mikudagur 26. november 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
HJÓLIÐ
Vit prenta í dag annan
part av Bilasøguni í
Vágum, sum Einar Pet-
ersen, sáli, hevur skriv-
að til Bilasøguna, sum
Føroya Ellisakfør seinni
fer at geva út í bók
Bilasøgan í Vágum,
annar partur
Einar Petersen
Aðrir bilar í tíðarskeiðnum
1920’unum – 1930’unum:
Zackaris Niclasen í Sør-
vági keypur í juli 1928 ein
Chevrolet persónvagn - sama
mánað og ár sum Enok og
Rudolf keypa teirra lastbil,
sum Rudolf seinni ger skifti-
last á.
Partafelagi »Hamarsheld« í
Sandavági keypir í oktobur
1928 ein Chevrolet lastbil.
Nakrir av monnunum í hesum
felag eru: Danial Petur Niel-
sen, synir hansara Zakarias
Nielsen, Tummas Nielsen og
Eliesar Thomassen (1871-
1960) – aðrir vóru eisini upp-
ií. Tummas Nielsen gjørdist
mest sum fastur bilførari.
Zacharias Nielsen á Vatns-
oyrum keypir í oktober 1932
ein Ford – lastbilur við skifti-
last.
Hans Ellefsen, Miðvágur:
Ein Ford lastvagn juli 1933.
N. Niclasen, Sørvágur: Ein
Ford lastvagn juni 1933.
Hans Fredrik Jacobsen,
Sørvágur: Ein Ford persón-
vogn mai 1934.
Í juni 1934 fær Hjarvil Ras-
mussen í Sørvági sær ein
Chevrolet persónbil og í sep-
tember 1936 keypir hann enn
ein bil – ein Ford lastvagn. Vit
skula venda aftur til Hjarvil
og bilar hansara seinni í frá-
søgnini – saman við Henry
Davidsen og Finn Joensen
hoyrir hann til millum navn-
framastu bilmenn í oynni!
Á myndini niðanfyri sæst
Chevroleturin koyra eftir
»Blindtarminun« í Sørvági -
tá á døgum var hesin vegur
bert ein moldgøta.
Daniel Olsen í Sandavági
keypir eisini ein Chevrolet
lastbil, tað ger hann í apríl
1936.
Í juli 35 innflýtur partafel-
agið N. Niclasen tveir bilar úr
Onglandi, annar er ein Ford
lastbilur, hin ein Ford persón-
bilur. Teir kostaðu 7000 krón-
ur tilsamans! Tveytúsund fyri
lastbilin, fimmtúsund fyri
persónbilin. Hesin seinni var
ein Ford-V 8 hevði átta cy-
lindarar fýra hvørju megin.
Umframt brøðurnar Danjal
og Edvard Niclasen – tann
seinast nevndi stendur sum
innflytari av bilinum – plagdi
Henry Davidsen at koyra per-
sónbilin, Henry er seinni
kendur sum busførari her
vestri. Lastbilin plagdi Elias
Rasmussen – Víka Lias og
viðhvørt sonurin Jens hjá
Víka Liasi at koyra.
Vanligt var tá á døgum, at
rópa persónbilar »lux-bilar«,
og Ford-V8arin bar sanniliga
hetta heitið av røttum! Eisini í
dag hevði hann verið mettur
at
verða
marglætisakfar:
Pláta, ið kundi skjótast fyri,
var millum fram og baksetrið
og gardinur at draga fyri.
Fólkið ella fólkini á baksetri-
nun kundu so samskifta við
bilføraran gjøgnum eitt »talu-
rør«. Harumframt kundu gar-
dinur dragas fyri síðurútarnar
aftan og bakrútin. Eisini var
bilurin útgjørdur við radio-
lurti, og bleiv tískil kallaður
»Radio-bilurin«. Men, tað var
bara um kvøldið og náttina at
nakað hoyrdist í radio-lurti-
nun.
