fríggjadagur 28. november 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 227 - 28. november 2003
Nr. 227 - 28. november 2003
7
Maersk Air fingið kreppuhjálp
Danska flogfelagið
Maerks Air hevur
nýliga fingið 400
milliónir krónur
innskotnar frá móð-
urfelagnum A.P.
Møller. Samlaða
íleggið er í ár komið
upp á 700 milliónir
krónur
FLOGFERÐSLA
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
A.P. Møller hevur lagt 400
milliónir krónur í flogfel-
agið Maersk Air. Tað skal
enn einaferð steðgað git-
ingunum um, at A.P. Møller
ætlar at niðurleggja flog-
felagið.
Maersk Air hevur seinnu
tíðina verið í rættiligari
trongstøðu fíggjarliga. Tað
hevur ikki gingið nakað
serligt hjá felagnum, sum
umframt vanlig ferðafók
eisini hevur mist stórar
charterkundar sum eitt nú
Star
Tours,
ið
brúkti
Maersk Air til at flúgva
gestir sínar suðureftir.
Maersk Air hevur tvey
tey seinstu árini havt eitt
samlað hall upp á 638
milliónir krónur, og sum
útlitini eru í løtuni, er mest
líkt til, at tað aftur í ár
verður hall á roknskapinum
hjá felagnum.
Fyrr í ár setti A.P. Møller
aðrar 300 milliónir í flog-
felagið, so samlaða inn-
skotið í ár er upp á heilar
700 miliónir krónur.
Nógvar gitingar hava
veið frammi um, at A.P.
Møller er í ferð við at
sleppa sær av við flogfelag-
ið. Men líka ofta, sum hesi
tíðindi eru farin at ganga,
hevur leiðslan í Maersk Air
avsannað tey.
Nýggjur stjóri
Tann 1. november tók stjór-
in í grønlendska flogfelagn-
um Air Greenland, Finn
Øelund, við starvi í Maersk
Air, og á nýggjárinum loys-
ir hann Flemming Ipsen av
sum forstjóra. Finn Øelund
hevur eisini fleiri ferðir í
danskari pressu lagt eina
við, at hann er ikki settur at
taka Mersk Air av, men at
fáa felagið aftur á flog. Og
við teimum nógvu pengun-
um, sum A.P. Møller nú
brúkar upp á flogfelagið, er
ymiskt, sum bendir á, at so
er.
Hr. Møller, sum gamli
leiðarin í fyritøkuni, Mærsk
McKinney Møller, dagliga
verður nevndur, er annars
kendur fyri at kappa høvdið
av øllum, sum ikki kastar
pengar av sær.
Maersk Air er eisini býtt í
tvey. Maersk Air tekur sær
av sjálvari flogferðsluni, og
eitt annað felag, Maersk
Aircraft, eigur partar av
flogfarsflotanum.
Hetta, at felagið er býtt
sundur soleiðis, hevur eis-
ini sett gongd í gitingarnar
um, at arbeitt verður við at
taka felagið av.
Men nevndarformaðurin
í Maersk Air, Bent Erik
Carlsen, sigur við danska
blaðið Berlignske Tidende,
at tað er nakað tvass.
Vend í
Per Brinch, kunningarstjóri
hjá Maersk Air, sigur við
Sosialin, at við hesum
seinna íkastinum hevur A.P.
Møller greitt boðað frá, at
fyritøkan heldur fast um
flogfelgið.
– Eginpeningurin hjá
Maersk Air hevur alla
tíðian verið positivur, sigur
Per Brinch. Tað, sum hesin
peningurin skal brúkast til,
er tap av søluni av felagn-
um Maersk Air Ltd. í Eng-
landi, sum Maersk Air átti,
men sum gekk illa og varð
selt við stórum halli. Og tað
passar eisini til hugsunar-
háttin hjá Hr. Møller, at tað,
sum ikki gevur vinning,
skal ein sleppa sær av við.
Umframt
eru
rætitliga
nógvir pengar brúktir til
niðurskirivng av nýggu
flogførum felagsins, sigur
kunningarstjórin
hjá
Maersk Air.
Felagið Maersk Aricraft,
sum eigur flogførini, er
dótturfelag hjá Maersk Air
og er stovnað av roknskap-
artekniskum grundum.
Per Brinch sigur, at í
Maersk Air fegnast tey nú
um at hava fingið arbeiðs-
frið, og at tey nú líta fram-
eftir. Botnurin er náddur,
heldur hann, og nú gongur
hinvegin aftur. Hall hevur
verið seinnu árini, men tað
er nú minkað munandi, sig-
ur Per Brinch.
