Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-11-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. november 1997síða 18

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 225 - 25. NOVEMBER 1997 tíðindablaðið | 19 reisti seg. Knappliga lógu vit bæði og tvey onnur í ánni, men áðrenn vit fataðu tað heilt vóru vit togað upp aftur í bátin Aðrenn vit fóru, hevði guidin greitt okkum frá, hvussu vit skuldu gera tá vit duttu útí, men tað høvdu vit als ikki tíð til at hugsa um Vit vóru í ánni, og so vóru vit uppi í bátinum aftur! Tað var rættiliga skelkandi at uppliva. men aftaná vóru vit oll samd í, at tað var hædd arpunktið á túnnum Nationalparkin í Nepal, Chitwan Eftir hetta vøru vit í dagar í tí størstu national parkini í Nepal. Chitwan (ver Har liva øll møgulig sløg av djórum kend sum ókend. Vit sóu nú ikki so teimum. men tað var tó nóg spennandi fyri okkum. Vit sóu tvær kroko dillur meðan vit róðu í kano og lå Vit VOru IM I i nogy að mglun Ta0 var ein í so spennandi løta Vit komu gangandi eftir gøtuni, tå guidin knappliga bidur okkum Hann lurtar eina letu, og vinkar so til okkum um at bakka skjótt! Vit vístu ikki. um vit skuldu renna av hundanum til. ella um hetta kanska var vanligt fyri at gera tað spennandi fyri ferðafólk Vit bíðaðu so eina letu. og so bað hann okkum koma frameftir aftur. Hann peik aði inn millum trøini og runnarnar, og har sóu vit í afturpartin á einum nasa horni. Seinni fingu vit at vita, at tað var sera sjáld samt at síggja nasahorn. tå tú vart til gongu, og at tey kundu vera vandamikil. Á gongutúrinum sóu vit eisini frísk fótaspor av einum ógvuliga stórum tikara Hondin hjá John passaði lættliga flott niður í tey hittu vit ertt nasahorn tiga Ferðin niðan á Sarangao-fjallið Eftir tårin í Chitwan fóru vit víðari til tann næststørsta byin, Pokhara. Hesin býur liggur eitt sindur vestari enn Katmandu. og tað er her at allir „trekkarar“ halda til Tað eru teir. ið dáma at ganga í fjøllunum eftir teim um smáu gøtunum. Orsøkin til hetta er um høgu fjøllunum liggja í námind av býnum. so hann verður tað 'nåtturliga byrj unarstaðið“. Vit hildu okk sterk til at at nogv av teim ikki vera nog i víti komur uppatit I Hetta høvdu i upplivilst Vit høvdu ersim hoyrt. at:tað skuldi taka um! niðan eftir it hovrt var eitt sål 4 tímar at ganga vegnum. og vit bóðu so ein taxabil koyra okkum til har hesin vegur byrjaði. Hann flenti at okkum. tá vit fóru av, og helt okkum vera ør at vilja ganga niðan. Tá vit høvdu gingið eina lítla lotu, róptu tveir drongir úr einum træi á okkum. Teir peikaðu okkum á eina getu, ið gekk nidan frá vegnum, og søgdu at vit skuldu ganga tann vegin. Annars hildu teir eisini, at John hevdi so sera vakurt hár. (Hann hevåi júst trimmad sær, og líktist ongum!') Eitt lítið sindur seinni hittu vit ein ungan drong, ið bjóðaði sær til at vísa okkum allan vegin niðan. Vit tóku av, tíbetur Tað vísti seg, at gøt-an var so kringlut og løgin gjøgnum tun og veltur hjå fólki - at vit høvdu aldrin í verðini funnið sjálvi Hendavegin skuldi tað taka okkum uml. 2 tímar. og hetta var eisini nógv strævn ari. Bratt og ringt at ganga So tungt, at Halla í roynd og veru misti ondina eima ferð. Tað tók eitt sindur av sjarmuni við túnnum. Vit hvíldu okkum so við jøvn um - og títtum - millumbili og tá prátaðu vit eitt sindur við guidina um ymiskt Eisini hann hevði onkra viðmerking til hárið hjá John: tað tyktist sum um hann herði viljað sagt tað allatíðina. men hevði ikki torað. Tá vit so bara flentu tordi hann eisini at flenna og tað so hjartaliga! Tætt við endan á gøtuni vórðu vit aftur steðgað av einum manni. ið spurdi, um John var boksari! Um ikki annað so fær hann gjørt vart við seg nú! A Sarangao-fjallinum Komin upp á toppin tók tað langa tíð. áðrenn vit orkaðu at flyta okkum. Vit høvdu eisini fingið at vita, at gistingarhúsini har uppi vóru serstakliga bílig, og hetta passaði eisini. Vit fingu eitt kamar fyri 12.