Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. november 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 225 - 26. november 2003 Nr. 225 - 26. november 2003 21 UTTAN ÚR HEIMI Ólóglig bílig arbeiðsmegi Í Danmark, Noregi og aðrastaðni er tað vorðið vanligt, at myndugleikarnir avdúka fólk, sum eru komin úr Eysturevropa at arbeiða, uttan at tey hava tey neyðugu loyvini. Týsdagin gjørdi løgreglan í norska býnum Drammen eitt átak ímóti ólógligari arbeiðsmegi. Tá átakið var liðugt, hevði løgreglan tikið 23 fólk úr Russlandi, Ukraina og Hvítarusslandi. Tað vísti seg, at eitt felag hevði fingið tey 23 til Noregs at arbeiða, og at eingin teirra hevði uppihalds- ella arbeiðsloyvi. Í summar tók løgreglan í Drammen 19 eysturevropearar, sum ar- beiddu har ólógliga. Tað var sama felag, sum hevði fingið tey at koma til Noregs. Løgreglan hevur ikki gjørt av, um hon fer at leggja sak ímóti felagnum, sum hevði fingið fólkini til Noregs og síðani leigað tey út sum bíliga arbeiðsmegi. Løgregl- an vil ikki siga, hvat felag talan er um, men sambært blaðnum Aftenposten var tað eitt felag í Danmark, sum hevði fingið eysturevropeararnar til Noregs at arbeiða. Stórir svenskir nýføðingar Svenskir nýføðingar gerast altsamt størri og størri, men tað er ikki bara gott, siga serfrøðingarnir, sum halda, at okkurt skal gerast við málið. Fyri 30 árum síðani vigaðu 2,8 prosent av teimum nýføddu í Svøríki meiri enn níggju pund, men nú vísir ein nýggj kanning, at í dag viga 4,4 prosent av nýføð- ingunum meiri enn níggju pund. Harafturat vísir kann- ingin, at svensku kvinnurnar eru eisini tyngnaðar. Fyri tíggju árum síðani vigaðu kvinnurnar í meðal 64 kilo, tá tær gjørdust við barn, men í dag er meðalvektin 67 kilo. Sambært Anders Åberg, yvirlækna á lærda há- skúlanum í Lund, er hetta ein sera stórur vøkstur eftir bara tíggju árum. Læknin Kalle Kallén sigur við blaðið Dagens Nyhet- er, at vandin fyri, at kvinnurnar fáa skaða undir føðing- ini, veksur, tá børnini gerast so stór. Hon sigur seg kort- ini ikki duga at siga, um trupulleikin kann loysast við at lata kvinnurnar eiga við keisaraskurði. Madonna nógv verd Nakrir íleggjarar við kanadiska vinnulívsmanninum Edgar Bronfman á odda hava keypt felagið Warner Music frá amerikonsku stórfyritøkuni Time Warner. Í keypinum er eisini útgávufelagið Warner/Chappell. EMI lá framvið at keypa Warner Music. Felagið var til reiðar at leggja einar 11 milliardir krónur á borðið, men tað vísti seg ikki at vera nóg mikið. Hvussu nógv Edgard Bronfman og hinar íleggjararnir hava goldið fyri Warner Music, er ikki heilt greitt, men sambært Reuters liggur prísurin um einar 16 milliardir krónur. Serkøn ivast ikki í, at Bronfman og hansara felagar fara at vinna íløguna innaftur. Millum viðskiftafólkini hjá Warner Music eru kend nøvn sum Madonna, R.E.M. og Metallica, og tað man borga fyri, at íløgan er pengarnar verd. Billy the Kid kannast Tann tiltikni Billy the Kid er aftur vorðin umrøðuevni í USA, eftir at guvernørurin í New Mexico hevur gjørt av at kanna, hvør maðurin veruliga var, og hvussu hann doyði. Billy the Kid skjeyt tveir løgreglumenn, tá hann flýddi úr fongslinum í Lincoln County í New Mexico tann 28. apríl í 1881. Nú vil Bill Richardson, guvern- ørur, hava at vita, hvaðani Billy the Kid fekk skamm- byrsuna, sum hann skjeyt teir báðar løgreglumenninar við. Sambært søguni kom sheriffurin Pat Garret fram á Billy the Kid tann 14. juli í 1881 og skjeyt hann. Bill Richardson, guvernørur, vil nú hava staðfest, um hetta veruliga var so. Tað eru minni enn so øll, sum trúgva, at Pat Garret veruliga drap Billy the Kid. Summi halda, at tað var øvugt, og at tað eydnaðist Billy the Kid at sleppa til Onglands, og at hann doyði har sum gamal maður. Í Kroatia hava teir tjóðskaparsinnaðu vunnið valdið, og eygleiðarar vænta, at tað sama kann henda í Serbia og Montene- gro, tá val verður har tann 28. desember. BALKAN Árni Joensen fartekst@mail.dk Sosialdemokratarnir, sum hava havt valdið í Kroatia, vóru fyri einum lemjandi ósigri á tjóðartingsvalinum sunnudagin. Tann stóri vinnarin var tann tjóðskap- arsinnaði flokkurin HDZ, sum saman við trimum smáum konservativum flokkum hevur fingið meiriluta í tjóðartinginum. Nógvir eygleiðarar á Balkan siga, at valúrslitið í Kroatia er hugvekjandi, tí tað vísir, at tær víðgongdu tjóðskaparsinnaðu kreftir- nar har aftur standa í fullum blóma, og at úrslitið helst verður tað sama í Serbia og Montenegro, tá tjóðartings- val verður har tann 28. desember. HDZ er sami flokkur, sum fyrrverandi kroatiski leiðarin, Franjo Tudjman, stóð á odda fyri, til hann doyði í november í 1998. Stjórnin hjá Tudjman var fyri hvøssum