hósdagur 27. november 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 226 - 27. november 2003
Nr. 226 - 27. november 2003
7
Mynd: Fuglø Arkitektar
Jólasølustevnan í KÍ-
høllini í Klaksvík
verður í ár sera fjøl-
broytt við fleiri
nýggjum framsýnar-
um. Eisini verða nógv
tiltøk fyri børn á
skránni, og sunnu-
dagurin verður
familjudagur burtur-
av
SØLUSTEVNA
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Mynd: Norðlýsið
Nú
jólastákið
av
álvara er byrjað, skip-
ar ein bólkur hjá
Klaksvíkar Ítróttar-
felag fyri sermerktari
og hugnaligari sølu-
stevnu í KÍ- høllini.
At sølustevnan í ár
verður sermerkt, sæst
á luttakaralistanum,
sum í mun til undanfarin ár
er nakað broyttur.
Á sølustevnuni í ár, fara
fleiri nýggir handlar sýna
fram, og verður stutt sagt
alt sum hugtekur føroyska
húskið at síggja.
Umframt bilar, teldur,
bøkur, leskidrikkir, undir-
hald, klæðir til hann og
hennara,
fer
fyritøkan,
Ansni, sum tekur sær av
vaktarvirksemi at sýna
fram trygdarskipanir, og
Klaksvíkar Kommuna fer
at kunna um kommunal
viðurskifti.
Øðrvísi enn
undanfarin ár
Nakað sum eisini ger sølu-
stevnuna 2003 sermerkta,
er skipanin við døgunum,
har fríggjakvøld verður ser-
ligt barna- og ungdóms-
kvøld, har luttakarnir og
fyriskiparnir leggja skránna
og tilboðini eftir yngsta
brúkaraskaranum.
Her verður eitt nú Look a
like kapping, undirhald,
mótasýningin við barna- og
ungdómsklæðum.
Eisini
vitja búktalarin og gyklarin
úr Glott & Gleimi.
Leygardagurin og kanska
serliga leygarkvøldið er so
sett av til ung og vaksin,
har
aldursmark
verður
ásett. Hetta kvøld verður
okkurt eyka gjørt fyri at
skapa sermerkta jólahugn-
an, sum øll kenna so væl úr
KÍ- høllini tá sølustevna er.
Av tí at børn ikki alla
tíðina renna runt, fáa tey
vaksnu frið at tosa við
framsýnarar, handilsfólk og
koma hvørjum øðrum við.
Mótasýningin
hetta
kvøld verður skipað sum
Gallasýning, og tónleikur
verður á pallinum, og hvør
veit, um ikki okkurt popp-
lagið frá konsertini við
landaplagunum
verður
framført.
Eisini verður eitthvørt
forvitnisligt at frætta um
100 ára hópin hjá KÍ til
komandi ár.
Hugnaliga KÍ Cafehorn-
ið ferð óivað at gera sítt til
eitt gott ógloymandi kvøld.
Familjudagur
Sunnudagurin verður
skipaður
sum
fa-
miljudagur, har øll
kunnu vitja, uttan
mun til aldur. Finala
verður í Look a like
kappingini, hornjóla-
tónleikur, KÍ- cheer-
leaders
og
hetta
kvøldið fer KÍ at
koma við avdúking-
um í KÍ-tímanum.
Pallskráin er sum altíð
sera forkunnug, har vit
kunnu bjóða "Look a
like"kapping, KÍ- Cheer-
leaders, heimsklassa undir-
hald við Glott & Gleimi,
hugnaligan
horntónleik,
sang og guitarspæl, og
sjálvandi hugtakandi móta-
sýningarnar øll trý kvøld-
ini.
Allar dagarnar fara kend-
ir rithøvundar, at vitja í
høllini og koma har at
signera teirra bókaútgávur.
Gongur sum ætlað,
verður Klaksvíkin í
framtíðini jólamið-
depil í Føroyum
JÓLABÝUR
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Saman við øðrum skapandi
kreftum í Klaksvík, ar-
beiðir felagið IRIS í hesum
døgum, við at gera eina
almenna skrá fyri alt tað,
sum skal henda í býnum í
desember mánaða.
Talan er um eina skrá,
sum bæði skal hýsa hand-
ilsligum, mentanarligum,
ítróttarligum og andaligum
tiltøkum. Meiningin er at
fáa øll tiltøk í eina breiða
og forvitnisliga felagsskrá,
siga fyriskipararnir.
