Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. november 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Trífaldu gullvinnarar- nir av Oyggjaleikun- um fara nú at royna seg í EM-undankapp- ing FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Føroyska flogbóltslands- liðið hjá kvinnum hevur nú fingið enn eina avbjóðing at síggja fram til. Eftir at liðið nú tríggjar ferðir á rað hevur vunnið gull á Oyggjaleikunum – tó at hetta hevur verið eftir harða móstøðu – fara tær í januar mánaði at royna seg í EM-undankapping. Hendan verður í Luks- emburg í døgunum, 3. – 5. januar, og er talan um sonevnda C-kapping. Tað vil við øðrum orðum siga, at Talan í høvuðsheitum er um flogbóltstjóðir, sum eru á leið okkara støði. Í bólkinum hjá føroyska liðnum eru Cypros, Likten- stein og Luksemburg, með- an liðini í hinum bólkinum í undankappingini eru Skotland, Ísland, Grønland og Írland. Teir báðir landsliðsvenj- ararnir, Niclas Joensen og Romica Øster, hava boðað frá, hvørjar leikarar teir vilja hava við til fyrstu venjingarnar, og tað er hugaligt at síggja, at talan í fleiri førum verður um leikarar, sum ikki áður hava roynt seg á kvinnulands- liðnum, men sum hinvegin hava royndir frá U- landsliðsarbeiðinum, og sum tískil helst eru leikarar, sum nógv kann roknast av í framtíðini. Landsliðshópurin til fyrstu venjingarnar er hes- in: Hjørdis Mortensen og Gurði Syderbø úr Fleyr. Annika Rasmussen, Sóley Philbrow og Anna Maria Kruse úr ÍF. Gudrid Nolsøe og Ingun Midjord úr TB. Angeli Johannesen, Birita Joensen og Rannvá Dam úr KÍF. Marjun Kalsø, Durita Ljósstein Johansen, Lena í Buð, Anna Müller Jacobsen og Margit G. Joensen úr Mjølnir. Sólgerð Henriksen og Herborg á Mýruni úr Drátti. Og Karin Mikkel- sen, Annika Niclasen, Vivian Mikkelsen og Annika á Stongum úr SÍ. Nr. 225 • mikudagur • 26. november 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Rúni Weihe tykist vera partur av sterk- asta norska flogbólts- liðnum í deildini FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Ikki kann sigast annað enn, at tað í løtuni gongst væl hjá Rúna Weihe, sum und- an hesum kappingarárinum gjørdi av at fara til Noregs at royna flogbóltseydnuna. Liðið hjá Rúna, BK Tromsø, verður mett sum eitt hitt sterkasta í kapp- ingini, og enn hava so eingi tekin verið um, at hesin spádómurin ikki skal halda. Hetta vikuskiftið leikti Tromsø á heimavølli móti Dragvoll, og her gjørdist talan um ein ruddiligan sigur. 25-15, 25-21 og 25- 21 vóru settúrslitini hjá Tromsø, og sambært Rúna, so var tað rættiliga skjótt greitt, hvønn vegin tað bar. Serliga fyrsta settið var munurin stórur, men tá Tromsø so seinni ikki legði eins nógv fyri, so slapp Dragvoll eisini at spæla við, men í vanda kom sig- urin hjá heimaliðnum ong- antíð. Tromsø er nú á 2. pláss- inum í norsku kappingini, men hetta gevur ikki heilt røttu myndina. Orsakað av europeisku uppgávunum hjá liðnum , hava teir ikki færri enn fýra dystir til góðar sammett við odda- liðið, og munurin upp her er ikki meira enn tvey stig. So enn bendir alt á, at Føroyar eisini koma at hava ein norskan meistara í flogbólti innan alt ov langa tíð. Steypa- kappingin gerst spennandi Í steypakapping- ini