Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. juni 2000síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 tíðindablaðið sosialurin Nr. 104 - 2. juni 2000 30 tíðindablaðið sosialurin Nr. 104 - 2. juni 2000 S A N S I R · T E L 3 5 5 3 5 5 Tel 30 30 30 · Fax 30 30 31 · www.tele.fo Føroya Tele er skrásett hjánavn hjá P/F Telefonverkið · Reg. no. 2697 Betri svøvn Betri svøvn BIOflex magnetviðgerð tí: BIOflex magnetviðgerðin er avgjørt tann besta magnetviðgerðin í verðini! BIOflex hevur prógvað ávirkanina við dupultari blindtest! BIOflex hevur 100 ferðir størri ávirkan enn líknandi vørur! BIOflex er góðkent sum heilsuútgerð! BIOflex hevur víst, at yvir 92 % verða pínufrí og øll sova betri! Vøran er testað á Ríkissjúkrahúsinum í Keyp- mannahavn. ¥ ¥ ¥ ¥¥ Nærri upplýsingar ella faldari fæst hjá: Vello Føroyar Boks 354 - FO-700 Klaksvík • Tlf: 217916 - Fax: 457916 Vello Skandinavia Sp/f hevur síðani 1989 selt fleiri enn 25.000 BIOflex viðgerðir í Danmark og virkið hevur framhaldandi framgongd við viðgerðini. BIOflex er best á marknaðinum innan magnetiska viðgerð. Viðgerð, ið virkar ímóti: ¥Øllum slagi av pínu¥Vøddastívleika ¥Trupulleikum við svøvni¥Órógv í blóðrenslinum ¥Einastandandi fyri ryggjatrupulleikar Magnetviðgerð er tað nýggjasta innan pínuviðgerð - og júst BIO flex undirdýnan, sum er vard við einkarrætti í allari verðini, hevur víst, at 92 % verða pínufrí. Vello Føroyar veitir tær aftur- sendingarrætt í 5 vikur, tá dýnan hevur verið brúkt í minst 3 vikur. Sosialurin - 311820 Ring 21 79 16 Sigling á Norðoyastevnu Leygardagin 3. juni verður siglt soleiðis: Dúgvan Tórshavn - Klaksvík kl. 10:30 Klaksvík - Leirvík kl. 12:20 13:40 Leirvík - Klaksvík kl. 13:00 14:20 Klaksvík - Tórshavn kl. 20:00 Túrarnir millum Havnina og Klaksvík eru fyrst og fremst ætlaðir róðrarfólki. Samband er millum Havnina og Leirvík við Bygda- leiðum. Ternan Røkir vanligu rutuna sum lýst um Norðoya- stevnuna í galdandi ferðaætlan. Claymore Tvøroyri - Tórshavn kl. 07:00 17:15 Tórshavn - Tvøroyri kl. 10:30 22:00 Samband er við Bygdaleiðir. Rutuupplýsingin: 34 30 30 Heimasíða: www.ssl.fo Lastbilur við krana Ford Tranist, diesel, byggiár 1988, lastar 1,1 tons, til sølu. P/F Vestmanna Timburhandil Telefon 42 41 70 · Fax 42 44 27 Fuglafjarðar Javnaðarfelag Aðalfundur og 1. uppstillingarfundur til kommunuvalið verður í ÍF-húsinum í kvøld fríggjakvøldið 2.6. kl. 20. Fuglafjarðar javnaðarfelag Søkt verður eftir sjúkrahjálpara/sosial- & sunnheitsassistenti til fulltíðarstarv í skiftandi vaktum frá 1. august 2000. Løn- og setanartreytir sambært sáttmála mill- um Sjúkrahjálparafelag Føroya og Fíggjar- málastýrið. Nærri upplýsingar viðvíkjandi starvinum fáast við at venda sær til fyristøðukvinnuna tlf. 371666 lokal 147. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til: Suðuroyar Ellis- & Røktarheim Fyristøðukvinnan 800 Tvøroyri innan 15. juni 2000. Suðuroyar Ellis- & Røktarheim KETLAR Teir væl- umtóktu ketlarnir eru á goymslu Bæði dupultir og einkultir Skulu tygum hava nýggjan ketil, so tosið við okkum og fáið eitt gott tilboð. Vit hava serkøn fólk, ið geva eina skjóta og góða tænastu. - Alt tilfar til hitaverk og sanitet fæst hjá okkum MARIA POULSEN & CO Smyrilsvegur 8 - tlf. 312000 sosialin Halt AB hevur beina kós móti næstbestu deildini. Støðu- talvan vísir hetta, eftir at ein triðingur av kappingini er spældur. B36 er framvegis sera sannførandi. Í fjør flutti B36 upp í 2. deild. Seinna partin av kappingini høvdu teir sum mál at skora í min- sta lagið eitt hundrað mál. Tað málið náddu teir væl og virðiliga. Nú er trioðja liðið