Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-11-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. november 1997síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 219 - 15. NOVEMBER 1997 Tu kanst ikki verda heimsborgari fyrrenn tå ræður í egnum landi — Onkur vil kanska halda, at hetta er ein farin tid. Nå å døgum eru tad sjålvandi onnur mål og aðrir vegir, men myndin er onki ødrvisi. Tí stríðið er akkurát tað sama AK! BERTHOLDSEN Jú, Emil Thomsen letur aft ur hoyra frá sær. Eftir ein steðg í trý ár gevur Bóka garður aftur tvær sera for vitnisligar bækur út Onnur bókin er >Ferð min til Damaskusar«, sum Kristian Osvald Viderø hev ur skrivad, og sum fæst fyri 190 krónur Hin bókin er »Fræls mannamål«, sum fæst fyr 280 krónur „Ferð mín til Damaskus ar« er 13. bókin, út er komin eftir Viderø og hann hevur langt síðani ritað navn sítt fast sum eitt hitt víðskygn asta skald okkara Hann er óneyðugt at siga meiri um Hin bókin, >Frælsmanna mål«, er eitt rúgvismikið úr val av blaðgreinum og rød um, hildnar á fólkafundum og aðrastaðni í 1899- 1926 Tad er gamli lærarin í Klaksvík, Tummas Lenvig trimenningur Emil, sum hevur savnað saman Í bókini eru nakrar og átt ati greinar og rødur frá hes um árunum Ivey nøvn eru, sum ganga aftur og aftur í bók ini: Tingakrossur og Ras mus Rasmussen Men har eru eisini rødur og greinar eftir Jákup Dahl, Símun Skarð, Bærentsen, amtmanni, Jóannes Paturs- son og M.A. Winther, fyri at taka nøkur nøvn burturúr rúgvuni Hugskotið til bókina fekk Tummas Lenvig, meðan hann var í ferð við eina rit gerð um Bábilstornið Tá rendi hann seg fleiri ferðir á navnið Rasmus Rasmussen og settist so at kanna eftir, hvat hann heyði skrivað og latið koma á prent í bløðum og tíðarritum nerheima og uttanlands — Eftir nærri kanning vísti hetta tilfar seg at vera sera áhugavert. Tí her var talan um søgulig, mentanarlig og politisk evni við greiðari stæðu til tjóðskaparmál og rættindi føroyinga á søgu- ligari grund í fortíð og í samtíð. Meðan arbeitt var við hesum, kom Tummas Len- vig framá annað tilfar, har serliga frásagnir frá fólka- fundum skal nevnast Kveiktu andligan gróður Talan er um rødur, kendir menn hava hildið. Men um- framt hetta, er eisini annad tilfar tíkið vid, sum verður mett at hava áhuga hjá nú- tíðarfólki at kunna seg við — Teir menn, sum skipaðu fyri hesum fólkafundum, og tóku orðið har, vóru tjóð- skaparsinnaðir hugsjónar- menn. Felags fyri teir var, at teir vildu fremja upplýs- ing og kveikja andligan gróður við føroyskum máli og føroyskari mentan sum grundstødi. Henda bókin, »Fræls- mannamál< hóskar serstak- liga væl til grundstødid und- ir øllum ti drúgva útgávu- virkseminum hjá Emil Thomsen. Tí hansara adalstevna hevur altíð verið at geva bøkur út, sum menna málið og mentanini á Føroyum. Og besta amboðið til tað, heldur Emil, hevur verið at geva tí breiða almenning- inum atgongd til bøkur, hann annars ikki heyði havt møguleika at ogna sær. Og væl må sigast at tað hevur vignast hjá Emil. Tí hesi 29 árini, hann hevur havt Bókagarð, hevur hann givið einar 8-10 bøkur út um árið í miðal, tilsamans einar 300 bøkur --Tá ið eg fór at geva bøk- ur út vóru at kalla ongar føroyskar bøkur í einum vanligum heimi Í dag munnu tað vera fáa staðni, har ikki onkrar bøk- ur frá Bókagarði standa og tí haldi eg, at eg havi rokkið mini adalstevnu, sigur 82 åra gamli, men enn virkni, Emil — Og tað er mær ein stór gleði, at bókur mínar esini eru komnar skúlunum væl við. Og tað fløvadi at fáa bræv frá gomlum lærara, sum stutt segði mær, at tað hevði ligið vátt undir feti hjá framhaldsdeildini í før- oyska skúlanum, vóru bøk- urnar hjá Bókagarði ikki komnar Má hava góðar vónir Nú eru trý ár síðani Bók- agarður læt frætta frá sær seinast. Frælsmannamál Bleðgrestr. fókahundi, rar Lagt 1) ætis hevur Tomma: í Þevig Emil Thomsen sigur, at