Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. november 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 HJÓLIÐ Mynd frá 1960 við bilafyritøkuna hjá Vilhelm Nielsen í Jónas Broncksgøtu. Fleiri Bedford lastbilar og Vauxhall persónbilar Trygd bjóðar ellis- trygging Líkt er til, at kapp- ing nú eisini er um at tryggja ellisak- før. Tryggingarfel- agið Trygd bjóðar nú eisini serliga trygging fyri ellis- akfør Ingi Justinussen Føroya Ellisakfør kunnu nú fegnast um, at Trygd eisini bjóðar seg fram at tryggja akfør okkara. Leingi hevur Tryggingarfelagið Før- oyar verið eisamalt um hetta, men nú er so broyting komin í. Møguleiki er at tekna vanliga ábyrgdartrygg- ing. Harumframt er møguligt at tekna trygg- ing, sum fevnur um á- byrgd og brand og eina, sum fevnir um ábyrgd og kasko. Við nýggju trygging- ini kunnu akførini koyra 5.000 km um árið í mun til 1.500 km, sum vit hava havt higartil. Hetta samsvarar eisini væl við ásetingarnar hjá Bileftirlitinum, tí sam- bært kunngerðini um ellisakfør er tað treyt, at akfarið ikki koyrir meira enn 5.000 km um árið. Til dømis er ábyrgd- artryggingin umleið 25% bíligari enn vit kenna higartil, og á TRYGD siga tey, at á- hugað altíð eru væl- komin at venda sær til teirra viðvíkjandi trygg- ing av ellisakførum. Næsta blað í januar Hetta er aðru ferð, at blaðið verður prentað í avísformi. Blaðnevndin er nøgd við nýggja snið- ið, og verður blaðið í hesum líki framyvir. Næsta blaðið kemur í januar, og vil blað- nevndin við hesum nýta høvi at ynskja øllum lesarum gleðilig jól og gott nýggjár Í ár eru liðin 100 ár síð- an fyrsti Vauxhall bil- urin bleiv gjørdur. Flestu bilmerkir eru uppkallaðir eftir stovn- arunum av bilverk- smiðjuni, men soleiðis er ikki við Vauxhall. Vauxhall hevur fyrr verið eitt kent bilmerki í Føroyum Magnus Gunnarsson Skotski verkfrøðingurin Al- exander Wilson stovnaði í 1857 fyritøkuna, Vauxhall Ironworks. Navnið koma av tí, at hon lá nærhendis tí gomlu Vauxhall Gardens stuttleika-viðalundini í Lond- on. Sum búmerki valdi hann eina leyvu við veingjum og høvdinum á eini ørn, sum enn í dag er búmerkið hjá Vaux- hall. Hesin Alexander Wilson var ein dugnaligur verkfrøð- ingur, og hansara verksmiðja framleiddi dampmaskinur til sleipibátar, hjóldamparar og onnur før. Stutt fyri aldar- skiftið kom fyritøkan í so álv- arsligar fíggjarligar trupul- leikar, at kreditorarnir yvir- tóku Vauxhall Ironxorks. Sum hjá fleiri øðrum mekan- iskum fyritøkum hesa tíðina fekk nýggja leiðslan í fyritøk- uni áhuga fyri bilframleiðslu. Úrslitið av hesum varð, at teir farmleiddu fyrsta Vaux- hall bilin í 1903. Í 1905 flutti verksmiðjan til Luton, tað ár- ið framleiddu teir 20 bilar við trimum cylindarum. Í novem- ber mánaði sama árið høvdu teir ein bil við fýra cylindar- um á London bilaframsýn- ingini. Hetta var fyrsti Vaux- hall bilur við teimum eyð- kendu listunum á motor- hjelminum, sum hava fylgt Vauxhall bilunum næstan heilt fram til okkara dagar. Í 1925 fekk hendan fyritøk- an eisini fíggjarligar trupul- leikar við tí úrsliti, at General Motors yvirtók allan parta- peningin í Vauxhall bilverk- smiðjuni. Í 1931 fóru Vaux- hall at framleiða Bedford lastbilar. Navnið kom av at verksmiðjan lá í Bedfordshire í Luton. Hesir bilar vórðu beinanvegin sera væl mót- tiknir og seinni gjørdu teir eisini smærri lastbilar og vør- uvognar. Vauxhall kom, eins og rest- in av enskum bilaídnaðinum, í eina svára kreppu í seksti- og sjeytiárunum. Í dag eru flest øll á einum máli um, at hendan kreppan kom av manglandi nýhugsan, og at tað ikki vóru teir røttu fakfel- agsleiðararnir, sum sótu við valdinum. Broytingin kom, tá Henry Ford II hótti við at niður- leggja Ford-verksmiðjurnar í Onglandi, og General Motors søgdu, at teir umhugsaðu at gera Opel bilar í Belgia ístað- in fyri Vauxhall. Hvørgin av hesum hóttanunum vóru førdar út í lívið tá, og partar- nir á arbeiðsmarknaðinum komu til sættis. Hugsanin um at Vauxhall- verksmiðjan eins væl kundi gera Opel bilar bleiv seinni veruleiki, við tað at Vauxhall og Opel arbeiddu saman um felags ætlanir. Vauxhall fram- leiða í dag somu bilar sum Opel við smærri broytingum og Vauxhall búmerki og navni. Í Føroyum hava koyrt nógv ymisk sløg av Vauxhall og Bedford bilum. Í 40-unum koyrdu nógvir Vauxhall 14 her sum hýruvognar, og seinni komu t. d. Vauxhall Velox, Cresta og Victor. Saman við t. d. Austin/- Morris vóru Bedford mest seldu lastbilarnir í mong ár. Vauxhall bilar í 100 ár Niðari bilverkstaðurin hjá Vil- helm Nielsen. Vauxhall-Bed- ford og Opel skeltir og GM service. Hesin bygningurin bleiv tikin niður, tá skrivstovu- bygningurin hjá Smyril Line bleiv bygdur ístaðin Vilhelm Nielsen, ið umboð- aði Vauxhall í Føroyum C M Y K 16