hósdagur 27. november 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 226 - 27. november 2003
Nr. 226 - 27. november 2003
23
urbryggjuni heilt avgjørt
eitt av hæddarpunktunum,
sigur hon.
- Øll eru í góðum lag,
hóast nógv er at gera – tað
er stuttligt at vera við til at
byggja nakað nýtt og
spenanndi upp – serliga
saman við øðrum tjóðum –
og so eru so vakrar um-
støður, at tað eisini ávirkar
lagið.
Á Norðurbryggjuni hev-
ur samstarvið longu styrkt
norðurlendska samleikan:
- Vit hittast jú her hvønn
dag, eta saman í matstov-
uni, skulu halda jólaborð-
hald saman og so framvegis
– og vit kenna tað longu,
sum eru vit ein eind, sigur
Brynhild Djurhuus.
Føroyingar halda til á
fjórðu hædd í pakkhúsun-
um. Og sum føroyingur veit
ein, nær ein er ‘heima’. Tú
kennir teg aftur beinanveg-
in, tí málningar við kendum
motivum av kendum før-
oyskum listafólki hanga
alla staðni – rúmini eru
skild at við tunnum glas-
veggum, og tað fær 1000
fermetra gólvið at tykjast
stórt og opið. Umframt
sendistovu og ferðaráð er
pláss til vinnu, vísind og
mentan. Formula, Atlantic
Airways og Føroya Tele eru
nakrar av føroysku fyri-
tøkunum, ið hava leigað
høli her. Ein partur er
leigaður út til altjóða fe-
lagsskapir og nakrar skriv-
stovur verða leigaðar út
soleiðis, at tú einans skal
gjalda fyri tíðina, tú brúkar
skrivstovuna.
Á triðju hædd er Grøn-
lendska Sendistovan og
Íslendska Sendistovan er á
aðru hædd. Fimta hædd
verður nýtt til ráðstevnur
og annað.
Minniligur 30-ára
dagur
Sum krúnan á verkinum hjá
einum manni, ið hevur
arbeitt støðugt við at fremja
sambandið millum føroyar
og umheimin í nógv ár,
letur Norðurbryggjan upp
júst 30 ár eftir Tryggvi Jo-
hansen byrjaði í starvinum
sum umboðsmaður fyri
Føroyar í Keypmannahavn
og grundlegði Føroysku
Viðskiftastovuna.
Upprunaliga var enda-
málið við Viðskiftastovuni
at hjálpa føroyskum fyri-
tøkum inn á altjóða markn-
aðin, og at takast við inn-
og útflutning, umframt at
knýta bond við onnur lond.
Tryggvi Johansen ferðaðist
nógv og kannaði møguleik-
arnir hjá føroyskum fyri-
tøkum á altjóða markn-
aðinum. Í dag eru flestu
fyritøkur í Føroyum sjálvar
førar fyri at gera hetta
arbeiði. At samstarva við
donsku fyrisitingina hevur
eisini verið ein størri partur
av uppgávuni hjá Við-
skiftastovuni, enn tað er i
dag, millum annað av tí at
landsstýrið hevur yvirtikið
nærum øll málsøkini.
Føroya Landsstýri hevur
avgjørt at Viðskiftastovan
skal eita Sendistova Føroya
framyvir. Munurin er, at ein
viðskiftastova arbeiðir við
meiri vinnuligum uppgáv-
um, har ein sendistova er
meiri neutral og tað er
heldur mentan enn vinnu,
sum arbeitt verður við,
sigur Tryggvi Johansen.
Uppgávurnar broyttar
Uppgávurnar hjá Viðskifta-
stovuni, nú Sendistovu
Føroya, eru nógv broyttar
tey 30 árini, ið Tryggvi
Johansen hevur virkað sum
umboðsmaður fyri Føroyar.
