hósdagur 27. november 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 226 - 27. november 2003
Nr. 226 - 27. november 2003
5
Vestuvón er á veg í
Norðsjógvin at royna
eftir upsa. Hetta er
annar túrurin, hann
ger har í heyst
FISKIVINNA
Edvard Joensen
Sørvági: Kvoturnar á van-
ligu leiðunum hjá flakatrol-
aranum Vesturvón eru uppi,
og tí verður roynt at fara
aðrar leiðir.
Vesturvón var herfyri ein
stuttan túr í Norðsjónum,
har teir royndu eftir upsa av
eini felagskvotu, føroyingar
eiga har niðri. Eisini Skála-
berg var har eitt stutt skifti,
men teir rýmdu báðir aftur.
Vesturvón kom til Sørvágs,
men Skálaberg fór í Bar-
entshavið at fiska tað, teir
eiga eftir har eysturi. Vest-
urvón eigur hinvegin einki
eftir í Barentshavinum og
kom tí heim, sigur reiðarin,
Ólavur Petersen.
Tað var lítið at fáa í
Norðsjónum, sigur Ólavur
Petersen. Umframt var eis-
ini eitt sindur ógreitt,
hvussu tað var við hjá-
veiðu, tí talan er um upsa-
kvotu. Hjáveiðuprosentið
er ikki nóg væl fyriskrivað,
heldur hann, so tað kann
vera eitt sindur ivasamt,
hvat ein hevur at halda seg
til. Sagt verður bert, at hjá-
veiðan skal vera so lítil sum
gjørligt. Tað er mest toskur,
sum verður roknaður sm
hjáveiða, tó at onnur fiska-
sløg rímiligt eisini fylgja
við, tá trolað verður. Upsin,
teir fáa í Norðsjónum,
verður skorin til flak um-
borð, eins og gjørt verður
við annan fisk, Vesturvón
fiskar.
Hesin túrurin, Vesturvón
gjørdi í Norðsjónum, vardi
einar tríggjar vikur ella so.
Fiskiskapurin var ov lítil,
og teir høvdu ikki anað at
fara til, so valt varð at fara
til hús at bíða nakrar dagar
fyri at vita, um tað kann
gerast betri seinni.
Ólavur Petersen sigur, at
ætlandi fer Vesturvín avstað
aftur í dag sum ein annan
dag at royna einaferð enn,
um tað fer at bera til at fáa
eitt sindur burtur úr hasi
upsakvotuni, vit eiga í
Norðsjónum.
Hvussu so verður hjá
teimum um jóltíðir, veit
hann enn ikki at siga. Tað
velst um fiskiskapin. Men
at liggja og draga vaðskít í
Norðsjónum á jólum heldur
hann ikki vera nakað at
bjóða fólki kortini.
Um árið, sum nú er kom-
ið væl áleiðis, sigur hann,
at hjá Vesturvón hevur tað
roynst heilt hampiligt. Alt
er fiskað, sum tillutað er,
og einki er keypt av fremm-
andari kvotu. Men tað var
tí, at einki fekst, sigur reið-
arin. Tað bar ikki til at fáa
nakra avtalu við russar um
at keypa kvotu frá teimum í
ár.
Felagið hjá Vesturvón
eigur eisini fýra partrolarar,
sum royna undir Føroyum.
Akranes og Dragasund, og
Vesturleika og Vestursøka.
Hjá teimum hevur fiski-
skapurin verið góður í ár,
letur Ólavur Petersen at.
Men prísirnir hava verið
vánaligir alt árið.
West Freezer kom um
daganrar aftur av
Bankanum við
170.000 pundum,
sum teir høvdu fingið
á tíggju setum. Árið
hevur roynst væl,
letur reiðarin at
FISKIVINNA
Edvard Joensen
Miðvági:
West Freezer
kom mánadagin aftur av
Bankanum
við
umleið
170.000 pundum. Megin-
parturin var toskur. Nakað
var eisini av hýsu, longu og
havtasku.
