Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-11-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. november 1997síða 13

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

søsialurin. box 76. 110 tórshavn, tel 11820, fax 14720 e-mail til ítróttin: eydun G sosialurin.fo Fótbóltur: Italskt ítróttarblað vil vera við, at ítalska 1. deildarliðið Bari er áhugað í at keypa Toda Jónsson frá FCK Sambært italskum ítróttardag blaði er møguleiki fyri, at før oyski álopsspælarin Todi Jóns son fer at spæla við ítalska | deildarfelagnum Bar Corriere Dello Sport vil vera við, at italska felagið hevur fing ið eyga á føroyska álopsspæl aran, og er áhugað í at keypa hann frá FCK. Í leygardagsút gávuni hava teir sett føroyska landsliðsspælaran á forsíðuna undir yvirskriftini: Danski Man cini kemur til Bari, og her verður sipað til Toda Jónsson Tað er eingin loyna, at italsku blødini ofta spenna tíðindbogan høgt, men tað slepst heldur ikki undan. at navnið hjá Toda Jóns syni nú er farið at runga í italsku fjølmidlunum eisini. Um tað so eru avrikini á landsliðnum, sum hava fingið itahumenn varugar við Toda Jónsson, ella tað er hansara spæl fyri FCK, kunnu vit bara gita um Vit royndu í gjár at fáa fatur á hevuðspersóninum sjálvum, Toda Jónssyni, men hann var á veg til Lanzarote, har hann og liðfelagarnir í FCK fara at halda frí í nakrar dagar. Tað bar heldur ikki til, at fáa fatur á ítróttar stjóranum í FCK, Poul Erik Pet ersen, fyri at vita, um felagið kennir nakað til talsku fjølmiðlunum Todi Jónsson er í Ístuni sátt málabundin í FCK, men tað er vanligt, at tey ríku feløgini í Europa gjarna vilja brúka nógvar pengar, fyri at keypa spælarar søgurnar I r — Føroyskir svimjarar betri enn teir halda Les sidurnar 14 & 15 leysar av sáttmálum, og er nakað um søguna í Corriere Dello Sport, er Bari, sum spælir í frem stu ítalsku deildini, til reiðar at gjalda nógvar milliónir fyri at fáa hendur á føroyska álopsspælar anum ek/jh Ítalskir fjølmiðlar vilja vera við, at bari er áhugað í at keypa Toda Jónsson Sáttmálarnir týdningarmesta málið hjá FSF í fimtan ár Fótbóltur: Torleif nøgdur við fundin hann skilir ikki, hví Sigurðson er væl leygardagin, men tað eru feløg, sum ikki ynskja at vera við til at stinga út í kortið, hvussu føroyskur fótbóltspoli- tikkurin skal vera í framtíðini Vit høvdu ein ógvuliga gevandi fund. Vit løgdu fyri klokkan tíggju, og burtur sæð frá hálvum tíma døg urðasteðgi hildu vit á til klokkan fýra seinnapartin Hýrurin var góður, og upp leggini, samrødurnar og nidurstødurnar vóru av so vornum slagi, at hetta er gott grundarlag at fyrireika aðalfundin hjá FSF, sum verður síðst í januar, uppá Hetta segði Torleif Sig urðsson, formaður í FSF, eftir at fótbóltsfelagini leyg ardagin hittust í høvuds- staðnum at eftirmeta farna kappingarárið og at tosa um framtíðina Týdningarmiklasti spurningurin Tad er eingin loyna, at spurningurin um pengar og sáttmálar ímillum feløgin og spælararnar er vorðin brandaktuellur. I fleiri ár hevur tað verið soleiðis, at nøkur feløg hava verið før fyri at bjóða spælarum fyri munir av ymsum slagi, um teir valdu at spæla fyri teirra felag. Og nú eru fleir mán aðir síðani, at vit skrivaðu at telvingin um FM heitið í 1998 var langt síðani byrj- að, og harvið sipaðu vit til, at feløgini gera nógv fyrr at styrkja um fólkagrundarlag- ið Sáttmálarnir vóru høv uðsmálið á fundinum leyg- ardagin, og Torleif Sigurðs- son heldur, at hesin spurn ingurin er ein hin tydning armiklasti, sum feløgini og FSF hava havt á borðinum tey meiri enn fimtan árini, hann hevur sitid við róðrið i FSI Ti skilji eg