Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-12-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. desember 1997síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

C Jonhard Hammer Randi Jacobsen Blaðfólk: Aki Bertholdsen, Eirikur Lindenskov, HEE. Edvard Joensen Jens Kristian Vang J Í, uppseting og prent: Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 11820 Teletax. 14720 e-mail: i post clivant fo Á Logmaður, løgmaður!!! Oddagrein EINAFERÐ afturat hevur logmaður elvt til politiskar trupulleikar, sum hann óivað hevði kunnað sloppið undan, um hann stýrði lands- stýrinum neyvari og hevði havt betri politiskar ráðgevarar. TEY flestu halda, at grundgevingin at koyra Sámal Petur í Grund frá, tí hann hevur brúkt eitt serligt arbeiðslag í málinum um fast sam- band um Vestmannasund, er dekan ov grunn. OG helt løgmadur, at sjálvstýrisflokkurin bara for at velja ein nyggjan landsstyrismann uttan at gera ein vørr, so tykist logmaður at vera dekan ov góðtrúgvin. HEVÐI løgmadur so trupult at fáa Sámal Petur í Grund at virka væl og loyalt í landsstýrinum, sum hann opinbart hevur havt, tí hann gav honum sekkin, átti hann sjálvandi fyrst at vent sær til Sjálvstýrisflokkin og greitt frá trupulleik- unum. SO kundi Sjálvstýrisflokkurin vidgjørt málið og annaðhvort tosa Sámal Petur til rættis, valt ein annan landsstýrismann ella farið aftur til legmann og sagt, at vit kunnu ikki halda fram. SO hevði løgmadur verið í eini heilt aðrari stoðu. Bæði mótvegis sjálvstýrisflokkinum og sínum egna flokki, tí nú hevur hann við at koyra Sámal Petur frá í hesum málinum fingið innanhýsis trupulleikar við Vága Sambands- felag SJÁLVANDI ber til at seta spurnartekin við, um Sámal Petur í Grund bar seg rætt at í hesum máli. Helst hevði verið betur, um hann hevði latið landsstýrið viðgera málið, áðrenn tað varð lagt fyri samgongulimirnar. MEN aftur her ber til at leggja ábyrgdina til legmann, tí bæði hetta málið og málið um ílegur-nar á fíggjarlógaruppskotini vísa, at legmaður hevur ikki tak á tí samlaða lands- stýrisarbeiðnum. Tað má hann hava, sjálvt um vit hava fingið ráðharrastýri. Tað kann ikki vera rætt, at hvor landsstýrismaður rekur politikk eftir sínum høvdi. SAMANUMTIKIÐ hevur formaðurin í sam- bandsflokkinum aftur víst, at hann hevur tor- fort at fáa politiska samstarvið at rigga, og hann hevur aftur víst, at javnaðarflokkurin hevði rætt, tå hann fór ur samgonguni í fjør, ti tað bar ikki til at samstarva við Edmund Joen- sen. Spurningurin er bara nú, um restin av samgonguni hongur saman til val verður Sosialurin Grótvarpari í glashúsi Er Eyðun Viderø ein neutralur eygleiðari? Í Dimmalætting seinasta leygardag hevur Eyðun Viderø, fólkafloksmaður og bygdaráðsformaður á Sandi nakrar sokalladar viðmerk ingar til ymisk kommunu- mál. Serliga eru tað viður- skiftini, sum hava nakað við Tvøroyri at gera, sum fyri henda bygdaráðsformann eru serliga áhugaverð Hann skal eitast at royna at vera ein neutralur eyg- leiðari, sum frá síðulinjum ger viðmerkingar til truplu støduna, Tvøroyri er komin í, og um politisku viður skiftini annars í kommun uni. Tað er næstan, sum tú merkir, at hesin eygletðari onkursvegna fegnast um, at tað hóast alt er onkur kom- muna, sum er verri fyri, enn hon, hann sjálvur stjórnar At seta kommunur upp móti hverjum ødrum Neyvan verður nakað gott at: spyrjast kommunur verða settar upp ímóti hverji aðrari. ella tå aðrir fara at blanda seg ov burturúr, tá nógv í innanhysis trupul leikar í einari aðrari komm unu, soleiðis sum Eyðun Viderø ger eina heilhjartaða roynd uppá. Ber so til at grumsa málið uppaftur meira við at taka partapol itikk uppí, ja so er spælið vunnið Gamalt er at siga, at ikki eigur at verða kastað við gróti, tå ein sjálvur býr í einum glashúsi. Hesi vis dómsorð galda eisini Eyðun Viderø Nei, tad eru hinir, sum siga tad Rættiliga snildisliga leggur hann øll negativ uttalilsir í munnin á Páll Vang, býráðs formanni á Tvøroyri sum eisini av réttum eigur tey. men ikki kemst uttanum, at Eyðun Viderø frøist við at kunna endurgeva tey, og tað skal eingin ivast í, at hann tekur undir við teimum av heilum hjarta, hóast hann ikki er maður nokk tl bein leiðis at siga tey. Men tað veksur maðurin