Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. november 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 227 - 28. november 2003 Nr. 227 - 28. november 2003 3 Føroyar, Grønland og Ísland hava endur- nýggjað samstarvs- avtaluna millum londini á mentanar- økinum. Hósmorg- unin undirskrivaðu partarnir avtaluna á nýggju og stásiligu Norðuratlantsbryggju ni í Keypmannahavn MENTANAR- SAMSTARV Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Hósmorgunin undirskriv- aðu Føroyar enn eina sam- starvsavtalu á mentanar- økinum. Herfyri kom ein mentanaravtala í lag við Hetland, og hósmorgunin varð ein líknandi sam- starvsavtala undirskrivað við Grønland og Ísland. Avtalan varð undirskrivað á nýggju og stásiligu Norður- atlantsbryggjuni í Keyp- mannahavn. Tað eru mentamálaráð- harrarnir í Útnorðurlond- unum sum standa fyri sam- starvsavtaluni. Føroyar, Ís- land og Grønland hava síð- an tíðliga í nítiárunum havt eitt skipað mentanarsam- starv, og nýggja avtalan millum londini er eitt fram- hald av gomlu avtaluni. Av- talan er galdandi í trý ár, og kemur í gildið 1. januar 2004 Økja samstarvið Endamálið við samstarvs- avtaluni er at økja sam- starvið í Útnorði á mentan- arøkinum. Avtala er eisini um at samstarva innan ítrótt, sjálvboðið barna- og ungdómsvirksemi, um- framt á undirvísingar- og granskingarøkinum. Londini eru á einum máli um, at nøkur økið skulu komandi trý árini raðfestast hægri enn onnur. Í 2004 fara Føroyar, Ísland og Grønland verður økið "sjálvboðið barna- og ung- dómsarbeiði raðfest fremst. Í 2005 eru tað bókmentir, og í 2006 verður tað søgan hjá Útnorði, sum verður hægsta raðfesting. Endurnýggjað mentanaravtaluna Føroyar, Grønland og Ísland skrivaðu hósmorgunin undir eina nýggja samstarvsavtalu á mentanarøkinum Mynd: Álvur Haraldsen Kreppufundur í SvF Flaggskipið hjá Sjón- varpi Føroya er í havsneyð, tí Degi og viku tørvar manning. Á kreppufundi miku- dagin fingu starvs- fólkini á tíðinda- deildini lyfti frá leiðsluni um, at fleiri fólk vera sett til tíð- indadeildina, so støðið verður hækkað og fólkini trívast betur DAGUR OG VIKA Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Fokus er tikin av skránni. Ongin Breddi. Grannar okkara avlýstir. At okkurt er galið í Sjón- varpi Føroya hava fleiri ábendingar verið um í síðstuni. Mikudagin var kreppufundur á Hotel Føroya, har fólk á tíðinda- deildini viðgjørdu støðuna saman við leiðsluni. Niður- støðan var, at tíðinda- deildini, sum fyrstu og fremst framleiðir Dag og viku, tørvar fleiri fólk. Flaggskip í havsneyð Tey, sum gera sær ómak hyggja nærri, tá rullitekst- urin rennur eftir skerm- inum, tá ljósvarparnir eru sloknaðir í Degi og viku, hava óivað varnast, at her mátti endað galið. Oftast hava bara tríggir, onkuntíð tveir journalistar framleitt teir umleið 20 minuttirnar, sum Dagur og vika er. Tað man vera heimsmet í sjón- varpshøpi. Tað hevur ført til, at fólk eru strongd, misnøgd og hava umhugsað at fara aðrastaðni. Tá ið Sjónvarp Føroya herfyri søkti eftir programmfólki, søkti eing- in uttanífrá, frættist. Tað er eitt óvanligt sjúkutekin, tí vanliga er sjónvarp tað, sum allir journalistar tráða eftir at sleppa framat. Verður hugt eftir tølun- um, so sæst, at journalist- arnir hava arbeiðsumstøð- ur, sum nærkast tí ótolandi. Sjey journalistar eru í starvi. Hálvur annar fer til ítrótt. Ein er redaktør. Ein er upplesari. Ein hevur Breddan og minst ein hálvur fer til