fríggjadagur 28. november 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 227 - 28. november 2003
Nr. 227 - 28. november 2003
11
Tað tykist sum um, at Virðisbrævamarknaðurin í sam-
starvi við íslendarar skal trumfast ígjøgnum. Hóast
ávarandi røddir hava verið frammi bæði frá politiskari
síðu og frá privatum, so tykist ikki sum, at man vil
diskutera hendan marknað, hóast nógv vandamál eru
so at siga óviðgjørd. Hvussu verður til dømis við
insidara problematikkinum? Er hetta ein trupulleiki á
Københavns Fondsbørs fyri ikki at tala um New York
Stock Exchange, so verður hann hvaðna verri í einum
føroyskum partabrævamarknaði. Hetta eigur at við-
gerast, árenn nakað verður sett á stovn.
Í grundgevingunum fyri at fáa ein føroyskan parta-
brævamarknað upp at standa er m.a., at tað skal gerast
lættari hjá fyritøkum at útvega rakstrarkapital. Er hetta
nakað, ið føroysku vinnuni tørvar? Um so er, so er tað
løgið, at ongar av fremstu privatu føroysku fyritøkun-
um eru áhugaðar í at skráseta seg frá fyrstan tíð. Hetta
er ein forkláringstrupulleiki, ið eigur at at fáa ávar-
ingarljósini at lýsa, tá tað kemur til motivini fyri ein
slíkan partarævamarknað.
Tað hevur verið sagt, at ein fortreyt fyri ein føroyskan
virðisbrævamarknað er privatisering av almennu
fyritøkunum. Skulu almennar fyritøkur privatiserast á
einum virðisbrævamarknaði, sum privata vinnan ikki
sjálv vil skrásetast á? Tann dagin feløg sum tildømis
Tórshavnar Skipasmiðja, Havsbrún, Skipafelagið
Føroyar o.s.fr. vilja skráseta seg á einum føroyskum
virðisbrævamarknaði, so kunnu tær gera tað, og so
kunnu vit síggja, hvussu ein slíkur riggar í Føroyum.
Tað kann ikki verða meiningin, at skattgjaldarans ogn
skal brúkast sum royndarkanin til eitt ivasamt
eksperiment.
Hvussu kunnu vit vita, at talan ikki verður um eina
eingangsrakett, har útsøla verður hildin av almennum
ognum, fyri so at stagnera fullkomuliga viðvíkjandi
keyp og sølu? Ein fortreyt fyri ein slíkan marknað er,
at ein ávís nøgd av transaktiónum skal ígjøgnum hvønn
dag, fyri at marknaðurin kann finna eina nattúrliga
legu. Ilt er at síggja, hvussu henda nøgdin kann upp-
náast í Føroyum, har søgan hevur víst, at føroyingar av
siðvenju sita á partabrøvum. Hetta við at keypa og selja
uppá stutt sikt hevur ikki ligið til føroyingar, og ilt er at
síggja, hví hetta skal broytast nú.
Hví er so umráðandi at fáa ein virðisbrævamarknað
nú? Um almennar fyritøkur skulu privatiserast, so kann
tað gerast í smáum stigum til dømis eftir uppskotinum
hjá Jóannes Eidesgaard, har allir borgarar í landinum
fáa partabrøv í fyritøkum, ið teir longu eiga.
Tað er sera óheppið um vit nú fáa eina ivasama loysn
við einum partabrævamarknaði, ið kemur at gera meiri
skaða enn gagn. Tað finnast einstaklingar, ið eru
grammir eftir at sleppa framat aftur fatinum í form av
almennum fyritøkum. Um hesar kreftir forma eina
alliansu við aðrar kreftir, ið ynskja ein virðisbræva-
marknað av meiri naivum nationalum orsøkum, so er
grund til stúran, tí eingin av hesum báðum bólkum
hevur tíð at steðga á, og taka atlit til samfelagið
breiðastu merking. Loypir man framav í hesum máli,
so vendst ikki aftur.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Virðisbrævamarknaðurin
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Marjus Dam
løgtingsmaður
Ein skilagóður og kon-
struktivur
politikkur
í
løgtinginum eigur at finna
semjur í ØLLUM løgting-
inum, so at rækjuflotin,
inklusivt okkara nýggjasta
rækjuskip, Hviltenni, verð-
ur bjargað at fiska undir
føroyskum flaggi - og við
føroyskari manning vinnur
pening til land og fólk.