ikki, at onk ur av feløgunum ikki vóru umboðað á fundinum, og at onnur feløg ikki vóru um boðað av teimum, sum sita í felagsleiðslunum. Hesir áttu at:verið áhugaðir Í at mynda framtíðina hjá før yskum fótbólti, men vit mugu bara staðfesta, at teir vóru ikki har, sum framtíðin varð umrødd, staðfestir FST formaðurin. Hann sipar m.a. til, at TB ikki var um boðað á fundinum, og at hægstu ábyrgdarpersónarnir í báðum teimum stóru havn arfeløgunum vóru íkki á fundinum Nógv at taka stødu til Viðgerðin av sáttmála spurninginum vísti, at tað eru nógv viðurskifti, sum skulu fáast uppá pláss. Í fyrstu atløgu ræður um at fáa málið lýst frá so nógv- um síðum, sum tað ber til, áðrenn endaligu orðingar- nar verða gjørdar. Feløgini vilja hava viðurskiftini uppá pláss sum skjótast, og FSF formaðurin heldur, at tað fer at bera til at fáa eitt uppskot greitt til aðalfundin, sum verður síðst í januar Menningin gongur so skjótt, at tað er neyðugt at fáa hesi vidurskiftini skip að. Vit arbeiða víðari við spurninginum, og tað kann gott vera, at tað hevði verið skilagott, um vit í FSF bjóð aðu formonnunum í feløg unum til ein fund bara at viðgera henda spurningin áðrenn spurningurin verður lagdur fyri aðalfundin, sigur FSF formaðurin Innihaldið Millum mongu spurningar nar, sum stóða skal takast til í sambandi við sáttmál arnar eru, um allir spælar arnir skulu hava sáttmála, hvussu spælararnir skulu bindast, og nær teir eru leys ir av sáttmálunum, og hvussu fíggjarligu viður- skiftini skulu vera ímillum tvey feløg, um ein spælari verdur seldur vidari til eitt útlendskt felag stutt eftir, at hann er fluttur úr einum før- oyskum felag og í eitt ann- að Um sáttmálarnir skulu hava nakað virði, so skulu teir góðkennast av Fótbólts sambandinum, og skulu vit góðkenna sáttmálarnar, so mugu vit sjálvsagt vita, hvat tað er, sum vit siga er í lagi Ein spurningur er, um FSI skal vita, hvørjar upphædd irnar eru i såttmålunum, og um aðrir ágóðar enn løn eru knýttir at sáttmálunum. Her verður t.d. hugsað um íbúð ir, bilar og ferðaútreiðslur Okkara fatan er, at feløgini eru áhugaði í einari gene rellari avtalu, og at tað ikki verður ov nógv upplýst um einstakar lutir í sáttmálun um, men sum alt annað, so er hetta ikki liðugt vidgjørt, sigur Torleif Sigurðsson Rættindini Fyri nøkrum vikum síðani boðaði nevndin í HB frå, at teir hava gjørt av at leggja uppskot fyri aðalfundin hjá felagnum, sum verður í komandi viku, um at leggja raksturin av besta liðnum í eitt partafelag — Hetta er eitt stórt stig, og sjálvsagt er FSF áhugað í, at viðurskiftini í hesum sambandi eru púra greið Tað må vera púra greitt, hvør tann juridiski persón urin er, sum eigur rættin til plássið í bestu deildini. Um eitt felag fer av knóranum so er eingin ivi um, at tað missir rættin til plássið í bestu deildini og skal byrja um aftur í 4. deild, vísir Tor leif Sigurðsson á Broyttur hugburður Tað hevur verið víst á, at FSF og Torleif Sigurðsson hava ligið omaná sáttmála spurninginum seinastu fimm árini, men FSF for maðurin hevur eina frá- greiðing at verja seg við Vit í FSF hava staðfest, at feløgini hava skift hug- burð hesum viðvíkjandi. Vit tóku spurningin fram fyri nøkrum árum síðani, men tá var tað heilt týðuligt, at feløgini vóru ikki áhugað i, at vit blandaðu okkum uppí viðurskiftini ímilum tey og spælararnar. Eg plaga at sit- era mín góða vin, Haldgrím Gregersen, formann í GI, fyri at siga, at tað sum gong- ur fyri seg innanfyri bøgard- arnar í Gøtu, tað skal FSF halda fingrarnar langt burt- ur frá. Feløgini hava ikki henda hugburðin longur, og tað hava vit tikid til eftir tektar jh