mikudagur 26. november 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 225 - 26. november 2003
19
18
Nr. 225 - 26. november 2003
Men okkurt man tað
vera, síðani tað eru so
nógvir, sum vilja spæla.
Flest øll vilja vera við, at
tað eru pengarnir. Og sum
uttanfyri standandi kann
ein bara siga, at hóast
spælið ikki er so kent um
okkara leiðir, so er tað
skjótt at fella fyri tí. Serliga
um einum dámar fótbólt, og
tá tað er talan um eina HM
finalu.
Hooligans á vøllinum
Fyri ein, sum ikki kennir
spælið, kann tað síggja út,
sum leikararnir bara berjast
og tann, ið hepnast er, fær
bóltin. Soleiðis er tað sjálv-
andi ikki.
Onglendingarnir bardust
sum úlvar á skóg í oysandi
regninum leygarkvøldið, og
tað er ikki ov nógv sagt, at
tað kundi sæð út, sum at
hooligans vóru inni á vøll-
inum heldur enn uttanfyri.
Sigast skal tó beinanvegin,
at leygarkvøldið í Sydney
vóru ensku viðhaldsfólkini
sera friðarlig. Frá sær sjálv-
um av gleði sjálvandi, men
ongin ófriður av teimum.
Finalan í Sydney seinasta
leygardag, hevði alt tað,
sum ein finala má hava fyri
at verða góð.
Enska liðið leyp avstað
og legði seg framum. Síð-
ani komu hinir afturíaftur.
Og tá so teir 80 minuttirnir
vóru av, stóð á jøvnum 14-
14. Síðani varð farið til
yvirtíð, har spælt varð 10
minuttir hvønn vegin. Tá
fekk Ongland fyrst mál við
einum brotssparki, sum
gevur trý stig. Í seinnu 10
minuttunum
hendi
tað
sama hjá Avstralia, og so
stóð aftur á jøvnum.
Stemningurin rundan um
vøllin var einastandandi, og
hóast ein hugdi at dystinum
í sjónvarpinum, so merktist
spenningurin inn í stovuna.
Tá 10 sekund vóru eftir,
fekk Ongland tey trý sigur-
stigini, sum gjørdu teir til
heimsmeistarar. Tað var
Johhny Wilkinson hjá Ong-
landi sum við einum drop
kick plaseraði bóltin mill-
um stengurnar, og so var
heimsmeistaraskapið í hús.
Og sum tað ljóðar her, so
fer hetta helst at hava við
sær, at áhugin fyri rugby á
norðaru hálvkúlu framyvir
fer at økjast munandi.
Tá ný sælendarar tosa
um fótbólt, tosa teir
ikki um fótbóltin,
sum vit kenna hann.
Teir tosa um teirra
tjóðarítrótt, rugby.
Hendan ítróttargrein-
in, sum inntil fyri 16
árum síðani, onga
HM kapping hevði,
kann nú av sonnum
sigast at vera á veg til
norðaru hálvkúluna
við, at Ongland sein-
asta leygardag gjørd-
ist heimsmeistari
RUGBY
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Auckland,
Ný Sæland:
Rugby hevur verið tað heilt
stóra samtaluevnið í landin-
um seinastu tíðina. HM
kappingin er júst av, og
Ongland gjørdist heims-
meistari. Við hesum HM
sigri skrivaðu onglendingar
seg inn í rugbysøguna, sum
fyrsta landið á norðaru
hálvkúlu at gerast heims-
meistarar í rugby. Men her
skal tó leggjast afturat, at
søgan hjá HM kappingini í
rugby ikki er eldri enn 16
ár.
Nógv hevur verið gjørt
burtur úr, at tað nú eydn-
aðist einari tjóð á norðaru
hálvkúlu at vinna heims-
meistaraskapið í rugby. Á
heimasíðuni fyri HM kapp-
ingini stendur í eini grein,
at hesin sigurin hevur av-
bera stóran týdning fyri
rugby á allari norðaru hálv-
kúlu.
Ein sigur, sum helst var
til stóra frøi fyri flest allar
ný sælendingar, tí mót-
støðuliðið var ongin minni
enn
arvafíggindin
úr
Avstralia, sum slóð Ný
Sæland út í hálvfinaluni.
Ný Sæland vann bronsuna í
dystinum um triðja og
fjórða plássið móti Franka-
ríki.
Ný sælendarar vóru sera
vónbrotnir, at teir ikki
megnaðu at koma í final-
una, og serstakliga tí at
mótstøðuliðið var Avstralia.
