fríggjadagur 28. november 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 227 - 28. november 2003
Nr. 227 - 28. november 2003
29
Tann loynda styrkin
Lívførið í føroyskari mentan við atliti til sjálvstýrismenningina í nýggjari tíð og til lagnuna hjá øðrum atlantstjóðum
Javnaðarflokkurin -
søguliga og í verki ein
sjálvstýrisflokkur.
Ætla norðbúgvar, við
Íslandi á odda, at lata
síni mál víkja fyri
enskum? Vælan um
tjóðskap og samleika
er heilsubót móti
nationalismu. Ósam-
svarið millum føroysk
mentunarlig og polit-
isk avrik. Før-oysk
sjálvstýrismenning,
ein dýnamisk til-
gongd, ið ikki vendist
við Triði partur av
fyrilestri, sum Hanus
Kamban helt á lands-
fundi Javnaðarfloksins
Eftir Hanus Kamban
Triði partur
Javnaðarflokkurin og
sjálvstýri
Tað verður helst ov drúgført
á hesum stað at geva
Heimastýrislógini eitt um-
mæli. Sum kunnugt verður
hon av summum hildin at
vera ein vanlig lóg, sum
danska fólkatingið kann
taka aftur. Hinvegin hevur
eitt nú tann danski løgfrøð-
ingurin Frederik Harhoff ta
hugsan, at Heimastýrislógin
løgfrøðiliga stendur millum
vanliga lóg og grundlóg, er
av ríkiskendum slag og ikki
kann takast aftur.
Hvat kunnu vit, á hesum
baksýni, siga um Javn-
aðarfloksins avrik, har tað
snýr seg um føroyska sjálv-
stýrismenning? Flokkurin
hevur mangan, og serstak-
liga tey seinastu árini, ikki
fingið gott ummæli, um ein
hugsar um sjálvstýrispolit-
ikk, og tað er ikki óvanligt
at hoyra hann skýrdan sam-
bandsflokk.
Hyggja vit at veruleikan-
um, er myndin øðrvísi. Eitt
gott dømi um hetta, undan
Heimastýrislógini, er avtøk-
an av grein 7 í 1938, sum
kom sum eitt úrslit av kravi
á Føroya Løgtingi frá Javn-
aðarflokkinum, Vinnuflokk-
inum og Sjálvstýrisflokkin-
um. Av meira ímyndaligum
týdningi var samtyktin,
gjørd á Føroya Løgtingi
seinast í 1943 av Javnaðar-
flokkinum og Fólkaflokk-
inum um, at løgtingið bara
skuldi flagga við føroyskum
flaggi.
Nógv størri týdning fyri
føroyska sjálvstýrismenn-
ing enn hesar samtyktir
hevði, sum longu fyrr um-
røtt, Heimastýrislógin, sum
kom í gildi fyri Føroyar
tann 1. apríl 1948.
Um vit nú hyggja at tíð-
arskeiðinum aftan á 1948,
so er vanligt at hoyra, at
sjálvstýrislandsstýrið 1962-
66 var einasti glottin hesa
hálvu øldina, um hugsað
verður um sjálvstýrismenn-
ing. Men veruleikin er tann,
at ikki sjálvstýrislandsstýr-
ið 1962-66, men landsstýr-
ið 1974-78, har Tjóðveldis-
flokkurin, Fólkaflokkurin
og Javnaðarflokkurin sam-
starvaðu, flutti Føroyar
longst á sjálvstýrisleið.
Í hesum skeiði fóru før-
oyskir politikarar undir at
gera sjálvstøðugar fiski-
vinnuavtalur við onnur lond,
fyrst og fremst Sovjetsam-
veldið. Á henda hátt varð
støðið lagt undir sjálvstøð-
ugan føroyskan samráðing-
arførleika. Somuleiðis varð í
hesum skeiði, eftir grein 9 í
Heimastýrislógini, fyrisit-
ingin av heilsu-, almanna-
og
skúlamálum
framd.
Hugsar ein um, hvussu stór-
an týdning tað hevur at
byggja upp, stig fyri stig,
eina umsitingarliga mentan
og hevd, so eru hetta kanska
tey mest týðandi stig, sum
nakrantíð eru tikin fram
ímóti føroyskum politiskum
sjálvbjargni.
At fara at geva einstøkum
politiskum flokkum ein-
týdd skotsmál er ikki altíð
lætt, mangan kanska eisini
ósøguligt. Sum heild ber
kanska til at siga, at føroysk
framgongd móti víðkaðum
politiskum frælsi er íkomin
takkað veri einum samróðri
millum sosialt medvitna
politiska pragmatismu og
eina meira ótolna tjóðskap-
arliga ákoyring.
