hósdagur 27. november 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 226 - 27. november 2003
Nr. 226 - 27. november 2003
25
vorðið ein alt størri partur
av virkseminum seinastu
árini.
- Serliga undir kreppuni,
var tað av týdningi, at vit
upplýstu danir um Føroyar,
til dømis við fyrilestrum og
faldarum, men tað er eisini
týdningarmikið at skapa
samband við onnur lond –
at hava eitt netverk við til
dømis
sendiharrum
úr
øðrum londum og skapa
good will á tann hátt, sigur
Tryggvi Johansen.
Við
Norðurbryggjuni
broytast uppgávurnar hjá
Sendistovu Føroya helst
eisini. Hon verður uttan iva
sjónligari, nú hon heldur til
í
Norðurbryggjuni.
At
skapa eitt netverk í altjóða
høpi, verður enn størri part-
ur av virkseminum, men
hvat týdningarmesta upp-
gávan hjá Sendistovu Før-
oya skal verða framyvir,
veit Tryggvi Johansen ikki
at siga.
- Tað er ein politiskur
spurningur, hvar tyngdin
skal liggja, sigur hann og
nevnir, at tey møguliga
skulu leggja seg meir eftir
at samstarva við fjølmiðlar-
nir ella luttaka sum umboð
á ymiskum fundum fyri
føroyingar í Føroyum.
Eins og uppgávurnar eru
broyttar í hansara tíð, hevur
danska áskoðanin á Før-
oyar og føroyingar eisini
verið skiftandi. Luftin var
køld fyrst í 90’unum, í
kreppuárunum, men tað er
ein farin tíð. Hetta seinasta
árið er nógv broytt, og í dag
hoyrist oftari, at føroyingar
eiga at vera stoltir av, at teir
hava arbeitt seg burtur úr
kreppuni, sigur Tryggvi
Johansen.
Umframt at hava arbeitt
við sambandinum millum
Føroyar og útheimin í nógv
ár, hevur Tryggvi Johansen
eisini verið undangongu-
maður, tá tað kom til at
skapa samanhald føroying-
ar millum í Danmark. Sam-
an við Hans Peturi Weihe,
sála, var hann sostatt drív-
megin aftan fyri Føroya-
húsið,
sum
føroyingar
fingu í december 1981.
Tryggvi
Johansen
tók
somuleiðis stig til stóra
tiltakið "Føroyar í Fokus",
sum veruliga setti Føroyar
á landkortið í 1985.
Sendistova Føroya fær ein nýggjan leiklut, nú hon heldir til í Norðurbryggjuni: Tey trý starvsfólkini á Sendistovuni í Keypmannahavn er frá vinstru: Jannie Bjørgvin, skrivari, Tryggvi Johansen,
sendimaður og Brynhild Djurhuus,umsitingarleiðari
Norðurbryggjan
Norðurbryggjan er mentunar- og
umboðsmiðdepil fyri Grønland,
Ísland og Føroyar. Tað eru sostatt
sendistovurnar hjá Føroyum,
Grønlandi og Íslandi, ið húsast á
trimum av hæddunum – har leiga
tær partar av húsinum út til
vinnuligar fyritøkur, vísundaligar
og altjóða felagsskapir og
mentunarlig tiltøk.
Tað var Morten Meldgaard,
leiðari á Dansk Polarcenter, ið
fekk hugskotið at gera ein
norðurlendskan mentunarmiðdepil
á Den Grønlansdske Handels
Plads. Hann plagdi at hitta stjóran
í Told og Skat, Kaj Elkrog, á
bryggjuni, har pakkhúsið hevði
staðið tómt í eini 15 ár, eftir at
kongaligi grønlendski handilin
steðgaði virksemi sínum.
Plássið varð upprunaliga nýtt
til samhandil millum Grønland,
Ísland, Føroyar, Finnland, Noreg
og Danmark, og Meldgaard og
Elkrog tosaðu um, at staðið hevði
verið vælegnað til ein miðdepil
fyri Útnorður og settu niður eina
nevnd, sum kundi arbeiða fram
ímóti hesum. Fyrrverandi forsetin
í Íslandi, Vigdís Finnbogadóttir,
varð biðin at verða formaður, og
hevur verið ein avgerandi
drívmegi í arbeiðinum.
Marjun Hanusardóttir,
løgmannstjóri var eisini biðin um
at verða við, og hon heitti á
Tryggva Johansen at koma upp í
arbeiði. Umleið 18 fólk úr
Danmark, Íslandi, Grønlandi og
Føroyum arbeiddu sostatt frá mai í
1997 óformelt við at kanna
møguleikarnar fyri einum
útnorðurmiðdepli, og í september
2000 var grundarlagið undir
Norðurbryggjuni tryggjað. Danski
staturin váttaði at geva
verkætlanini bygningin, sum er
umleið 40 milliónir krónur verdur,
og grunnurin hjá A.P. Møller:
"A.P. Møller og Hustru Chastine
Mærsk-McKinney Møllers Fond
til Almene Formaal" hevur latið
verkætlanini 20 milliónir. Føroyar,
Ísland og Grønland fíggja restina
av verkætlanini.
Formaður í nevndini fyri
Norðurbryggjuna er Vigdís
Finnbogadóttir og Morten
Meldgaard er stjóri.
Norðurbryggjan verður vígd
hósdagin 27. november 2003.
Framhald av síðu 23
Kjølurin til Norður-
atlantisku Bryggjuna
í Keypmannahavn,
sum skal vera flagg-
skipið hjá londunum
í Útnorði úti í heimi,
varð strektur 1.
august í fjør. Undan tí
liggja nógvar fyri-
reikingar og tekni-
arbeiði. Longu 1.
november varð flutt
inn í pakkhúsini, sum
vórðu bygd fyri nær-
um 250 árum síðani á
Den Grønlandske
Handelsplads í hjart-
anum á Keypmanna-
havn. Í dag verður
Norðurbryggjan
alment tikin í nýtslu.
