Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. november 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 227 - 28. november 2003 UTTAN ÚR HEIMI Forðaði fyri heimsbardaga Fráfarni forsetin í Georgia, Eduard Sjevardnadse, vil vera við, at Vesturheimurin hevur svikið seg. Tað sigur hann í samrøðu við bretska blaðið The Daily Telegraph. – Eg var ein av teimum dyggastu stuðlunum hjá am- erikonsku stjórnini. USA fekk mín fulla stuðul í Irak- málinum. Eg dugi ikki at greiða frá tí, sum nú er hent, sigur Sjevardnadse. Hann vil eisini vera við, at hann sum sovjetskur uttanríkisráðharri bjargaði heiminum undan einum kjarnorkukríggi, men at Vesturheimurin sveik hann, tá ófriður tók seg upp í Georgia aftan á tjóðartingsvalið fyri fýra vikum síðani. – Var kalda kríggið ikki endað, høvdu vit fingið ein triðja heimsbardaga. Men vit bjargaðu heiminum. Eg sigi ikki, at eg gjørdi tað einsamallur, men eg hevði ein av teimum týdningarmiklu leiklutunum. Sovjetsam- veldið valdi ikki at knúsa solidaritetsrørsluna í Pólandi, har broytingarnar í Eysturevropa byrjaðu, sjálvt um vit høvdu 40.000 stríðsvognar í Evropa tá, sigur tann 75 ára gamli fyrrverandi georgiski forsetin. Vend komin í búskapin Felagsskapurin fyri búskaparligum samstarvi og menning, OECD, sigur í einari nýggjari frágreiðing, at sjónligur vøkstur er í búskapinum hjá teimum 30 lima- londunum. OECD væntar, at búskaparvøksturin í USA verður 6 prosent í seinna hálvári í ár, 4,2 prosent næsta ár og 3,8 prosent í 2005. Í ES-londunum verður vøksturin í ár 0,7 prosent, næsta ár 1,9 prosent og 2,5 prosent í 2005. Leiðandi búskaparfrøðingurin hjá felagsskapinum, fransmaðurin Jean-Philippe Cotis, minnir samstundis ES-londini á, at tað er neyðugt at skerja hallið á fíggj- arlógini, tí stórt hall kann forkoma framburðinum, sig- ur hann. Sum er dugir hann ikki at síggja, at londini kunnu sleppa av við hallið í bræði, verður einki muna- gott gjørt. Norsku politikarnir fáa somu ávaring. Annars væntar OECD, at búskaparvøksturin í Noregi verður 0,5 pros- ent í ár, men 2,75 prosent næsta ár. Men norsku polit- ikararnir mugu leggja dent á at skerja tær almennu út- reiðslurnar, sigur Jean-Philippe Cotis við Aftenposten. Færri fremmand Tiltøk hjá bretsku stjórnini hava havt við sær, at talið á útlendingum, sum leita sær friðskjól í Bretlandi, er minkað eina helvt, skriva bretsk bløð. Innanríkisráðið hevur ikki almannakunngjørrt tey seinastu tølini enn, men hildið verður, at umleið 50.000 útlendingar eru komnir til Bretlands í ár at biðja um friðskjól. Í 2002 var talið tvær ferðir so stórt. Gongdin er úrslitið av fleiri tiltøkum, sum stjórnin setti í verk. Andstøðan fanst í fjør hvassliga at Tony Blair, forsæt- isráðharra og stjórnini og kravdi, at okkurt varð gjørt fyri at avmarka talið á fremmandafólki, sum komu til Bretlands. Í einari grein í blaðnum The Guardian nú um dagar- nar skrivaði David Blunkett, innanríkisráðharri, nú fáa bretsku myndugleikarnir ikki fleiri umsóknir um frið- skjól enn myndugleikarnir í hinum ES-londunum. Hann legði afturat, at í dag verða umsóknirnar við- gjørdar nógv skjótari enn fyrr. Dýrir svartkalvar Reiðaríið