hósdagur 27. november 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 226 - 27. november 2003
Framferðin ímóti
fangunum á amerik-
onsku herstøðini
Guantanamo er ein
fullkomin vanlukka
fyri rættvísið, sigur
tann virdi bretski
dómarin Johan Steyn
FANGAR
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Johan Steyn, sum er ein
nógv avhildin dómari í
Bretlandi, segði í einari
røðu týskvøldið, at amerik-
onsku
myndugleikarnir
hava handfarið málið um
fangarnar á ein hátt, sum
má sigast at vera »ein full-
komin vanlukka fyri rætt-
vísið«, sum hann málbar
seg.
Hann segði, at rættvísið,
sum myndugleikarnir hava
víst fangunum, lýkur á ong-
an hátt altjóða minstakravið
til eina rættvísa rættarvið-
gerð. Verði eg spurdur um
hetta, er svarið eitt rung-
andi nei, segði Johan Steyn.
-Sum sakførari lærir tú at
virða hugsjónirnar í amer-
ikanska
demokratinum,
men eg má siga, at í hesum
førinum er tað fullkomiliga
miseydnað, legði tann virdi
dómarin afturat.
Fangar úr fleiri londum
eru í Guantanamo. Avstr-
alsku
myndugleikarnir
hava júst gjørt eina avtalu
við amerikonsku myndug-
leikarnar, sum tryggjar, at
tveir avstralskir ríkisborg-
arar, sum eru millum fang-
arnar, verða ikki dømdir til
deyða. Roknað verður við,
at Bretland fer atgera eina
tilsvarandi avtalu við USA
um teir bretsku ríkisborgar-
arnar í fangaleguni.
UTTAN ÚR HEIMI
Nógvir oljupengar
Fyri fyrstu ferð er marknaðarvirðið á norska olju-
grunninum farið upp um 800 milliardir norskar krónur.
Tað kom fram, tá grunnurin í gjár legði fram roknskap-
in fyri triðja ársfjórðing.
Hetta er kortini minni, enn norska stjórnin roknaði
við fyri tveimum árum síðani. Tá varð roknað við, at
marknaðarvirðið á grunninum fór at koma upp á einar
860 milliardir krónur longu seinasta ársskiftið, men
vánalig gongd á altjóða virðisbrævamarknaðinum
gjørdi, at marknaðarvirðið á grunninum tvørturímóti
fall, so tað kom heilt niður á 600 milliardir norskar
krónur.
Í seinastuni er gongdin á altjóða virðisbrævamarkn-
aðinum vend, og tí er grunnurin nú góðar 800 milliardir
krónur verdur. Den norske Bank, sum umsitur grunnin,
væntar, at við verandi gongd fer virðið á oljugrunnin-
um nærri 900 enn 800 milliardum krónum. Tað svarar
til góðar 190.000 krónur fyri hvørt fólk í Noregi.
Sjónvørp hjálpa
ófriðarmonnum
Amerikanski verjumálaráðharrin, Donald Rumsfeld,
sigur, at amerikanarar hava prógv fyri, at tær báðar
arabisku sjónvarpsstøðirnar al-Jazeera og Al-Arabiya
arbeiða saman við ófriðarmonnum í Irak.
Ráðharrin vil vera við, at leivdir av stýrinum hjá
Saddam Hussein, forseta royna at billa fólki inn, at
amerikonsku hermenninir eru ikki førir fyri at steðga
ófriðinum í Irak. Hetta verður gjørt ígjøgnum tær báð-
ar sjónvarpsstøðirnar, og hesum hava vit prógv fyri,
sigur Rumsfeld við amerikanskar fjølmiðlar. Hann
vildi kortini ikki siga, hvat tað eru fyri prógv, sum
amerikonsku myndugleikarnir hava.
Irakska stjórnarráðið setti fyri nøkrum døgum síðani
Al-Arabiya forboð fyri at senda tíðindi úr Irak. Grund-
gevingin var, at sjónvarpsstøðin eggjar fólki til at gera
uppreistur ímóti stýrinum og hersetingarvaldinum.