Fokus. Eftir eru tríggir journalistar at framleiða til sjálvt flagg- skipið hjá SvF. Og er ein sjúkur ella heima hjá barni, so eru tvey fólk til at seta dagsskránna í Føroyum. Tað hevur ljóðað, at mis- nøgd hevur verið við, at stjórin ikki raðfestir tíð- indapartin nóg høgt. Men fólk av tíðindadeildini, sum Sosialurin hevur tosað við, halda ikki, at tað er kjarnin í málinum. Heldur er talan um, at hann ikki hevur fat- að teirra støðu, og á kreppufundinum fekk hann fleiri sannleikar at vita, hann als einki visti um. Minst fimm fólk Á kreppufundinum, sum var á Hotel Føroyum miku- dagin, var støðan viðgjørd. Ætlanin var alla tíðina at hava temafund hendan dag- in, tí umfatandi bygnaðar- broytingar standa fyri framman. Men nú støðan var so vónleys, og fleiri journalistar hóttu við at fara, varð teirra støðu burt- urav viðgjørd. Serkøn hjálp kom uttan- ífrá, bólkar vóru settir niður og allir komu til sama úr- slit. Semja var um, at minst 5 journalistar umframt myndafólk burturav skulu fáast við at framleiða til hvørja Dag og viku. Fimm søgur krevja fimm fólk, er niðurstøðan, tí sjónvarp er so tíðarkrevjandi. Soðið er tunt, verður tíð- um sagt um Dag og viku, og tað er helst ikki uttan or- søk. Men tað er ikki tí, at journalistarnir ikki tíma. Journalistar skríggja eftir at sleppa at grava eitt sindur djúpri, sigur ein kelda í sjónvarpinum, men tá manningartrotið er so stórt, so fara teir sjálvandi eftir tí trygga, tí pláss er ikki fyri, at okkurt kiksar. Fingu lyfti Sum skilst endaði kreppu- fundurin á SvF við, at leiðslan gav starvsfólkun- um lyfti um, at fleiri fólk vera sett at framleiða tíð- indi, og helst skulu minst 5 fólk vera tøk til hvørja sending. Harafturat verður Breddin niðurlagdur, so orkan fer til høvuðssend- ingina. Broytingarnar koma í gildi beinanvegin. Ein annar trupulleiki hevur verið útgerðin á sjón- varpinum, sum hevur verið ein forðing fyri framleiðsl- uni. Nýggj digital útgerð stendur av stovninum, men av tí, at upplæring ikki er fylgd við, stendur hon og samlar dust. Tann parturin skal eisini fáast upp á pláss, hava starvsfólkini á tíð- indadeildini fingið lyfti um. Tvey kend andlit á SvF. Katrin Petersen er aftur í sjónvarpinum. Hon er virkandi tíðindaleiðari, eftir at Grækaris D. Magnussen legði frá sær. John Johannessen er bæði tíðindafólk og redaktørur á Degi og viku. C M Y K 3 2 Tel. 31 95 75 · www.bokasolan.fo NORÐURLANDAHÚSIÐ RITHØVUNDAFELAGIÐ Kl. 15.00: Bókaframsýningin letur upp Kl. 15.15: Rithøvundafelagið bjóðar vælkomin Kl. 15.20: Bárður Persson lesur egnar yrkingar Kl. 15.30: Loppugras. Framløga av nýggju bókini hjá Sólrun Michelsen við myndum eftir Hanna Bjartalíð. Í bókini eru sangir, sum Palli Hansen hevur gjørt løg til. Børn syngja saman við Jóannu Johansen Kl. 15.50: Jóngerð Poulsen lesur egnar yrkingar Kl. 16.00: Hans Jacob Kollslíð lesur egnar yrkingar Kl. 16.10: Ikki av fiski eina. Steintór Rasmussen sigur frá yrkingum sínum og lesur úr savninum Kl. 16.30: Steðgur, har høvi verður at tosa við rithøvundar og útgevarar Kl. 17.00: Oddfríður M. Rasmussen lesur úr nýggja savni sínum Kl. 17.10: Er Gud danskari? Carl Jóhan Jensen hevur samrøðu við Alexandur Kristiansen Kl. 17.30: Alexandur Kristiansen lesur Kl. 17.40: Bókadagurin endar Skrá fyri Bókadagin 2003 í Norðurlandahú Bókadagur 2003 kadagur 2003 Bókadagur við bókacaféf ver é ðr ur sunnudagin ð 30. november kl. 15 í Nor í ðr urlandah ð úh sinum SANSIR 355 355