Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-11-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. november 1997síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 219 - 15. NOVEMBER 1997 Evnisvika á Venjingarskúlanum Praktikantarnir á Sosialinum hava í vikuni vitjað á Venjingarskúlanum í Havn, har næmingarnir hava havt evnisviku, har teir millum annað hava vidgjørt so ymisk ting sum gomlu Havnina, indianarar og munin millum titt og mitt Oddur á Lakjuni úr 9. flokki í Fuglafjarðar skúla og Rósa Sivertsen úr 10. flokki i Ósáskúlanum í Klaksvík hava seinastu tvær vikurnar ve rið í starvsvenjing á Søsialinum. Her eru tey avmyndað saman við 7. B á Venjingarskúlanum í samband við evnisvikuna RÓSA SIVERTSEN ODDUR Á LAKJUNI Í síðstu viku hevði Venjing- arskúlin evnisviku I. og 2. flokkur høvdu um ferðslu. Tey lærdu m.a at ganga úti í ferðsluni og høvdu súkluroynd í fimleik- arhølluni. Løgreglan var og vitjaði, og greiddi teimum frá, hvussu ein skal bera seg at úti í ferðsluni Eisini høvdu tey klipt úr pappíri ein bý við bilum, bussum og fólkum. Út frá tí varð greitt frá, hvørjari síðu av vegnum ein skal ganga á, og hvussu ein skal fylgja ferðsluljósinum. 3. og 4. flokkur høvdu um list, gomlu Havnina frá 1965, ferðslu og um frítíð Tey, sum høvdu um list, málaðu krukkur og kliptu út og málaðu myndir Tey, sum høvdu um gomlu Havnina, vístu mun- in millum fyrr og nú. Tey, sum høvdu um ferðslu. gjørdu ein by úr pappíri, har tey serliga hugsaðu um skiltini. Tey. ið høvdu um fritid, høvdu um fritidarmøguleik- arnar hjå børnum aftanå skúlatíð. Evnið hjá 5. flokki kall- aðist „Mítt og títt“. Tey høvdu um herverk Tey vóru úti í bynum og leitaðu eftir herverki. Tey vóru millum annað úti í Tinganesi og hugdu at brotnum rútum. Tey vístu fram, hvørjum mest varð stolið av, úr handlum í SMS. Eisini høvdu tey vitj- an av løgregluni. Av tí at 6. flokkur skal spæla sjónleik á jólum, nýttu tey høvi til at byrja venjingina. Tey avgjørdu at spæla ein sangleik, av tí, at tað eru fleiri góðar røddir í flokkunum. Tey fingu eisini málað bakgrund til leikin. 7. og 8. flokkur høvdu um rúsdrekka, fjølmiðlar, Havnina fyrr og nú, ítrótt, dálking, útbúgvingar, heyst- móta, handlar í SMS, Ólav- søkuna, viðalundina, tón- leik, Tórshavn by night og ting. ið mangla í Havn Komið var millum annað fram til, at havnarfólk halda, at fleiri ting mangla í Havn Til dømis diskotek fyri tey, ið eru undir 18 ár, spæli pláss, skoytibani, bowling- hell, oftari Tivoli og heima- hjálp til tey eldru Øll vóru samd um at, Bý ráðið ger ov lítið við hetta 9. og 10. flokkur høvdu um mentan f Havn, åtlend- skan mat, Føroyar og um indiånar. ( Mynd: Jens Kristian Vang) Tey gjørdu ul dømis ym isk indiånsk ambod Hendan evnisvikan var tann fyrsta av f minsta lagi tveimum í ár Hon var sum heild væl eydnað, og Venjingarskúlin sær fram til tað næstu