
búskaparligt ískoyti við
atliti til virksemi í teimum
londum og økjum har fiski-
vinnan hevur størst týdn-
ing.
Grundleggjandi í norður-
lendska samstarvinum er at
vistfrøðisliga
skipanin
verður vard og at veiðan er
burðardygg.
Norður-
lendska
fiskivinnusam-
starvið hevur eina játtan í ár
uppá 7,4 milliónir danska
krónur.
Høvuðssæti hjá Norður-
lendska Ráðharraráðnum er
í Keypmannahavn. Ás-
mundur Guðjónsson er
settur í fýra ár, men starvið
kann leingjast tvær ferðir
við tveimum árum.
Ásmundur Guðjónsson:
Nýggjur ráðgevi hjá Norðurlendska
Ráðharraráðnum
Týsdagin 25 no-
vember fylti Tór-
hild Magnussen í
Havn 40 ár. Tórhild
er ættað úr Tjørnu-
vík 40 ár. Hon er
dóttir Thoru og
Hans Magnussen,
bæði úr Tjørnuvík.
Tórhild er yngst av
fýra syskjum.
Hon er skriv-
stovukvinna
og
hevur verið 15 ár á
skrivstovuni á Før-
oya Handilsskúla,
har hon enn hevur
sítt dagliga yrki.
Hon hevur sitið í
nevndini fyri Park-
insonfelagið
frá
1998 til 2003. Tvey
tey fyrstu árini sum
skrivari og síðani
sum formaður.
Hon er løtt av
lyndi,
og
henni
dámar væl at syngja, og syngur hon við í fleiri kórum.
Mentað fólk sum hon er, er hon sjálvandi eisini við í
Kingo-bólkinum í Tjørnuvík, har hon er "programleiðari"
og bólkinum ein dyggur stuðul.
Tórhild er gift við Jógvan F. Olsen úr Hósvík. Tey eru
búsitandi í Hvalsoyargøtu í Havn, har mangur hevur sitið
væl og nýtt gestablíðni og tí dettur oftani nógv fólk inn á
gólvi. Tey eiga sonin Ára.
Vinir
Tórhild Magnussen
40 ár
Havbúnaðarfelagið nýggjan formann
C
M
Y
K
13
12