Tað sigst, at hin skemting-
arsami og hittinorðaði mið-
vingurin Jóannes Joensen,
Oyra-Jóannes, einaferð varð
komin í land av skipi ì Sør-
vági. Striltið gekst at fáa fart
yvir um Vatn, hettar til Niclas
Niclasen beyð onkrum at
koyra Jóannes til hús við
»Radio-bilinun«.
Jóannes
bleiv so hugtikin av at verða
koyrdur heim í »lux-bili«, at
hann í langa tíð aftaná ikki
kundi tosa um annað enn hesa
stórhending! Og nú er »lux-
bilur« í nærum hvørjum húsi í
landinun! Ja, mangt umskiftis
á mansins ævi!
Vegirnir í Vágum
Áðrenn vit fara undir at siga
frá um akfør í fýratiárunum
og hareftir, skulu vit nema
við, hvussu vegakervið hevur
ment seg síðan fyrsti bilur
kom í oynna.
Brúgvin um Sjatlá í Vatns-
oyrum var bygd í 1924, tá
bleiv koyrandi til Sørvágs.
Fram til 1927 var bara koyr-
andi til Haraldsatrøð ovaliga í
bygdini, tað árið bleiv vegur-
in longdur so, koyrandi var út
á bryggjuna í Sørvági. Vegur-
in á Fútaklett kom í 1930.
Bretar styrktu og asfalteraðu
verandi vegakervið og bygdu
flogvøllin undir krígnum.
Vegurin til Bíggjar var liðug-
ur so seint sum í 1953. Vegur-
in á Oyrargjógv var liðugur í
1967. Í 1977 varð farið undir
at umleggja vegin úr Vatns-
oyrum til flogvøllin og Sør-
vágs, hetta arbeiðið var liðugt
í 1990. Samlaða vegalongdin
í Vágum er í dag 25 km.
Bilar í 40 - 50 - árunum
Í 1942 koma við stuttum mill-
umbili tríggir persónbilar úr
Onglandi. Teir verða fluttir á
Sørvág við sluppuni »Skarp-
heðini«. Teir bilarnir vóru:
Ein Buick til Hjarvil Rasmus-
sen, ein Austin og ein lítil
Morris til pf. N. Niclasen.
Søgan hjá hesum akførum
er hendan:
Hjarvil nýtti Buickin sum
hýruvagn. Við hvørt plagdi
Petur
Petersen,
»Pedda«
navnframi fótbóltsmálmaður-
in hjá sørvingum at koyra
Buickin.
Tann, ið skrivar hesar
reglur, minnist Buickin av-
heinta onkran, sum hevði
leigað hann í grannalagnum
har, eg búgvi - hetta man hava
verið í 1947, tá havi eg verið
átta ára gamal. Ta ferðina
koyrdi Pedda.
Buickurin var fyri einum ó-
happi, ið gjørdi, at hann bleiv
settur - ein smádrongur, sum
spældi inni í honum, slepti
bremsuni, og bilurin fór á rull
og rendi á ein garð. Drongur-
in fekk einki mein, men,
gronin á Buickinun fór í
knús. Hetta hendi fyrst í
fimmtiárunum. Bilurin stóð
nøkur ár eftir hetta inni í
havagarðinun hjá pápa Hjar-
vil, Løðu Jógvani, keyp-
manni.
Í 1945 seldu »Norðustovu-
menn« Austinin til Thorstein
Jørgensen í Sørvági. Thor-
stein hevði hann heldur ikki
leingi, tí longu í 1948 selur
hann bilin til Pola Jacobsen -
»Oyra Pola«, í Miðvági. Tá í
48 mundi tað besta vera farið
av hesum annars stásiliga bili,
ið hevði sóltak, t. d. riggaðu
bremsurnar stak illa, og bleiv
hann
sostatt
eyknevndur
»Bremsi-Gina«.
