leygardagur 15. november 1997síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 219 - 15. NOVEMBER 1997
fingu alt gott afturvið, og tå
ið fór at skriða í fingrunum
Mir s på at spæla. tøru
Men fyrst í 70-årunum fór
limatalið at minka. og tett
vóru so fár, at spælt varð
bara við fýra borð. Teir vóru
ikki so frægt mannaðir, at
teir kundu hava liðkapping
Nøkur år frammanundan
varð Nýggja Bridgefelag
stovnað av fólkum. m.a
konufólkum sum ikki
sluppu upp í Havnar
Bridgefelag. og ødrum, sum
hildu elsta felagið verða
blivid í so stirvid
Í 1972 kom eisini Bridge
deild Kaggans, har einamest
yngri fólk vóru límir
Tad vóru komnar nýggjar
tíðin, og fjøldin vildi sleppa
upprí
Øl ella eingin
So kom aðalfundurin í
Havnar Bridgefelag 14
september 1973, og hesin
fundur kom at broyta fel-
agið fullkomiliga
Tað var ein stór fjøld av
fólki, sum hevði gingið í
bridgeskúla, og sum hetta
árið vildi í Havnar Bridge-
felag at spæla, men ikki
kundu tey tað øll, tí fleiri
av fólkunum vóru kvinnum
- Vit gjørdu tá felagnum
púra greitt, at antin vórðu
øll hesi 22 fólkini tíkin upp
sum limir, ella kom eingin
teirra, sígur Mortan Ras-
mussen, sum hevur verið
limur í felagnum í 30 ár og
mi hevur undirvíst í fleiri
nførum hridgeskular
narå í
Hetta minnist Jancy M
nisen væl. Jansy var ein á
teimum 22
Men tå ið vit so
komin inn í felagið, vóru
teir ógvuliga blíðir. Vit
vórðu væl móttikin, sigur
Jancy, sum síðan hevur ver
ið limur í Havnar Bridge
felag og hevur trivist væl
har
Aftaná tað fór limatalid
at vaksa í felagnum, og fel
agið bleiv so stórt, at spælt
varð í trimum rødum. So
trongligt var hjá teimum í
Klubbanum, at tey næstan
sótu omaná hverjum ødr-
um. Limatalið kom upp á
næstan 100
Um tað mundið vóru eitt
skifti 13 bridgefeløg í land-
inum, og blødini høvdu
bridgeteigar. I Søsialinum
var tað Moran Rasmussen,
sum skrivaði
voru
Væntar nyggja
framgongd
Tey seinastu årini hava øll
bridgefeløgini lika sum
flestu onnur itrivsfeløg havt
afturgongd. Kappingin um
frítíðina hjá fólkið er vaks-
in, tilboðini eru so mong,
og bæði sjónvarp og krepp-
an fáa somuleiðis skyldina
Men í hvussu er Mortan
Rasmussen hevur góðar
* ha
vónir um, at bridgefólkini
fara at gerast fleiri aftur
- Um bridgefeløgini gera
nakað við tað, so vænti eg,
at bridgespælið fer at fáa
framgongd aftur í Føroyum
eins og aðrastaðni. Ég
vænti, at fleiri fara at fáa
eyguni upp fyri hesum frá-
líka ítrivi, men tað krevur,
at bridgefeløgini veruliga
taka sær um reigg. Einki
kemur av sær sjålvum, sigur
Mortan Rasmussen
Mortan Rasmussen hevur nú spælt i 30 år. Tað byrjaði alt vid, at ein starvsfelagi
hansara i 1967 vantaði ein makkara, og Mortan legði i vðaðið, hóast hann ongantíð
hevði røynt spælið aftur. Síðan hevur hann ikki slept kortunum
Hví spæla tey bridge?
RANDI JACOBSEN
Spyrt tú fólk, hví tey tíma
at spæla bridge, fæst einki
stutt og ftøkiligt svar
- Eg veit ikki. Eg havi
altíð spælt kort. Pápi plagdi
at siga, at eg dugdi at spæla
kort, áðrenn eg dugdi at
ganga, sigur Reimar Isak-
sen, limur í Havnar Bridge-
felag í 44 ár
- Mær dámar at brúka
høvdid og at kombinera
Tað ræður ikki um at hava
góð kort, men at spæla
kortini væl. Tað kemur ikki
av sær sjálvum, ein stóran
part avger tú sjálvur, sigur
Reimar
Mortan Rasmussen orðar
seg eitt sindur ødrvisi
- Tað er samveran við
onnur, og altíð er hugnaligt
at spæla, hverjum felag tú
enn ert í. Tað er ein serligur
máti at vera saman uppá, og
eitt serligt samanhald
- Mær hevur altíð dámt
væl at loysa uppgávur, eg
loysi Ld.krossorð, tí tað er
stuttligt, og matematikk
hevur altíð verið mítt fak
- Eg kann leggja aftrat, at
eg havi spælt uttan íhald í
30 ár, og so leingi eg havi
lív og heilsuna, fari eg at
spæla bridge, sigur Mortan,
sum hesi árini tilsamans í
fleiri ár hevur verið nevnd-
arlimur í Havnar Bridge-
felag, hevur umboað felagið
í Bridgesambandinum og í
húsaneyndini. Hann hevur
í fleiri umførum undirvíst á
bruidgeskúlanum, og tað
ger hann hann eisini henda
veturin.