Tað at Star Tours ikki
longur er kundi hjá Maersk
Air, hevur so gjørt, at fleiri
flogfør eru tøk at brúka
aðrastaðni, sigur kunning-
arstjórin. Fýra flogfør eru
leigað út til charterflúgving
í summar, og arbeitt verður
alla tíðina við at seta á
stovn nýggjar rutur, sigur
hann.
Flogførini hjá Maersk Air
fara eisini í framtíðini at
verða at síggja á flogvøllin-
um í Vágum.
Til jóla verða sjey eyka-
flogfør á Føroyarutuni, sig-
ur Per Brinch. Fimm úr
Keypmannahavn og tvey úr
Billund.
Fáir næmingar hava
boðað frá, at teir ætla
sær á Føroya Sjó-
mansskúla næsta ár.
Tað er ikki óvanligt,
at fráboðanir koma
seint, sigur stjórin
UNDIRVÍSING
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Tað eru fáir næmingar til-
meldaðir
Føroya
Sjó-
mansskúla komandi skeið.
Í onkrum flokki eru bara
einir tveir innskrivaðir enn.
Men tað er einki óvan-
ligt, at fráboðanir koma
seint til skúlan, sigur stjórin
á Føroya Sjómansskúla,
Dánjal Johan Poulsen. Tað
er føroyinginum so líkt at
koma í seinna enda, heldur
hann, so hann væntar ikki,
at skúlin fer at standa tóm-
ur, tá skúlaárið byrjar.
Tað er eingin vanlukka í
tí, at næmingarnir eru nak-
að seinir at melda til, hóast
tað í ár tykist vera heldur
slakari, en undanfarin ár
hava verið.
– Hóast teir mangan eru
seinir, tykist tað í ár at vera
heldur slakari enn vanligt
kortini, sigur Dánjal Johan
Poulsen.
Tað er eingin tilmelding-
arfreist á Føroya Sjómans-
skúla, so næmingar, sum
hava meldað til, áðrenn
byrjað verður, sleppa við til
undirvísingina,
sigur
stjórin.
– Tað er einki farið av tíð,
so hatta er heldur einki at
vera bangin fyri. Og tað
skal vera undalrigt, um ikki
onkur kemur afturat, sigur
hann.
Fíggjarligu trupulleikarnir hjá Maersk Air eru nú loystir, sigur kuningarstjórin í felangum, sum fegnast um, at nú verður arbeiðsfriður hjá starvsfólkinum
Mynd: Edvard Joensen
Sunnudagin, sum er
fyrsti sunnudagur í
advent, fer Vágakór-
ið at luttaka í guðs-
tænastuni í Miðvágs
kirkju
Sum siður hevur verið
seinnu árini, fer Vága-
kórið aftur í ár at luttaka
undir guðstænastuni í
Miðvági fyrsta sunnudag
í advent, sum verður
komandi sunnudag.
Vanligt hevur verið
seinnu árini, at Vágakórið
syngur
nakrar
sálmar
undir guðstænastuni í
Miðvági fyrsta sunnudag
í advent. Soleiðis verður
eisini í ár, siga tey úr kór-
inum.
Umframt
kórsangin
verður
eisini
kornet-
tónleikur at hoyra saman
við orglinum í Miðvágs
kirkju sunnudagin.
Katrin Jørgensen fer at
spæla okkurt lag á kor-
nett, eins og hon fer at
spæla undir til sálmasang-
in saman við urguleikar-
anum Jón Eiriki Joensen.
Í vetur er tað Ólavur
Hátún,
sum
stjórnar
Vágakórinum
ej
Kórsangur
í Miðvágs
kirkju
Fáir sjómansskúlanæmingar
Føroyar í ódn og logn
Er tað rætt, at veðrið
var betri fyrr? Ella er
tað rætt og slætt
nostalgi, sum fær fólk
at halda tað? Kanska
finnur tú svarið í
bókini »Veður og
tíðindi 1875-2002«
eftir Petur Skeel, sum
kom út í gjár. Sólin
skein meira fyrr, vísir
hon millum annað.
Men hon er sam-
stundis tað longsta
yvirlitsverkið yvir
nýggja søgu higartil
VEÐURSØGA
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Øll tosa um veðrið. Petur
Skeel Jacobsen ger nakað
við tað.