Seinastu árini hevur po-
litiski myndugleikin vitað,
at trupulleikar vóru í rækju-
vinnu okkara.
Fiskimálaráðharrin eins
og teir undan honum sein-
astu 5 árini tváa hendur.
Onki kann gerast, Tjóð-
veldisflokkurin sigur nei.
Álvaratos. Hvat er hetta
fyri nakað. Skal øll rækju-
vinnan fara fyri bakka, skip
flagga út ella seljast, tí
Tjóðveldisflokkurin sigur
tað. Tað átti ikki at borið til
sum politikkari at sitið
afturá, ímeðan ein stór
vanlukka hóttir alla okkara
rækjuvinnu. Skulu vit
missa øll okkara rækjuskip
og vinnu til aðrar - fyri lítið
og lætt.
Allarminst átti tað at
verið møguligt hjá okkara
fiskimálaráðharra passivt
at hugt eftir, at alt fer í
knús, ið er uppbygt í
ártíggjur. Stór samfelags-
virði, bæði privat og al-
menn eru í vanda at fara
fyri skeyti, um ikki nakað
munadygt verður gjørt NÚ
- BEINANVEGIN.
Eitt er uppskot Sam-
bandsfloksins
um
FAS
skipan til rækjuflotan. Tað
er eitt gott uppskot.
Men er neyðugt við
øðrum tiltøkum til tess at
koma úr hesi ódn?.
Eg haldi, at heldur enn at
nýta orku uppá yvirtøkur,
ið kosta sera nógv, áttu tíð
og kreftir at verið nýttar at
royna at finna eina skipan,
ið gjørdi, at ongin av okk-
ara sjómonnum varð tveitt-
ur í land av okkara rækju-
skipum, ið tryggja okkum
tilfeingi í altjóða sjógvi.
Her er talan um stór virðir,
ið vit ikki hava ráð at
missa.
Víðari eiga okkara skip
ikki at vera nýtt at tryggja,
at aðrir fáa rættindir - ið vit
missa.
At søgur nú ganga, at
okkara nýggjasti og besti
rækjutrolari møguliga er á
veg út úr flotanum, eigur at
fáa Vestergaard fiskimála-
ráðharra at vakna og seta
sær spurningin: Hvussu
kann ein loysn finnast á
trupulleikanum hjá rækju-
vinnuni? Og tað skal gerast
nú!
Hann er vælkomin at tosa
við Sambandsflokkin. Og
eg rokni við, at Javnaðar-
flokkurin eisini er til at tosa
við.
Vit orka ikki at síggja at
30 - 40 - 50 ára stríð og slit
fer fyri skeyti - tí Tjóð-
veldisflokkurin sigur nei.
Politikkarin eigur at sýna
ábyrgd, og royna at tryggja
at stór samfelagsvirðir ikki
fara fyri skeytið.
Tí mugu vit gera nakað
við okkara rækjuflota - nú.
Skelkandi at hoyra Vestergaard
Gerhard Lognberg
løgtingsmaður
Sonja
J.
Jógvansdóttir,
blaðfólk á Dimmalætting,
hevur grein um tíðindi frá
landsfundinum hjá Javnað-
arflokkinum sum var í
Hvalba.
Hon skrivar frá fundin-
um, tað er jú bara positivt.
Men so fer hon at skriva
um, hví eg ikki var møttur,
og heldur fyri, at hetta ikki
at møta, hetta var nokk
lyndi í skopuninginum.
