Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. november 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 227 - 28. november 2003 Nr. 227 - 28. november 2003 9 Hevði rætt at halda lønini aftur Tá ið uppsagnartíðin ikki verður vird, fær tað fíggjarligar av- leiðingar UPPSAGNIR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tá ið ein handverkari ikki virðir uppsagnartíðina, hevur meistarin rætt til at halda lønini aftur. Hetta hevur Føroya Rætt- ur nú staðfest. Leggjast kann afturat, at dómurin er ikki skotin inn fyri Landsrættin og tí stendur hann við. Í sáttmálanum millum tey bæði handverkarafeløg- ini, Føroya Handverkara- felag og Landsfelag Hand- verkaranna øðrumegin, og Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeist- arafelag hinumegin, stend- ur, at tá ið handverkari hev- ur verið í arbeiði styttri enn tvey ár hjá sama arbeiðs- gevara, er uppsagnartíðin fimm dagar. Hevur hann arbeitt longri enn tvey ár hjá sama arbeiðsgevara, er uppsagnartíðin 10 dagar. Hetta er galdandi fyri báðar partar. Men verður uppsagnar- tíðin brotin, skal handverk- arin missa fimm ella 10 daglønir. Er tað arbeiðsgev- arin, sum brýtur uppsagnar- tíðina, skal hann hinvegin betala handverkaranum fimm ella 10 daglønir. À Tvøroyri hendi tað nakað síðani, at ein hand- verksmeistari helt løn hjá einum handverkara aftur við tí grundgeving, at hann virdi ikki uppsagnartíðina. Landsfelag Hand-verkar- ana legði sak ímóti meistar- anum, men Landsfelagið tapti. Rætturin sigur, at Landsfelag Handverkar- anna hevur ikki prógvað, at tað er vanligt, at handverk- arar kunnu siga upp upp á standandi fót, ella at meist- arin í veruleikanum hevði góðtikið uppsagnina. Málið varð nógv viðgjørt í fjølmiðlunum, um tað mundi alt hetta fór fram, sum uppsagnin snúði seg um. Handverksmeistarin, sum talan var um, er Petur Hammer, men hann ongar viðmerkingar til málið. Men hann sigur kortini heilt stutt, at sum gamal fót- bóltsspælari veit hann, at tá ið farið verður eftir mann- inum, heldur enn eftir bólt- inum, endar oftani galið. Uppsagnartíðin skal virðast, annars kostar tað Tilvildarlig mynd Føroyingar og grøn- lendingar mugu fáa allar upplýsingar um Føroyar og Grønland á borðið frá danska fíggjareftirlitinum, siga fólkatingsmenn- inir í Norðuratlants- bólkinum INNLIT Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo So leingi føroyingar og grønlendingar ikki hava fulla atgongd til teir upp- lýsingar sum danska Fíggj- areftirlitið savnar saman um fíggingarstovnar í Før- oyum og Grønlandi, ber heldur ikki til at hava tað neyðuga tamarhaldið á fíggjarligu gongdini. Tað halda teir tríggir fólkatingslimirnir í Norður- atlantsbólkinum, Tórbjørn Jacobsen, Kuupik Kleist og Lars-Emil Johansen. Teir tríggir hava nú lagt uppskot fyri Fólkatingið um at broyta lógina so at Føroyar og Grønland frá allar upplýsingar, sum fíggjareftirlitið savnar sam- an um ávikavist føroysku og grønlendsku peninga- stovnarnar. Samstundis biðja teir Fólkatingið um at áleggja donsku stjørnini at taka upp samráðingar við landsstýr- ini í Føroyum og í Grøn- landi um, hvussu hesir upp- lýsingarnir kunnu útvegast. Trilva í blindum Teir tríggir siga, at av tí, at føroyingar og greønlend- ingar ikki hava atgongd til teir upplýsingar, sum fíggj- areftirlitið fær um peninga- stovnarnar í hesum lond- unum, ber tað heldur ikki til hjá hesum londunum at hava so gott innlit í búskap- arligu støðuna, sum krevst fyri at kunna ávirka gongd- ina og fyri at kunna taka neyðug stig fyri at tryggja búskapin. Teir minna á, at í sam- bandi við kreppuna í Før- oyum fyrst í nítiárunum, varð funnist at landsstýrin- um fyri ikki at hava byrgt upp fyri kreppuni. Hinvegin hevur lands- stýrið ført fram, at tað hev- ur ikki tey neyðugu amboð- ini, sum skuldu til, fyri at stýra fíggjarligu gongdini í einum samfelagi. Í