Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-11-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. november 1997síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 221 — 19. NOVEMBER 1997 telduútgerð gerst alsamt lættari at handfara, og hetta ber í sær heilt nýggjar møguleikar hjá fólki yvir hevur at:skapa livandi myndir. bæði sum sjónvarpstilfar og til ymsar margmiðlar. Lættari verður at brúka skapanargleði. evni og hugflog hjá hverjum einstøkum Sjónvarp Føroya skal eftir førimuni eggja fólki til at royna evni síni og gerast eitt forum, har hyggjararnir fáa atgongd til at visa hverjum ødrum, hvat teir megna Møguliga kann fígging uttanfyri SvF hjálpa til at gera eitt tílíkt forum til veruleika Sjónvarp Føroya kann á hendan hátt fremja tað, sum á fakmáli nevnist "public access', og sum gerst eitt meira vanligt hugtak í fjølmidlaheiminum. Almenna før- oyska sjónvarpið kann soleiðis gerast ein hin mest demokratiska sjónvarpsstøðin í heiminum. Tað hevur kortini stóran týdn- ing, at alt tilfar í Sjónvarpi Føroya verður sent innan karmarnar á "public service" -hugtakinum., og at sjónvarpsstjórin hevur somu á- byrgdir av øllum tilfarinum 3. Mál og mentan Sjónvarp Føroya hevur stóran tyd- ning fyri mál og mentan. Serligan tydning hevur árinið á børn og ung. Fyritøkan skal geva hesum gætur í programmpolitikkinum 3.1 Mál Sjónvarp Føroya skal leggja seg eftir at brúka eitt livandi førøyskt mál. Málið eigur at vera lætt og skilligt og ikki óneyðuga hátíð- arligt. Málið eigur á ongan hátt at forða hyggjaranum at sleppa framat ella at skilja sjónvarps- tilfarið og at kenna seg væl í sam- bandi við tað. Sjónvarpsmálið skal endur- spegla, at í Føroyum eru ymisk bygdamál, og livga tað rikidømi, sum býr í hesum. 3.1.1 og tillaging Sjónvarp Føroya skal miða eftir, at allar sendingar eru antin før- oyskar ella føroyskadar. Tað verður ikki hildið at vera rætt, at almenna sjónvarpið fer inn í 21 .øld, uttan at:útlendskar send- ingar verda tyddar og sendar vid føroyskari talu og/ella føroyskum teksti. Ti skal tydingin av utlend- skum tilfari mennast. Av ti at tyding og tillaging av utlendskum tilfari av sær sjålvum kappast við føroyska framleiðslu um tøkan pening og orku, skal Sjónvarp Føroya javnan taka stødu til bytid av orkuni millum egna framleidslu og tillaging av útlendskum tilfari. Tyding av tilfari å skandi- naviskum målum eigur at koma i adru rød eftir annað útlendskt tilfar. Alt tilfar til børn skal kortini verða føroyskt ella føroyskad. 3.2 Mentan Sjónvarp Føroya hevur ein týð- andi leiklut í føroyska mentanar- lívinum, bæði tá talan er um at skapa, grundfesta, eggja til og breiða út féroyska mentan. SvF skal tí arbeiða í tøttum samstarvi við aðrar tættir innan mentanina og við aðrar føroyskar mentunar- stovnar. Sjónvarp Føroya skal eisini í sendingum sínum lýsa føroyskt fólkalív og ta mentan, sum tað umboðar. Í programmpolitikki sínum skal Sjónvarp Føroya eftur férimun vera við til at kveikja og menna føroyska leiklist. myndlist. ton- leik, dans, skaldskap og aðra líst og soleiðis vera ein kelda til í- blástur hjá føroyskum listafólki Talu- og skrivifrælsid og rættur hins einstaka eftir egnum tykki at søkja sær vitan um øll samfelags- viðurskifti eru grundvøllurin undir fólkaræðinum. Einki fólkaræði kann tí vera góðar fjølmiðlar fyri- uttan. Miðlarnir skulu eggja fólki til at taka lut í