Ein nýggj hóttan
Áðrenn eg komi til eina
niðurstøðu, fari eg at tríva í
ein annan tátt av mentunar-
ligum slag og samstundis
royna at kveita fram í tíð-
ina. Har tað snýr seg um
mentan, ber illa til at hugsa
í árum, men heldur - sum
gjørt hevur verið í hesum
fyrilestri - í øldum. Heldur
ikki ber til at gera forsagnir
út frá verandi blóman, ið -
sum frá líður - kann roynast
stokkut og svikalig.
Mín spurningur í hesum
sambandi ljóðar: Er før-
oyskt til um hundrað ár?
Hóast ein slíkur spurningur
í roynd og veru krevur eitt
drúgt svar, fari eg her móti
endanum at royna at av-
marka meg. Málfrøðingar
hava tann seinasta mansald-
urin granskað í einum fyri-
brigdi, teir rópa máldeyða.
Fyribrigdið er ikki nýtt,
tvørturímóti kenna vit frá
klassiskari tíð mong dømir
um útdeyð mál, eitt nú
bithyniskt, etruskiskt, sum-
eriskt og hittitiskt.
Tá ið áhugin fyri hesum
evni er vaksandi, kemur tað
av, at tær atvoldir, sum í 20.
og 21. øld ávirka málanna
trivnað og lagnu - kríggj,
tjóðskaparlig imperialisma,
vistfrøðilig árin, altjóða-
gerð, samskiftismentan -
hava fingið eina styrki og
eina ávirkan, sum einki
søguligt fordømi er um.
Her kann verða nevnt, at
sjónvarpið - sum tess árin
sorlandi herjar og drepur,
einamest í heimspørtum
við viðbreknum málum og
mentanum - av onkrum
granskara hevur verið rópt
"mentunarligt nervagass".
Men umframt hesar at-
voldir uttanífrá hava eisini
tað vit kunnu rópa innan-
atvoldir týdning fyri, hvussu
eitt mál lívbjargar sær. Her
verður hugsað um tann
hugburð, ein tjóð hevur yvir
av øðrumegin sínum egna
máli og hinumegin tí hótt-
andi granna- ella hjá-
landamálinum. Vit hava í
hesum
fyrilestri
longu
nevnt, at millum føroyskt og
danskt var í miðøld og langt
upp í tíðina eitt slag av javn-
støðu. Kanska kann henda
javnstøðu lutvís førast aftur
til, at føringar, hóast teir
virdu danskt, samstundis
hildu tað vera eitt sindur lát-
urligt, ikki minst tá teir
sjálvir talaðu tað. Teir
skaptu tí eitt triðja mál, av
summum í dag rópt gøtu-
danskt, sum gjørdist sum
eitt slag av fríholti millum
móðurmálið og hjálanda-
málið.
Avbjóðingin frá
enskum
Tað áhugaverda og nýggja í
21. øld, er at vit føringar -
eftir í fimm øldir at hava
havt danskt sum hjálanda-
mál - hava fingið eitt nýtt
hjálandamál: enskt-amerik-
anskt. Spurningurin er nú,
um vit duga at leggja sjógv
millum okkara móðurmál
og tað nýggja høvuðsmálið,
á sama hátt sum vit megn-
aðu at halda danskt burtur
frá okkum. Ymiskt bendir
á, at hvørki vit føringar ella
norðbúgvar sum heild fara
at megna hetta.
Í løtuni er eitt slag av
norðurlendskum, ið er sett
saman av svenskum, norsk-
um og donskum, hjálpar-
mál ella lingua franca, tá ið
norðbúgvar úr ymiskum
londum hittast á fundi. Men
millum íslendingar er ikki
óvanligt, at enskt ella am-
erikanskt heldur verður
brúkt til hjálparmál í norð-
urlendskum
samskifti.
Hetta er kortini bara tað
fyrsta stigið í eini máls-
ligari gongd, ið skjótt kann
gerast meira víðfevnd.
Fyri o.u. einum ári síðani
var eg á eini ráðstevnu fyri
málfrøðingar í Oulu (Ule-
åborg) í Finnlandi. Millum
fyrilesararnar var ein ís-
lendingur, sum m.a. tosaði
um framtíðar málmentan í
Norðurlondum. Ein varnað-
ist, at tey hugtøk, hesin
maður førdi fram, vóru orð-
að á enskum, og at tað tilfar,
hann - so at hansara norð-
urlendsku brøður og systrar
skulu skilja seg betur - læt
varpa upp á veggin við upp-
vørpu og glæru, somuleiðis,
frá høvdi til sporl, var á
enskum.