Tað hevur gingið rímiliga
væl hjá West Freezer í ár,
sigur Thomas Jacob á Løg-
mansbø, reiðari. Teir hava
avreitt fyri einar fýra milli-
ónir av trimum bankatúr-
um, sigur hann. Samanlagt
hevur skipið í ár avreitt fyri
einar 17 milliónir, letur
reiðarin at.
Hendan seinasta banka-
túrin høvdu teir 10 setur,
sigur reiðarin. Eini 120.000
pund munnu vera toskur,
restin er mest hýsa og longa
og so kanska eini 5.000
pund av havtasku, væntar
hann.
Íslandskvotan er fiskað í
ár, og ein bankatúrur ella so
er eftir. Farið veerður aftur
á Bankan beinaveg, men
tað verður helst seinasti
túrurin fyri jól, væntar reið-
arin á West Freezer. Annars
verður tað vanligur fiski-
skapur undir Føroyum, sum
stendur fyri.
Tá skipið kom, frystu teir
umborð. Men tað gekk
einki serligt,og prísurin á
frystum fiski lækkaði so
munandi, at teir góvust
heilt við tí fyri umleið ein-
um ári síðan, sigur Thomas
Jacob á Løgmansbø.
Síðan hava teir bara ísað.
Tað hevur eisini verið lætt-
ari at fingið fólk til styttru
ísfiskartúrarnar, enn tað var
at fáa fók til teir longu
frystitúrarnar, sum vardu
upp í einar seks vikur hvør
túrurin.
Reiðaríið eigur eisini út-
róðrarbátin Presttanga, sum
er smíðaður úr stáli.
Hjá honum hevur ikki
ligið so væl fyri, sigur Tho-
mas Jacob á Løgmansbø, tí
hann hevur verið so ófriða-
ligur.
Stabiliteturin hevur verið
keðiligur, og tað hevur gjørt
bátin sera óarbeiðsligan.
Men nú er hann umbygdur
og hevur fingið stabiliser-
ingstanga umborð eisini, so
nú man fara at hilnast betri,
vænta teir í Miðvági.
Vesturvón í Norðsjónum
West Freezer góðan túr á Bankanum
Vesturvón er á veg í Norðsjógvin at fiska av felags upsakvotu, sum føroyingar eiga har niðri
West Freezer afturkomin av
Bankanum við umleið
170.000 pundum, sum teir
fingu á 10 setum
Mynd: Edvard Joensen
Vilja nema við tað friðhalgaða
Bíblian skal ikki stýra kjakinum
Politisku ungmanna-
feløgini vilja hava eitt
virðiligt kjak um tabu
evnini í føroyska sam-
felagnum. Leygardag-
in skipa tey fyri ráð-
stevnu um rúsdrekka,
porno, fosturtøku og
homoseksualitet á
Læraraskúlanum
TABURÁÐSTEVNA
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Politisku ungmannafeløgini
í Føroyum eru við at ótoln-
ast. Ungmannafeløgini eru
á einum máli um, at mál
sum fosturtøka, rúsdrekka,
samkynd og porno í Føroy-
um hevur uppiborið eitt
virðiligari kjak, og tí gera
tey nakað við málið. Leyg-
ardagin skipa politisku
ungmannafeløgini fyri eini
rættiligari áhugaverdari og
forvitnisligari ráðstevnu í
Læraraskúlahøllini. Undir
heitinum, Tabu-ráðstevnan,
verður alment kjak um rús-
drekka, fosturtøka, homo-
seksualitet og porno í Før-
oyum.
Øll evnini eru sokallað
friðhalgað evni í føroyska
samfelagnum, og politisku
ungmannafeløgini meta, at
stórur tørvur er á einum
kjaki um hesi evni.
– Tað er væl lættari hjá
ungmannafeløgunum
at
kjakast um hesi evni enn
flokkarnir í løgtinginum, tí
teir eru bundnir av sam-
gonguskjali og veljarunum,
og tí er torført at fáa gongd
á kjakið um tabu evnini.