Upplýsing og umboðan er
Norðurlendska
mentunarhúsið í
Keypmannahavn,
Norðurbryggjan, fer
at gera Føroyar
sjónligari bæði í
Danmark og í altjóða
høpi, sigur føroyski
sendimaðurin í
Keypmannahavn,
Tryggvi Johansen
NORÐURBRYGGJAN
Marjun Dalsgaard
Myndir: Bárður Eklund
Uttan fyri eina av mongu
dyrnum til 6000 fermetra
stóra pakkhúsið á Den
Grønlandske Handels Plads
í Keypmannahavn peikar
stabbagrót úr Froðba upp í
loft og sýnir, at føroyingar
eru í nánd.
Gamla handilsplássið er
ikki valt sum norðurlendsk-
ur mentunarmiðdepil av
tilvild. Her hava bæði før-
oyingar, grønlendingar, ís-
lendingar og danir gingið
um beinini á hvørjum øðr-
um fyri fleri hundrað árum
síðani í handli við fiski og
hvali – og søgan fær nú nýtt
lív í pakkhúsunum fra
1763.
Beint yvir av liggur væl-
umtókta
caféin
"Luft-
kastellet". Her kanst tú sóla
tær og fáa sand millum
tærnar um summarið, og
júst hetta umráðið er sera
væl vitjað summarhálvuna.
Men í skýmingini hendan
seinnapartin í november
evjast sandur og hyljar
saman í regninum, og ikki
eitt menniskja er at síggja.
Staðið minnur mest um eitt
byggipláss. Tað er ilt at
ímynda sær, at drotningin
skal spáka her um nakrar
dagar.
Inni í Norðurbryggjuni er
tó meiri lív í. Ein dámur av
stoltleika og spenningi er at
finna millum starvsfólkið,
ið rokast við at gera alt
klárt til vígsluna av ment-
unarhúsunum, sum verður
27. november. Her eru ný-
kálkaðir múrar, tjúkkir
bjálkar og litfagrir máln-
ingar. Frá glugganum sært
tú yvir á Bornholmara-
ferjuna, nýggja operahúsið
og á bryggjuni yvirav
blinkandi ljósini í Nyhavn.
Norðurbryggjan er ein
góð blanding af ráðum
pakkhúsi, glasi og list. Her
blandast felags søgan hjá
dønum, føroyingum, ís-
lendingum og grønlend-
ingum saman við okkara
nútíðar felagsáhugamálum
og vendir sær í móti fram-
tíðini – har Útnorður er góð
marknaðarføring.
Styrkja norður-
lendska samleikan
Tryggvi Johansen hevur
drúgvar royndir sum før-
oyskur umboðsmaður, og
hann er sannførdur um, at
Norðurbryggjan fer at gera
Føroyar sjónligari bæði í
Danmark og í altjóða høpi.
- Norðurbryggjan er ein
verkætlan, ið dyrkar tann
norðurlendska samleikan,
og høvuðsendamálið er at
markera okkum betur – at
skapa eina synergi-effekt
gjøgnum
norðurlendska
felagsskapin,
greiðir
Tryggvi Johansen, føroysk-
ur sendimaður í Keyp-
mannahavn frá.
- Við at styrkja norður-
lendska felagsskapin og
samstarvið millum londini í
Útnorði, kunnu vit skapa
møguleikar, sum vit aldrin
kunnu fáa einsamøll, sigur
hann. Eitt dømi uppá eina
synergi-effekt, sum sam-
starvið skapar, er sjálv
vígslan av Norðurbryggj-
uni. Umtalan sum tiltakið
fær – og harvið eisini Ís-
land, Føroyar og Grønland
– er góð marknaðarføring,
og Føroyar høvdu neyvan
fingið so nógva umtalu í
samband við nakra verk-
ætlan, sum vit gjørdu einsa-
møll, sigur Tryggvi Jo-
hansen.
- Vit eru smáar tjóðir,
men saman verða vit størri
og sjónligari, og vit hava
nógv størri gjøgnumslags-
kraft, enn vit hava hvør sær,
sigur hann og leggur aftrat,
at vit eiga at dyrka hendan
norðurlendska samleikan.