Fólkini aftanfyri IRIS
hava í 12 ár skipað fyri, at
Jólaskipið kemur siglandi
inn eftir Klaksvíkini seinast
í desember.
Í framtíðini er ætlanini at
útbyggja hetta tiltak so-
leiðis, at Jólaskipið bert er
ein partur av øðrum tiltøk-
um.
Ætlanin er at útbyggja
skánna so mikið nógv kom-
andi árini, at Klaksvíkin
um nøkur fá ár, skal gerast
ein jólamiðdepil í Føroy-
um.
Tað er ikki tørvur á
hugskotum, men eyðsæð er
tað, at ikki alt kann fara av
bakkastokki fyrsta árið.
- Í ár gera vit eina skrá,
sum skal útbyggjast so við
og við. Ætlanin er, at fyrstu
jólini eftir at samband er
millum Klaksvíkina og
meginlandið, skal Klaks-
víkin verða ein hugnaligur
og spennandi jólabýur.
Tá skulu vit kunna bjóða
øllum føroyingum góðar
upplivingar og tilboð, siga
fyrirreikararnir í tíðinda-
skrivi.
Endaliga skráin fyri í ár
verður lýst seinast í hesum
mánaðnum.
Jólaskipið fyrr í ár
Øll undanfarin ár er Jóla-
skipið komið á Klaksvíkina
beint upp undir jólaaftan,
men í ár verður tað øðrvísi.
Um alt gongur eftir ætlan
og veðrið verður til vildar,
kemur Jólaskipið longu
fríggjadagin 5. desember.
Ein orsøk til at vit hava
lagt Jólaskipið júst henda
dag, er, at sama dag hevur
Handilsfelagið í Klaksvík
"Open by night", siga fyri-
reikararnir.
Fleiri onnur spennandi
tiltøk verða í desember
frætta vit frá IRIS.
Feløg, handlar og felags-
skapir, ið hava tiltøk, sum
tey halda eiga at koma í
hesa desember jólaskránna,
kunnu venda sær til IRIS á
tlf 456390 ella við at senda
ein teldupost til iris@iris.fo
Millum framsýnarar-
nar á sølustevnuni í
KÍ-høllini í ár, verður
Klaksvíkar Komm-
una, sum fer at kunna
borgararnar um
nakrar av spennandi
verkætlanunum, ið
kommunan arbeiðir
við í løtuni
SØLUSTEVNA
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Klaksvíkar
kommuna
verður við á sølustevnuni,
sum verður í KÍ-høllini um
viskuskiftið.
Hetta er ein roynd hjá
býráðsumsitingini á ein
øðrvísi hátt enn higartil at
kunna
borgararnar
um
virksemi í kommununi.
Millum verkætlanirnar,
sum verða sýndar fram á
básinum hjá kommununi,
verða vegaætlanin, miðbý-
arætlanin, økið kring gamla
Kirkjugarð, ætlanin við
gróttilfarinum úr Norðoya-
tunnlinum, Heilsumiðstøð-
in, Sambýlið á Heygnum,
eldraíbúðirnar undir Kráar-
brekku og umhvørvisætlan.
Eisini verða nøkur høv-
uðstøl úr fíggjarætlan bý-
ráðsins fyri 2004 løgd
fram.
Tað er fyritøkan Vasti,
sum tekur sær av at snið-
geva básin, ið verður mann-
aður av starvsfólki hjá
kommununi.
Klaksvíkin jólamiðdepil
Jólasølustevna í Klaksvík
Klaksvíkar Kommuna á bási
Klaksvíkin er nú av álvara farin undir miðbýarætlanina, sum í mong ár hevur bíðað á
tekniborðinum. Á sølustevnuni í KÍ-høllini um vikuskiftið fáa fólk møguleikan at síggja nakrar
av sepnnandi verkætlanunum, sum í løtuni verður arbeitt við
Skitsa: Fuglø Arkitektar
David Johannesen,
prestur í Miðvági,
hevur givið bók út,
sum hann kallar »Lív
hóast deyða«. Talan er
um eina andaliga bók
við stuttum lestrum
til hvønn dag í
árinum
LESTRARBÓK
Ingi Rasmussen
– Vón mín er, at henda
bókin gevur onkrum eitt
troystarorð at hava við sær
á lívsleiðini. Ætlanin við
henni er, at hon skal lýsa
bíbilska og lutherska præ-
diku, soleiðis sum vit hoyra
hana í kirkjum okkara.