kreppan neit so fast, at tíð- irnar vóru ikki til at geva bøkur út - Kreppan var eitt øgiligt bakkast fyri samfelag og fyri einstakling, og í nøkur ár skerst ikki burtur, at fólk hava verið noydd at priori- tera mat, hita og ljós hægri enn tann andliga førning, bøkur geva Men tá ið hann nú aftur er farin undir tvey stórverk, er tað tá tí, at hann aftur hevur fingið betri vónir til framtíðina? - Eg má siga, at henda stevna, eg havi sett mær, er so stór, at eg má hava góðar vónir. Við at gevast fært tú onki á skaftið. Emil sigur, at tá ið hann hevur givið bøkur út, hevur hann altíð lagt dent á, at bøkurnar skulu hava dygd og tyngd, bæði til innihald og til útsjónd. — Eg haldi, at bøkur skulu vera snøggar. Tær skulu - Hetta er ein av mínum týdningar mestu útgávum, og ein tann týdning- armesta bókin, sum er komin út í hest - Hon lærir tey ungu, at politiskt klandur ber ikki til ber onga frukt. Fyri 90 árum síðani, høvdu fólk líka illa vaml fyri politikki sum tað mangan kemur til sjóndar, at tey hava idag, sigur Emil Thomsen, sum hóast 82 ára gam alur, enn er virkin Eftir steðg í trý år er Bókagarður aftur frammi við tveimum dyedarbókum ikki bara lesast og so tveit- ast burt. Tær skulu standa á hyllini so at komandi ætt- arlið kunnu veksa upp sam- an við teimum. Høvdu vaml fyri politikarum At geva hesa bókina hjá Viderg er eitt náttúrligt framhald av útgávuvirk- seminum hjá Bókagarði. Men Emil Thomsen dyl- ir ikki fyri, at hann er ser- stakliga fegin um, at tad untist honum at geva bókina »Frælsmannamål« út. - Bókin vísir okkum, hvussu teir menn hugsaðu, sum royndu at leggja lunnar undir frælsið og framburðin í Føroyum. - Hon vísir okkum, hvussu nógvar, góðar kreftir striddist fyri at berjast fyri frælsi, framburði og andl- igum vinningi - men eisini, hvussu sterkar kreftirnar vóru ímóti. — Ella sagt heilt stutt: hon vísir okkum sambandsill- gerðirnar, sigur Emil Thom- sen. Men bókin vísir okkum ikki bara, hverjar hugsjón- arligar eldsálir myndaðu al menna kjakið í Føroyum fyrstu árini í hesi øldini Tað eru eisini greinar og ræður, har ið menn hava lagt tankar fram um vinnuliga og handilsliga menning her å landi Ahugavert er tað, at fyrst í hesi øldini, høvdu fólk sama vam! fyri politikarum, sum fólk hava ídag Í teirri eini greinini verður td. skrivað um Oliver Effersøe og Fríðrik Petersen í 1910, at >...tað er óivað, at nógv av fólki í Føroyum er farið at leiðast við poli tikk, soleiðis sum hann artar seg her hjá okkum: Eitt støðugt klandur ímillum persónar og partíir, ein júk an upp í saman um tað sama, ein illvilji og ein ill- semja, ið forðar allari sam- virkan til bata fyri land ið Hetta kundi fyri tað verið skrivað í dag, heldur Emil Fær fólk at hugsa Emil Thomsen dylir ikki fyri, at hann metir >Fræls mannamál< sum eina av sínum allar tydningarmikl astu útgávum øll hesi árini Ja hann fer so langt sum at siga, at hetta er ein tann týdningarmesta bókaútgáva í hesi øldini - Bókin vísir okkum, at politiskt klandur ber ikki til, ber onga frukt. Tað kann alt tað unga fólki læra ein hóp av. — Tað vísir seg oftani, at tá ið fólk missa fótafesti, leita tey aftur til røturnar, eftir onkrum stødi, har tey fáa fast undir føti aftur og kunnu byrja starvið framá av nýggjum. — Hjá teimum monnum, sum livdu i Føroyum fyrst í hesi øldini var tað tað tjóð- skaparliga stríðið, sum bar teir framá, og sum teir bygdu víðari á. Og bodskapurin í bókini kann sigast við heilt fáum orðum: -Tú kanst ikki vera heimsborgari fyrrenn tú ræður í egnum landi, sigur Emil Thomsen. — Onkur vil kanska halda, at hetta við tjóðskaparstríð- ið og tjóðskaparligum hug- sjónum er ein farin tíð. — Men tað er tað ikki. — Sjálvandi eru tað onur mál, og aðrir vegir, sum eru uppi í tíðini í dag. — Men myndirnar verða tær somu, tí hetta er akkurát sama stríð, vit stríðast í dag, leggur hann afturat.