hósdagur 27. november 2003síða 17
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 226 - 27. november 2003
33
Kappingin um føroyameistara-
heitið er samstundis úttøku-
kapping til NM-kappingina fyri
børn og ung 2003
TALV
Tíðindaskriv frá Talvsambandinum
Talvsamband Føroya skipar fyri FM-finalu
í talvi fyri børn og ung í Argja skúla, leyg-
ardagin 29. november 2003. Byrjað verður
kl. 10.30 og væntandi verður síðani dysta
til á leið kl. 18.00
Kappingin er skipað í 5 bólkum:
A - bólkur:Telvarar føddir 1984-86
B - bólkur: Telvarar føddir 1987-88
C - bólkur: Telvarar føddir 1989-90
D - bólkur:Telvarar føddir 1991-92 og
E - bólkur: Telvarar føddir 1993 og seinni.
Í finaluni luttaka 8 í hvørjum aldursbólki
og allir telva í móti hvørjum øðrum - t.v.s.
7 umfør. Umhugsunartíðin er 1/2 tími í
part til hvør talvið.
Úttøkukappingar til finaluna hava verið í
november mánað í Gøtu og Tórshavn. 8
telvarar í hvørjum bólki, sum samanlagt
hava klárað seg best í hesum báðum kapp-
ingum, hava kvalifiserað seg til finaluna. Í
hvørjari úttøkukapping luttóku uml. 100
børn og ung.
Í bólkunum B - E gerst vinnarin í final-
uni Atlantic Airways føroyameistari í talvi
2003 í sínum aldursbólki.
Umframt at gerast føroyameistari luttek-
ur viðkomandi í Norðurlandameistara-
skapinum í skúlatelving, sum í ár verður í
Karlstad í Svøríki í februar mánað 2004.
Nummar 2 í hvørjum bólki luttekur somu-
leiðis í NM-kappingini. T.v.s. at Talvsam-
bandið/Føroyar luttekur við 10 telvarum -
luttøkutalið er sostatt ájavnt tí onnur
norðurlond luttaka við. Norðurlond skiftast
um at halda kappingina. Í februar mánað
2003 var kappingin í Føroyum.
Serlig viðurskifti gera seg galdandi fyri
bólk A. Her er bert talan um úttøkukapping
og ikki føroyameistarakapping. Úttøku-
kappingar hava ikki verið fyri hendan
bólkin. Í staðin fyri verður bert finala
telvað. Í finaluni kvalifiserar vinnarin seg
til komandi NM-kappingina. Saman við
vinnaranum
luttekur
føroyameistarin
Martin Poulsen somuleiðis í Svøríki í
februar 2004.
Talvsambandið skipar fyri miðvísari
venjing í desember/januar mánað fyri
teimum sum leika seg til NM. Venjarar
vera Hans Kristian Simonsen (føroya-
meistari 2002) og Haldur Suni Johansen.
Niðanfyri er yvirlit yvir luttakararnar í
hvørjum einstøkum bólki, eins og nakrar
viðmerkingar eru gjørdar.
A - bólkur: Telvarar føddir 1984-86
Sum nevnt hava úttøkukappingar ikki verið
í hesum bólkinum. Í skrivandi stund er ikki
greitt hvør fer at luttaka í finaluni. Til-
meldingarfreistin til kappingina er hós-
dagin 27. november. Kappingin um hetta
eina plássið kann væntast at fara at standa
ímillum Olaf Berg (Havnar Telvingar-
felag), sum er rættiliga sterkur telvari
(hevur luttikið í NM fleiri ferðir) og Rana
Baldurson (Klaksvíkar Talvfelag), verandi
unglingaføroyameistari og Sjúrð Thor-
steinsson. Sjúrður er av Tvøroyri og er ikki
knýttur at nøkrum talvfelag. Virkin talv-
feløg hava ikki verið í Suðuroynni seinnu
árini.