Bókin byggir á kirkjunnar
grund, og vónandi er hon
kirkjufólkinum til hjálpar
og signingar, sigur David
Johannesen, prestur.
David Johannesen, sum
er 54 ára gamal, hevur ver-
ið prestur í Vága presta-
gjaldi síðan 1977. Hann
hevur áður givið fimm yrk-
ingasøvn út og hevur skriv-
að tvær greinir í bókini
»Martin Luther«, sum kom
út í 1991. Nýggja bók han-
sara byggir eisini á Lut-
hersku gudfrøðina. Jesus er
miðdepilin og úr trúnni
spretta lív og kærleiki.
– Henda bókin er um
Harrans orð og lívið, trún-
na og kærleikan. Kristinlív-
ið er ikki bert eitt eiti, men
skal verða livað í kærleika.
Trúgvin
skal
út
í
gerandisdagin at liva! sigur
David Johannesen.
Álmanakkin,
álmanakkin,
álmanakkin... So
gjørdust aftur jól.
Álmanakkin er
útkomin fyri 76. ferð
ÁLMANAKKI
Ingi Rasmussen
Eini jól uttan kava eru vit
so von við. Men eini jól utt-
an Álmannakkan frá H.N.
Jacobsens bókahandli eru
næstan óhugsandi. Og so er
hann enntá hvítur.
Álmannakkin
er
eitt
sikkurt tekin um, at árið er
farið at halla, og í Álmann-
akkanum 2004 er sum
vænt nógv at finna um
nýggja árið. Í fyrsta parti er
sjálvur álmanakkin. Yvirlit
yvir sól- og mánastøður í
árinum og tað, sum vert er
at vita um gongustjørnur
og annað á himmalhválv-
inum í 2004.
Síðan koma nógv nýttu
streymkurvarnar, talvan við
vestfalskyrrindum
og
streymkort saman við lista
yvir motorbátar undir 20
tons. Listin við skipum yvir
20 tons er aftur í ár prýddur
við myndum av skipunum.
Í hesum pørtunum eru sum
vant nógvar aðrar hentar og
dagførdar upplýsingar av
alskyns slagi til sjóvinn-
una.
Av nýggjum í ar eru upp-
lýsingar um MRCC-sjó-
bjargingarstøðina og yvirlit
yvir, hvussu farast skal
fram, tá ið oljudálking
kemur fyri á sjógvi ella
landi.
Tilfarið um landbúnaðin,
alivinnuna og oljuvinnuna
er eisini dagført, og tað eru
nógvu hentu upplýsingarn-
ar aftast í álmanakkanum
sjálvandi eisini.
Føroyski
álmanakkin
2004 er 440 síður, og hann
fæst bæði innbundin og
heftur. Innbundin kostar
Álmanakkin 180 krónur.
Hefta útgávan fæst fyri 130
krónur.
Sætta bindið í rit-
savni Símunar av
Skarði er útkomið. Í
hesum bindinum eru
tveir sjónleikir. Turið
Sigurðardóttir leggur
til rættis og setir
leikirnar í ein bók-
mentaligan og søgu-
ligan samanhang
RITSAVN
Ingi Rasmussen
Símun av Skarði stovnaði
saman
við
Rasmusi
Rasmussen Føroya Fólka-
háskúla. Teimum tørvaði
føroyskt tilfar til undirvís-
ingina, og tí løgdu teir
eisini mangt eftir seg.
Símun av Skarði yrkti
eisini tjóðsangin, og haðani
er tittulin »Streingir, ið
tóna« komin til ritsavn
hansara. Í sætta bindi av
ritsavni Símunar eru tveir
sjónleikir.
Símun av Skarði skrivaði
»Vár« um aldamótið 1900.
Hann kom fyrstu ferð út í
1904, aðru ferð í 1960, tá ið
Sigrið av Skarði gav hann
út á forlagnum Ungu
Føroyum. Hetta er sostatt
triðja útgáva, og hon er
prentað eftir aðru útgávu.
Víkingarnir á Helgo-
landi, sum Henrik Ibsen
skrivaði í 1858, leyk Símun
av Skarði við at týða í
1938. Hann hevði í 1928
týtt fyrsta tátt av leikinum,
sum kom í Varðan tað árið
til 100 ára minningarhátíð
um Ibsen. Sigrið av Skarði
Joensen gav leikin út í 1949
á forlagnum Ungu Før-
oyum. Hetta er onnur út-
gáva av honum.
