Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. november 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 227 - 28. november 2003 Nr. 227 - 28. november 2003 5 – segði Steven Timms, bretski oljumálaráð- harrin, við Eyðun Elttør, tá teir hittust á orkuráðstevnu í Hetlandi týsdagin. Bretar umhugsa nú at linka treytirnar hjá oljufeløgunum, sum vilja leita á Atlants- mótinum OLJURÁÐSTEVNA Jan Müller Á ráðstevnu í Lerwick í Hetlandi týsdagin hitti Eyðun Elttør, landsstýris- maður í oljumálum, sín bretska starvsbróður, Steven Timms. Teir báðir tosaðu um møguleikarnar fyri samstarvi, tá og um olja verður funnin og fram- leidd á føroyska landgrunn- inum. Spurningurin um 2. føroysku og 22. bretsku útbjóðinginia á Atlants- mótinum varð eisini um- røddur. Bretar eru nevniliga í ferð við at leggja til rættis ta 22. útbjóðingina á sínum landgrunni. Og eftir øllum at døma verður henda út- bjóðing eisini teigar, sum koma at liggja upp at mið- linjumarkinum millum londini. Eisini spurningurin um at troyta varandi orkukeldur so sum vindorku var havdur á lofti. Steven Timms greiddi Eyðuni Elttør frá, at ætlanin er at 10% av allari orku, Bretland brúkar í 2010, skal koma frá varandi orkukeldum. Danmark er í dag leiðandi innan hetta økið, og tað vilja bretar gera nakað við. Og her verður so nettupp Hetland ein partur í royndunum at menna eitt nú vindorku. Hóast fá fund eru gjørd vestan fyri Hetland seinastu mongu árini, so hevur bretski oljumálaráðharrin kortini góðar vónir um, at serliga tey stóru oljufeløg- ini fara at bjóða upp á teigar á Atlantsmótinum. Steven Timms sigur við Sosialin, at teir í løtuni hyggja at sjálvum karmin- um, t.v.s. treytunum til olju- feløgini í sambandi við ta 22. runduna. Tað er ikki óhugsandi, at teir fara at broyta skattareglurnar, sum oljumálaráðharrin við- gongur kunnu vera ein forðing fyri at kunna fáa ta neyðugu og ynsktu undir- tøkuna fyri eini komandi útbjóðing á eitt nú djúpum vatni í nýggjum, ókendum øki. Umboð fyri skattamynd- ugleikarnar og oljuvinnuna sita í løtuni og gera eitt uppskot til broytingar í oljuskattaskipanini. – Niðurstøða er enn ikki gjørd, men hon fer helst at mæla til broytingar, sigur ráðharrin. Uppá fyrispurning, um hann ikki sær fyri sær eina harða kapping millum Før- oyar og Bretland at fáa oljufeløgini at bjóða uppá teigar báðumegin markið, nú og um skattareglurnar fyri leiting í bretska part- inum verða lagaligari enn tær føroysku, sigur Steven Timms, at reglurnar og skipaninar vilja altíð vera ymiskar frá einum landi til eitt annað. – Eg ivist ikki í, at før- oyskir oljumyndugleikar fara at fylgja væl við í, hvørjar broytingar vit gera í loyviskrøvunum hjá olju- feløgunum og møguliga far aat gera broytingar eisini, men eg haldi ikki, at tað fer at gera bretsku støðuna verri. Steven Timms heldur nevniliga, at tað eru so mikið góðir møguleikar at finna olju og gass á At- lantsmótinum, at oljufeløg- ini fara uttan iva at vísa bæði tí føroyska eins væl og tí bretska økinum áhuga. – Sjálvur trúgvi eg, at oljufeløg fara at gera stór oljufund á Atlantsmótinum. (Økið millum Føroyar og Hetland, blaðm.) – So tú ert ikki bangin fyri, at hetta økið er við at missa momentum – áhuga? – Tvørturímóti, so haldi eg vit fara at síggja eitt nýtt momentum, har bæði stór og smærri eitt nú nýggj oljufeløg fara at gera íløg- ur. Steven Timms heldur tað annars vera eitt gott hug- skot at vitja Føroyar í kjalarvørrinum av eini føroyskari og eini bretskari útbjóðing á Atlantsmót- inum. Hóast Steven Timms ikki umsitur umhvørvismál, so heldu rhann tað vera eina skilagóða