Føroyar eru eftirbátur á
hesum økjum, og vit vóna tí
at birta í eitt kjak, sum eis-
ini kann halda fram eftir
ráðstevnuna, greiðir Ragn-
hild Olsen.
Øll sjónarmið við
Fleiri áhugaverd fólk fara at
hava innlegg um tey ym-
isku tabu evnini í Føroyum.
Landsstýrismaðurin
í
heilsumálum, Bill Justinus-
sen, og stjórin á Rúsdrekka-
sølu Landsins, Dagmar Jo-
ensen, leggja fyri við at
siga sína hugsan um rús-
drekkalóggávuna.
Annað evnið verður fost-
urtøka, har umboð fyri Pro-
Vita og kvinnufelagnum í
Havn siga frá sínum sjónar-
miðjum.
Porno
verður
triðja evnið. Jógvan á
Høvdanum, ið gevur blaðið
Ð út og Elin Reinert
Planck, leiðari á Kvinnu-
húsinum, fara at røða um
porno. Seinasta evnið verð-
ur homoseksualitetur, og
innleggini eiga O.K Olof-
son, prestur, og Sonja Jógv-
ansdóttir, limur í Æla-
boganum.
Stigtakararnir siga, at tað
hevur verið lætt at fáa tey
ymisku fólk at greiða frá
sínum sjónarmiðjum um
tabu evnini. Ungmannafel-
øgini hava lagt seg eftir at
fáa fólk, sum kunnu verða
við til at lýsa evnini frá
báðum síðum. Fólkini, ið
eru vald, verða mett til at
kunna at fáa eitt virðiligt
orðaskifti í gongd um evn-
ini, har møguleiki verður
fyri at hoyra øll sjónarmið á
økjunum.
Fyrireikararnir siga seg
vóna, at fólk møta fjølment
upp, so kjakið verður so
lívligt sum gjørligt. Sagt
verður frá, at ráðstevnan
byrja klokkan 10 leygar-
morgunin í Læraraskúla-
høllini.
Ein av stigtakarunum
til felagið hjá teimum
samkyndu, Sonja
Jógvansdóttir, heldur,
at kjakið um sam-
kynd í Føroyum verð-
ur í alt ov stóran mun
stýrt av grundgeving-
um úr bíbliuni ella
svørtu bókini, sum
hon málber seg.
TABURÁÐSTEVNA
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Kjakið um samkynd í Før-
oyum hevur fingið nýggj
bein at ganga á. Felagið hjá
teimum samkyndu í Føroy-
um, Ælabogin, varð sett á
stovn fyri nøkrum vikum
síðan, og felagið arbeiðir
miðvíst fyri at betra mun-
andi um viðurskiftini hjá
teimum samkyndu í Før-
oyum.
Kjakið um samkyndar
føroyingar hevur higartil
verið merkt av at verða
ullint og dult. Gamaní hava
samkyndir føroyingar, sum
búgva í Danmark, verið í
Føroyum og sagt sína hugs-
an um ringu korini, sum
samkynd hava í Føroyum,
men tað hevur gingið strilt-
ið at fáa føroyingar í Føroy-
um at siga sína hugsan.
Ælabogin ætlar at gera
nakað við ta støðuna, og
leygardagin fáa tey fyri
fyrstu ferð høvi til at greiða
frá sínum sjónarmiðjum í
einum almennum kjaki.
Á tabu-ráðstevnuni hjá
politisku ungmannafeløg-
unum fara presturin, O.K
Olofsson, og Sonja Jógv-
ansdóttir fyri Ælabogan at
siga sína hugsan um støð-
una hjá teimum samkyndu í
Føroyum.
Ein minniluti
Sonja Jógvansdóttir sigur
seg vóna, at kjakið leygar-
dagin verður virðiligt og
gevandi. Hon fegnast um, at
tey samkyndu í Føroyum
fáa høvið at siga sína hugs-
an í einum almennum kjaki.