B - bólkur: Telvarar føddir 1987-88
Luttakarar
Telvari
felag
stig
Rógvi Mortensen
HT
14,5
Henry Berg
HT
11,0
Jón Gregersen
ST
10,5
Heri Thomsen
GT
10,5
Ingi W. Joensen
MT
10,0
Fríbjartur Dahl Olsen
HT
9,0
Sam Jacobsen
GT
8,5
Hávardur Olsen
6,5
Rógvi Mortensen úr Havnar Telvingarfelag
vann undankappingarnar sannførandi.
Telvað eru samanlagt 16 talv og hevur
hann fingið 14,5 stig. Heri Thomsen (Gøtu
Talvfelag) vann fyrstu kappingina, men
snávaði í aðru kappingini og endaði á 10.
plássinum. Heri og Rógvi luttóku í
seinastu NM-kappingini. Rógvi er helst
favorittur, meðan spenningur kann gerast
um annað plássið í bólkinum.
C - bólkur: Telvarar føddir 1989-90
Luttakarar
Telvari
felag
stig
Helgi D. Ziska
HT
15,5
Rógvi Dragaberg
KTF
13,5
Berint Kalsø
KTF
11,0
Reidar Egilsnes
VT
10,0
Cristoffur Dam
9,5
Andreas Nielsen
ST
9,0
Herborg Hansen
KTF
9,0
Andras Mikkelsen
GT
9,0
Helgi D. Ziska hevur vunnið undankapp-
ingar rættiliga sannførandi - hevur ikki tapt
eitt einasta talv - vunnið 15 út av 16 og
telvað ein javnleik. Helgi er sonur Andrias
Ziska (fyrrv. Føroyameistara í talvi). Rógvi
Dragaberg úr Klaksvíkar Talvfelag er á
greiðum øðrum plássi, meðan á 3 pláss-
inum í báðum kappingunum og samanlagt
er Berint Kalsø eisini úr Klaksvíkar Talv-
felag. Rógvi Dragaberg er bróður Rúna
Dragaberg, unglingaføroyarmeistara 2002.
Væntast kann at hesir 3 fara at dystast um
Meistaraheitið og NM-plássini.
Helgi luttók í seinastu NM-kappingini.
D - bólkur: Telvarar føddir 1991-92
Luttakarar
Telvari
felag
stig
Rógvi Nielsen
ST
14,0
Eilif Arge
KTF
12,0
Margar Berg
HT
11,5
Jaspur Enghamar
HT
11,0
Høgni Svabo
MT
11,0
Andrias W. Danielsen
TT
10,5
Bogi Hansen
KTF
10,5
Hjalti Jógvansson
9,5
Rógvi Nielsen úr Sandavágs Talvfelag
vann báðar undankappingarnar og má
metast at verða ein av favorittunum í
finaluni. Tó kann sigast at telvararnir í
bólkinum í síni heild er rættiliga javnir.
Nevnast kann at í kappingini í Tórshavn
var bert eitt _ stig á muni ímillum nr. 1 og
nr. 9. Rógvi Nielsen, Hjalti T. Jógvansson
og Margar Berg luttóku í seinastu NM-
kappingini. Rógvi Nielsen er sonur navn-
frama Torkil Nielsen, fyrrv. Føroyameist-
ara í talvi. Margar Berg úr Havnar Telv-
ingarfelag er bróður Olaf Berg í A-bólk-
inum.
E - bólkur: Telvarar føddir 1993 og
seinni
Luttakarar
Telvari
felag
stig
Olaf R. Samuelsen
HT
13,5
Rúni Vørmadal
VT
13,0
Heiðrikur Jacobsen
HT
12,5
Johann Vørmadal
VT
12,0
Magnus Dánjalson
KTF
11,0
Marni Kruse
10,0
Róar Dam
HT
9,5
Høgni E. Nielsen
ST
9,0
E-bólkurin umboðar yngstu telvararnar.
