mikudagur 26. november 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 225 - 26. november 2003
15
14
Nr. 225 - 26. november 2003
Lívførið í føroyskari
mentan við atliti til
sjálvstýrismenn-
ingina í nýggjari tíð
og til lagnuna hjá
øðrum atlantstjóðum
Eftir Hanus Kamban
fyrsti partur
Tann
mentunarliga
og
politiska lagnan hjá føring-
um í tíðini 1300-1800,
sædd í samanburði við søg-
una hjá grannatjóðum í
Atlantshavi um somu tíð.
Mál og bókmentir sædd
sum, lutvís, svar upp á eitt
hjálandapolitiskt trýst.
Tann harð dómurin
Tað kann mangan tykjast,
sum føroyskir yrkjarar og
rithøvundar ivast í, um nak-
að tæri ella veiggj er í teirra
landsmonnum, tjóðskapar-
liga. Føringar, tykjast teir at
halda, eru vinglutir og iva-
samir, tá tað snýr seg um at
seta føtur undir egið borð,
brúka sína orku til klandur
heldur enn at semjast um at
fremja stórmál, eitt nú av
ríkisrættarligum slag og -
uppaftur verri - hava ikki
tann stoltleika ella frælsis-
hug, sum krevst til - eitt nú
- at stovna eitt sjálvstøðugt
ríki.
Dømir um hesa skald-
anna atfinngarsomu hug-
mynd av sínum fólki eru
mong, ganga frá nútíðar
yrkjarum aftur til Jóannes
Patursson og J. H. O. Djur-
huus. Vit kenna øll orðini
»saman at standa var ei
okkum givið« eftir Hans
Andrias Djurhuus. »Krúp-
andi er lívið mans, ormatos
í runudíki«, yrkir Janus.
Og, tekur Jóannes Paturs-
son til í einum sangi: »Tað
tykist okkum fjálgast at
vera eins og kú, ið livir væl
á sínum heimabeiti«. Við
øðrum orðum: vit eru ikki
annað enn neyt, undirbrot-
lig, sør fyri medvit og sjálv-
støðuga hugsan.
Í hesum fyrilestri er ætl-
anin at spyrja, um henda
myndin er rættvís og - um
hon ikki er tað - at royna at
tekna eina mynd, sum
kanska er rættvísari og
beinraknari. Í hesum sam-
bandi tykist neyðugt at siga
eitt sindur um Føroya
mentanarsøgu sum heild,
um mynstur og eyðkennir,
sum tykjast at vera aftur-
vendandi ígjøgnum eitt 700
ára tíðarskeið, og at gera
samanberingar við lagnuna
hjá okkara grannalondum.
Móti endanum er ætlanin
at seta niðurstøðuna av hes-
um hugleiðingum í sam-
band við gongdina í 20. øld
- har tjóðskaparspurningar
hava verið so frammarlaga
- og, serstakliga, við tey
mál, sum leika á beint nú,
og sum eru av politiskum,
ríkisrættarligum, búskapar-
ligum og sosialum slag.
Tjóðir í Atlantshavi
Fara vit aftur til miðjuna á
13. øld, og hyggja vit at
londum og mentanum í
Norðuratlantshavi um hetta
mundið, so er hetta tíðin, tá
Noregs ríki, við Sverra-
ættini við róðrið og Bergen
sum høvuðsstaði, stendur í
blóma, bæði politiskt og
mentunarliga.
Tengd at Noregs ríki
liggja tey sokallaðu skatt-
londini: Ísland, Grønland,
Føroyar,
Suðuroyggjar
(Hebridurnar), Man, Orkn-
oyar og Hetland. Fara vit nú
eini 200 ár fram, so eru
skatt- og atlondini saman
við Noregi komin undir eitt
nýtt vald, Danmarkar ríki.
Samstundis eru, við tað at
tann norski tyngdardepilin
nú er fluttur úr Bergen til
Oslo, atlondini saman við
Noreg kveistrað uppaftur
meira
út
í
útjaðaran,
gloymd, at kalla, undir
væðingini fyri norðan.
Hugsa vit nú um ta polit-
isku og mentanarligu gong-
dina hjá hesum atlantslond-
um, so er fyrst at nevna, at
Suðuroyggjar
og
Man,
sambært semjuna í Perth í
1266, koma undir skotskt
yvirvald. Á oynni Man
mátti tað norrøna málið
dvína fyri gæliskum, seinni
skotskum, í 14. øld. Á Suð-
uroyggjum doyði norrønt út
í 16. øld. Í Grønlandi kóln-
ar út, fyrst í Vesturbygd og
seinni í Eysturbygd, so at
um 1500 er tað norrøna
fólkið har útdeytt og tess
mál, varðveitt á o.u. 15
rúnainnskriftum, farið í
søguna.
