Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-11-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. november 1997síða 7

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 225 — 25. NOVEMBER 1997 Vordu heiðrað fyri at bjarga tíðindablaðið 7 smádreingi undan at drukna Fýra fólk hava fingið heiðursnál fyri at em. Bartali undan at drukne. Tey eru Mamman, anna, sum situr undir Bartali, Jóannes Østerø og konan, Elinborg. Fremst situr Beinir, sum setti bjargingina ígongd Ein av bjarging- armonnnum var bara trý ára gamal. Hann bar seg óvanliga klókt at eftir aldrinum og bjargaði sostatt lívinum á árs- gamla beiggja sínum, men fleiri onnur høvdu eis- ini ein avgerandi leiklut. AK! BERTHOLDSEN Fyri hálvum ødrum árum síðani skrivaði Sosialurin søguna um, hvussu árs gamli, Bartal Evaldsson, úr Vági, í allar evstu løtu varð bjargaður undan tí vissa deyða Hann var dottin av einum bakka í ein hyl og var lív- leysur, tá ið hann var fingin uppaftur Men takkað verið einum sjáldsomum samstarvi í millum fýra fólk. og eina ótrúliga rød av samanfall andi, hepnum umstødum varð hann bjargaður í evstu løtu Og nú um vikuskiftid fingu tey fýra fólkini, sum bjargaðu Bartali, heiðursnál fyri tað bragd tey gjørdi Tann yngsti bjargingar maðurin var Beinir, trý ára gamli stóribeiggi Bartal, sum setti alt bjargingarar- beiði ígongd Tað er Leif Erik Niclasen, gullsmiðjur á Argjum, ið fyri nøkrum árum síðani gjørdi eina heiðursnál, sum um fýra fólkunum, sum bjargaði Beiniri, heiðursnál Rann eftir hjálp Tað var ein góðveðursdag síðsta vár, at eitt ára gamli Bartal datt niður av áar- bakkanum í ein hyl, ein dag- Beinir Eveldsson var bara trý år, tá ið óhappið hendi. Hann bar seg klókt at eftir aldrinum og rann eftir hjálp, heldur enn at blíva bangin og renna heim hann hevur latið fólkið, sum hava útint eitthvert bragd fyri at bjarga ødrum úr vanda Síðsta vikuskiftid var hann á jólasslustevnu í vági og nýtti høvi, nú hann var komin til Vágs, at lata teim in hann var farin at finna ommuna saman við beiggj anum og mammuni Teir báðir, Bartal og Bein ir stjólu seg yvir til eina á at spæla, tá ið óhappið hendi Beinir hoyrdi tjumsið men helt, at tað var ein steinur, sum var farin í hyl in Táið hann vendi sær við, sá hann, at ársgamli beiggin lá lá og fleyt í hylinum Men heldur enn at renna heim, ella at blíva bangin og krógva seg, sum hevði verið tað púra náttúrliga hjá emum trý ára gomlum at gjørt, rann Beinir ístaðin inn til Jóannes Østerø, sum búði í nærmastu húsunum, eftir hjálpt Eftir hesa løtu var tað ein ótrúlig rød av samanfallandi hepnum umstødum, sum gjørdi, at Bartal varð bjarg aður Uthurðin hjá Jóannesi var vanliga so trek, at tað gekk illa hjá hálvvaksnu dóttir hansara at fáa hana upp. Men bara hesu einu ferðina, Beinir kom eftir hjálp, gekk hon sum á væl smurdum hongslum Elinborg, kona Jóannes hevði sent Jóannes at keypa margarin, tí stóð hann í gongini, í skóm, klárur at fara Var Beinir hinvegin komin eina lítla løtu seinni, var hann farin Jóannes leyp í hylin eftir Bartali har hann lá og fleyt, fram eftir rommum, lívleysur og bláur, og fekk hann upp á turt — Jóannes vitsti einki um fyrstuhjálp. Men tilvildin vildi tað so, at Jóannes syngur í kórið og hevði tí lært okkurt smávegis um andadrátt. Tí vitsti hann, hvat tað var, sum stýrdi and- adráttinum og legði seg so- statt at trýsta inn á flatbróst- ið. Tað hjálpti, tí vatnið tók at renna úr honum Imeðan var Elinborg kona Jóannes, runnin