Uppaftur meira áhuga-
vert var, at fyrilesarin (ið
sjálvur ikki var málfrøð-
ingur) hevði kannað, hvat
íslendskur ungdómur hugs-
aði um norðurlendska mál-
mentan í framtíðini. Úrslit-
ið vísti, at hugsanin var, at
norðbúgvar í øllum týðandi
viðurskiftum - t.e. (um eg
skilti hann rætt) har talan
var um politikk, heimspeki,
bókmentir, gransking osfr. -
fóru at brúka eingilskt. Tey
norðurlendsku málini fóru
hereftir mest at verða brúkt
í dagligum viðurskiftum,
eitt nú matgerð.
Venda vit aftur til hug-
takið máldeyða, so er eitt
slíkt sjónarmið (sum eisini
er vanligt at hoyra í Dan-
mark) fullgott dømi um
eina virðisbroyting, sum
hevur við sær, at móður-
málið verður mett sum ver-
andi lægri enn hjálanda-
málið. Ein slík virðisbroyt-
ing var ein av mongum tátt-
um í teirri gongd, sum end-
aði við, at tey norrønu mál-
ini í Hetlandi og Orknoyum
doyðu út. Einum renna í
hesum sambandi í huga
nøkur orð eftir málgransk-
aran Herbert Schiller:
Hvat gagnar tað, um ein
tjóðskaparrørsla í mong ár
hevur stríðst fyri at vinna
frælsið, um virðir og strem-
banir frá hjálandaveldinum,
ið tóktist at hava lútað,
sleppa at taka grundina und-
an hesum sama frælsi?
Tann føroyska
evolutiónin
Um vit nú venda aftur til
tann skaldadóm, sum eg
legði fyri við at sipa til í
hesum fyrilestri, so ber eftir
mínum tykki sum heild ikki
til at siga, at yrkjarin altíð
er beinrakin, tá ið hann
fellir dóm yvir føringin.
Gaman í, tey avreksverk,
við dámi av eygnarivi, sum
tala til skaldahjørtu, hava
vit føringar sjáldan megnað
at skapa. Vit hava onga or-
rustu vunnið, og tað untist
okkum føringum ikki hig-
artil, lið við lið og øksl móti
øksl - við einum sjónligum
taki, sum vakti ans um
heimin - at krevja og vinna
tjóðarfrælsi.
Teir sigrar, føringar hava
vunnið, eitt nú mentunar-
søguliga, bera - sum víst á í
hesum fyrilestri - dám av
ósjónligari styrki, og før-
ingsins leið tykist, skapt
sum hon er av umstøðum
og fyritreytum, at vera, ikki
kollveltingin, men stig-
menningin, tann evolution-
era kósin. Meðan ivaleyst
mong dømir eru um, at
skald hava fagnað revoluti-
ónini við lovkvæðum, er
neyvan nakað dømi um ein
yrkjara, sum á sama hátt
hevur sungið evolutiónini -
ið sum frá leið mangan
roynist dyggari - prís. Og
kortini, so yrkir Hans
Andrias Djurhuus:
Tað vóru ikki hjálmar
og ikki lúðraljóð,
tað vóru tykkar sálmar
og tað í tykkum bjóð,
sum gjørdi hesar heiðar
og eyr og hagasand
til gróðrarbúnar teigar.
Tit eiga hetta land.
Tjóðskapur og
nationalisma
Í hesum sambandi havi eg
hug at siga eitt sindur um
tjóðskap og samleika. Í 19.
og 20. øld hava vit sæð
mong dømir um kollvelt-
ingar, onkur teirra hevur
eydnast, tær flestu bera í
síni slóð kríggj, oyðing og
líðing, sum ongan enda
tykjast at taka.
Skulu vit nú tala um eina
føroyska rørslu, ið hevur
dám av kollvelting, so er tað
helst tann veking, sum tók
seg upp o.u. 1890, vælanin
um "tað nationala", sum í
dag hevur heitið tjóðskap-
arrørslan. Var hetta ein koll-
velting, var hon av ment-
unarligum slag, ein hugans
ella andans rembing.
Henda rørsla merkti í
stuttum, at føringar blivu
tilvitandi um seg og sína
serstøðu, mál, mentan og
søgu. Hennara móðir var
tann europeiska romantikk-
in, og hennara høvuðsfyri-
treyt tað, at føringar - sum
greitt frá í fyrsta og øðrum
parti av hesum fyrilestri -
megnaðu at varðveita sítt
mál ígjøgnum ta drúgvu
hjálandatíðina.
Hon var samstundis eitt
svar upp á ta djúpu trá eftir
virðum, sum liggja uttan
fyri gerandisdagin, og sum
ikki kunnu mátast við log-
iskum ella støddfrøðiligum
máli, sum tykist vera
menniskjum í holdi borin.