Í Noregi, sum eftir friðin
í Kiel í 1814 fer saman í
persónssamveldi við Svø-
ríki, birtist, við støði í tjóð-
fundinum á Eidsvoll sama
ár, ein fólkaræðis- og sjálv-
stýrisrørsla, og í 1905 tekur
landið loysing frá Svøríki.
Men longu um 1480 er tað
norska málið, orsakað av
danskari, svenskari og lág-
týskari ávirkan (sum bæði
kann førast aftur til árin frá
Hansaveldinum og til sam-
einingina fyrst við Svøríki
og seinni við Danmark),
avlagað, serstakliga bend-
ingin, tað anir nakrar øldir í
norskum bygdamálførum,
men sum skrivað mál er tað
um trúbótarmundið ikki til
longur. Sostatt var heldur
eingin roynd gjørd at týða
bíbliuna til miðaldarnorskt.
Hetland og Orknoyar
koma í 1469 undir skotskt
vald, oyggjabólkarnir falla
seinni í klørnar á eirinda-
leysum skotskum jallum,
og avleiðingin er, at nakað
eftir 1700 eru teirra nor-
rønu mál at kalla ikki til
meira.
Ísland, sum verður sjálv-
støðugt ríki í 1944, tykist
vera tað landið, sum kemur
best burtur úr hesi drúgvu
hjálandatíðini. Tá ið landið
fer at ernast upp tjóðskap-
arliga um 1830, hevur tað
eitt norrønt mál, sum er at
kalla óskalað, ein norrønan
skaldskap, sum er til skjals
í handritum - og sum er á
hædd við ta mætasta í
heimsbókmentum - og um-
framt tað væl av nýggjari
prentaðum bókmentum.
Føroyar undir Noregs ríki
Snúgva vit okkum nú til
Føroya, og hyggja vit at
støðuni har um ár 1300, so
høvdu um hetta mundið
tvey vald - tann katólska
kirkjan og tað norska
kongsvaldið - troðkað seg
langt inn á føroyskt sjálv-
ræði og sjálvbjargni.
Í 1271 átók norski kong-
urin sær at lata tvey skip
sigla til Føroya árliga. So-
statt vóru, tykist tað, handil
og flutningur gloppin før-
ingum av hondum. Tá ið
Føroya alting í 1274 sam-
tykti at ganga undir ta
norsku landslógina, avtók
tað samstundis sín egna
lóggávumyndugleika
og
var eftir hetta bara ein dóm-
stólur. Tað útinnandi valdið
í Føroyum var savnað hjá
Noregs kongi, sum aftur læt
sýslumenn, og seinni eisini
fúta, umboða seg. Longu í
1154 varð tann føroyska
kirkjan løgd inn undir
erkibiskupssetrið í Niðar-
ósa (Tróndheimi) og bleiv
soleiðis partur av tí norsku
kirkjuligu
stigskipanini.
Meðan kongsvaldið kravdi
inn skatt frá føringum,
kravdi kirkjan aðrar inntøk-
ur, fyrst og fremst leigu av
teirri festijørð, hon so líð-
andi legði inn undir seg,
haraftrat tíggjund, bøtur
o.a.
Um vit nú taka saman
um, so vóru um 1300 bæði
lóggávuvald og útinnandi
vald á norskum hondum.
Heldur ikki dómsvaldið var
óskert, við tað at kongur so
við og við gjørdist løgfrøði-
ligur appelstovnur, og við
tað at kirkjurætturin legði
inn undir seg stór økir av
rættarlendinum. Búskapar-
liga høvdu kongur og kirkja
lagt undir seg stóran part av
Føroya innløgu, og har ser-
stakliga kirkjan, sum um
trúbótartíðina átti o.u. 40%
av allari føroyskari jørð.
Tá ið ført hevur verið
fram, at Føroyar um ár
1000 vóru eitt ríki, ella ein
frístatur, er hetta neyvan
rætt. Landið var tá heldur
eitt leysliga skipað samfel-
ag, við ongum útinnandi
miðdepli, har høvdingar og
bøndur ráddu, og har
kvinnur, trælir og fátæk
høvdu avmarkað frælsi og
at kalla onga ávirkan. Men
300 ár seinni var eisini tað
frælsi og sjálvbjargni, sum
høvdingar og bøndur høvdu
havt, gloppið teimum av
hendi.
Tað føroyska svarið
Tann áhugaverdi spurning-
urin er nú: Hvussu megn-
aðu føringar at lofta hesi
hjálandapolitisku inntroðk-
an? Skjøl og sagnir benda á
(hóast vit einki vita við
vissu), at um 1300 var tað
lítla samfelagið skakað av
ógvisligum
politiskum
herðindum,
so
at
her
kanska var uppreistur, ser-
stakliga vendur móti kirkj-
uni og Erlendi biskupi.
Minst líka so áhugavert
er, at um hetta mundið og í
tíðini aftaná verða skaptar
tvær organismur ella heildir
av mentunarligum slag.