hjá norska fiskiskipinum "Veidar" hevur játt- að at gjalda myndugleikunum 300.000 krónur í bót fyri ólógligan fiskiskap. Sunnmøreposten skrivar, at skipið hevur brotið veiði- reglurnar ikki minni enn seks ferðir. Sambært blaðnum hevði skipið loyvi at hava tíggju prosent av svartkalva sum hjáveiði, men kanningar hjá fiskiveiðieftirlitinum avdúkaðu, at skipið hevði nógv meiri svartkalva enn loyvt. Á tí eina túrinum hevði "Veidar" átta tons av svart- kalva, sum skuldu eitast at vera hjáveiða, men tá lastin bleiv kannað, svaraði svartkalvin til heili 97 prosent av tí, sum var í lastini. Ein meiningakanning í Noregi vísir, at meirilutin vil ikki hava oljuvinnu í Lofoten. OLJA OG FISKUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Júst sum norsku politikar- arnir umhugsa at loyva oljuleiting við Lofoten og í Barentshavinum, vísir ein meiningakanning, at flestu norðmonnum dámar lítið at loyva oljuvinnu á einari so týðandi fiskileið. Munurin er tó ikki stórur. 40 prosent av teimum spurdu eru ímóti, at oljufel- øgini sleppa at seta borin í undirgrundina í Lofoten, 38 prosent halda tað vera í lagi, og hini 22 prosentini vita ikki. Tað var Heimsnáttúru- grunnurin WWF, sum skip- aði fyri kanningini, og að- alskrivarin, Rasmus Hans- son, heldur, at úrslitið er nóg týðiligt. Hann ásannar, at munurin er ikki stórur, men vísir á, at tá norðmenn atkvøddu um limaskap í ES, var munurin ikki størri, men at stjórnin í Oslo kort- ini helt hann vera nóg stór- an til at taka avgerð eftir. Tað eigur tí eisini at galda í hesum førinum, sigur Ras- mus Hansson við norska útvarpið. Vilja ikki hava oljuvinnu á góðum fiskileiðum Valið loysir neyvan nakað Norðurírar hava valt nýtt tjóðarting, men tingarbeiðið byrjar neyvan í bræði. NORÐURÍRLAND Árni Joensen fartekst@mail.dk Sum væntað høvdu teir víðgongdu flokkarnir á báðum síðum framgongd á valinum í Norðurírlandi, og eygleiðarar eru á einum máli um, at tað er óheppið fyri ta politisku framtíðina í landspartinum. Í gjár var ikki liðugt at telja atkvøðurnar, men sambært kanningum hevði tann politiski vongurin hjá IRA, Sinn Fein, vunnið meirilutan av teimum kat- ólsku atkvøðunum og var sostatt vorðin størri enn tann hóvligi arbeiðara- flokkurin. Á tí protestantiska vong- inum hevði flokkurin hjá tí víðgongda prestinum Ian Paisley stóra framgongd, og ein kanning vísti, at hann og flokkurin hjá David Trimble, fyrrverandi fyrsta- ráðharra, lógu stavn um stavn. Kortini varð roknað við, at tann meiri hóvligi Trimble hevði fingið fleiri atkvøður. Bretska stjórnin sett norðurírska sjálvsstýrið úr gildi í fjør, og valið mikudagin skuldi rudda slóð fyri at endurskipa tað. Men eygleiðarar í Belfast siga, at framgongdin hjá teimum víðgongdu flokk- unum ger tað næstan ómøguligt at fáa nakað skipað politiskt arbeiði. Harafturat vísti tann lítla valluttøkan, at nógvir norð- urírar hava mist vónina um, at tað yvirhøvur ber til hjá protestantum og katolikk- um at samstarva, siga eyg- leiðarar við BBC. Formaðurin í Sinn Fein, Gerry Adams, uttan fyri eitt valhølið mikudagin. Flokkur hansara hevði framgongd, men tað høvdu teir víðgongdu protestantarnir eisini 6 C M Y K 17 16