Mikudagin
varð
ein
sjáldsom bók útgivin í
hansara navni. Hon er um
veður og tíðindi í Føroyum
frá 1875-2002. Eitt sjáld-
samt yvirlitsverk, sum bæði
lýsir veður og vind og úrval
av føroyskum tíðundum í
128 ár. Føroyingar, sum
elska at tosa um veðrið og
gamlar dagar, hava rættiliga
fingið nakað at práta um.
Bókin er tríbýtt. Hvør
opna viðger eitt ávíst ár. Á
vinstru síðu eru veðurhag-
tøl fyri hvørt árið sær, sum
okkara egni Petur Skeel
Jacobsen hevur viðgjørt. Á
høgru síðu eru tíðindi, sum
Petur Skeel Jacobsen part-
víst hevur skrivað, og Finn-
bogi Ísakson hevur rit-
stjórnað, tikið burturúr og
lagt afturat. Harafturat eru
søguligar myndir, sum Alan
Brockie hevur fingið til
vega og tikið sjálvur.
Til ber at lesa um mesta
hita, miðal hita, minsta hita
og avfall mánað fyri mánað
og ár fyri ár. Tú fært eisini
yvirlit yvir frost, mjørka og
storm. Og so fært tú enntá
at vita, hvørjar ættir hava
verið flestar eitt árið.
Samanhangandi søga
Eitt eru veðurhagtølini,
sum í sjálvum sær eru eitt
slóðbrótandi arbeiði. Her
verður nógv av tí, sum fólk
halda seg vita, skjalprógv-
að, váttað ella avsannað.
Harafturat kemur tekstsíð-
an, sum er úrval av tíðind-
um, sum hava verið frammi
tað árið. Tíðindini eru ikki
vald eftir nakrari megin-
reglu, men okkurt serliga
áhugavert er tikið fram. Ein
mynd er eisini til hvørt árið,
og í hvørjum einasta føri er
skrivað um sjálva myndina.
– Hetta er óivað størsta
samanhangandi
tíðinda-
yvirlit, skrivað á føroysk-
um, yvir hendingar fyri ár
fyri ár eitt so langt tíðar-
skeið. Nógvar vanlukkur
eru nevndar fyrstu árini, og
tað hava óivað verið høv-
uðstíðindini tá eins og nú,
sigur Niels Jákup Thomsen,
leiðari á Bókadeild Føroya
Lærarafelags.
Fyri tað harrans árið
1903, síggja vit eitt nú, at
Niels Finsen fekk Nobel-
heiðurslønina í læknafrøði
fyri gransking sína í strál-
um móti koppasjúku. »Fær-
øsk Politik« eftir Jóannes
Patursson kom út. Tað
fyrsta politiska felagið
»Føroya Framburðsfelag«
varð
stovnað.
Havnar
Hornorkestur var stovnað.
Og Kvívíkar kirkja varð
vígd. Alt tað hendi fyri júst
100 árum síðan.
Á myndasíðuni síggja vit
eitt nú fiskimenn á veg til
Íslands, Klaksvíksstríðið,
mótmælisgongu á Vaglinum
og jólaódnina í 1988, sum
Finnbogi Ísakson hevur
spunnið eina enda burturúr.
Nostalgi passar
Men aftur til veðrið, sum alt
snýr seg um. Í bókini er eis-
ini eitt yvirlit yvir allar
stormdagar síðan 1872. Eft-
ir øllum at døma vóru fleiri
stormar fyrr, men tað komst
av, at mátitólni ikki vóru so
neyv tá. Váttað verður, at
jólaódnin í 1988, tá viðar-
lundin í Havn lá skerfløt og
heil hús fóru av grundini,
var tann ringasta í 20. øld.
Petur Skeel Jacobsen
heldur, at tað er áhugavert
at fylgja veðrinum so langt
aftur í tíðina, tí eingin, sum
livdi tá, er eftir at siga frá.
– Broytingarnar eru ikki
stórar, men nakrar broyt-
ingar hava verið. Skal rokn-
ast eftir sóltímum, hevur
veðrið verið vánaligast í
sjeytiárunum. Verður hitin
roknaður sum veðurmát, og
tíðarskeiðið verður býtt
sundur í 30 ára skeið, er
broytingin ikki stór burtur-
sæð frá einum tíðarskeiði.
Miðalitin hevur verið 6,5
stig, men tíðarskeiðið frá
1935-64 var tó heitari. Tá
vóru 7,1 stig í miðal, greið-
ur Petur Skeel frá.
Men hóast smáar broyt-
ingar søguliga sæð, er tað
kanska nakað um tað, sum
fólk flest halda, at veðrið
varð betri fyrr. Serliga tá ið
tey vóru smá.