Onnur organisman er av
málsligum slag. Í tíðar-
skeiðinum frá o.u. 1300 og
eini 200 ár fram fara fram
nakrar sera sjónskar ljóð-
broytingar í okkara gamla
norrøna máli, sum hava við
sær, at føroyskt, sum sjálv-
støðugt
vesturnorður-
lendskt mál, skylt við ísle-
ndskt í bygnaði, men ólíkt
tí í sínum ljóðliga hami,
verður til.
Hin organisman er av
bókmentaligum slag, her
verður hugsað um eina
skapan, sum hevur við sær,
at føringar í tíðini frá 1300
og heilt upp til o.u. 1700
yrkja tey føroysku kvæðini.
Ætlanin er ikki her at
greiða frá uppruna ella
eyðkennum, kortini noyðist
eg at nevna, at vit føringar
kanska viðhvørt gloyma,
hvat týdning hetta hevur
havt. Granskarar halda, at í
norðurlendskari kvæða- og
vísuyrking vóru í miðøld
tveir
høvuðsmiðdeplar.
Annar, tann eysturnorður-
lendski, eru øll samd um,
var í Danmark. Hin, tann
vesturnorðurlendski mið-
depilin, halda summir (tó
ikki allir), var í Føroyum.
Lata vit nú tølini tala, so
eru í Danmark varðveittar
stívar 520 fólkavísur, og í
Føroyum o.u. 206 uppruna-
lig kvæðir. Um vit nú hava
í huga, at í Danmark, sum
tá fevndi um landspartar av
tí, sum nú er Suðursvøríki,
búði í tíðini undan svarta-
deyða o.u. 1 millión av
fólki, meðan í Føroyum um
somu tíð búðu kanska 4-
5.000, verður myndin týði-
ligari. Kvæðini vóru í hes-
um oyggjasamfelag, sum
var avmarkað av sínum
strondum og ikki fekk
vaksið út um eina ávísa
vídd, sum eitt yvirflóðar-
horn av skaldskapi, har
møguleikin fyri margfeldi
ella variatión var at kalla
endaleysur.
Innsig úr Europa
Um vit nú royna at samla
politikk og mentan í einum
heildarmálningi, so kunnu
vit seta fram ta hugsan ella
hýpotesu - og her kunnu vit
skjóta inn, at í mentanar-
søgu noyðast vit mangan at
arbeiða við hýpotesum, av
teirri grund, at mentan er
ikki neyvur vitskapur - at
føringar svara upp á eitt
hjálandapolitiskt trýst við
skapan, eini skapan, ið fatar
um tvær mentunarhøllir,
sum standa enn - øldir aftan
á, at tað norska kongsvaldið
og tann katólska kirkjan
fóru í søguna - og sum, ið
hvussu er eftir mínum
tykki, eru okkara kjølfesta í
nútíðar
politiskum
og
mentanarligum kastivind-
um.
Vit eiga her ikki gloyma,
at kvæðaskaldskapur og
mál ikki eru eitt reint, ser-
føroyskt
andsvar,
men
grógva dialektiskt úr tí útl-
endska trýstinum. Føringar
fingu kvæðini og dansin úr
Noregi og - lutvís og um-
vegis - úr Europa, Onglandi
og Fraklandi, og tað før-
oyska málið varð skapt lut-
vís sum ein avleiðing av
sambandinum við Noreg.
Her er vert at leggja
aftrat, at í miðøld hava
kvæðaskaldskapur og mál
samróð, soleiðis at skilja, at
kvæðini, saman við sagn-
um, ævintýrum og orðatøk-
um, vóru við til at styrkja
og menna málið, geva tí lív-
føri og seiggi, tá eitt nýtt
mál seinni troðkaði sær veg
inn í føroyska mentan.
Tann loynda styrkin
Landslóg Magnusasr Lógbøtara fekk í 1274 gildi í Føroyum. Samstundis misti føroyska tingið sín lóggávumyndugleika
Noregsveldið í 1265. árið eftir misti Noreg Suðuroyggjar og Man
Múrurin og sóknarkirkjan í Kirkjubø. Biskupssetrið gjørdist árini 1152-54 partur av Tróndheims erkibiskupssetri
C
M
Y
K
14
www.maersk-air.fo
Bílegging hjá Maersk Air í Tórshavn á tel. 35 74 74,
og á øllum ferðaskrivstovunum kring landið.
Til Keypmannahavn . . . . . . . . . . . . . . . . . . t/r Dkr. 1.695,-
Til Billund . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . t/r Dkr. 1.733,-
Minst til títt Maersk Air Bonuskort
Ymiskar treytir eru galdandi. Prísirnir eru uttan avgreiðslugjald á Dkr. 220,-
Jólatilboð 15. des. 2003 - 4. jan. 2004