og åvirka sam felagsgongdina fólkaræðisliga Sjónvarp Føroya er ein hin tyd- ningarmesti føroyski tíðindaberin og upplýsingarmiðilin og sam- stundis millum fremstu skansar um fólkaræðið. Av tí at sjónvarp sum miðil í stóran mun skapar myndina av veruleikanum hjá fólki, ger av, hverji samfelagsmál eru á dagsskrånni og elvir til. at fólk gera sær sínar metingar og meiningar, eigur SvF at hava góð ar karmar um professionelt og ó- heft arbeiði 4.1 Tíðindi Tíðindasendingarnar eru ryggurin í skránni hjá Sjónvarpi Føroya og í framleiðslum av føroyskum til- fan. Hesar sendingar eiga at:lýsa samfelagsgongdina yvir ein kamb Hetta skal verða gjørt so sakliga, sum tilber. Tíðindasendingarnar skulu í evnavali fevna breitt og verða viðkomandi fyri allar før- oyingar. Tær skulu eisini venda sær til ungdómin til tess at:fyri- reika hann til at taka lut í fólka- ræðinum. Tað hevur stóran týdning, at:tíð- indasendingarnar, umframt at kunna um týðandi avgerðir hjá myndugleikunum, viðgera av- leiðingarnar av hesum avgerðum fyri vanligt fólk Sjónvarp Føroya skal senda tíð- indi so ofta og regluliga, sum um- stødurnar loyva tí. og útlendskt tíðindaflutninginum skal Sjón- varp Føroya byggjandi á grund- stevnuna virka fyri, at føroyingar gerast betur førir fyri at liva, virka og trivast i føroyska samfelagnum og at taka stóðu til og åvirka tað á ein fólkaræðisligan hátt, sam- stundis sum tað sum gluggi virkar fyri, at føroyska tjóðin gerst betur før fyri at skilja heimssamfelagið og at liva í og saman við tí. Sjónvarp Føroya skal í tíðindaflutninginum uttaneftir ser- liga styrkja kunnleikan hjá føroy- ingum um grannalond okkara. Á þf byggir á eitt frítt orða- skifti. Hetta krevur, at fjølmidl- arnir gera nágreiniligar og sakligar analysur av samfelagsgongdini. Almenna sjónvarpið skal ganga á odda í hesum arbeiði. Sjónvarp Føroya skal eisini við regluligum orðaskiftum um al- skyns almenn mál elva til sakliga viðgerð av gongdini í samfelag- num. Hóast hver einstøk sending hev- ur ein avmarkaðan hóp av luttak- arum, skulu orðaskiftini sum heild - undir ábyrgd mótvegis fjølmidla- ábyrgdarlógini og almennum lóg- um annars - geva so nógvum yms- um áskoðanum sum tilber høvi at verða hoyrdar. . 4.3 Fólkaræðisligt eftirlit tíðindablaðið Tað. at:eitt fólkaræði hevur nær lagdar fjølmiðlar. elvir í sjálvum sær til, at valdið í samfelagnum verður útint við umhugsni Sjónvarp Føroya skal í pro- grammvirksemi sínum avdúka møguligar valdsmisnýtslur í poli- tikki ella í landsins fyrisiting, eins væl og í samfelagnum sum heild Hetta skal serliga verða gjørt fyri at verja hin einstaka borgaran ella ávísar samfelagsbólkar móti 6- rætti Sjónvarp Føroya skal eisini í tíðindaflutningi og við orða skiftum gera sítt til, at týðandi al mennar avgerðir byggja á sakligar grundgevingar 5. Bern og ung Sjónvarp Føroya skal vísa børn- unum og teimum ungu stórt fyrilit Tey eru kvæmastu málbólkarnir Bæði børn og ung lena sær sjón- varpstilfar, har tað er at fåa, ersimi um tað verður borið fram á einum fremmandum máli. sum tey í fyrstu syftu ikki skilja Royndirnar vísa, at:serliga tey ungu hava lyndi til at venda før- oysku rásini bakið og at:leita sær til fremmandar rásir, av ti at har er so nógv av ungdómstilfari at finna. Utlendsku rásirnar gera eisini nógv burtur úr barnatilfar: 5.1 Barnatilfar Sjónvarpstilfarið rínir meira við børnini enn við tey