hjá B36 í 3. deild. Gongdin har er so sannførandi, at alt bendir á, at teir eftir summarsteðgin fara at seta sær sama mál, sum næst- besta liðið hevði í fjør. Næstbesta liðið hjá B36 tapti leygardagin í Runavík, men enn er einki, sum ben- dir á, at teir skulu flyta nið- ur. Megnar B36 at varðveita sítt lið í 2. deild, og um B36 verður ovast, tá átjanda um- farið verður liðugt, so fer beinleiðis uppflytingar- møguleikin til næstbesta liðið í 3. deild. AB er á næstovasta plássi, og nógv, sum nú vendir nið- ur, skal venda upp, um plássið skal verða tikið frá argjamonnum. Umframt B36 hevur KÍ lið í bæði 2. og 3. deild. AB kappast so- statt við B68, Skála, ÍF, B71, VB, TB og FS Vágar um uppflytingarplássið. Nú ein triðingur av kappingini er farin, er AB sjey stig frammanfyri B68 og átta frammanfyri Skála. Mál- munurin hjá AB er væl bet- ri, enn hann er hjá B68 og Skála. Tað vil við øðrum orðum siga, at B68 skal brú- ka í hvussu so er trý umfør fyri at leggja seg framum AB. Vit kunnu tískil stað- festa, at hóttanin móti argja- monnum fer fyrst og fremst at koma úr botninum í 2. deild. FS Vágar–VB Tá Petur Niclassen longu í 2. minutti legði heimaliðið framum kundi tað sæð út til, at vágbingar skuldu halda fram á niðurflytingarpláss- inum. Men tað lagaði seg øðrvísi, og nú mugu teir í Vágum finna seg í, at teir eru niðast bæði í 1. og í 3. deild. Stóri maðurin hjá VB var miðvallarin Kári í Lágabø. Henda unga spælaran fara vit ivaleyst at hoyra meiri til í framtíðini. Hann javn- aði í 9. minutti, Egil Stein- tórsson legði VB framum í 25. minutti, og so var Kári í Lágabø tvær ferðir upp á spæl tíðliga í 2. hálvleiki. 4–1 er ein trivalig leiðsla. Men í 3. deild kann tað gan- ga skjótt hvønn vegin. Níggju minuttir eftir, at VB var komið upp á 4–1, var støðan 4–3, og teir síðstu tjúgu minuttirnar var tað heilt spennandi. Møguleikar vóru báðar vegir, men Jóhan á Mýrini í heimamálinum, og Finnbogi Olesen í VB málinum megnaðu báðir at halda tætt. B68–Skáli Í 1. deildardystinum móti NSÍ skifti Jóannes Jakobsen ongan mann inn. Tí var næstbesta B68 liðið væl mannað, tá teir beint eftir sigurin á NSÍ spældu móti grannaliðnum av Skála. Øssur Jacobsen, Mannbjørn Nesá og Bogi Petersen, sum allir eru spælarar við fram- tíðini fyri sær, høvdu sitið á beinkinum á besta liðnum. At hjálpa sær høvdu teir fleiri veteranar, sum fleiri ferðir hava vunnið FM í 1. deild, t. d. Kjartan Nesá, Edmund Jacobsen, Aksel Højgaard og Ingolf Petersen og so Jóannes Jakobsen. Skáli hevur ikki staðið seg væl higartil. Nú tykist gongd vera komin á, men á Svangaskarði megnaðu hvørki teir ella B68 at skora mál. B36–KÍ Enn eina ferð var tað sjón fyri søgn, at KÍ á heimavølli og á útivølli í 3. deild er heilt hvør sítt. Teir hava vunnið tríggjar heimadystir, og teir hava tapt tríggjar úti- dystir. Hesa ferð taptu klaksvík- ingar 6–0, men tað var kan- ska ikki so nógv at siga, til, tí teir spældu móti avgjørt besta liðnum í deildini. Seks ferðir noyddist Si- gurd Mikladal í meskarnar eftir bóltinum, og nógvir av málskjúttunum vóru gamlir kenningar í fremstu røð. Pól N. Joensen í heimamálinum hevði ein friðarligan dag. TB–B71 Hallur Christiansen var sjúkur leygardagin, tá besta liðið hjá TB fór norður til Fuglafjarðar. Tað var sjálv- andi ein missur, men tað kom væl við hjá 3. deildar- liðnum. Sunnudagin skor- aði Hallur trý mál móti sandoyingum, og tað var fyrst og fremst ungi og væl vandi maðurin, sum var munurin á liðunum. Besta málið á Sevmýri sunnudagin var tað til 4–0. Miðvallarin Andrass Nolsøe sendi úttanvert brotsteigin upp undir samankomingina. Páll á