Triðja bindið í
bókaverkinum
»Løgtingið 150« er
útkomið. Í hesum
bindinum verður
serligur dentur
lagdur á løgtingsval,
valúrslit og leitorð til
øll trý bindini
LØGTINGIÐ 150
Ingi Rasmussen
Bøndurnir høvdu meiriluta
í løgtinginum fyrstu tíðina
eftir 1852, tá løgtingið varð
endurreist. Seinni gerast
keypmenn og aðrir vinnu-
rekandi størsti bólkur í
tinginum, og frá 1952 hava
lærarar sitið í flest ting-
sessum.
Tilsamans hava 64 bønd-
ur, 51 lærarar, 49 keyp-
menn og vinnurekandi og
38 sjómenn sitið á tingi,
sæst millum annað í triðju
bókini um løgtingssøguna,
sum júst er útkomin.
Bókin snýr seg fyrst og
fremst um hagtøl og val-
úrslit. Løgtingið hevur
fingið loyvi frá Svend
Thulesen at brúka tað tilfar,
sum hann er komin til.
Einar Waag gav í 1967 út
bókina »Val og valtøl«, og í
1998 fór Svend Thulesen at
arbeiða víðari við valtølum.
Jóannes Hansen, adjunk-
tur, sum er kendur úr sjón-
varpsstovuni valkvøldini,
hevur tikið sær av at útvega
persónligu atkvøðurnar frá
1940-2002 hjá teimum,
sum vórðu vald, og teim-
um, sum komu inn sum
varamenn. Hann skrivar um
tey persónligu atkvøðu-
tølini, um uppstilling, lista-
atkvøður og persónligar
atkvøður. Um útrokningar
av løgtingsvalinum í 1994.
Og brot úr fyrstu gerða-
bókini í Norðstreymoy.
Finnbogi Ísakson, fyrr-
verandi løgtingsformaður,
hevur skrivað inngangin,
um tingmannatal og val-
rætt, um tingmenn 1852-
2002 og flokkabýti 1906-
2002 væl hjálptur av Pól á
Kletti blaðmanni og um
tingmenn eftir starvi.
Triðja bind í løgtingssøg-
uni kostar 100 krónur.
Tóroddur Poulsen er
aftur á gøtuni við
einum yrkingasavni,
sum er tað nítjanda
síðan Botnfall kom út
í 1984
YRKINGASAVN
Ingi Rasmussen
Føroyameistarin í spei,
men eisini í rámandi
poetiskum myndum, ger
aftur vart við seg.
Soleiðis sigur Mentanar-
grunnur Studentafelagsins
í sambandi við, at tey geva
bók út við yrkingum eftir
Tórodd Poulsen. Yrkinga-
savnið
hevur
heitið
»Svøvnlendingur
rættar
kumpass«.
Eygleiðingar og yrkingar
glíða inn í hvønn annan,
soleiðis at heimurin verður
orð. Ein longsul eftir heim-
býnum fyri norðan hómast
somuleiðis. Orðingar, sum
innihalda sína egnu mót-
søgn, umskiftist við stað-
festingar, at yrkingin ikki
er ein skøkja, sum krógvar
seðlarnar millum bróstini,
um nú skaparin skuldi
kravt sítt.
Tosað verður um hús,
sum einans kasta eystur-
vendan skugga og um
oynna, har eingin vil
búgva, fyrr enn alt er at
fáa. Ungdómsins diskotek
verða havd á máli og
somuleiðis
tey,
sum
gloyma bjargingarvestin
eftur við hús.
Orðaheimurin hjá Tór-
oddi Poulsen er ein uppliv-
ing fyri fólk og fæ.
»Svøvnlendingur rættar
kumpass« er løgd til rættis
og prentað á Hestprent.
Hon er 63 síður og kostar
120 krónur.
Føroy-
meistari
í spei
yrkir
Flest lærarar á tingi
Álma-
nakkin
trúgv-
astur
á jólum
Trúgvin skal út
í gerandisdagin
Fleiri streingir, ið tóna
Jólini eru bókatíð. Umleið 80 prosent av øllum bókum koma út um jóltíðir. Hesar fimm verða umrøddar á síðuni
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
7
6