vaksnu. Sjón- varp Føroya skal gera og/ella senda børnunum dygdargott tilfar við einum innihaldi, sum fær tey at kenna seg aftur. Hetta gerst best við at senda sum mest av tilfari úr føroyskum jørdildi og síðani av týddum og ullagaðum sendingum. Sjónvarp Føroya skal læra føroysk børn at kenna, elska og æra tað, sum er heimligt, sam- stundis sum tey verða kunnað um og eggjad til at virða tað, sum onnur seta høgt. Sjónvarpið skal kortini venja børnini til at hugsa sjålvstødugt og sjålvi at meta um dygdir og ódygdir. SvF skal stuttleika børnunum við góðum undirhaldi. Programm- politiskt skal tilfarið verða skipað soleiðis, at:tey vaksnu hava hug til javnan at hyggja at tí saman vid børnunum. 5.1.1 Málið Alt barnatilfar eigu. antin at hava lætt og gott føroyskt talumál, ella - um hetta ikki ber til - at hava góða føroyska undirtekst. 5.2 Ungdómstilfar Vaksandi dentur skal leggjast gott tilfar til føroyskan som. sum eggjar teimum til at taka lut í samfelagsgongdini á fólkaræðis- ligan hátt. Tey ungu gerast gjøgnum skíggjamiðlarnar - sjónvarp, CD- ROM, DVD, Internetið otl. - al- heimsborgarar, og tað kann vera teimum til stórt gagn. At nema sær kunnleika um og at samstarva við fremmandar mentanir er gagnligt, men hetta eigur at verða gjørt við stødi í eini grundleggjandi fatan av og kenslu fyri egnari søgu og mentan. 5.2.1 Føroyskt stødi Sjónvarp Føroya skal gera ung- dómstilfar við stæði í gerandis- degnum hjá føroyskum ungdómi og við innihaldi, sum hann kann kenna seg aftur í. Føroyska ungdómstilfarið skal arbeiða ímóti teirri misfatanini, at ungdomurin bert vil hava skjótt og innihaldsleyst undirhald. Ung- dómurin takast í størsta álvara og honum eigur at verða víst álit Sjónvarp Føroya skal brúka á- grýtni hjá ungdóminum sjálvum í framleiðsluni av tilfarinum Umframt eisini at viðgera ung- dómsspurningar í tíðindaflutning- inum og í almennum orðaskiftum. skal ungdómurin hava atgongd til egnar føroyskar sendingar, sum eru evnaður eftir teirra tykki. Tær eiga tó at verða gjørdar soleiðis. at avvarandi og onnur tilkomin eisini fáa áhuga at hyggja at teim- um fyri at kunna seg um viður- skiftini hjá teimum ungu. Hesar sendingar kunnu fevna um bæði upplýsing - eitt nú um tíðinda- flutning og orðaskifti - og um undirhald Føroyska tilfarið skal m.a. við- gera álvarsmálini hjá teimum ungu og soleiðis eggja teimum til at taka lut í fólkaræðinum 5.2.2 Eins og tá talan er um mentan yvirhøvur skal Sjónvarp Føroya vera við til at kveikja og breiða út føroyska ungdómsmentan. SvF skal soleiðis eftir førimuni stuðla lisuni hjá teimum ungu, eitt nú tónleikinum. Sjónvarp Føroya skal bæði sum fjølmiðil og margmidil verða eitt forum fyri føroyskan ungdom, har hann kann menna mentanina og samskifta um hana. 6. Undirhald Byggjandi á grundstevnu sína um at virka fyri, at føroyingar trívast í føroyska samfelagnum, skal Sjónvarp Føroya senda bæði børn- um, ungum og tilkomnum gott undirhald - bæði føroyskt og út- lendskt. 6.1 Fiktión Sjónvarp Føroya skal eftir føri- muni eggja til, taka stig til og/ella framleiða føroyska fiktion. Av tí at tilikar framleidslur eru sera dýrar, og talan ti valla verður um tær stóru nøgdirnar, skulu innihald og evni verða vald við umhugsni. 