hesum sambandi varð serliga sipað til frágreið- ingarnar frá fíggjareftir- litinum. – Men hóast landsstýrið hevur gjørt vart við sína misnøgd við støðuna, hevur danska stjørnin ongi stig tikið fyri at tryggja føroy- ingum upplýsingarnar frá fíggjareftirlitinum. – Teir tríggir fólkatings- limirnir siga, at hetta gongur ikki longur, serliga ikki nú gongdin er tann, at føroy- ingar í størri og størri mun taka ábyrgdina av egnum viðurskiftum, eins og rákið í Grønlandi er tað sama – Tí er tað eisini natúr- ligt, at føroyingar og grøn- lendingar fáa somu upp- lýsingarnar um fíggingar- stovnarnar í hesum báðum londunum, sum danir fáa, siga Tórbjørn Jacobsen, Kuupik Kleist og Lars- Emil Johansen. Vágbingar seta nú eftirlitsmann á rusk- plássið BURTURKAST Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vágur: Nú skal betri skil fáast á ruskplássið í Vági. Tað hevur Vágs Býráð samtykt. Higartil hevur bingju- plássið í Vági, har tað ber til hjá húsarhaldum at sleppa av við burturkast, verið opið altíð. Men, sum so manga aðrastaðni, verða reglur- nar um burturkast ikki virdar í Vági og avleiðing- in av tí er, at rusk verður tveitt burtur, sum best ber til.Tað sum brennur fer í bingjuna við burturkasti, sum ikki brennur og øvugt. Fyri ikki um at tala alt tað, sum bara verður tveitt niðurvið bingjunum. Á býráðsfundi herfyri samtykti Vágs Býráð at fáa eina enda á hesum. Í fyrra lagi skal ein eft- irlitsmaður setast á bingjuplássið. Í øðrum lagi skal bingjuplássið hava opið fastar tíðir. Tá ið plássið er opið, skal so eftirlitsmaðurin verða til staðar at leiðbeina fólki, hvar hetta ymiska ruskið skal beinast og yvirhøvur skal hann hava eftirlit við plássinum og at onki verður tveitt niðurvið bingjunum og at rusk ikki kemur á plássið, sum eigur at verða burturbeint aðrar vegir. Hereftir verður bingju- plássið í Vági opið mána- dag, mikudag og hósdag frá klokkan 14-18. Týs- dag verður stongt, men fríggjadag verður opið frá klokkan 14-20 og leygar- dag frá klokkan 14 til 19. Betri skil á ruskplássið Vágbingar vilja nú hava betri skil á ruskplássið og tí seta teir nú fólk at hava eftirlit við tí Nú skal vera liðugt við at trilva í blindum Tórbjørn Jacobsen, fólkatingsmaður vil hava, at føroyingar og grønlendingar skulu fáa somu upplýsingar um fíggingarstovnarnar í Føroyum og Grønlandi, sum danir fáa Frithleit Olsen, stjóri á maskinverkstað- num, FJM í Runavík, heldur tað vera ein sorgarleik, at lands- stýrið í fíggjarlógar- uppskotinum fyri 2004 enn einaferð mælir til at skerja lærlingaendurgjaldið. - Vit hava 14 lærling- ar, og fyri okkum merkir lækkingin, sum kom fyrst í hesum árinum og fráboðaða lækkingin fyri komandi ár, eina meirútreiðslu uppá 700.000 krónur í fýra ár. Hetta hongur slett ikki saman við ætlan- unum um at útbyggja Tekniska Skúla fyri nógvar miljónir, sigur hann LÆRLINGA- VIÐURSKIFTI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í uppskotinum til løgtings- fíggjarlóg fyri 2004 verður sagt, at landsstýrið fer at leggja uppskot fyri tingið í heyst um at skerja endur- gjaldið til lærupláss, meðan lærlingur er í skúla, úr 75% niður í 50%. Hetta er sostatt aðru ferð í eitt ár, at endurgjaldið verður skert. 1. januar í ár lækkaði endurgjaldið úr 100% niður í 75%, og nú fer landsstýrið so at mæla til, at endurgjaldið lækkar heilt niður í 50%. Sorgarleikur - Hetta er ikki minni enn ein sorgarleikur fyri hand- verksvinnuna, sigur stjórin á maskinverkstaðnum, FJM í Runavík, Frithleif Olsen. Hann sigur, at teir hava 14 lærlingar og við lækk- ingini í endurgjaldinum fyrst í hesum árinum og lækkingini aftrat, sum nú er fráboðað, verður meirút- reiðslan av 14 lærlingum í lærutíðini heilar 700.000 krónur. - Útrokningar siga nevni- liga, at hvør lærlingur verð- ur 50.000 krónur dýrari við hesum báðum skerjungun- um. Frithleif vísir á, at tað eru mong