Hvar ið henda unga kvinna
kennur allar skopuningar
frá, er sjálvsagt ikki gott at
vita.
Tað sum eg kann siga, er
at parturin hjá skopun-
ingum hevur ongantíð ligið
eftir, hvørki á sjógvi ella
landi.
Hvat viðvíkjur at møta
upp í tinginum, ella tí
nevnd eg eri í, haldi eg
sjálvur at mín uppmøting er
fyrimyndarlig, so er tað
sagt.
Sum
borgarstjóri
og
limur í kommununi síðani
1984 havi eg ongan fund
forsømt, so tað man verða í
lagi við mínari uppmøting.
Síðani fer blaðkvinnan at
viðgera meg, hvat sjúku
viðvíkur. Ja góða, tað
sleppa hvørki tú ella eg at
avgera okkara heilsu. Tú
nevnir í greinini, at eg líði
av ov høgum blóðtrýsti, eg
má siga, at tú hevur stóra
umsorgan fyri mær.
Jú, rætt er tað. Tað er
nakað, sum hevur plágað
meg nógv í nógv harrans ár.
Eisini nevnur tú, at eg
ikki hevði sagt frá. Jú
Sonja, eg segði frá, at eg
ikki fór at møta vegna
forfall. Tað má vælsaktans
verða í lagi, ella meinar tú,
at tað skuldi verði øðrvísi?
Tað má tú sjálv um, men eg
kundi ikki møta.
Fundurin var fluttur eina
viku fram, grundað á, at ein
var sum ikki kundi møta
vegna forfall, so eg vildi
ikki fara og biðja um at
flyta fundin einaferð enn,
so mikið lítilátin eri eg.
Síðani fer tú at spyrja
formann floksins, um eg eri
settur út á eitt síðuspor,
grundað á onkrar meining-
ar sum eg havi havt og
(havi).
Formaðurin svarar bein-
rakin, at tað er vítt til
veggja í Javnaðarflokkin-
um.
Til síðst. Kanska kundi tú
funnið okkurt meira posi-
tivt um mín persón sum
løgtingsmaður.
Kanska
allar tær ferðir eg havi gjørt
vart við tær oyggjar eg eri
valdur í. Allar teir fyri-
spurningar eg havi havt,
hvat ið Sandoy og Skúvoy
viðvíkja.
Annars haldi eg, at hatta
var ein lítið sigandi frásøgn
frá einum fundi, sum vardi
í tveir dagar. Saktans kundi
tú funnið okkurt meira
positivt.
Kanska formansfrágreið-
ingina t. d. Har var vælsakt-
ans nógv sera positivt at
skriva um.
Svar til Sonju J. Jógvansdóttir
Karsten Hansen, lands-
stýrismaður við fíggjar-
málum, vísir staðiliga
aftur, at hann skal hava
villleitt Føroya Løgting.
Hann harmast um, at tíð-
indablaðið Dimmalætting
setur fram eina so álvar-
sama skuldseting, sum
einki hald hevur í veru-
leikanum
TÍÐINDASKRIV
frá Karsten Hansen,
landsstýrismanni
"Hóast eg havi breiðan
rygg, kenni eg meg at hava
fingið órímiliga viðferð í
hesum máli. Skuldsetingin
um, at eg skal hava villleitt
løgtingið er álvarsom, men
hon hevur einki hald í veru-
leikanum. Kortini sleppi eg
ikki í blaðnum at gera við-
merkingar til skuldseting-
ina. Dimmalætting letur
harnæst eisini lesarum sín-
um rangar upplýsingar",
sigur
Karsten
Hansen,
landsstýrismaður við fíggj-
armálum, ið harmast til-
burðin.
Hann sipar beinleiðis til
eini
høvuðstíðindi
í
Dimmalætting tann 17. no-
vember 2003. Í stórt upp-
settari forsíðugrein skrivar
blaðið, at landsstýrismað-
urin við fíggjarmálum hev-
ur villleitt løgtingið í sam-
bandi við eitt lógaruppskot
frá 11. november um at
leggja avgjald á sodavatn,
søtar keks og beriposar.