Yvirgangsmaður
løgregluovasti
Í Suðurafrika eru fólk á gosi, tí myndugleikarnir hava
gjørt av at seta ein fyrrverandi yvirgangsmann í starv
sum løgregluovasti.
Robert McBride var í áttatiárunum dømdur fyri at
hava verið við til at skipa fyri einari bumbuatsókn at
einari matstovu í býnum Durban. Tríggjar kvinnur
doyðu í spreingingini, og 71 fólk fingu skaða. Í einari
aðrari atsókn, sum Robert McBride eisini var við til at
leggja til rættis, doyði ein løgreglumaður. Hann varð
dømdur til deyða, men fekk grið og varð latin leysur, tá
apartheidstýrið í Suðurafrika fall.
Seinni fekk Robert McBride starv í uttanríkisráðn-
um, og nú er hann tilnevndur løgregluovasti í býarpart-
inum East Rand í Johannesburg. Andstøðan sigur til-
nevningina vera heilt burturvið, men ANC sigur, at
Robert McBride var ikki yvigangsmnaður, men fræls-
isstríðsmaður. Sjálvur hevur hann alla tíðina sagt, at
hann stríddist fyri Nelson Mandela og ANC ímóti hvíta
apartheidstýrinum.
Dømdir fyri landasvik
Fyrradagin vórðu tveir amerikanarar dømdir átjan ára
fongsul fyri landasvik, tí teir fyri tveimum árum síðani
royndu at sleppa til Afghanistan at berjast ímóti
amerikanska herinum har.
Patrice Lumumba Ford og Jeffrey Leon Battle, sum
báðir hava tikið við islamskari trúgv, fóru úr USA um
heystið í 2001. Tað eydnaðist teimum at sleppa til vest-
ara part av Kina, og haðani ætlaðu teir at fara til Pak-
istan og síðani til Afghanistan at hjálpa Taliban-stýr-
inum í bardaganum við amerikanararnar. Í fjør vórðu
teir tiknir, eftir at ein maður hjá samveldisløgregluni
FBI var komin fram á teir.
Undir rættarmálinum, sum var í statinum Oregon,
søgdu teir báðir, at amerikanska rættarverkið kundi
ikki døma teir, tí at tann islamska trúgvin stendur oman
fyri amerikanska lóg. Men hesum var dómarin als ikki
samdur við teimum í. Kona Jeffrey Leon Battle og
tríggir aðrir menn eru eisini dømd sek, men sjálv revs-
ingin er ikki ásett enn.
Tað er ikki óhugs-
andi, at meiri enn
100.000 eysturevrope-
arar koma á norska
arbeiðsmarknaðin tey
næstu árini
ARBEIÐS-
MARKNAÐUR
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Tann 1. mai næsta ár koma
tey eysturevropeisku lond-
ini upp í Evropasamveldið,
og tá stendur tað fólki í
Eysturevropa frítt at royna
eydnuna í tveimum vestur-
evropeisku
londunum.
EBS-sáttmálin ger, at hetta
fer eisini at umfata Noreg,
sjálvt um landið ikki er í
ES.
Í einari nýggjari frágreið-
ing, sum norskir búskapar-
frøðingar hava skrivað,
stendur, at helst fara ímill-
um 10.000 og 20.000
eysturevropearar at leita
sær til Noregs um árið, eftir
at arbeiðsmarknaðurin er
latin upp. Higartil hevur
arbeiðsmegin ferðast lítið
ímillum
ES-londini
og
EBS-londini. Hetta kemst
serliga av málsligum trup-
ulleikum, øðrvísi mentan
og sterkum familjubond-
um, siga norsku búskapar-
frøðingarnir.
Men teir vænta ikki, at
hesi viðurskiftini fara at
hava so stóra ávirkan í
framtíðini, og kemst tað av
tí sera stóra lønarmuninum
ímillum Eystur- og Vestur-
evropa, og harafturat er ar-
beiðsloysið munandi størri
eystanfyri enn vestanfyri.
Hesi viðurskifti fara at
gera, at nógvir eysturevro-
pearar fara at leita sær vest-
ureftir, og Noreg verður eitt
av londunum, sum fólk fara
at leita til.