atfinningum, tí hon legði lítið í manna- rættindi, og tí hon sýtti fyri at samstarva við krígsbrots- mannadómstólin í Haag. Nú bera nógvir kroatar ótta fyri, at tann komandi stjórnin hjá HDZ fer at venda aftur til ta gomlu kósina, skrivar norski tíð- indamaðurin Jan Gunnar Furuky úr Zagreb. Tann fráfarandi sosial- demokratiska stjórnin hevur arbeitt fyri at fáa Kroatia upp í ES, men eyg- leiðarar halda, at valúrslitið sunnudagin fer at gera tað truplari hjá landinum at fáa limaskap í Evropasamveld- inum. Nevningarnir hava gjørt av, at John Allen Muhammad skal takast av døgum, tí hann myrdi tíggju fólk á Washington- leiðini í fjør. RÆTTARMÁL Árni Joensen fartekst@mail.dk Tann 42 ára gamli fyrrver- andi hermaðurin hevur bert ein møguleika, skal hann sleppa undan, at deyða- dómurin verður fullførdur. Nevningarnir hava dømt hann til deyða, og í februar skal tann løgfrøðiligi dóm- arin taka støðu. Hann kann broyta dómin til lívlangt fongsul, men tað er ógvu- liga sjáldsamt í statinum Virginia, har rættarmálið hevur verið. Tað var heldur ikki av tilvild, at rættarmálið ímóti John Allen Muhammad varð hildið í Virginia. Upprunaliga skuldi tað vera í einum øðrum stati, men løgmálaráðharrin, John Aschroft, kravdi, at tað skuldi haldast í Virg- inia, tí har var størri møgu- leiki fyri, at maðurin bleiv dømdur til deyða. Hann og ákæruvaldið fingu sín vilja, men enn veit eingin, hví tann 42 ára gamli fyrrverandi hermað- urin myrdi tey tíggju fólk- ini, og tað kemur kanska ongantíð fram. – Eg haldi bert, at hann hevði fragd í at myrða fólk. Hann hevur ikki uppiborið at liva, segði ákærin, Paul Elbert. Tjóðskaparkreftirnar vinna fram á Balkan Hann hevur ikki uppiborið at liva John Allen Muhammad er dømdur til deyða fyri at hava myrt tíggju fólk í Washington í fjør. Eingin veit, hví hann gjørdi tað -tað loysir seg Innan Heimarøktina og Serforsorgina er starv sum samskipari fyri Heimarøkt- ina leyst at søkja til setan skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Starvið er fyri- bils tíðaravmarkað til 2 ár. Almannaráðið, sum stovnurin hoyrir undir, arbeiðir í løtuni við málinum um at leggja eldraøkið út til kommunurnar. Ein av uppgávunum hjá samskiparanum verður tí eisini at arbeiða við broytingunum á økinum hesum viðvíkjandi. Heimarøktin veitir sjúkrarøkt og heimahjálp kring alt landið og er býtt upp í 6 øki. Skipanin umfatar 339 heilársstørv og verður tænasta veitt bæði heima- búgvandi brúkarum og sambýlisbúgvum. Heimarøktin og Serforsorgin fyrisitur eisini Ellis- og røktarheimsøkið. Samskiparin skal hava ábyrgd fyri dagligu samskipanini av virkseminum hjá Heimarøktini. Samskiparin skal somuleiðis standa fyri eftirlits- og ráðgevingarskylduni mót- vegis Ellis- og røktarheimsøkinum. Talan er um eitt fjølbroytt starv við spennandi, avbjóðandi og til tíðir eisini krevjandi uppgávum í einum dynamiskum umhvørvi. Møguleiki er fyri áhaldandi menning av førleikanum fyri at røkja uppgávur stovnsins til lítar. Starvið inniber hesar høvuðsuppgávur: • skipa og leggja til rættis fíggjarstýringina á økinum og gera greiðar manna- gongdir fyri fíggjarliga økið • fremja støðugt játtanareftirlit • tryggja skipaðan og miðvísan samanhang millum virksemið og fíggjarligan karm • skipa og útvega einsháttað upplýsingar- og hagtalstilfar sum fremur eitt haldgott avgerðargrundarlag fyri stovnin og myndugleikan • hava málsviðgerðina á økinum um hendi • skipa samstarv innanhýsis og við aðrar stovnar • skipa fyri og luttaka í verkætlanum Vit vænta at samskiparin: • hevur viðkomandi útbúgving helst frá hægri lærustovni • hevur viðkomandi starvsroyndir • evnar at yvirskoða fløktar samanhangir og at taka avgerðir • evnar at seta í verk fyriskipanir og verkætlanir og fylgja hesum upp • hevur góð samskiftisevni, herundir góðan málsligan førleika • dugir væl við fólki • er førur fyri at arbeiða undir skiftandi umstøðum • kann ferðast út í økini kring landið Løn- og setanartreytir: Løn sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarstaðurin er Heimarøktin og Serforsorgin. Tænastustaðurin fyribils er Heimarøktin, Meginskrivstovan. Tann, ið settur verður má tola broytingar í starvinum og at starvið kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur innan H eimarøktina og Serfor- sorgina. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja á telefon 304020 og tosa við Mary J. í Garði, stjóra. Umsóknir: Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, v.m. skal sendast til: Heimarøktin og Serforsorgin Att.: Mary J. í Garði, stjóri Eirargarði 2 FO-110 Tórshavn Umsóknarfreist: Mikudagin 17. desember 2003 kl. 12.00 Heimarøktin og Serforsorgin Meginskrivstovan Samskipari C M Y K 21 20