-. men tað var eisini ússaligt Dýnan var ikki vaskað í år, men sjálvt um hon luktaði og var skitin, so kom hon væl við, tí hon var sera tjúkk. Vit hava sleipað eina rúgvu av heitum klæðum við, tí tað skuldi vera kalt í Nepal. men tá vit so fyri fyrstu - og einastu - ferð høvdu brúk fyri teimum, høvdu vit gloymt tey! Tá sólin so fór niður. gjørdist tað ísakalt. so har var onki at gera uttan at krúpa undir dýnuna. Næsta dagin fón Vit upp kl.5.30, og bein leiðis niðan á sjálvan topp n Hareret pallur hvedur høgu trømn ge har setti okkum so bíða. Himn un lu u ; < illur I I 1 h klødd or arti } flest millu GOOO I SØG) m Kýrnar hava góðar dagar í Nepal høg. Knappliga náddu tær fyrstu sólstrálurnar fjalla tindin á teimum hægstu og so við og við sníktu tær seg niður móti skógarmarkin um Himmalin gjørdist reyðari. og við eitt kom ein lýsandi appilsingulur blettur til sjóndar handan eitt fjall Tá gekk tað skjótt - eitt tvey, try. so stóð sólin øll sum hon var á himni. Vit kendu tað, sum um vit høvdu verið vitni til skap mina av fyrsta degi. Tað var ein løgin/g6d kensla at síggja hetta undrið. ið tað veruliga er. (Sjálvt um tað hendir hvønn einasta dag!) Túrurin oman aftur var munandi lættari. sjálvt um beinini vóru eitt sindur eym frá degnum fyri Stórt fåtækdømi Pokhara býur er nógv meira merktur av ferðafólki enn Katmandu. Hetta kemst kanska av, at tey eru meira miðsavnað í Pokhara, og meira spjadd í Katmandu Felags fyri báðar er, at tað eru åvis stød, har tú ikki sær ferðafólk nakrantíð. Hesum stóðum hava vit gingið eitt sindur runt i. nú vit eru komin aftur til Katmandu og fátækradómið er sjónskt. Húsini eru í nngum standi. og tey flestu hava ongantíð havt rútar í vind eygunum. Tá hugsað verður um, at her gerst rættiliga kalt um veturin, er tað ikki stuttligt at ímynda sær. Vit verið inni hjá einum huski: tað var við tí dronginum. ið vísti okkum Mondey-templið. Hann tví helt um. at vit skuldu koma við og fáa ein kopp av sitrónte, og vit vildu sjálvandi fegin. At vit so fingu cola ístaðin, gjørdi minni. Vit mettu „íbúðina“ at vera uml. 20-25 kvm. Har vóru ein dupultsong og ein vanlig song, og so eitt spild- urnytt og stórt sjónvarp Nakrar hillar á vegginum, og aftan fyri eitt teppi, køk- urin. Eitt borð við ymiskum húsarhaldsverum á. Inni í hesum lítlu rúmum búðu tey séra hava ersini so øll. seks fólk! Vit vóru heilt ovfarin. men tað er í løtum, at tú skilir hvussu gott vit hava tad har heima. og vit vóru takksom. Síðani visti tað pápin seldi ymisk prýði. ið tey vildu hava okk um til at keypa. Sjálvandi! sovorðnum seg. al Nýggjárið Í hesum døgum halda Newararnir - meiðlutin av íbúgvunum í Kat-mandu nýggjár. Någreini-liga ár 1118' Tað er ein festivalur ið varir í 5 dagar, og hvønn einasta dag biðja tey til okkurt ávíst. Tað verður ov rúgvusmikið at greiða frá her, men tað vit leggja mest merki til, er tann hugtakandi veitslu-dámurin, ið er yvir býnum. Um sammetast skal við okkara umhvørvi, so kann ein ímynda sær jól. nýggjár og føstulåvint alt í einum. Tú hoyrir buldur og brak dag og nátt, og børnini halda tað vera ógvuliga stuttligt at kasta kinesarar beint aftan fyri okkum, tá Nepal er eitt sera forvitnisligt land fyri útlendingar vit ganga eftir gøtuni Nógv er eftir at greiða frá um okkara 'upplivilsit Nepal. men okkurt má vera eftir at fortelja. tá vit koma heimaftur. Sum nú er fara vit at siga takk fyri okkun her úr Katmandum, og ong in ivi kann vera um, hava tað gott Vit vóna tað sama fyri tykkum oll har heima. Um nakrar dagar fara vit víðari til Thailand hetta hoyra tit um næstu ferð!“ at vit Halla & John