Ný Sæland var sera
frammarlaga í rugby fyri 10
árum síðani, men mið-
skeiðis í níti-árunum fór
ein stór útskifting fram á
liðnum, og tað er ongantíð
komið aftur á toppin. Og nú
noyðast liðið og tjóðin í
øllum førum at bíða fýra ár
afturat, áðrenn møguleikin
fyri at gerast heimsmeist-
arar aftur verður tilstaðar.
Spælið
Rugby er heilt øðrvísi enn
fótbóltur. Tað er ongin ivi
um tað. Leikararnir renna
við bóltinum í føvningin-
um, men teir kunnu eisini
sparka hann. Tað fær ein av
sonnum at undrast yvir, at
ítróttargreinin her millum
fólk, verður kallað fótbólt-
ur. Hon átti kanska heldur
at verðið kallað hondbóltur.
Men endamálið er tó tað
sama. Bólturin skal í mál.
Men stigini fyri hvørt
málið eru nógv fleiri í tali.
Um ein leikari megnar at
tveita seg um mállinjuna
við bóltinum í fanginum,
gevur hetta fimm stig. So
fær skjúttin hjá liðinum,
sum allatíðina er tann sami,
møguleikan til at sparka
bóltin gjøgnum tær himm-
alhøgu málstengurnar, og
eydnast tað honum, so fær
liðið tvey stig afturat.
So ber eisini til bara at
sparka bóltin í mál, antin
við deyðbóltsstøðu ella við
einum drop kick. Eitt drop
kick er, tá vælplaseraður
leikari loftar bóltinum,
sleppur honum og sparkar
hann millum málsteng-ur-
nar. Hetta málið, sum á
rugby málið eitur drop-
goal, gevur trý stig.
"Scrum" og
blomkálsoyru
Rugby er ein sera ógvuslig
ítróttargrein. Mong halda,
at hon minnir um ameri-
kanskan fótbólt. Tað skal
her verða ósagt, men sjón-
ligasti munurin er í øllum
førum, at leikararnir hava
so gott sum ongar skinnar-
ar.
Tað er løgið, at teir ikki
fáa størri skaða. Tí um
hugsað verður um, hvussu
"lætt" fótbóltsleikarar, sum
vit kenna teir, verða skadd-
ir, og so hvussu rugby-
leikarar verða taklaðir,
syftir um koll og traðkaðir
uppá, so er tað ófatuligt, at
teir ikki hava fleiri skinn-
arar. Og at teir ikki fáa
stóran skaða í dystum.
Eitt, sum gongur aftur
allatíðina í spælinum, er
"scrum". Tað er, tá ið
bólturin ikki kemur út aftur
í spælið eftir, at leikararnir
hava tveitt seg á tann, sum
hevur bóltin í fanginum.
Ella tá ein leikari av óvart
tveitir ella missir bóltin
frameftir.
Høvuðsreglan í rugby er
nevniliga hon, at bólturin
einans má tveitast aftur
eftir vøllinum, meðan leik-
ararnir flyta seg fram móti
mállinjuni.
Tá eitt "scrum" er, standa
11 leikarar saman yvir av
hvørjum øðrum. Teir halda
um hvønnannan og trýsta
so móti mótstøðuliðinum.
Tað ræður um at verða
standandi til bólturin er
farin aftur í spælið. Hetta
fer serstakliga illa við oyr-
unum hjá leikarunum, tí
høvdini hjá leikarunum
gníggjast móti hvørjum
øðrum. Tað er næstan ikki
ein rugby spælari, sum ikki
hevur
hesi
"ljótu"
og
skøddu oyrini, sum síggja
ógvuliga arrut út. Líkjast
einamest blomkálið, og av
tí sama verða hesi kallað
"cauliflower-ears".
Rugby á veg til norðaru hálvkúluna
Johnny Wilkinson hjá Onglandi gjørdist stóra hetja, tá
hann 10 sekund undan dystarloki skeyt HM-heitið til
Ongland fyri fyrstu ferð í søguni
Mynd: Reuters
Tí um hugsað verður um, hvussu "lætt" fótbóltsleikarar, sum vit kenna teir, verða skaddir, og so hvussu rugbyleikarar verða
taklaðir, syftir um koll og traðkaðir uppá, so er tað ófatuligt, at teir ikki hava fleiri skinnarar. Og at teir ikki fáa stóran skaða í
dystum
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
18