ikki av Tí skal bæði Eyðun Vid erg og fólk annars fáa rætta samanhangin at vita Kommunuskuldin å Tvøroyri Kommunuskuldin á Tver vri gevur bvedini óloys uw trupulleikar. soleiðis stødan nú er. Komm kyldar einar 165 mi 1 : rer ikki nakað. sum nakar rættsiktaður persónur kann frøast um, uttan mun til. hvat viðkomandi annars heldur um tverafólk og pol- itisku flokkarnir, sum har hava búleikast Eyðun tykist yera sera illa kunnaður um hesi vidur- skifti og enntá roynir at siga tað. sum skeivt er. Ella skrivar hann, sum mest sannlikt er, móti betri vit- andi Vit høvdu tíverri í Javn- aðarflokkinum eitt innan- hýsis stríð á Tvøroyri í 1984, sum endaði við, at tey, sum áður vóru javnað- arumboð í býráðnum fóru sundur. Vit vóru try ymboð. sum endaði í andstøðu, meðan hini bæði umboðini við Dánjal av Rana á odda, kastaðu saman við teimum borgarligu m.a. Fólkaflokk inum og Páll Vang Urslitið av hesum stríði gjørdist, at teir borgarligu fyri fyrstu ferð komu til at stjórna býi okkara. Hetta var sum sagt í 1984 I 1992 og aftur í 1996 gjørdist Páll Vang formaður, meðan hann hinar báðar set- urnar var næstformaður hjá Dánjal av Rana, sum var býráðsformaður frá 1984 til 1992 Skuldin í 1984 og í dag I 1984 skyldaði kommunan uml. 70 mió. kr., og vóru tá allar tær stóru iløgurnar í skular, itrottarhøll, vegir og partvist havnin å Drelnesi gjørdar, umframt at utby gg ingin av vinnulivinum vid bædi virki og skipum var komin upp á pláss. Tá misti Javnaðarflokkurin ávirkan ina í býráðnum Hetta var ein lánsupp- hædd, sum var ríkiliga stór, men sum tó hevði borið til at goldið niður Stødan í dag aftaná 12 ár við teimum borgarligu I dag skyldar kommunal uml. 165 mió. kr.. og einasta nýggja ílagin,s um komin er, er ein nýggjur barna- garður. Restin av lánunum er farin til at tippa hol vid og annars ul at figgja eitt yvirforbruk. Av hesum tíð arskeiði eigur Fólkaflokk urin formannin í fimm ár og mnestlornmannin í attu af Hygg fyrst um teg sjålvan Fa Eydun Viderø er so upp tikin av Tvøroyri, kundi cg kanska spurt, um hann heima á Sandi eisini hevur eygleitt javnaðarmenn í at niðurbinda hansara komm- unu við skuld? Sjálvur sttur hann sum formaður, og undangongumaður hansara sum formaður var úr Tjóð- veldisflokkinum Men kanska finnur hansara døm- andi sál onkran javnadar- mann kortini, sum hann kann brúka sum syndabukk Men innast inni dugr eg ikki at síggja, hvat tað skal tæna, at partapolitisk spjøl- dur verða hongd á komm- unuskuldina. Tað ger tað ikki lættari at gjalda hana aftur, kanska tverturímóti Kommunuskuid av neyð Eg hoyrdi Eilif Samuelsen í Fimmaranum siga, at kommunur høvdu lænt seg út á bláman. Og tað er eisini rætt, al so er Men husjónarliga eri eg ikki samdur við Eilif Samu- elsen, tå hann sigur, at kommunur ikki skulu lut- taka í vinnulívinum Her má tað vera so, at tá tað privata ikki røkkur, og tað er sanniliga ikki so sjáldan, so má tað almenna í hesum før: kommunan taka takið. Tað finst einki alternativ Men Eilif sum býr í kommunu við føstum regluligum inntøk um stavandi fræalmennar umsiting. kennir ikki til, at kommunur Samuelsen, hava verið noyddar til at spenna seg fyri vinnulívið, tí annars var hungur og hall. At sita og bíða eftir sokallaðum vinnulívsmonnum hevði ikki mettað nógvar munnar ella givið nógvum hondum arbeiði. Áðrenn kommunan á Tvøroyri í fyrraparti av sjeytiårunum fór undir at skipa fyri vinnulívinum í bygdini, var sum sunnudag- ur hvønn dag. Hetta var eitt neyðugt og skilagott tiltak, sum fekk undirtøku frå all- ari bygdini At tað so seinni hevur gingið meira tungt, tað var bara spell, men soleiðis gekst við øllum okkara vinnulívi fyrst í níttárunum Var Eydun Viderø so konstruktivur? Mær rennur í hug. tá tíð indini gingu um, at nú var bygdaráðsformaðunn á Sandi farin til Havnar at krevja Fiskavirking til at taka virkið heima á Sandi niður, tí einki virksemi var Múrarnir skuldu falla eins og í Jeriko á sinni. Tað var hansara dómur Í dag trúgvi eg. at nógvir sandoyingar fegnast um, at Eyðun Viderø ikki fekk sín vilja, tí nú er eitt blómandi virksemi á báðum virkjun um Tá má sigast, at:fólkini aftan fyri Sandoy Seafvod eru munandi meira konstr uktivir. Falnir múrar metta ongar munnar Jóannes Eidesgaard