í hondbólti verður nú farið undir fjórðings- finalurnar COCA-COLA KAPPINGIN Jákup Mørk Komið er nú fram til til fjórðingsfinalurnar í steypakappingini í hondbolti, sum á fimta ári ber heitið, Coca- Cola kappingin. Hetta er samstundis tíðin, tá bestu liðini í landinum koma upp í kappingina, og hóast styrkismeting, so slepst ikki undan, at onkur áhugaverd upp- gerð er á skránni. Soleiðis tykist størsti spenningurin vera hjá kvinnunum, har VB og Neistin hitt- ast longu nú. Hjá monnunum hevur landskappingin higar- til lagað seg soleiðis, at fýra lið eru farin einsamøll avstað í oddinum, og í fjórð- ingsfinalunum sleppa hesi fýra so undan at renna inn í hvørt ann- að. Dystirnir í fjórðings- finaluni eru annars hesir: kvinnur VB-Neistin StjørnanSøljan Neistin II-VÍF Kyndil-StÍF Menn VÍF-Neistin III/Kyndil II StÍF-Neistin II Kyndil-KÍF H71-Neistin Tromsø flúgvandi Føroysku flogbóltskvinnurnar fara nú undir fyrireikingarnar til EM-undankappingina, sum verður í Luksemburg beinanvegin, sum nýggja árið byrjar Kvinnulandsliðið til undankapping 17 16 Nr. 225 - 26. november 2003 Ætlanin var at hava neytamykjukapping, men hesar ætlanir fóru fyri einki, tá øði kom í kúnna MENTAN Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Vanligt er við neytamykju- kappingum kring landið. Leygardagin var ætlanin hjá Billardfelagnum í Vági at skipa fyri slíkari, men ikki gekk júst eftir ætlan. Tá bilur kom við kúnni, var hon fyrst bundin í bilin og ikki loyst, tá hon skuldi úr bilinum, soleiðis, at hon kom heldur illa fyri eina stund. Hetta fekk øði í kúnna. Tá hon fekk fast undir føti og kom fyri seg helt hon til beins og menn fingu stóran part av degnum at ganga við at renna aftan á sansaleysa neytinum, ið stundum eisini var burtur. Illa gekk at fáa hendur á kúnna og tað sigst, at ein, ið fekk í hana, varð slongdur langa leið. Múli móti múla At enda eydnaðist einum at fáa um ketuna, ið var um kúnna, og at halda henni við ein garð. Skjótt varð borið at og farið varð eftir byrsu og kúgvin misti lív. Nakað fyrr enn ætlað, skilst, tí enn hevði ikki verið skipað fyri veruligari neytamykjukapping. Ístaðin var kúgvin lutað burtur millum teirra, ið keypt høvdu seðil til kapp- ingina. Neytaøði í Vági um vikuskiftið Rættuligt valstríð hevur verið í Oyndarfirði hesar dagarnar uppundir fólkaatkvøðuna týsdagin. Faldari og bræv frá borgar- stjóranum í Fuglafirði vóru ikki meiri enn dottin inn um brævsprekkurnar í Oyndarfirði, so fór hin parturin í gongd. Sunnukvøldið var borg- arfundur, har faldari um Runavíkar Kommunju var býttur út. Borgarstjórarnir í Runavík og Fuglafirði vóru og svaraðu spurningum. Eygleiðarar halda, at fund- urin helti meiri á Runa- víkar-borðið. Týsdagin klokkan 10 lótu valhølini upp í Oyndarfirði og á middegi høvdu 24 fólk atkvøtt. - Eg vænti hægri vallut- tøku enn seinasta týsdag, sigur Árni Joensen, borgar- stjóri í Oyndarfirði. Kortini er trupult at fáa eina valluttøku, sum er nógv hægri. 80 fólk at- kvøddu seinasta týsdag og svaraði tað til eina vallut- tøku upp á 82 prosent. - Eg vóni at tað vera einar 8 - 10 - 12 atkvøður á muni, tá til stykkis kemur, sigur Árni Joensen. Polarisering í Oyndarfirði C M Y K 16