SR 4
i
Jancy Moritsen hevur verid limur i Havnar Bridgefelag, sidan kvinnur i 1973 kundu
spæla i hesum felag. Jansy hevu sum allir hinir spælararnir luttikið í fleiri kappingum
Myndin er frá eini parakapping í Norðurlandahúsinum, og tá var Torben Andersen
makkari hennara. Á myndini síggjast eisini Steingrímur og Ásla Weihe
Tey ungu eru so fitt
RANDI JACOBSEN
Jansy Mouritsen, sum nú er
84 ára gomul, spælir fram-
vegis í Havnar Bridgefelag
Aður spældi hon eisini í
hinum feløgunum í Havn,
men nú er tað nóg mikið
fyri hana at spæla í Havnar
Bridgefelag, parakapping
aðru hverja viku. og hon
metir trúliga
- Hví fór tú at spæla
bridge?
- Eg gekk í bindiklubba
Har vóru onkrar, sum vóru
byrjaðar í bridgeskúlanum,
og eg fekk so eisini hug at
fara við í bridgeskúlan, sum
var í gamla kommunuskúl-
anum
Har fleiri,
voru sum
skiftust um at undirvísa,
m.a. Reimar Isaksen, A. G
Nielsen, Jæogan Andreas-
sen og Berge Egholm. Vit
gingu har í trý ár, og so var
tað í 1973, at:vit vildu í eitt
felag at spæla, og til endans
sluppu inn í Havnar Bridge-
felag, sigur Jansy
Aðrenn hon fór í bridge-
skúla, var Jansy von við at
spæla kort, men tey spældu
onnur spøl
- Eg havi spælt nógv, og
eg kann siga tær, at eg havi
bæði vunnið steyp, dunnur
og gæs
- Eg minnist eina gása-
kapping, eg hevi Doktar
Magnussen til makkara. Tað
gekk so væl hjá okkum, og
móti endanum segði hann,
at nú hevði hann um velið á
gåsuni. Men løtu seinni
misti hann taki, og vit fingu
dunnuna.
- Ein lækni gav mær eina-
ferð tey ráð at halda fram
við at fáast við tað, sum
hevði mín áhuga, tí tað
kundi halda meg fríska.
- Mær hevur altíð dámt
væl í Havnar Bridefelag,
har eg eri komin at kenna
nógv fólk. Fyri meg hevur
tað ikki altíð verið so av-
gerandi at vinna, eg havi
hugnað mær kortini
- Tey ungu fólkini, sum
spæla, eru eisini ógvuliga
fitt, og so duga tey so væl
eisini, sigur Jansy
Spælt nógv uttanlands
RANDI JACOBSEN
Reimar Isaksen man vera
tnn føroyski bridgespælar-
in, sum oftast hevur spælt
uttanlands
Hann var við á liðnum hjá
Havnar Bridgefelag, sum í
1958 var í Íslandi og spældi
ímóti Keflavíkar Bridgefel-
ag. Hinir á liðnum ta ferðina
fóru Palli Henriksen, Gullak
Zachariassen, Poul Gutte-
sen, Adler Olsen og Finn
Winther.
Upp gjøgnum árini hevur
Reimar verið á fleiri liðum,
sum hava spælt móti vitj-
andi norðurlendskum liðum
og verið uttanlands á før-
oyskum liðum. Haraftrat
hevur hann luttikid í fleiri
norðurlendskum kapping-
um
Hugin at fara burtur at
spæla hevur Reimar ikki
lagt av, og seinastu árini
hevur hann gjørt fleiri
bridgeferðir, einamest sam-
an við Georg Egholm, sum
er ein av makkarum hans-
ara
Viðhvert fara teir út at
ferðast, og á hotellinum
finna teir fram til okkurt
bridgefelag í býnum
Men oftast fara teir ser-
ligar bridgeferðir, ið fyri-
skipaðar verða úr Danmark.
Teir hava verið til alskyns
kappingar longur burturi.
Teir hava td. verið á
Florida, tríggjar ferðir í Ka-
ribia, tvær ferðir í Rumenia,
teir hava verið í Kina,
Turkalandi, Martokko og
aðrastaðni, og nakrar ferðir
hevur Reimar vitjað Georg,
tá hann hevur arbeitt í
Suðurafrika, og har spældu
teir eisini.
Mangan hava teir vunnið
í kappingunum, teir hava
luttikið í.
Nú í januar gongur leiðin
til Egyptalands
Reimar minnist eina ferð-
ina, teir spældu í einum
bridgefelag í Marokko
Meldikassar vórðu ikki
brúktir, so teir noyddust at
læra seg eitt sindur av
fronskum fyri at kunna
spæla og siga síni meld
Reimar kom tá heilt í
neyð, tí hann hevði gloymt,
hvussu „seks“ æt á fronsk-
um og kom tí at melda sjey
kleyvarar í staðin fyri seks
kleyvarar. Tá stóð nógv á,
men endin var, at Reimar
harvið vann stórt.
- Tað er ógvuliga stuttligt
at hava henda møguleikan
at ferðast og samstundis
hava meguleikan at spæla.
Við tað at vit spæla koma
vit eisini í sambamnd við
nógv fólk, sigur Reimar.