– Politisku ungmannafel-
øgini í Føroyum eru nógv
meira progressiv og opin,
enn flokkarnir sjálvir. Tað
er tí nógv lættari at kjakast
við ungmannafeløgini, og
vónandi kunnu tey ávirka
flokkarnar til at virða tey
samkyndu í Føroyum, sigur
Sonja Jógvansdóttir.
Hon heldur, at kjakið um
tey samkyndu verður í alt
ov stóran mun stýrt av
bíbliuni ella svørtu bókini,
sum hon kallar hana. Hon
heldur ikki, at tað er rætt, at
kjakið um samkynd í Før-
oyum í 2003 verður stýrt í
so stóran mun av skriftstøð-
um í bíbliuni.
Sonja Jógvansdóttir vón-
ar, at kjakið á ráðstevnuni
leygardagin verður sakligt,
og at fólk hyggja eitt sindur
longur, enn bara at grund-
geva fyri sínum sjónamið-
um út frá bíbliuni
– Í Føroyum er tað ein lít-
il minniluti, sum stýrir øll-
um kjakinum um tey sam-
kyndu. Fjølmiðlarnir hava í
hesum sambandi eina stóra
ábyrgd. Eg haldi ikki, at
fjølmiðlarnir í Føroyum eru
sína uppgávu vaksnir á øk-
inum, tí teir dyrka altíð tað
ekstrema, og tað er ikki
rætt, tí tað gevur eina
skeiva mynd av veruleikan-
um. Tað hevði verið rætti-
liga áhugavert at sæð,
hvussu stóra rúmd hesin
minnilutin í føroyska sam-
felagnum fær í føroysku
fjølmiðlunum, sigur Sonja
Jógvansdóttir.
Góða móttøku
Tað eru góðar tvær vikur,
síðan Ælabogin varð settur
á stovn. Fleiri og fleiri limir
leggjast afturat felagnum,
og talið er nú millum 25-30
skrásettir limir. Sonja sigur,
at Ælabogin hevur fingið
góða móttóku, og stóra
limatalið vísir, at tørvur er
fyri einum felagi fyri sam-
kynd í Føroyum.
– Endamálið við felagn-
um er, at vit kunnu standa
saman og verða hoyrd í før-
oyska samfelagnum. Skulu
vit fáa politikkararnar at
gera nakað við málið, er
neyðugt, at vit hava eitt
felag, sum kann argument-
era við sjónarmiðjunum hjá
teimum samkyndu. Felagið
er eisini eitt slag av hjálpar-
felagsskapi hjá teimum
samkyndu, har tey kunnu
kenna seg trygg, greiðir
Sonja Jógvansdóttir frá.
Skrá
10.00 Kaffi og vælkomin. Orðstýrarin hevur orðið.
10.15 Rúsdrekka
Dagmar Joensen og Bill Justinussen hava hvør sínar 10
min. at leggja fram
Kjak
12.00 Døgurði (Pizza 67)
13.00 Fyribyrging
Umboð frá ProVita og Bergtóra Hanusardóttir frá
Kvinnufelagnum fáa hvør sínar 10. min at lýsa síni
sjónarmið
Kjak
14.15 Kaffi og roykisteðgur
14.30 Porno
Jógvan á Høvdanum, yngri og Elin Reinert Planck,
leiðari av Kvinnuhúsinum fáa hvør sínar 10 min.
Kjak
15.45 Kaffi og roykisteðgur
16.00 Homoseksualitetur
O.K. Olofson og Sonja Jógvansdóttir fáa hvør sínar 10
min.
Kjak
17.15 Ráðstevnan endar.
Eg haldi ikki, at fjølmiðlarnir
í Føroyum eru sína uppgávu
vaksnir á økinum, tí teir
dyrka altíð tað ekstrema, og
tað er ikki rætt, tí tað gevur
eina skeiva mynd av veru-
leikanum, sigur Sonja
Jógvansdóttir
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
5
4