Búskaparfrøðingarnir
leggja afturat, at streymurin
av eysturevropearum til
Noregs fer at leggja ein
doyvara á lønarvøksturin í
Noregi í komandi árum.
Guantanamo ein vanlukka
fyri rættvísið
Norðmenn vænta innrás
úr Eysturevropa
Viðferðin, sum fangarnir í Guantanamo fáa, lýkur ikki minstakravið til eina rættvísa rættarviðgerð, sigur bretski dómarin
Nr. 226 • hósdagur • 26. november 2003 • 77. árg.
Hyundai Tucson:
Aftur ein nýggjur Hyundai í 2004
Komandi ár kemur
aftur ein nýggjur
Hyundai á marknað-
in. Talan verður um
Tucson, sum er ein
minni útgáva av Hy-
undai Santa Fe. Mot-
orarnir verða 4 syl.
bensin og diesel og
møguleiki verður eis-
ini fyri einum V6
bensimotori
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Hyundai halda á við at geva
bilunum nøvn eftir amerik-
anskum býum. Tuscon, sum
úttalast "tuson" er ein býur
í Arizona við umleið 460
túsund íbúgvum.
Hyundai Tucson kemur á
koreanska marknaðin ann-
an ársfjórðing í 2004, og
sølan til restina av heimin-
um byrjar í triðja ársfjórð-
ingi.
Frá Hyundai verður sagt,
at Tucson skal marknaðar-
førast sum ein væl útgjørd-
ur kvalitetsbilur til kapp-
ingarførar prísir.
Eins og Hyundai Santa
Fe kemur Tucson bæði sum
forhjólsdrivin og sum 4x4.
Motorarnir verða 4 syl.
bensin og diesel og møgu-
leiki verður eisini fyri ein-
um V6 bensinmotori.
Málið hjá Hyundai er at
hava so nógvar ymiskar bil-
ar, sum kunnu kappast í øll-
um klassum, tí koma javn-
an heilt nýggir bilar á
marknaðin, sigur Werner
Frey, sum er stjóri fyri Hy-
undai Motor í Evropa.
Kelda: Hyundai Bil Import A/S
Komnadi ár kemur hesin
Hyundai Tucson á
marknaðin. Designið er
smart og avbjóðandi
Ford Transit Connect:
Ársins vørubilur í Danmark í 2004
Ford Transit Connect
er av donskum mot-
orjournalistum kosin
"Årets Varebil i Dan-
mark 2004". Grund-
gevingarnar vóru t.d.
at bilurin er ein ekt-
aður vørubilur við
nýhugsan innan inn-
rætting og við nógv-
um ymiskum møgu-
leikum sum arbeiðs-
bilur
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Stutt eftir at Ford Transit
Connect kom á marknaðin í
fjør, bleiv hann kosin "Van
og the Year 2003" og bleiv
harvið ársins vørubilur í
Evropa. Nú, eitt ár seinni,
er hann av donskum motor-
journalistum kosin "Årets
Varebil i Danmark 2004".
Grundgevingarnar vóru
at Transit Connect er ein
ektaður vørubilur við ný-
hugsan innan innrætting og
við
nógvum
ymiskum
møguleikum sum arbeiðs-
bilur. Eisini tað at bilurin
fæst við styttri og longri
aksilfrástøðum og við høg-
um taki. Bilurin er bygdur
upp sum ein rættur vørubil-
ur við einum undirvogni,
sum ber vektina sera væl.
Sum standardútgerð er
bilurin útgjørdur við t.d.
anti-spinn, airbag framman
í báðum síðum, sentrallás,
el-síðuspeglum við hita og
bæði rattið og førarasetrið
kunnu stillast allar vegir.
Tarnsit Connect fæst við
turbodieselmotorum við 75
og 90 hk og einum 1,8 litur
bensinmotori við 115 hk.
Hjá P/F Wensel fegnast teir
um at Ford Transit Connect
bleiv ársins vørubilur. Á
myndini er Jógvan Højgaard,
sølumaður
C
M
Y
K
29
28