Sambært blaðnum dýrka
søtar keks meira, enn
landsstýrismaðurin
skal
hava upplýst fyri løgtingin-
um.
Niðurstøðan hjá blaðnum
er, at landsstýrismaðurin
hevur villleitt tingið.
"Hetta er ein skeiv niður-
støða, tí eingin villleiðing er
farin fram", sigur Karsten
Hansen, landsstýrismaður.
Dømir
Tíðindablaðið skrivar m.a.
soleiðis við støði í einum
dømi:
"Eitt dømi er ein pakki av
Homeblest 200 gr, sum í
dag kostar millum 11,95 og
13,95. Hesin pakkin fer 1.
januar at kosta millum
19,95 - 22,95 krónur, alt
eftir um vøran er keypt frá
einum
keypmanni
ella
einari kiosk, um uppskotið
verður samtykt í verandi
líki".
Upplýsingarnar
hjá
Dimmalætting stava eftir
øllum at døma frá Vinnu-
húsinum
Fíggjarmálaráðið hevur
fingið upplýst frá Toll- og
Skattstovu
Føroya,
at
nevndi pakki av Homblest
200 gr. keks dýrkar áleið
4,70 krónur orsakað av-
gjaldshækkingini.
Dimmalætting
skrivar
eisini, at eitt nú sonevndar
grønar keks, sum formliga
eita Viscount, fara at kosta
nærum tvífalt so nógv, eftir
at avgjald kemur á tær eftir
nýggjár
Toll- og Skattstovu Før-
oya upplýsir, at ein tílíkur
keksapakki dýrkar áleið
3,25 krónur orsakað av
avgjaldshækkingini.
Tey veruligu tølini vísa
sostatt, at ætlaða avgjaldið
ikki dýrkar nevndu vørur
eins nógv, og Dimmalætt-
ing skrivar. Tann sann-
roynd, at vørurnar kosta
meira, enn Toll- og Skatt-
stova Føroya upplýsir, tá
vørurnar liggja til keyps í
handlunum, kann lands-
stýrismaðurin við fíggjar-
málum ikki lastast fyri.
Grov skuldseting
Landsstýrismaðurin
við
fíggjarmálum setir spurnar-
tekin við mannagongdina
hjá Dimmalætting í sam-
bandi við forsíðuna um, at
løgtingið skal vera villleitt.
"Skuldsetingin um at
villleiða løgtingið er hin
mest álvarsama, ein lands-
stýrismaður kann fáa móti
sær, og tí havi eg krav uppá
at koma til orðanna í grein-
ini. Henda møguleika fekk
eg tó ongantíð, og tað er í
stríð við góðan fjølmiðla-
sið. Tað er eisini í stríð við
góðan
fjølmiðlasið,
at
blaðið ber lesarum sínum
rangar upplýsingar", sigur
Karsten Hansen, lands-
stýrismaður.
Karsten Hansen vísir
staðiliga aftur, at hann skal
hava villleitt Føroya Løg-
ting.
Landsstýrismaður vísir álvarsamari skuldseting aftur
HÁTÍÐARDAGUR
Tíðindaskriv
Triðja sunnudag í advent
14. desember 2003 fyllir
Kvívíkar kirkja 100 ár.
Hátíðarhaldið byrjar
fríggjakvøld 12. desemb-
er við at musikkskúlin og
skúlin hava framførslur í
kirkjuni kl19.
Hátíðardagin
verður
sum vant guðstænasta
við
altargongd,
har
Bjarni Bæk, dómpróstur,
prædikar. Skriftarmál er
kl.11.40.
Seinnapartin sama dag
kl.16.30 verður fjølbroytt
konsert við advents- og
jólatónleiki. M.a. syngur
barnakór í Kvívík. Vest-
manna Sangkór syngur
saman við sangarum úr
Kvívík, og afturvið nøkr-
um av løgunum spæla
tónleikarar úr Musikk-
skúlanum á floytu, klari-
nett og fagott. Urguleik-
ari er Heðin Kambsdal.
