fríggjadagur 28. november 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
14
Nr. 227 - 28. november 2003
Hvørt kvøld í vetrar-
hálvuni savnast
penjsónistar í kjall-
aranum í Losjuni í
Havn
HUGNAKVØLD
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Mikukvøldið vóru gestir
frá pensjónistaskeiðnum á
háskúlanum og vitjaðu tey
eldru, sum hvørt kvøld í
vetrarhálvuni savnast í
losjukjallaranum í Havn.
Hugnaløtan
byrjaði
klokkan 19 og borðreitt
varð við einum góðum
drekkamunni.
Eisini var sangur, før-
oyskur dansur og annað
skemtiligt
undirhald
á
skránni.
Hugnakvøld hjá
pensjónistum
Tað var serstakliga hugnaligt hjá pensjónistunum í Losjuni mikukvøldið, tá tey høvdu vitjan av
teimum, sum eru á pensjónistaskeiði á háskúlanum
Mynd: Jens Kristian Vang
Tað sær út til, at klovnurin, sum er komin at undirhalda
hjá teimum eldru, stuttleikar sær óført
Mynd: Jens Kristian Vang
Umframt føroyska dansin, var eisini nógv
annað á skránni, bæði til gaman og álvara
Mynd: Jens Kristian Vang
Miðvágs Róðrarfelag
skipar um vikuskiftið
fyri fjølbroyttari
sølustevnu í ítróttar-
høllini á Giljanesi.
Umframt handil
verður eisini undir-
hald á skránni
SØLUSTEVNA
Edvard Joensen
Miðvági: Sølustevna við
mestsum øllum uttan liv-
andi grind verður á Gilja-
nesi leygardagin og sunnu-
dagin. Tað er Miðvágs
Róðrarfelag, sum skipar
fyri.
Nógvar fyritøkur, bæði úr
Vágum og aðrastaðni úr
landinum, verða umboð-
aðar á teimum 28 básunum,
sum vera á stevnuni í
ítróttarhøllini á Giljanesi.
Umframt verður undirhald
fyri børnini í fimleikarhøll-
ini, eins og tað eisini verður
ymiskt til undirhalds á
pallinum, sum settur verður
upp í sjálvari stevnuhøllini,
siga fyrireikararnir úr Mið-
vágs Róðrarfelag.
Stevnan letur upp leygar-
dagin klokkan trý við
bamsutombola, fiskibrunni
og matsølu. Klokkan hálv-
gum fýra verður hon sett,
og klokkan fýra verður
mattombola í gongini.
Klokkan fimm verður
mótasýning. Ikki av slíkum
slag, vit kenna úr Milano
og Paris, uttan við móta,
sum føroyingar brúktu fyri
20 og 30 árum síðan.
Klokkan seks um kvøldið
vitja
jólamenninir,
og
klokkan sjey er aftur móta-
sýning, sum hesaferð verð-
ur við luttakandi handlum á
stevnuni.
Seinasta einstaka tiltakið,
sum stendur á skránni leyg-
ardagin, er at Elsebeth og
Hans Ravnsfjall fara at
syngja klokkan átta, og
klokkan níggju letur stevn-
an aftur.
Sunnudagin verður eisini
latið upp klokkan trý, eins
og bamsutombola, fiski-
brunnur og matsølan eisini
lata upp tá.
Klokkan fýra seinnapart-
in fara sørvágsbørn at
syngja á stevnuni, og
klokkan fimm verður aftur
mótasýning.
Jólamenninir koma, eins
og dagin fyri, fram við
klokkan seks, og klokkan
sjey
verða Angela
&
Hannibal at hitta á stevn-
uni.
Elsebeth og Hans Ravns-
fjall verða aftur at hoyra
sunnukvøldið klokkan átta,
og tá sølustevnan hjá Mið-
vágs Róðrarfelag 2003
endar
klokkan
níggju
sunnukvøldið,
verður
vakrasti básurin valdur, og
drigið verður millum at-
gongumerkini.
Báðar dagarnar verður
undirhjald í fimleikarhøll-
ini, har hoppiborg við
disko, ljósi og tónleiki
verður, eins og eisini eitt
fitt esil verður til børnini at
ríða á, siga fyrireikararnir
úr Miðvágs róðrarfelag.
Sølustevna á Giljanesi um vikuskiftið
Miðvágs Róðrarfelag skipar fyri sølustevnu í ítróttarhøllini á Giljanesi um vikuskiftið
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
14