Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. november 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 227 - 28. november 2003 Nr. 227 - 28. november 2003 13 Mikudagin 26. november var hátíðarhald í Sørvágs kirkju í sambandi við at Henry Davidsen í Sørvági fylti 85 ár. Henry er ein av veteranunum innan rutu- koyring í Vágum. Hátíðarhaldið í kirkjuni skuldi vera eitt yvirraskilsi fyri Henry. Presturin í Vágum, David Johannesen og familjan høvdu saman skipað fyri hesi løtuni. Henry er ein av trúgvu kirkjugangarunum í Sør- vági. Í kirkjuni bleiv sungið og David Johannesen helt eina talu, har hann m.a segði frá um lívið hjá Henry, sum bleiv einkjumaður í 1962 við trimum døtrum, sum vóru 19, 15 og 7 ára gaml- ar. Tá hátíðarhaldið í kirkjuni var liðugt, varð føðingardagurin hildin hjá dóttrini, Ruborg, í Sørvági. Henry er føddur og upp- vaksin í Sørvági. Foreldrini vóru: Anna, f. Rubeksen, ættað úr Havn, og Jóan Pauli Davidsen, vanliga nevndur Dáva-Palli, úr Sørvági. Mamman doyði 96 ára gomul í 1982, með- an pápin doyði sum 54 ára gamal í 1943. Henry giftist við Jenny, f. Thomassen, úr Sørvági, tey fingu tríggjar døtur: Ru- borg sum býr í Sørvági, Anna Elisa, sum býr í Danmark og Joan, sum býr í Sørvági. Konan, Jenny, doyði í 1962, 42 ára gomul. Lívsstarvið hjá Henry bleiv at vera bilførari. Hann arbeiddi hjá bretska her- valdinum undir krígnum og koyrdi m.a. lastbil hjá teim- um. Í mong ár koyrdi hann rutukoyring við bussum hjá N. Niclasen og hjá Hjarvil Rasmussen í Sørvági. Hann koyrdi rutu til strandfara- skipið Vesturleið, sum legði at í Miðvági, og til rutubát- in Ólavur, sum sigldi mill- um Fútaklett og Vest- manna. Seinni bleiv tað Oyrargjógv. Í 1972 yvirtók Henry sjálvur rutukoyringina og koyrdi við sínum egnu bussum. Henry gavst við rutukoyringini, tá hann var umleið 70 ára gamal og svigarsonurin, Tage Jørgen- sen, tók yvir. Hesi árini síðan 1972 átti Henry sjey bussar. Síðan Henry gavst at koyra, hevur hann havt betur tíð til bátin. Honum dámar sera væl at fiska. Hann svimur eisini nógv og er hvørja viku í svimjihyl- inum í skúlanum í Sørvági. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Henry Davidsen 85 ár: Føðingardagurin hátíðarhildin í kirkjuni Á fremsta bonki í kirkjuni: Henry situr her millum døturnar, v.m. Anna Elisa og h.m. Ruborg við lítlu Joan Mynd: Jens Kristian Vang David Johannesen, prestur, ynskir Henry Davidsen tillukku við føðingardegnum Mynd: Jens Kristian Vang Langabbabørn vóru eisini við Mynd: Jens Kristian Vang Trý systkin: Gerda Simonsen, sum býr í Havn, føðingardagsbarnið Henry Davidsen, og Aleksandra Jensen, vanliga nevnd Sandra, sum býr í Keypmannahavn. Sandra fylti 90 ár 18. november Mynd: Jens Kristian Vang NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Mimmi Nygaard 80 ár Í dag, 28. november, fyllir Vilhelmina Nygaard, van- liga nevnd Mimmi, búsit- andi í Keypmannahavn, 80 ár. Mimmi er fødd og upp- vaksin í Havn. Foreldrini vóru Mia, f. Arge, úr Havn, og Niels Nielsen, vanliga