Tá á døgum var vanligt at
yrkja tátt um bæði fólk og
deyðar lutir, og »Gina« fekk
sín tátt. Her er hvat okkurt ó-
kent skald yrkti um hana:
Bremsi Gina, Bremsi Gina.
hvussi bremsar tú?
Bremsar tú ein metur
verri verður í vetur!
Bremsi Gina, Bremsi Gina.
hvussi bremsar tú?
Oyra-Poli, ið er føddur í
1918, hevur greitt mær frá, at
hann bant ein snørisstubba á
fótbremsupedalina og togaði
hana uppfráaftur - hon læsti
seg hvørju ferð, hann hevði
traðkað á hana!
Fyrst í fimmtiárunum seldi
Poli »Ginu« til Jørgen Jo-
hannesen í Sandavági, ið
gjørdi hana um til lastbil, og
um somu tíð fær Poli sær ein
lastbil sjálvur - ein Dennis
lastbil av teimun, onglending-
ar høvðu við til landið undir
krígnum. Poli koyrdi við
Dennisbilinun, til 1957 tá,
hann var so óheppin at koyra
útav í hálku áraka Hjalmarsa
pakkhús Úti á Bakka í Sanda-
vági. Poli megnaði at bólta
sær úr stýrhúsinun áðrenn bil-
urin fór útav og boltaði runt.
Einki setur var í førarahúsi-
nun - Poli sat á einum tómun
Bilar í Vágum í 80 ár
Thorstein Jørgensen við
tiltiknu »Bremsi Ginu«
Her sæst Chevroleturin koyra
eftir »Blindtarminun« í Sør-
vági - tá á døgum var hesin
vegur bert ein moldgøta
13
HJÓLIÐ
ølkassa. Eftir óhappið lá bæði
ølkassi og førarahús í smildri
uppi á laduni. Bilurin varð
vorðin vrak og bleiv seinni
brúktur sum eykalutir. Hend-
ingin fór fram í februar 57, og
Poli sigur frá einum duldar-
fullum fyribrigdi í sambandi
við óhappið: Dótturin vildi
sleppa við í bilin henda dagin,
men Poli vildi ikki loyva
henni við, hetta tí, at hann
kvøldið fyri hevði droymt, at
hann fór at koyra útav. Ó-
happið hendi neyvt á sama
stað, ið hann hevði droymt,
tað fór at henda! Ja mangt er
millum himmal og jørð!
Vit koma nú til triða bilin,
íð Skarpheidin flutti heim úr
Onglandi tá í 42. Hesin var
ein lítil Morris 8, hann hevði
tvær huðrar, var grønur á liti,
hevði fýrasylindraðan motor,
trý framgangandi gear pluss
bakgearið, og hjólini vóru við
egarum - sá ikki sørt sporty
út. Bilurin kom at verða rópt-
ur »Goggan«.
Nevnast kann, at Norður-
stovumenn í 1947 fingu trol-
aran »Vesturskin«, ið á bog-
nun hevði VA 221 - neyvt
somu tøl, sum stóðu á numm-
arplátuni á Gogguni! Norður-
stovumenn seldu Gogguna
við krígslok til Hans Nikláa
við Gil, kommunuskrivara.
Nú var tað so, at Hans Klái
var hávaksin, førligur maður -
serliga beinini vóru long - og
Goggan var tronglig innan,
sostatt gjørdist neyðugt at
flyta førasetrið heilt aftur
móti baksetrinun. Rattið var
høgrumegin. Arbeiðið at flyta
setrið gjørdu Leon Heinesen
og Thorstein Jørgensen í
smiðjuni millum Skipáirnar,
so nú bar til hjá Hans Kláa at
kroysta seg inn bak rattið -
men, hann sat við knøunum
nærum heilt uppiundir taki-
nun!