– Vit síggja, at sóltímar-
nir fækka í tali og gerast
færri, sum árini líða, und-
antikið í 2000, sum var
sjáldsama sólríkt. Annars
hevur miðaltalið á sóltím-
um verið javnt fallandi frá
1922 til 1981, men síðan
hevur verið frægari. Verður
hugt eftir sóltímunum í 10
ára skeiðum sæst, at vit
høvdu 140 sóltímar færri
um árið í sjeytiárunum enn
í tjúgunum, sigur Petur
Skeel Jacobsen.
Ríkt samstarv
Bókin hevur verið leingi í
umbúna. Hugskotið kom í
1996, og fyrimyndin er
bókin »Det danske vejr i
100 år«. Talan er um sam-
starv millum Bókadeild
Føroya Lærarafelags og
Føroya Skúlabókagrunn.
– Vit sóu bókina á bóka-
messu, spurdu Petur Skeel,
sum beinanvegin játtaði at
vera við. Hetta er stórar-
beiði. Fyrst ætlaðu vit, at
hon skuldi fevna um stórt-
hundrað ár, men tíðin fór
við okkum, og so gjørdu vit
av at fara heilt fram til dag-
in í dag, so hon gjørdist
meiri fullfíggjað. Hetta er
ein sjáldsom bók, og for-
lagið er fegið um bókina,
sigur Niels Jákup Thomsen,
leiðari á BFL.
Bókin liggur á markinum
millum bøkur til undirhalds
og bøkur til skúlabrúks, og
tí er Føroya Skúlabóka-
grunnur eisini við.
– Talan er um dokumenta-
tión av data, og tí eru vit
eisini við. Tað ber til at lesa
annað burturúr henni, og tað
ber til at kanna og lesa sam-
anhangir av ymiskum slag.
Tí er hon góð til at gera und-
irvísingartilfar burturúr, sig-
ur Heðin Klein, leiðari á
Skúlabókagrunninum.
Bókin »Veður og tíðindi í
Føroyum 1875-2002 er 286
síður. Hon er umbrotin hjá
Hestprent og kostar 290
krónur.
Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, hevur við bók síni latið fleiri hurðar upp. Bæði aftur í tíðina og til fólk at finna nýggjar
samanhangir til framtíðina
Mynd: Jens K. Vang
Dálking
gevur
lýggjari
veður og
minni sól
Síðstu tíðina er
vorðið væl lýggjari í
veðrinum, men
samstundis sæst, at
sóltímarnir støðugt
eru fækkaðir. Dálk-
ingin er orsøkin,
sigur Petur Skeel
Jacobsen, veður-
frøðingur, sum er
bókaaktuellur
VEÐURLAG
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Broytingarnar eru ikki
stórar, men tendensurin
er har. Vit fara ov illa
um okkara jørð.
Miðalhitin hevur ligið
rættiliga støðugur á 6,5
stig um árið í miðal.
Men mátingar, sum eru
gjørdar frá august í fjør
til august í ár vísa eina
árligan miðalhita á 8
hitastig. Annars vísa
hagtølini í bókini »Veð-
ur og tíðindi í Føroyum
1875-2002«, at sóltím-
arnir fækka. Árini 1922
til 1931 vóru í miðal
961 sóltímar um árið.
Árini 1992 til 2001
høvdu vit 865 sóltímar
um árið. Ella umleið
100 tímar færri.
Færri sóldagar og
lýggjari veður ljóðar
sum ein andsøgn. Men
tað er skil í galskapin-
um, greiður Petur Skeel
Jacobsen, veðurfrøðing-
ur, frá.
– Dálkingin hevur
nógv at siga. Hitin
sleppur ikki burtur av
vakstrarhúsárininum, og
tað verður ov heitt. Tað
er ein orsøk til stóru af-
faldsólukkurnar,
vit
hava sæð síðstu árini, tí
heitari luft inniheldur
meiri vatn. Í fjør skolaði
nógv av Europa burtur,
tí luftin var so heit av
vatninnihaldi,
sigur
Petur Skeel Jacobsen.
Tað er altso skeivt at
halda, at vit gerast meiri
sólbrún, tí vit fáa fleiri
hitastig.
Sólin
sæst
nevniliga ikki fyri berari
dálking, um vit gera
nógv av.
– Luftin verður heitari,
og meiri vatn er í luftini.
Skýggini bera vatnið, og
tí fáa vit færri sóltímar,
greiður
Petur
Skeel
Jacobsen frá.
C
M
Y
K
7
6