eftir mammu Bartali Hon er tannteknikari og dugir fyrstuhjålp, tí tað he vur hon lært í skúlanum Hon trýstið á búkin at fáa vatnið úr honum. Og táið hon skuldi gera seg til at geva honum hjartamassasju og andahjálp fór vatnið at renna úr honum, og lív kom spakiliga í hann aftur Og táið læknin fáar min uttir seinni kom til, var Bartal púra klárur aftur Í samrødu við Sosialin tá, segði læknin, Oli Bech, at tað hevði verið ónatúrliga tætt við Eftir tí hann fekk at vita, hevði ongin bjarging verið, hevði trý ára gamli Beinir ikki verið skilag6dur, at hann rann inn í nærmastu hús, heldur enn at renna heim Ein at tendra ljós Leif Erik Niclasen sigur, at hann gjørdi heiðursnálina, ti hann helt, at tad var ov galið, at vit hava onki før yskt heidurstekin til tey sum hjálpa ødrum úr neyð 120, sum beinleiðis gjørði útslagið, varð bragdið hjá tvøramanninum, Finn Terja Samuelsen, táið hann kav- aði á botn í byrgingini í Eið- isvatni eftir einum Gvita sum var dottin útav og var farin til botns, og bjargaði honum Tá fekk hann heiður stekin frá einum donskum vikublað, sigur Leif Erik Niclasen Men hann fekk onki úr Føroyum Hann heldur tað vera on galið, at ein siglandi tjóð sum livur so tætt at havinum og nåtturini, ikki hevur eitt alment heiðurstekin til tey sum hjálpa ødrum úr neyð Tað hava øll onnur, og hvussu ofta hava vit ikki sæð føroyingar fáa heiður stekin frá útlendingum fyri ymisk bjargingarbrøgd Men úr Føroyum fáa teir onki Meiri enn nakar annar áttu føroyingar at vita, hvussu fjålgt tad er at fåa eina hjålpandi hond f eini neydstødu Tí gjørdi hann hesa heið ursnálina sum eina sym bolska viðurkenning og tøkk til tey, sum rætta fólki í neyð eina hjálpandi hond Nálin ímyndar eitt ljós við eini glæmu rundanum Tað er ein gleði at kunna tendra eitt ljós. Ert tú deyður, kanst tú ikki tendra eitt ljós. Og tendra onnur ljós fyri tær, er tað ti at tey syrgja Síðani hann fór at lata nálirnar, hevur hann latið nakrar nálir hvort ár. okkurt ár upp í 10 nálir Tad eru tvær nålir ein lítil og ein stór Men støddin á nálini hes ur onki við støddina á hjálp ini at gera Tey, sum fáa tað lítlu nål ina, fáa hana tí at tey vóru yngri enn 14 ár, tá ið tey bjargaðu einum neydstødd um Leif Erik Niclasen heitir á fólk, sum kenna fólk, sum hava uppiborið eina nál, um at siga sær frá Tí tey, sum hava fingið nálirnar, eru tey, hann hevur frætt um, meiri og minni av tilvild, og tað er avgjørt ikki ætlanin at seta nakran eftir Programmteknikari Starv sum programmteknikari er leyst at søkja, í sambandi við, at ein av okk- ara teknikarum fer í annað starv. Arbeidsuppgåvurnar hjá programmtekn- ikarunum fevna um sendivaktir, studio- upptøkur, konsertupptøkur o.t., og seyming av sendingum bæði á analog- ari og digitalari útgerð. Tann, ið verður settur, skal hava gott innlit í ljóðteknikk og praktiskar royndir við ljóðarbeiði. Góður kunnleiki um EDV er ein fyritreyt. Tað er ein fyrimunur, um ein hevur arbeitt við ljóði á teldu. Viðkomandi má kunna arbeiða undir tíðartrýsti, og dentur verður lagdur á, at viðkomandi er fryntligur og hevur góð samstarvsevnir. Arbeiðstíðin er skipað við skiftandi ar- beiðstíðum. Starvið er lønt eftir sáttmála millum Før- oya Landsstýri og Starvsmannafelagið. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hans Andor Johanne- sen, tekniskan leiðara. Umsóknir skulu vera útvarpinum í hendi í seinasta lagi mánadagin 8. desember 1997. | „Á Útvarp Foroya - Postboks 328 110 Tórshavn