fríggjadagur 28. november 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 227 - 28. november 2003
Hann er inniligur,
kensluborin, lítillátin
og sín egin. Men hann
fær ein heilan sal at
sita sum mýs og lurta
KONSERT
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Musikcaféen, Århus:
Roykurin av gomlum øli og
tubbaksroyki sníkir seg inn
í nasaborarnar. Væl goymt í
einum bakgarði, liggur
Musikcaféen í Århus. Hon
sær ikki út av nógvum, men
røðin av fólki uttanfyri
leggur upp til, at í kvøld
skal okkurt henda.
Inni sær ikki nógv fræg-
ari út. Stutt er uppundir
loftið. Nøkur fá borð og
nakrir stólar eru slongd út á
gólvið frammanfyri ein
lítlan pall. Í einum horni er
ein barr og í einum øðrum
horni er okkurt, sum líkist
sofum. Inni er myrkt og
tónleikurin spælir spaku-
liga í hátalarunum.
Rúmið er ikki serliga
stórt, men tað fyllist skjótt.
Klappini og floytini bróta
tónleikarútmuna og tað
lágmæltu røddirnar inni í
Musikcaféen. Hann trínur á
pallin. Synd er at siga, at
maðurin sær út sum ein,
sum hevur ein plátusátt-
mála við eitt av heimsins
størstu plátufeløgum. Hann
sessast.
Tekur
gittaran
høgrumegin upp á lærið, og
syngur. Talan er um Teit.
Okkara Teit fær ein hug at
siga. Seinastu góðu fimm
mánaðirnar hevur hann
verið á konsertferð. Spælt
yvir 150 konsertir saman
við stórum nøvnum og fyri
stórum áhoyrarafjøldum.
Men Teitur er enn ikki ov
stórur til eitt lítið høli við
50 áhoyrarum. Beinini eru
væl plantað niðri í jørðini.
Við fyrstu fløguni frá
plátufelagnum Universal,
hava rósandi orðini flogið
um oyruni á Teiti. Donsk
bløð eru skjót at kjósa Teit
til ein av teimum heilt
stóru, og eisini heilt skjót at
útnevna hann til ein av
teirra egnu. Millum annað
skrivaði
tónleikablaðið
Gaffa herfyri: "… I og med
færøeske Teitur har Dan-
mark en singer/songwriter
af internationalt format".
Aftur í Danmark
Men nú var hann so aftur í
Danmark. Fyri nøkrum
mánaðum
síðani
hevði
hann eisini nakrar fáar kon-
sert her í Norðanlondum.
Men leiðin lá skjótt yvir-
umaftur stóra Atlantshavið.
Har hevur hann millum
annað verið á konsertferð
við John Mayer, sum er eitt
av teimum heilt stóru nøvn-
unum nú. Nú eru nakrar
konsertir á skránni her í
Danmark og eisini ein í
Føroyum.
Teitur ger ikki nógv burt-
urúr sær og síni framførslu.
Hann er sín heilt egin.
Hokin yvir gittaran, meðan
beinini flyta seg við rútm-
uni. Varrarnar so tætt
mikrofonini
og
eyguni
sveima runt í rúminum.
Viðhvørt hyggja tey út yvir
áhoyrarafjøldina, viðhvørt
eru eygnalokini afturlatin
og viðhvørt hyggja tey nið-
ur í gólvið ella niður á gitt-
aran.
Teitur syngur um skýgg-
ini, Amandu, poetry, aero-
planes, Josephine, bread-
crumbs og tað at sova við
ljósinum tendraðum. Og
tað ger hann so inniliga.
Við lív og sál. Til tíðir
verða rútmurnar á gittaran-
um eitt sindur títtari, men
skjótt dala tær niðuraftur.
Og so hvørt sum konsertin
líður, fortelur Teitur søgur.
Hann fortelur søgur um
gamla søgulæraran, um
John Mayer, um konsert-
ferðirnar, um upplivingar-
nar, um sangirnar. Hann
flennur og livir seg inn við
áhoyrarunum, sum ikki
kunnu gera annað enn at
flenna og smílast.
- Henda næsta sangin
spæli eg bara, tá tað er full-
máni. Hann er ikki við á
fløguni, tí tað er ikki altíð
fullmáni, sigur hann, og
gittarrútmurnar
byrja
spakuliga aftur. "Waiting
for Mars to come out".
Ein einkultur føroyskur
sangur hevur sníkt seg upp
á skránna í kvøld. "Í tínum
hjarta" av fløguni "Sólin og
Regnið - Eitt".
Eftir ein góðan tíma fyri
fullari Musikcafé takkar
Teitur fyri seg. Men klapp-
ini fáa hann útaftur á pallin,
og skjótt hevur hann sungið
og spælt trý løg afturat.
- Tað var fult her í gjár, so
eg visti ikki um tað fóru at
vera tvey ella trý fólk her í
kvøld, sigur hann lítillátin.
- Men takk fyri, at tit
komu, takk fyri, at tit
lurtaðu og takk fyri, at tit
ikki royktu so nógv, at eg
misti røddina.
Konsertin er at enda
komin, og dyrnar verða
latnar uppaftur, so tann
fríska luftin kann koma inn.
Teitur fer víðari. Fleiri
konsertir skulu spælast, og
fleiri fløgur skulu gevast út.
Um vikuskiftið spælir
Teitur í Keypmannahavn
í sambandi við at
Útnorðurmiðstøðin letur
upp
6. desember spælir Teitur
í Norðurlandahúsinum í
sambandi við
ráðstevnuna „Markleys
útbúgving"
13. desember verður
Teitur aftur í Århus, har
hann skal spæla saman
við Kashmir og Mew
Teitur er Teitur
Maersk Air I 2/77.pdf
liggur í;
227-lítlar jóla - handilskjarnin
Maersk Air I I 2/77.pdf
liggur í;
227-lítlar jóla - handilskjarnin
C
M
Y
K
19
18
www.maersk-air.fo
Bílegging hjá Maersk Air í Tórshavn
á tel. 35 74 74, og á øllum
ferðaskrivstovunum kring landið.
Til Billund t/r Dkr. 1.733,-
Ymiskar treytir eru galdandi. Prísirnir eru uttan avgreiðslugjald
á Dkr. 220,-. Minst til títt Maersk Air Bonuskort.
Jólatilboð
15. des. 2003 - 4. jan. 2004