NORÐURBRYGGJAN
Jan Müller
Í dag verður 250 ára gamla
og risastóra pakkhúsið, nú
kallað "Norðurbryggjan" -
"Den
Nordatlantiske
Brygge" í Keypmannahavn
tikin alment í nýtslu. Húsið
liggur í sjálvum hjartanum
av Keypmannahavn og í
einum sera søguligum og
hugnaligum umhvørvi, í tí
stóra pakkhúsøkinum við
Christianshavn, betri kent
sum
Den
Grønlandske
Handelsplads. Tað var í
hesum økinum, at vørur hjá
Kongaliga Einahandlinum
vórðu goymdar og avskip-
aðar.
Nú verður so søgan end-
urnýggjað við innrættingini
av
einum
av
teimum
risastóru
pakkhúsunum.
Húsini verða karmur um
tey trý londini í Norður-
atlantshavi, Føroyar, Ísland
og Grønland. Her skal
møguleiki vera hjá dønum
og øðrum útlendingum at
uppliva og fáa innlit í út-
norðurmentanina og samfe-
løgini í Norðuratlantshavi.
Hóast endamálið við hús-
inum í stóran mun er at
skapa áhuga fyri oyggja-
samfeløgunum í Norður-
atlantshavi millum danir,
norðurlendingar og annars
teir mongu útlendingar,
sum vitja danska høvuðs-
staðin, so verður húsið
sjálvandi eisini fyri føroy-
ingar, íslendingar og grøn-
lendingar, men tað skal
kortini ikki síggjast sum
nakar kappingarneyti til eitt
nú Føroyahúsið, Íslend-
ingahúsið og Grønlend-
ingahúsið. Martin Fjall-
stein, leiðari á Føroyahús-
inum sær heldur ikki
nýggju Norðurbryggjuna,
sum nakran kappingarneyta
men sær tað heldur sum ein
nýggjan møgulekiki fyri
føroyingar í Danmark. –Eg
velji
heldur
at
síggja
Bryggjuna sum flakkskipið
hjá londunum í Útnorði,
har eisini onnur fólk kunnu
fáa innlit í, hvat hetta eru
fyri samfelag sigur Martin
Fjallastein.
Ein annar føroyingur,
sum er spentur at síggja,
hvussu hetta fer at eydnast,
er føroyski presturin í
Keypmannhavn,
Bergur
Jacobsen. Hann heldur hús-
ini kunnu vera við til
styrkja samanhaldið mill-
um føroyingar. -Tá eg fór
niður í 64 sigldi Tjaldið 14.
hvønn dag. Tá var saman-
hald millum føroyingar. Nú
er flutningur aftur og fram
hvønn dag. Tey flestu hava
ráð til at hava samband um
telefonina, og tey ungu
hava internetið og kunnu
fáa tíðindi og bløðini á
netinum hvønn dag. So alt
tað arbeiði, sum var millum
føroyingar tá í Keypmanna-
havn skal kanska struktu-
rerast umaftur. Og tað kann
eisini hava nakað við fram-
tíðina hjá føroysku kirkjuni
og Føroyahúsinum at gera.
Við hesum brillum heldur
Bergur Jacobsen eisini, at
tað er týdningarmikið, at
føroyingar við hesum hús-
unum kunnu fáa eitt gott
andlit úteftir. Hann er nú
sera spentur at síggja,
hvussu nýggja húsið fer at
taka seg út.
Vígdis gjørdi ætlan
livandi
Í dag verður tað so m.a.
Vígdis Finnbogadóttir, for-
maður fyri grunnin, sum
umsitur húsini, sum fer at
ódeyðiliggera hesi fleiri
hundrað ára gomlu húsini.
Men hvat heldur hon um
tiltakið og hesa spennandi
verkætlan, sum hon sjálv
hevur lagt lív og sál í. Tað
fingu vit innlit í, tá hon á
eini samkomu fyri innbod-
num, gav sítt boð uppá
verkætlanina
"Norður-
bryggjan".
Hon vísti á, at tað vóru
tveir persónar, sum í 1997
fingu hugskotið til ein
Norðuratlantiskan Mentan-
armiðdepil í Keypmanna-
havn. Teir vóru Kaj Elkrog,
fyrrv. stjóri í Told og Skat
og Morten Melgaard, táver-
andi stjóri í Dansk Polar-
senter. Hesir báðir hava
gjørt
eitt
framúr
gott
arbeiði fyri at fáa sett
húsini í stand aftur, og tað
skylda vit teimum eina
stóra tøkk fyri. Vígdis
Finnbogadóttir endurgav í
hesum
sambandi
eitt
franskt orðatak, sum sigur,
at "bert tey, sum fáa eyguni
upp fyri tí ósjónliga, eru før
fyri at gera tað ómøguliga".
- Takka verið stuðuli frá
nógvum síðum mótvegis
londunum í Útnorði, kunnu
vit nú síggja fram til, at ein
dreymur gerst veruleiki.
Myndugleikarnir í Dan-
mark, Føroyum, Íslandi og
Norðurbryggjan:
Flaggskip Útnorðurs
av bakkastokki í dag
Vigdis Finnbogadóttir her saman við Stinu Gudmundardóttir, sum herfyri borðreiddi við øllum góðum fyri innbodnum á Norðurbryggjuni
Mynd Jan Müller
Framhald á næstu síðu
C
M
Y
K
25
24