virki, sum aftra seg við at taka fleiri lærlingar, og hann væntar, at virkini fara at aftra seg uppaftur meira, nú lærlingaendur- gjaldið enn einaferð verður skert. - Tað eru tey, sum halda, at virkini tjena nógv uppá lærlingarnar, tí hesir ikki fáa ta heilt stóru lønina, men hetta er ikki so. Fysta árið fært tú lutfalsliga lítið burtur úr einum lærlingi, og vit skulu ikki gloyma, at ein lærlingur eisini fær løn í frítíðini. Stjórin sigur, at ein lær- lingur er í skúla í meira enn eitt heilt ár í lærutíðini, og hann hevur frí tað mesta av einum hálvum ári. - Tað, sum hetta snýr seg um, er, at vit hava goldið lærlingunum løn, meðan teir eru í skúla. Síðan hava vit fingið hendan partin av lønin endurgoldnan úr landskassanum sum lær- lingaendurgjald. Nú verður hetta endurgjald so skert enn einaferð í eitt ár - fyrst við 25% og sambært ætlaða uppskotinum nú aftur við 25%. Katastrofa Frithleif heldur, at hetta er ikki minni enn ein kata- strofa, sum hann tekur til. - Tað er lítil samanhangur í at skerja lærlingaendur- gjaldið, samstundis sum Tekniski Skúli skal út- byggjast fyri nógvar mil- jónir, tí umstøðurnar á skúlanum eru ov vánaligar. Landsstýrið sigur, at út- byggingin av skúlanum er útreiðsluneutral, tí lands- stýrið samstundis lækkar lærlingaendurgjaldið. Sæð í ljósinum av hesum, kunnu vit siga, at tað eru virkini sum fíggja útbyggingina av Tekniska Skúla. Stjórin er stórliga í iva um, hvussu neyðugt tað er at útbyggja skúlan, tá ið landsstýrið samstundis skerjir lærlingaendurgjald- ið. - Sambært Vinnuhúsin- um eru færri lærlingasátt- málar gjørdir í ár, og vandi er fyri, at hesir verða enn færri, nú endurgjaldið aftur verður skert. Frithleif heldur, at hetta er ein syrgilig gongd fyri handverksvinnuna. - Tað eru ikki øll, sum bókliga eru líka væl fyri. Kortini kunnu hesi vera av bestu handverkarum. Sjálv- andi skulu vit hava væl útbúgvið fólk, men øll kunnu ikki gerast profess- arar. Jú, størri lærdómur - tess minni verður gjørt við hendrunum. Og onkur skal taka hond í okkurt. Tað kann ikki vera rætt, at vit í Føroyum skulu noyðast at innflyta fólk at arbeiða fyri okkum, sigur stjórin á FJM, Frithleif Olsen. Øll kunnu ikki verða professarar – onkur noyðist at taka hond í okkurt - Tað er lítil samanhangur í at útbyggja Tekniska Skúla, tí umstøðurnar á skúlanum eru ov vánaligar - samstundis, sum lærlingaendurgjaldið verður so nógv skert, sigur Frithleif Olsen, stjóri á maskinverkstaðnum, FJM í Runavík. Mynd: Vilmund Jacobsen - Tá ið tað gongur verri við búskapin- um, átti landsstýrið at latið endurgjaldið til lærupláss verið óbroytt, heldur vinnan LÆRLINGA- VIÐURSKIFTI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á heimasíðuni hjá Vinnu- húsinum er grein um lær- lingaviðurskiftini, nú landsstýrið á øðrum sinni leggur upp til at skerja endurgjaldið til lærupláss. Í greinini verður víst á, at samanlagt fyri allar lær- lingar, eru 22 færri læru- sáttmálar gjørdir higartil i ár. - Fyri handverksvinnuna minkaði tilgongdin í 2002 í mun til árið fyri úr 230 nýggjum sáttmálum niður í 212 sáttmálar. Óbroytt endurgjald Víst verður á, at við bú- skapargongdini og ótryggu karmunum, sum lands- stýrið við hesum skerjing- um bjóðar vinnuni, er væntandi, at tilgongdin av lærlingum fer at minka uppaftur meira. - Tá ið tað gongur verri við búskapinum, átti lands- stýrið at latið endurgjaldið verið óbroytt. Sagt verður, at við núver- andi gongd, økir landsstýr- ið um vandan fyri, at færri lærlingar fáa lærupláss. - Vinnan mælir tískil landsstýrinum til ikki at lækka endurgjaldið til lærupláss enn einaferð, sigur Vinnuhúsið í greinini. Gongst, sum spátt verður, nú landsstýrið enn einaferð skerjir endurgjaldið til lærupláss, verða færri og færri lærlingar at síggja á verkstøðunum kring landið Landsstýrið leggur upp til færri lærlingasáttmálar C M Y K 9 8