Jens Rasmussen - Jens hjá
Vika Liasi, átók sær at læra
Hans Kláa at koyra bilin. Frá-
læran fór fram inni á flogvøll-
inun, ið nú eftir kríggið ikki
longur var í nýtslu, og eftir
nakrar dagar við intensivari
frálæru mettu teir báðir, at
tíðin varð búgvin at fara
»jomfrútúrin« við Hans Kláa
bak rattið. Ferðin gekk til
Miðvágs.
Teir komu yvur um Vatn
uttan nakrar trupulleikar, men
á veg útaftur til Sørvágs
mundi enda galið! Við Leitis-
rætt var rulliportur og portur
at lata upp og aftur eftir sær.
Jens fer úr fyri at lata portrið
upp, meðan hann fæst við
hetta, kemur Goggan strúk-
andi beint á kroppin á hon-
um! Tað eyðnast honum at
loypa til viks, bilurin fer
framvið honum í »hoppi-
geari« og stegðar eitt petti
hinumegin portrið. Jens renn-
ur til bilin og skrykkjur hurð-
ina upp.
– Hann reyk avstað av sær
sjálvum!, grælar í einum
skelkaðum Hans Kláa. Tað
sum var hent var, at hann
hevði slept hondbremsu og
kobling og ikki havt fót-
bremsuna niðri, meðan bilur-
in stóð í fyrsta kervi.
Men sum fráleið gjørdist
Hans Klái ein vandur bilfør-
ari og koyrdi við Gogguni til
einaferð fyrst í 1948,tá seldi
hann hana til Jógvan Hans Jo-
ensen í Miðvági. Eg og mínir
javnaldrar minnast so dánt
Gogguna, meðan Hans Klái
við Gil átti hana.
Goggan kom nøkur ár eftir
kríggið at standa niðri í íshús-
inum í Vatnsoyrum - tað er
tað seinasta eg havið hoyrt
um hana.
Ein Morris Eigth bilur,
neyvt sama slag sum Goggan,
hesin seinni bleiv róptur
»Krákan«, var í Sandavági.
Um Krákuna er at siga: Hon
var svørt á liti. Eivind Ras-
mussen - Eivind í Bartals-
stovu - í Sandavági keypti
hana fyrst í fimmtiárunum
frá Hjarvil Rasmussen, ið
skuldi hava fingið hana úr
Onglandi eftir krígslok. Ei-
vind seldi hana, tá fimmtiár-
ini vóru hálvrunnin, til Frits
Joensen - Frits á Dunga - í
Sandavági. Tá bilurin bleiv
settur í 1963 keypti Eyðum
Thomasen í Sørvági motorin
og nýtti hann í einum krana á
bryggjuni í Borgshavn í
Grønlandi, hetta var í 1964.
meðan Eyðun róði út í Grøn-
landi.
P/f N. Niclasen fingu eftir
kríggið ein Pachard persónbil
úr Danmark. Dánjal Niclasen
keypti hann frá onkrum rík-
manni niðri. Bilurin hevði
eingi hjól, tá hann kom til
landið.
Henry Davidsen plagdi at
koyra leigutúrar við Pack-
hardinun. Bilurin var inni í
myndini fyrstu Vestanstevn-
ina, hon var í 1946. Hendan
stevnan bleiv hildin við Leit-
isvatn einastu ferð hon hevur
verið hildin har, m. a. virk-
semi bleiv róð kap á vatninun
og kapríðing fór fram á ve-
gnum fram við vatninun -
Pachardurin koyrdi fólk til og
frá stevnuøkinun. Somuleiðis
koyrdi Buickurin hjá Hjarvil í
pendulfart.
framhald
Buickurin hjá Hjarvil
Rasmussen
TRYGGINGARFELAGIÐ FØROYAR
Greid tinar trygginga#B5D90.pdf
Servari 2/HJÓLIÐ NOVEMBER/Lýsingar
C
M
Y
K
13
12