- Sum ein eind rúmar
Útnorður stórt ríkidømi og
fjølbroytta og serliga ment-
an – hetta er eitt spennandi
øki, sum hevur stóran
áhuga millum fólk, og Før-
oyar verða nógv sjónligari
sum partur av hesi eind,
sigur Tryggvi Johansen.
Hann heldur, at serliga
Føroyar fáa ágóðan av hin-
um báðum størru londun-
um.
- Føroyar eru minst sjón-
liga av hesum trimum
londunum, men nú vit eru í
sama húsi, fara at fólk, sum
vitja Ísland ella Grønland
eisini at hyggja inn á gólvið
hjá føroyingum, tá tey eru
her alíkavæl, sigur hann.
Felags søgu
Spurdur hvat tað er, sum vit
hava felags við Grønland
og Ísland, sum vit ikki hava
við onnur norðanlond, svar-
ar Tryggvi Johansen:
- Føroyingar líkjast nokk
meira íslendingum enn
grønlendingum í so máta –
tað er stórur munur á arkt-
iskari og norðurlendskari
mentan, men vit hava eina
søgu saman, og á tann hátt
hava vit nógv felags. Hann
leggur dent á, at í samband
við fiskiskapin til dømis,
hava føroyingar havt nógv
við Grønland og Ísland at
gera, og serliga í nýggjari
tíð hevur gott samstarv
verið millum londini
- Vit hava eisini felags-
mál – og okkara støða
líkist. Til dømis kann ein
ímynda sær, at um eitt nú
Noreg var við í hesi verk-
ætlanini, hevði samstarvið
møguliga verið truplari, av
tí at Noreg er í einari aðrari
støðu og er nógv størri. Her
høvdu vit kanska havt
áhugamál, ið ikki samsvar-
aðu, sigur Tryggvi Johan-
sen.
Noregi stóð í boði, at
verða ein partur av Norð-
urbryggjuni, men hevði
ikki áhuga fyri tí. Tað var
somuleiðis ivasamt um
Ísland ynskti at vera við í
verkætlanini.
- Tað hevur uttan iva havt
sera positivan týdning fyri
Norðurbryggjuna, at Ísland
valdi at vera við, sigur
Tryggvi Johansen. Hann
fegnast í heila tikið um, at
verkætlanin higartil sær út
til at eydnast so væl. Tá
fyrstu fundirnir um Norð-
urbryggjuna vóru í 1997,
var ilt at siga hvønn týdn-
ing fleirtjóðaða verkætl-
anin fór at hava.
Sendistovan í hæddini
- Hetta er tað stuttligasta,
eg havi verið við til, síðan
"Føroyar í Fokus", sigur
Brynhild Djurhuus, umsit-
ingarligur leiðari á Føroya
Sendistovu. Hon hevur
starvast á Føroysku Við-
skiftastovuni síðan hon var
hjálparfólk í samband við
stóra tiltakið Føroyar í
Fokus, ið var í 1985. Nógv
hjálparfólk arbeiddu við
verkætlanini, og Brynhild
hevur arbeitt á Viðskifta-
stovuni síðan. Í hesi 18
árini er arbeiðið við Norð-
Bryggjan ger Føroyar sjónligari
30 ár eru liðin, síðan Tryggvi Johansen byrjaði í starvinum sum umboðsmaður fyri Føroyar – hann er sannførdur um, at Norðurbryggjan skapar góðar
møguleikar fyri londini í Útnorði
"Vit eiga at
styrkja tann
norðurlendska
samleikan –
saman kunnu
vit skapa
møguleikar, ið
vit aldrin fáa
einsamøll"
"Við Norður-
bryggjuni
verða Føroyar
uttan iva
sjónligari í
Danmark og í
altjóða høpi"
"Serliga í
kreppuárunum
var danska
áskoðanin á
Føroyar negativ,
men tíðirnar
broytast, og í
dag halda tey
flestu, at
føroyingar eiga
at vera stoltir av,
at teir hava
arbeitt seg
burtur úr
kreppuni"
Framhald á næstu síðu
C
M
Y
K
23
22