hósdagur 4. desember 1997síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|||
Nr. 232 — 4. DESEMBER 1997
Fleiri
vitni
tidindabladid
skulu avhoyrast
Sakarmálið móti tveimum ungum klaksvikingum, sum eru
ákærdir fyri eitt serliga rátt yvirfall framt í mars mánaði,
er útsett, tí fleiri fólk skulu avhoyrast, og nøkur vitni
aftrat kallast inn
RANDI JACOBSEN
Sjålvt um Føoya Rættur
hevði sett tað mesta av týs-
dagnum av til at viðgera
revsimálið móti teimum
báðum monnunum, so
eydnast ikki henda dag at
fáa málið avgreitt, so tað
kundi takast upp til dóms
Neyðugt var at útseta, og
næsti rættarfundur verður
neyvan fyrr énn í nýggja
árinum
Sum nevnt í blaðnum í
gjár, vórðu teir báðir
ákærdu avhoyrdir fyrra-
partin týsdagin. Annars
mintist einki til, at hann
skuldi hava verið við til
nakað yvirfall, men hann
mintist, at hann hevði koyrt
í bili saman við hinum, men
hann mintist væl, at teir um
náttina høvdu sett seg at
drekka í bilinum, vóru
sovnaðir og vaknaðu, tá
pápi hin kom at deila og tók
billyklarnar
Hann noktaði seg sekan í
ákærunum
Hin åkærdi noktaði full
komiliga at siga nakað, sum
hann hevði rætt til
Menninir eru ákærðir fyri
at hava tíkið ein $1 ára
gamlan mann upp í bilin, at
hava koyrt hann út í gamla
grótbrotið, har maðurin
varð sparkaður og sligin, og
síðan koyrdu teir runt í bý-
num við honum í fleiri tím-
ar, áðrenn teir tveittu hann
úr bilinum á getuna
Seinnapartin vórðu trý
vitni avhoyrd, men vitnis-
frágreiðingarnar gjørdu ikki
málið stórt greiðari
Fyrta vitnið var ein mað-
ur, sum hesa náttina hevði
verið uppi og úr vindeyga
sínum hevði hann sæð ein
bil, einar 500-600 metrar frá
húsum sínum. Sambært
politifráreiðingini hevur
hesin maður nakrar dagar
eftir hendingina greitt poli
tinum frá, at hann við bilin
hevði sæð tveir menn, sum
tóku ein triðja úr bagasju
rúminum
Tað mintist hann einki til
nú
Annað vitni var maðurin
sum var bukaður
Hann hevði hetta kveldið
verið í fødingardegi, gekk
sær ein túr, og áðrenn hann
visti av varð hann trýstur
inn í ein bil, sum við nógv-
ari ferð koyrdi út í grótbrot
ið, har hann varð drigin úr
bilinum og avhelvaður
Síðan høvdu teir aftur koyrt
hann í bagasjurúmið og
varð sum ein eplasekkur
tveittur hann í býnum
Báðir menninir høvdu
sparkað og sligið seg, segði
maðurin, sum fekk so nógv
mein, at hann aftaná lá
næstan ein mánað á sjúkra-
húsi
Hann kendi hvergan
mannin í bilinum, men tá
politiið dagin eftir kom við
teimum báðum handtiknu,
kendi hann báðar aftur
Men tað løgna var, at
maðurin ikki kendi menn
mar aftur í rættinum týs-
dagin
Tá maðurin var tveittur av
ta náttina, fór hann grulv
andi inn í húsinum hjá ein
um sykinabarni, sum var
tann, ið meldaði hending
ina
Hesin maðurin var triðja
Á
på
vitnið
Hann greiddi frá, at út
hurðin hjá teimum hevði
staðið opin, og hann vakn-
aði við, at tann illa viðfarni
maðurin stóð í kamarshurð
ni
Hann fór beinanvegin
upp og hjálpti hinum, og
meldaði
Konan var eisini farin upp
og tá hon kom niður í
MOTTØKA
Stjoraskifti hjá Føroya Shell
| samband við at Hjarnar Djurhuus
fer frå við eftirløn eftir 29 ára
tænastu, og Håkun Djurhuus
tekur við, verður móttaka á
høvuådsskrivstovuni á Viðarnesi
mánadagin 8. desember
kl 15%9-179
O Shell
køkin, sótu tveir menn har
við fløsku. Vitnid hevåi sagt
teimum, at høvdu teir nakað
við yvirfallið at gera, so
hevði hann longu meldað
Annan av teimum
ákærdu, sum báðir vóru í
rættarsalinum, kendi vitnið
aftur frá tí náttini, og hann
kendi hann eisni framman-
undan, men hin kendist
hann ikki við. Hann upp
lýsti annars, at hann ta nátti
na hevdi spurt hin mannin,
hver hann var, og hevði
fingið navnið á honum. Á
rætttarfundinum varð vitnið
ikki spurt, um hetta skuldi
skiljast sum, at hann meinti
tað var ein annar maður enn
tann ákærdi
KLÆÐIR
- TIL HENNARA OG HANSARA
VIT HAVA HØPIN AV GÓÐUM
TILBOÐUM TIL JÓLA
KOMIÐ OG GERIÐ
KVETTID!
NÁ FEÐGAR
FUGLAFJØRDUR
TLF. 44888
KLAKSVIK
TLF. 56880