loysn, tá hann frættir, at hansara starvs- bróðir í Føroyum eisini er umhvørvismálaráðharri. – Tað vísir seg at um- hvørvi, orka og tá eisini olja og gass, eru mál, sum eru sera knýtt at hvørjum øðrum, og tí síggi eg onki skeivt í, at sami ráðharri umsitur hesi øki, tvørtur- ímóti. Elttør hitti bretska starvsbróðurin: – Eg síggi góðar møguleikar at finna olju á Atlantsmótinum Bretski oljumálaráðharrin, Steven Timms, heilsar upp á okkara oljumálaráðharra, Eyðun Elttør Mynd: Jan Müller Bakarar viðganga ólógligar prísavtalur Fyrstu bakararnir hava goldð bøtur upp í 45.000 krónur fyri ólógligar avtalur um prísin á breyði og vinarbreyði BAKARAKARTELL Øssur Winthereig ossur@sosialurin.fo Tríggir bakarar hava valt at gjalda bøturnar fyri ólóg- ligar prísavtalur og sleppa so undan at enda í rættin- um. Størsta bótin higartil er 45.000 krónur, sum eina bakari hevur valt at gjalda. Tveir aðrir hava goldið 15.000 og 5.000 krónur. 17 bakarar vóru skuld- settir fyri brot á kappingarlógina tí felagið hjá bakarunum hevði sam- skipað, hvussu nógv rug- breyð og aðrar bakaravørur skuldu kosta. Av teimum 17 hava 15 fingið uppskot til bøtur frá fútanum og higar- til hava tríggir valt at gjalda bøurnar. Linda Hesselbjerg, politi- ákæri, sigur at støddin á bótunum er roknað út frá, hvussu stóran part av marknaðinum teir ymsu bakararnir hava havt. – Tað ber ikki til kanna, hvussu nógv rugbreyð ella vinarbreyð hvør einstakur bakari hevur selt, so stødd- in er ásett eftir mettari sølu, sigur Linda Hesselbjerg. Brot á revsilógina Ein av bakarunum er eisini skuldsettur fyri brot á revsilógina. Enn er ákæra ikki reist, men fútin tekur í ár støðu til, um ákæra skal reisast. Tann bakarin er skuld- settur fyri ikki at hava givið kappingarráðnum tær upp- lýsingar, sum ráðið hevði biðið um. Verður hann ákærdur og dømdur kann revsingin vera upp í fýra mánaðar fongsul. Linda Hesselbjerg vænt- ar at tey málini, har upp- skotini til bøtur ikki verða goldnar, vera latin Føroya Rætti í næstum. – Hetta er eitt sera umfat- andi mál. Bara at finna ein dag í rættinum, har sjey ad- vokatar hava tíð, kann verða trupult, vísir Linda Hesselbjerg á. Húsarannsóknir Ein partur av tilfarinum til rættarmálið er fingið til vega við húsarannsókn. Kappingarráðið gjørdi saman við politinum húsa- rannsóknir á trimum støð- um í Havn og hald var lagt á skjøl. – Vit skulu fyljga við um kappingin er frí er teimum ymsu økjunum. Í hesum førinum var illgruni um, at bakararnir høvdu avtalað prísirnar sínámillum. Tað er ólógligt, sigur Terje Sig- urðsson, fultrúi á Kapping- arráðnum. Høvdu teir boð- að kappingarráðnum frá, at teir høvdu gjørt avtalur, so kundi Kappingarráðið kannað tað. Men ikki at fráboða eina avtalu, er í stríð við kappingarlógina. Hetta er fyrsta málið fyri brot á kappilógina, sum endar í rættinum. Kapping- arráðið bíðar við spenningi eftir einum úrskurði. – Kemur rætturin fram til, at talan er um brot á kappingarlógina, so eru onnur rlíknandi mál, sum eisini skulu kannas, sigur Terje Sigurðsson. Skuldsetingarnar móti bakarunum er, at teir í 1997, 1999 og 2001 hava gjørt felags príslistar yvir vørurnar á hillunum. Og hetta skal vera gjørt og samskipað av Áhugafel- agnum fyri bakarar. – Eg havi ikki frætt eitt orð frá fútanum, so eg kann einki siga um tíðindini um, at onkrir bakarar hava gold- ið bøtur, sigur Carl Mourit- sen, formaður í bakara- felagnum. Tríggir bakarar hava valt at gjalda bótina, sum fútin hevur fyrilagt teimum. Hinir bakararnir skulu í rættin ákærdir fyri ólógligar avtalur um eitt nú prísin á rugbreyði Mynd. Jend Chr. Vang C M Y K 5 4