Kirkjuráðið í Kvívík
heldur, at tað hevði verið
hugnaligt, um alt kirkju-
fólkið tann dagin kemur
saman til ein døgverða-
bita í Glæmuni beint eftir
guðstænastuna. Tað er
bert at boða frá luttøku
(hvussu nógv vaksin og
børn undir 14 ár) í sein-
asta lagi á miðdegi
fríggjadagin 28. novemb-
er hjá onkrum av hesum:
Grækaris A. Joensen,
fm (42 12 65), Hans Ja-
cob Davidsen(42 12 38),
Hans Martin Andreasen
(42 11 57), Ninna Joen-
sen (42 12 46), Petra
Iversen (42 14 02), Sú-
sanna Joensen (42 13
26).
Kvívíkar kirkja 100 ár
Bygdarstevna í Nesvík
Palli Dalsgaard
Skálavík 25.11.03
Í Sjónvarpinum í kvøld sóu
vit brot frá einari sam-
komu, sum bygdarfólkið í
Miðvági høgdu í Leguhús-
inum í Nesvík um viku-
skiftið. Greitt varð frá, at
hetta var triðja árið, hetta
tiltak var, og at fleiri og
fleiri vóru komin afturat á
hvørjum ári. Hetta var
sjálvsagt ein stuttleiki at
síggja, at so gott samar-
beiði kann fáast í lag í ein-
ari bygd. Miðvágur er ein
stór bygd og vil tað til allar
tíðir vera lættari hjá einum
stórum plássi at fáa eitt
slíkt tiltak til veruleika.
Tað, sum gav mær nakað at
hugsa um, og vónandi øðr-
um við, vóru orðini, ið
søgd vórðu í samrøðuni,
sjónvarpið hevði við kvinn-
una, tosað varð við, tá hon
segði, at hetta var fyri at
koma saman og at lækka
kirkjugáttina.
Vónandi
fær bygdarfólkið í Miðvági
lækkað kirkjugáttina í øðr-
um bygdum eisini, so vit
vakna úr tí tornurósu-
svøvni, sum tíverri er í ferð
við at taka yvirhond nógva
staðni hvat kirkjugongd
viðvíkur.
VIÐMERKINGAR
Jóannes Eidesgaard
Tað átti ikki at verið
nøkur sum helst orsøk til,
at Dimmalætting gevur
landsfundinum hjá
Javnaðarflokkinum tað
skoðsmál, at hann var
merktur av máttloysi,
soleiðis sum teirra yvir-
skrift ljóðar. Veruleikin
var beint tann øvugti.
»Ongantíð verið á so
kveikjandi landsfundi«,
var tað fólk søgdu, sum
dúgliga hava vitjað lands-
fundirnar hjá flokkinum
gjøgnum árini.
Í samfull 23 ár hava eg (rit-
høvundurin) verið á hvørj-
um einasta landsfundi hjá
Javnaðarflokkinum. Hetta
hevur verið eitt tíðarskeið,
tá tað bæði hevur gingið
væl í samfelagnum, og tá
tað hevur gingið út av lagi
vánaliga.
Hetta
hevur
somuleiðis verið eitt tíðar-
skeið, har Javnaðarflokk-
urin hevur sitið á sam-
gongu, og har flokkurin
hevur sitið í andstøðu. Vit
hava sitið í samgongu og
havt leiðsluna, og vit hava
sitið í samgongu, og aðrir
hava havt leiðsluna. Men
ongantíð havi eg upplivað
ein landsfund, sum var
meira kveikjandi enn hesin,
sum vit høvdu seinasta
vikuskiftið suðuri í Hvalba.