Undankappingarnar bera boð um at bólk-
urin er sera javnur. Ongin av telvarunum
hevur luttikið í NM áður. Tó var um reppið
at Heiðrikur Jacobsen úr Havnar Talvfelag
megnaði tað seinast úttøka var. Vørmadal-
brøðurnir úr Vestmanna Talvfelag eru
stinnir, einsog Olaf Samuelsen úr Havnar
Talvfelag hevur tikið fleiri á bóli í undan-
kappingunum. Tann bert 7 ára gamli Høgni
E. Nielsen, úr Sandavágs Talvfelag, megn-
aði í kapping við fleiri aðrar júst at koma
inn á 8. plássið. Hann er bróður Rógva
Nielsen í D-bólkinum.
FM hjá yngru telvarunum
Í C-bólkinum hevur Helgi Ziska staðið seg best higartil
Men hann kann rokna við at fáa harða kapping frá Rógva Dragaberg
33
Nr. 226 • hósdagur • 27. november 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Hóast tað leingi sá
svart út, so fekk
Kyndil strítt seg til
sigurs týskvøldið, og
við hesum eru tær
ikki longur púra
einsamallar í botnin-
um
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Kyndil var bara tvær ferðir
á odda í dystinum móti
Søljuni týskvøldið. Seinnu
ferðina, tá Annika Thomsen
fekk smekkað bóltin inn
við nærmara stólpa góð
bert 15 sekund fyri leiklok,
og tað var so eisini nóg
mikið hjá henni og liðfe-
løgunum at ogna sær týdn-
ingarmiklu stigini í botn-
uppgerðini móti Søljuni.
Tóktist mótleysar
Soleiðis ognaðu Kyndils-
kvinnurnar
sær
fyrstu
stigini á árinum, men tað
gekk rúm tíð, áðrenn nøkur
ábending kom um, at hetta
skuldi gerast støðan við
dystarlok.
Tað var nevnliga Søljan,
sum fekk betru byrjanina í
dystinum. Hóast Kyndil
tóktist hava tikið við læru
av tapinum á Giljanesi, har
tær snøgt sagt vórðu rendar
umkoll, so megnaðu gulu
mótstøðukvinnurnar
at
halda eini hampuliga greið-
ari yvirvág í spælinum.
Sum ikki einaferð, so var
Nicoleta Radu krumtapp-
urin í hesum, men fleiri av
liðfeløgunum hennara tókt-
ust eisini hava gott mót til
uppgerðina, og í einstøkum
førum var talan um heilt
góðar kombinatiónir, sum
førdi til, at leikarar gjørdust
púrasta leysar.
Hinvegin var ikki sama
bit í verjupartinum hjá Sølj-
uni. Hóast Kyndil sjáldan
megnaði at spæla verjuna
hja´Søljuni tunna, so fingu
tær fleiri ferðir roynt seg
við skoti móti málinum. Og
at sami leikari tríggjar
ferðir á rað slapp at smekka
standandi skot av trimum
metrum í kassan, mundi
ikki vera tað, sum tær
høvdu ætlað undan dystin-
um.
Sum frá leið, so fekk
Søljan eisini betri fatur á
hesum partinum av spælin-
um. Nøkur skjótálop fing-
ust eisini í lag, og so við og
við tóktist næsti sigurin á
árinum at koma alsamt
nærri.
Seinastu løtuna undan
steðginum tóktist tær á
heimaliðnum fullkomuliga
at hava mist mótið, og hav-
andi í huga tungu gongd-
ina, sum liðnum hevur
verið fyri í ár, so tóktist tað
sera ivasamt, um Kyndil
megnaði at venda hesum.
Mansverjan avgjørdi
At tað so kortini bar til,
komst serliga av tveimum
orsøkum. Onnur var, at
Grønu leikararnir tóktust
hava sett sær fyri í steðgin-
um, at her skuldi einki gev-
ast burtur. Og hin – og hon
var kanska týdningarmikl-
ari – var, at tær nú fóru und-
ir mansverju av Nicoletu.