Niels í Heiðunum, ættaður úr Heiðunum. Hon giftist við Heina Nygaard á Tvøroyri, og búði har í nøkur ár. Tey fingu fýra børn: Ása, Knút- ur, Leivur og Maria. Mimmi flutti aftur til Havnar í 1954 og arbeiddi í Íslandi í nøkur ár. Einaferð í 60-unum flutti hon til Keypmannahavnar at búgva, har hon býr í dag. Hon arbeiddi við reingerð í nógv ár. Sum ung var hon tiltikin fyri at duga væl at dansa. Hon hevur altíð verið Jim Reeves fan og hevði eisini okkurt brævaskifti við hann. Ommusonur hennara, Marc Nygaard, sonur Mariu, er ein kendur fót- bóltsleikari sum hevur spælt á danska landsliðnum og spælir í Hálandi í dag. Et fotografi der viser et sekund "Et fotografi der viser et sekund fra engang for længe siden, hvor jeg som lille knægt sejlede på Trangisvaag-fjorden med Clement hja Sjúra i hans færøske båd. Min lillebror var også med. Det var dengang, og alt er længe siden nu. Jeg er blevet en anden siden dengang, det er min lillebror også. Clerment er borte, og hans båd eksisterer næppe i dag. Kun fjorden og det gamle fotografi synes uforandret." Bjarni Åkesson Filholm Dagurin 28. november. Gunter. Teir vita ikki við vissu, hvønn verður meint við. Hann stóð í halgramannatali tíðliga í tíðini, fór burturúr, men kom so seinni aftur. Teir halda tó, at hesin Gunter ella Gunterus hevur verið navnframur biskupur í Týsklandi, sum doyði í 1045, 90 ára gamal. Yrkingin er skrivað av Bjarna Åkesson Filholm í sambandi við hesa myndina frá 60-unum. Mynd: Palle Filholm JÓLAHUGNI Tíðindaskriv Vestmanna Kirkjukór skip- ar fyri adventshugna í Auluni í Vestmanna skúla sunnudagin Afturvendandi hugna- løtan, sum Vestmanna Kirkjukór plagar at skipa verður sunnudagin kl.18. Til adventshugnan eru øll sjálvandi hjartaliga væl- komin, siga tey í Vest- manna. Aftur hesaferð hevur kórið minst til tey eldru í bygdini, og hava tey í pensiónistafelagnum fing- ið ein innbjóðing. Adventshugnin er skip- aður soleiðis, at kórið syngur nakrar jólasangir og eisini er eitt sindur av felagssangi á skránni. Prestarnir Mogens Peter- sen og Inga Poulsen Dam luttaka eisini Ein góður drekkamunnur er eisini at fáa saman við góðum smyrjubreyð og okkurt søtt eisini. Kirkjukórið vónar stóra uppmøtingin, sum hevur víst seg hini árini, tí tess fleiri verða, jú hugaligari er at syngja felagssangin. Adventshugni í Vestmanna Sum vit nevndu í blaðnum 5. november, vikuna eftir at hálvi føroyingurin Gunnar Mikkelsen bleiv nummar tvey í "Stjerne for en aften", fríggjakvøldið 31. oktober, kom Gunnar víð- ari, og spennandi verður at fylgja við nú í kvøld, tá hálvfinalan verður. Gunnar er 21 ára gamal, sonur Kristionnu Mikkel- sen, dóttir Ebbemiu og Gunnar Holm Jacobsen. Pápin, Jørgen Mikkelsen, er dani, ættaður frá Samsø. Gunnar hevur eins góðar møguleikar og hini, sum komu hálvfinaluna, at vinna kappingina. Føroy- ingar og hálvir føroyingar hava av álvara gjørt vart við seg í "Stjerne for en aften". So stórur spenningur er um úrslitið í kvøld. Hálvur føroyingur í hálvfinalu C M Y K 13 12