Tí havi eg sera trupult við
at skilja, hví Dimmalætt-
ing, sum hóast alt hevði
ómakað sær at senda eitt
umboð til landsfundin, fær
tað burturúr, at hesin var
merktur av máttloysi. Eg
má her leggja aftrat, at
blaðkvinnan hjá Dimma-
lætting kom fyrst á fundin á
middegi leygardagin, tá
bert temaorðaskiftið og val
av starvsnevnd o.ø. var eftir
á skrá. Hon fekk av tí orsøk
hvørki frágreiðingarnar og
viðmerkingarnar frá feløg-
unum ella formansrøðuna
og aðalorðaskiftið um hana
við.
Nú skal ein varða seg fyri
at vera ov atfinningarsamur
mótvegis fjórðu statsmakt-
ini, men skulu vit politikk-
arar virða tað, so mugu
fjølmiðlarnir eisini royna at
bera boðskapin nøkulunda
rættan út. Og greinin sjálv,
sum greiðir frá landsfund-
inum, er heldur ikki serliga
nógv í samsvar við yvir-
skriftina. Greinin ella frá-
greiðingin leggur í staðin
rættiliga stóran dent á mín
persón og mín leilut og so á
leiklutin hjá ávísum ting-
manni, sum tíverri ikki var
við á landsfundinum. Tað í
sjálvum sær er rættiliga
løgið, tá hugsað verður um,
at hetta var ein landsfundur,
sum politiskt sveimaði víða
um ítøkilig mál. Men av
einari ella aðrari orsøk
viðger man heldur tað, sum
ikki var á fundinum, heldur
enn at viðgera tað, sum
veruliga fór fram.
Greinin nevnir tó m.a.,
»at fundurin var á ein hátt
konstruktivur, og nógv mál
fingu rættiliga áhugaverda
umrøðu. Ítøkiligir loysnir
vóru ikki nógvar, men við-
komandi spurningar vóðu
settir til eitt nú familju-
politikk, kommunupolitikk
og privatiseringar.« Jú,
sanniliga vóru eisini ítøki-
ligar loysnir við í viðgerð-
ini m.a. til fiskvinnupoli-
tikkin,
miðfyristingina,
pensjónsmálið og familju-
politikkin.
Hví Dimmalætting skal
hava nakra sum helst orsøk
til at senda henda boðskap-
in út, sum teirra yvirskrift
týsdagin boðar frá um
máttloysi, tað veit eg ikki,
men eg kann sjávandi gera
mær mínar tankar um tað.
Og hesir tankar harma meg.
Tríggir flokkar høvdu
landsfund um vikuskiftið,
og at størsti flokkur nevni-
liga Javnaðarflokkurin fær
minst umrøðu í Dimmu, ja
tað mugu vit so liva við,
men so átti man at kunna
kravt, at tað sum so stóð var
so nøkulunda í tráð við
veruleikan. Og aftur í blað-
num í gjár vóru umrøður
frá hinum báðum lands-
fundinum og tøgn um
Javnaðarflokkin. Tað er so
eitt journalistiskt val, og tað
skal eg ikki blanda meg
uppí. Men hví vit skulu
skírast máttloysingar, ja tað
lysti meg at vitað.
Nú er tað ikki so long tíð
gingin, síðan nakrir flokkar
lótu teirra landsfundir upp
fyri fjølmiðlunum, sum
annars er vanligt í londum
rundan um okkum. Men
hesin møguleiki hjá fjøl-
miðlunum forpliktar eisini
fjølmiðlarnar til so at royna
at fáa rætta samanhangið
burturúr. Tað kann væl ikki
vera meiningin, at eitt blað
í hesum føri Dimmalætting
brúkar henda møguleika at
mála eina aðra mynd av
Javnaðarflokkinum
enn
hana, sum er.
Eg ætli mær ongan jour-
nalist at skjóta, men so má
eg eisini kunna krevja, at
flokkurin, sum eg eri for-
maður fyri, ikki verður
skotin í staðin. Opinleikin
forpliktar báðar vegir.
Dimmalætting á landsfundi í Hvalba
C
M
Y
K
11
10