Hjá Søljuni merkti hetta,
at spælið steðgaði at kalla
heilt upp. Uttan vanliga
skiparan megnaðu tær als
ikki at fáa glið á nakað sum
helst, og tá tær heldur ikki
tóktust hava nakað mót-
trekk móti mansverjuni,
noyddist Nicoleta fyri tað
nógva
bara
at
standa
bíðandi uppi á miðlinjuni.
Nakrar ferðir royndi hon tó
at skræða seg leysa, men
hóast hon fekk langt tjóður
frá dómarunum til hetta, so
var tað sjáldan, at úrslitið
av hesum var somikið
munagott, at tað speglaðist
aftur á máltalvuni.
Hjá Kyndli gekk kanska
framvegis striltið at koma
ígjøgnum
vágaverjuna,
men tær høvdu tó eitt vápn,
sum í stóran mun bøtti um
hetta. Lotte Sørensen hevur
millum lítið og einki spælt í
ár, eftir at nústaðni er um at
koma fyri seg eftir skaða.
Ofta er tað kanska mis-
javnt, hvørja ávirkan hon
hevur á viðleikararnar, men
hesaferð sýndi hon seg tó
frá síni heilt góðu síðu.
Høvdu mongu fríspælingar
hennara verið betri gagn-
nýttar, hevði Kyndil iva-
leyst vunnið ein tryggari
sigur enn tað sama, men
móti dystarenda tók hon alt
meira á egnar herar, og
hetta gav eisini úrslit. Hóast
hon ikki telist millum tær
kvikastu, so eydnaðist fleiri
ferðir at finta seg fram til
skotmøguleikar, og fær hon
tíð og pláss, so sita skotini
aloftast væl plaserað.
Sum frá leið, so fekk
Kyndil eisini samband við
Søljuna. Eitt skifti var lítki
til, at báðir partar full-
komuliga steðgaðu upp, tá
einki mál kom í einar 10
minuttir, men so kom aftur
glið á. Søljan megnaði tó
aftur at leggja seg á odda
17-16, men so var liðugt.
Kyndil átti tey bæði sein-
astu málini, og so var lið-
ugt. Tær grønu kundu jubl-
andi staðfesta, at bjargingin
hóast alt ikki so ræðuliga
langt burturi, og tó at langt
ífrá alt stríðið er tapt, so
vistu gestirnir, at tær við
hesum høvdu mist ein gylt-
an møguleika at leggja
sjógv niður til botnin.
Dysturin í tølum
Kyndil-Søljan 18-17
(8-12)
Málskjúttar
Kyndil: Ann Mari Wang
5(2), Lotte Sørensen 4,
Annika Thomsen 3, Anja
Heinadóttir
2,
Hildur
Mikkelsen 2, Anita Kjærbo
1, Randi Wardum 1
Søljan: Heidi Maria Aksel-
sen 6, Nicoleta Radu 5,
Hertha Simonsen 2, Arn-
leyg Haraldsen 1, Petra
Thomassen 1, Heidi Ha-
raldsen 1, Jana Jacobsen 1
Brotskøst: Kyndil 4, Søljan
3
Útvísingar: Kyndil 1,
Søljan 4
Dómarar úr H71: Jákup
Símun Simonsen & Høgni
M. Joensen. Lótu til tíðir ov
nógv um seg ganga, men
hinvegin var dysturin av
slíkum slag, at hann skjótt
kundi verið floytaður sund-
ur og saman.
Kyndil-Søljan 18-17 (8-12):
Javnstøða í botninum
Tá Kyndil frá byrjan av seinna hálvleiki fór undir mansverju av Nicoletu Radu, kom fullkomuliga stígur í hjá gestunum úr Søljuni
C
M
Y
K
32