Reynatúgvu var fyrst aftasti verjumaðurin hjá B71. Tá teir vóru lagdir afturum við fleiri málum, fór løgtingsmaðurin fram í álopið, og honum eydnaðist at skora tvey mál. Tað til 4– 1 var hegnisliga potað upp undir tvørtræið eftir óbein- leiðis fríspark, sum var dømt tí TB málverjin hevði brúkt hendurnar í sambandi við afturlegging. ÍF–AB Fuglfirðingar hava kanska verið teir, sum hava verið størsta vónbrotið higartil í ár. Tá AB vitjaði var ÍF nið- urspælt seinnapartin av fyrr- a umfarinum, og tá skoraði AB tríggjar ferðir. Inntil gestirnir øktu til 2–0 var spenningur í, og ta løtuna hevði ÍF tveir stórar møgu- leikar, sum teir misnýttu. Stóri maðurin hjá AB var spælandi venjarin, Odd- bjørn Joensen. ÍF var skipað í 4–4–2, meðan mótstøðu- menninir vóru skipaðir í 3– 5–2. Tað hevði við sær, at AB, sum seinna partin av fyrra umfarinum spældi fínt, var yvirmannað á sen- trala miðvøllinum, har Oddbjørn Joensen í Hagi stíli dusaði sær í álopspart- inum og var so mikið leysur, at hann fekk skora fimm mál. Tað fyrsta langskoti var frágera gott, eitt langskot tók í ein mótstøðumann, meðan hini trý vórðu skum- pað í málið eftir gott upp- spæl og innlegg. JH Úrslit 6. umfar FS Vágar–VB 3–4 (1–2) 1–0: Petur Niclasen 2. 1–1: Kári í Lágabø 9. 1–2: Egil Steintórsson 25. 1–3: Kári í Lágabø 57. 1–4: Kári í Lágabø 60. 2–4: Petur Niclasen 62. 3–4: Eyðfinn Fjalsbak 69. B68–Skáli 0–0 B36–KÍ 6–0 (3–0) 1–0: Kári Gullfoss 15. 2–0: Regin Arge 16. 3–0: Kári Johansen 42. 4–0: Kenneth Joensen 58. 5–0: Tummas Eli Hansen 78. 6–0: Petur Martin Johansen 89. TB–B71 5–2 (3–0) 1–0: Niels Gunnar Petersen br 2–0: Hallur Christiansen 3–0: Hallur Christiansen 4–0: Andrass Nolsøe 4–1: Páll á Reynatúgvu 5–1: Hallur Christiansen 5–2: Páll á Reynatúgvu ÍF–AB 2–6 (0–4) 0–1: Oddbjørn Joensen 7. 0–2: Svend Poulsen 25. 0–3: Oddbjørn Joensen 29. 0–4: Oddbjørn Joensen 38. 0–5: Oddbjørn Joensen 50. 1–5: Rúni Jacobsen 67. 1–6: Oddbjørn Joensen 77. 2–6: Sigfríður Abrahamsen 78. AB er á veg móti næstbestu deildini 3. deild: Einasta hóttanin móti beinleiðis uppflyting hjá argjamonnum verður, um næstbesta liðið hjá B36 flytir niður úr 2. deild vunnin tapt mál- dystirv - j - t mál mál munur stig 1 B36 6 6 - 0 - 0 25 4 21 18 2 AB 6 5 - 0 - 1 32 10 22 15 3 KÍ 6 3 - 0 - 3 15 28 -13 9 4 B68 6 2 - 2 - 2 17 14 3 8 5 TB 6 2 - 2 - 2 20 18 2 8 6 Skála 6 2 - 1 - 3 12 15 -3 7 7 ÍF 6 2 - 0 - 4 15 22 -7 6 8 B71 6 2 - 0 - 4 12 19 -7 6 9 VB 6 2 - 0 - 4 16 29 -13 6 10FS Vágar 6 1 - 1 - 4 12 17 -5 4 Oddbjørn Joensen AB 9 Signar Johannesen AB 6 Egil Steintórsson VB 6 Kári í Lágabø VB 6 Aksel Højgaard B68 5 Dánial Petur Johansen B36 4 Regin Arge B36 4 Petur Niclasen FS Vágar 4 Aksel Johannesen KÍ 4 Svend Poulsen AB 3 Tumas Eli Hansen B36 3 Vinjard Guttesen B36 3 Jóannes Jakobsen B68 3 Kristoffur Vidtfeldt B71 3 Páll á Reynatúgvu B71 3 Jákup Baldvinsson ÍF 3 Eyðun Svalbard TB 3 Hallur Christiansen TB 3 Just Johannesen TB 3 Kaj Roest TB 3 Niels Gunnar Petersen TB 3 Bárður Johannesen AB 2 Fróði Stenberg AB 2 Heri Petersen AB 2 Jóannes Bæk AB 2 Petur Ritter AB 2 Bjarki Sørensen B36 2 Petur Martin Johansen B36 2 Arnfinn Olsen B68 2 Bogi Petersen B68 2 Kristian Poulsen B68 2 Magnus Simonsen FS Vágar 2 Tróndur Ravnsfjall FS Vágar 2 Jógvan Arnfinn Langgaard ÍF 2 Leivur á Lakjuni ÍF 2 Rúni Jacobsen ÍF 2 Sigfríður Abrahamsen ÍF 2 Bogi Isaksen KÍ 2 Hjalgrím Elttør KÍ 2 Símun Joensen KÍ 2 Bogi Gregersen Skála 2 Ólavur Klein Olsen Skála 2 Pauli Hansen Skála 2 Hans A. Niclasen VB 2 Máltindurin Oddbjørn Joensen og AB stevna beint móti 2. deild. Sunnudagin gjørdi leikandi ven- jarin sjálvur 5 mál