6.1.1 Leikir Sjónvarp Føroya skal eftir føri- muni seta upp føroyskar leikir ella breiða út til almenningin leikir, sum onnur seta upp. Av tí at talan valla verður um tær stóru nøgd- irnar, skulu innihald og evni verða vald við umhugsni. SvF kann við at samstarva við aðrar mentun- arstovnar ella -bólkar spaða til verkætlanir, sum annars høvdu verið tyngri at fremja ella als ikki vórðu framdar. Sjónvarp Føroya skal eisini royna at útvega hyggjarunum so góðar útlendskar leikir, sum tilber. 6.1.2 Filmir og raðsendingar Sjónvarp on kann taka stig til ella taka lut í gerð av Í royskum filmum, um ráðini og umstødurnar annars loyva ti. Sjónvarp Føroya skal eisini royna at útvega hyggjarunum so góðar útlendskar filmir og rað- sendingar, sum tilber. 6.2 Tónleikur Sjónvarp Føroya skal eggja til, taka stig til og/ella leggja til rættis føroysk tónleika-tiltsk, sum menna tónlistamentanina, bæði tå talan er um føroyska tradition, klassiskan tónleik og populer-tón- leik o.a. SvF skal eisini geva hyggjar unum atgongd til góðar útlendskar tonlerka-upplivingar av ymsum slagi 6.3 Skemt Sjónvarp Føroya skal í programm- legging síni eisini stuttleika hyggj- arunum við skemtiligum tilfari, bæði føroyskum og útlendskum. SvF skal eggja til, taka stig til og/ella framleiða skemtiligt før- oyskt tilfar til undirhalds hjá bæði barnum, ungum og tilkomnum. 6.4 Kappingar Kappingar av ymsum slagi verða í flestu londum mettar sum gott sjónvarpstilfar. Sjónvarp Feroya skal virka fyri, at hyggjararnir eis- ini kunnu kappast við í og hyggja at kappingum við føroyskum upp- runa, sniði og innihaldi. 7. Stílur og snið Sjónvarp Føroya eigur at hava sítt sermerkta snið á skíggjanum, so eingin ivast í, at talan er um al- mennu føroysku sjónvarpsrásina. Snið og stílur skulu verða vald tilvitað og við umhugsni, so tey stuðla grundstevnuna hjá Sjón- varpinum. Hetta hevur serligan tydning, nú SvF av álvara skal kappast við nógvar útlendskar rásir. Sniðið skal eggja hyggjar- unum til at velja ta føroysku rásina sum meginrås. 7.1 snið Sjónvarp Føroya skal bjóða seg fram sum ein sjålvstødug sjón- varpsrås. Størstan tydningin hava tær føroysku sendingarnar. Tað skal verða greitt fyri hyggjara- num, at aðrar sendingar eru keyptar og settar á skránna eftir føroyskum tørvi og áhuga. 7.2 Stílur Tað skal kennast á Sjónvarpi Før- oya, at talan er um eina serigsa public service rás, sum eigur at verða tíkin í stórum álvara. Hin- vegin eigur rásin at hava ein so passaliga lættan stil, at hon ikki kennist kedilig i kappingini vid aðrar. 8. Margmiðlar Menningin er stór á fleiri økjum, sum eru í ætt við sjónvarpsmiðilin og náttúrligir utvøkstir av virk- semi SvF's. Margmiðlar vaksa fram sum ískoyti - men eisini sum alternativ - til sjónvarp, soleiðis sum vit kenna tad i dag. Internet, CD-ROM og DVD eru kanska teir mest umrøddu. Umsorganin fyri måli og ment- an fer tí at hava eins stóran tydning í margmiðla- sum í fjølmidlahøpi. Sjónvarp Føroya eigur at hava fortreytir fyri at rekja sínar upp- gávur um margmiðlarnar eins væl og gjøgnum sjónvarpssendingar. Hetta c; gongdin í okkara granna- londum. 7.1 Interaktivitetur Margmiðlarnir kunnu sum frálíður skapa eitt tætt sínámillum sam- band millum Sjónvarp Feroya og føroyska hyggjaran. Hetta er tað, sum vanliga verður nevnt inter- aktvitetur. Interaktiviteturin kann gróðraríkt samskifti við skúlarnar og aðrar stovnar - eitt nú við undir- vísing ella ungdómssendingum í huga. Eisini kann hetta samskiftið fevna um fólkaskúlan, m.a. við barnasendingum fyri eygað.