Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. november 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 HJÓLIÐ Ólavsøkuframsýningin í ár var hjá P/F Wenzel Hendan Standard 8 keypti Jonhard á Marknagarði úr Svøriki í 2001. Hann er skrá- settur fyrstu ferð 1. januar í 1955 – og verður fimmti á nýggjárinum. Hann hevur ein fýra sýlind- aðan motor við 32 hk, og hann hevur fýra gear. Eingin baklúka er, men rygglenið á baksetrinum kann leggjast fram, og hagani slepst í við- førisrúmið! Jonhard eigur eisini ein Morris Oxford frá 1966, sum Poul Johannes Djurhuus átti sum nýggjan. Tann bilurin varð róptur »Sunnudagsbilur- in«, tí hann brúkti hann bara sunnudag. Standard var eitt kent merki í Føroyum í fýrati og fimmtiárunum. Petur Háberg og Kissa Christiansen um- boðaðu bilarnar – tað vóru serliga Standard 10 og Stand- ard Vanguard, ið sóust á før- oysku vegunum. Væleydnað framsýning Bilar frá sekstiárunum. Tveir Mercedes Benz, ein Volvo Amazon og ein Bobla Tveir Triumph Spitfire Mark VI og ein Austin Seven hjá Derek Brockie frá 1933 Fleiri áhugaverdar motorsúkklur, eitt nú tær tríggjar BSA súkklurnar frá eingilskmonnunum, sum teir tríggir argjamenninir keyptu eftir kríggið Tveir kendir Opelbilar: Ein Opel Kadett B frá 1973. B-modellið varð framleitt frá 1966 til 1973. Lastbilurin er ein Opel Blitz frá fimmtiárunum Tað er Magnus Gunnarsson, ið hevur myndasavnið hjá felagnum um hendi. Hann hevur fingið góða hjálp frá Birgari Johannesen, sum savnar upp á alt! Fyrsti bilurin í Føroyum. Her er hann, imyndin av føroysku bilasøguni, ein Ford TT frá 1922. Tann fyrsti kom á land á Kongabrúnni í Havn 6. mai í 1922 Standar 8 bilurin hjá Jonhard á Marknagarði í Saltangará fyllir fimmti á nýggjárinum. Ensktframleiddu Standard vóru kendir í Føroyum fyri hálvari øld síðani 15 HJÓLIÐ Gamlar myndir • Gamlar myndir • Gamlar myndir • Gamlar myndir • Gamlar myndir • Gamlar myndir • Gamlar myndir • Gamlar myndir • Ein útbrendur Vauxhall Cresta ella Velox frá 50-unum. Menninir á myndini eru Jens Petur Egholm (Pedda) og Jógvan við Á Vauxhall 14 hjá Harry Johannessen í Havn frá 40-unum. Harry brúkti bilin sum hýruvogn Ein nýggjur Vauxhall Cresta hjá Petur Vilhelm í Vági. Myndin er tikin uttan fyri bilasøluna hjá Vilhelm Nielsen í Jónas Broncksgøtu. Menninir eru Petur Vilhelm, sum eigur bilin, og Arne Olsen, sum arbeiddi hjá Vilhelm Nielsen Myndin er tikin uttan fyri hjá Jón Hansen í Tvørgøtu. Ein spildurnýggjur Bedford last- bilur. Smádrongurin er Poul Jespersen, sum í dag er lærari á studentaskúlanum í Hoydølum Uttan fyri hjá Vilhelm Nielsen í J. Broncksgøtu (umleið 1976), har sum bygningur- in hjá Smyril Line stendur í dag. Ein Vauxhall Viva og ein Vauxhall Victor. Fólkini eru: Thorolf Bjørklund, stjóri hjá Vilhelm Nielsen, Rannvá Husgaard, (Harryson) og Poula Johannesen, sum báðar arbeiddu á skrivstovuni hjá Vilhelm Nielsen Vauxhall 14 á Molanum. Maðurin í bilinum er Guttorm Simonsen við einum av bilunum hjá pápanum, Mortan Simonsen, Mortani á Skarv Í sambandi við at tað í ár eru liðin hundrað ár síðan fyrsti Vauxhall bilurin bleiv gjørdur, eru gomlu myndirnar hesaferð av Vauxhall og Bedford bilum C M Y K 15 14