Vit kunnu rópa hesa trá,
sum so ella so krevur at fáa
ein útveg, sum er skyld við
eros og ástarhug, og sum -
um hon ikki verður stillað -
verður umskapt til sjúku
ella meinfýsni, tað skap-
andi irrationella.
Tá ið einstakir høvundar
í dag óttast fyri hugtøkum
sum tjóðskapi ella sam-
leika, sum teir seta í sam-
band við fyribrigdið nati-
onalismu, er hetta eftir
mínum tykki ein stór mis-
skiljing.
Nationalisma
sprettur úr rótloysi og hevur
yvir sær óektað erpni og
ótolsemi mótvegis øðrum.
Tjóðskaparkensla og tilvit
um eins egna samleika elva
ikki til nationalismu, men
eru heilsubót ímóti henni.
Tilvitið um egnan samleika
- ið kann koma til sjóndar á
ymsan hátt, í klædnabúna,
ítróttum, sangi, dansi, mid-
náttarsangi á ólavsøku osfr.
- gevur føringum megi til at
fóta sær í einum alsamt
skiftandi heimi og gevur
teimum ella okkum sam-
stundis
ein
tiltrongdan
møguleika til at rísa upp um
gerandisdagsins átrúnaðar-
ligu, staðbundnu, vinnuligu
ella politisku skilarúm.
Ósamsvar millum
mentan og politikk
Um vit nú til seinast rógva
á aftur høvuðsevnið og
royna at evna til eina niður-
støðu, so síggja vit, at av
teimum
tilsamans
átta
londunum og oyggjabólk-
unum, sum endaðu við at
vera at- og hjálond í tí
dansk-norska ríkinum (og
her er Noreg talt uppí), eru
Ísland, Noreg og Føroyar
tey einastu, sum hava varð-
veitt eitt slag av norrønum
samleika. Lata vit politiskt
frælsi telja mest, so eru
Noreg og Ísland í fremsta
rað. Taka vit mál og mentan
uppí, so fáa Føroyar annað
pláss eftir Ísland.
Í hesum sambandi eiga
vit ikki at gloyma, at før-
ingar sum teir einastu í
Norðurlondum (og Europa)
varðveittu henda merkiliga
mentunararvin frá miðøld-
ini, sum fatar um ringdans,
kvøðing og kvæðayrking,
sum er bæði søga, dansur,
skaldskapur og sjónleikur í
einum, og sum byggir brýr
millum leik og lærd, fólk úr
ymiskum samfelagsbólk-
um. At styrki og íblástur
framvegis eru í hesum arvi,
síggja vit bæði í siðbundn-
um dansi og á rákum innan
nýggjari tónleik og sang,
har gomul og nýggj mentan
umskarast ella sameinast á
kreativan hátt.
Ikki minni merkisvert er,
at føringar lærdu málið hjá
einum øðrum landi og ogn-
aðust tess bókmentir og
sostatt, uttan sjálvir at missa
seg burtur og vera fyri
málsligum falli, vunnu sær
bæði tvímæli og tvímentan.
Samstundis mugu vit við-
ganga, um vit hyggja betur
at myndini, at millum ment-
unarlig og politisk avrik er
eitt ósamsvar, eitt asym-
metriskt lutfall. Tí tær ment-
unarligu fyritreytirnar fyri
politiskum frælsi - mál,
tjóðskaparlig eind, serligir
siðir, ein mentunaryvirtrom
í nútíðarmerking (skúli,
fjølmiðlar, list, gransking
osfr.) - eru greidliga til stað-
ar. Men politiskt frælsi, t.e.
fullveldi, er ikki í sama mun
vunnið.
Í hesum fyrilestri havi eg
roynt at vísa á nakrar høv-
uðsorsakir til hetta ósam-
svar. Okkara, mentunarliga
sæð, sterka og greiða støða
og okkara - í politiskari
merking - meira ófull-
komna avrik - sum skilliga
sæst koma til sjóndar bæði
á løgtingsvalum og í gall-
upkanningum - spegla aftur
okkara søguliga baksýni og
natúrgivnar landafrøðiligar
og vinnuligar fyritreytir.
Samstundis tykist skilligt
í fyrsta lagi, um ein hyggur
aftur um bak, at eitt og
hvørt framstig sjálvstýris-
og sjálvbjargnisvegin er ir-
reversibult, t.e. tað ber ikki
til at fara aftur eftir hæli og
leita upp farin stig. Og í
øðrum lagi er greitt, at
føroysk sjálvstýrismenning
er dýnamisk, t.e. hon tekur
seg áhaldandi frameftir.
Framstigini eru tengd at og
treytað av vinnu og bú-
skapi, og - einfalt sett upp -
kunnu vit siga, at við einum
vinnuligum beini verður
næsta stigið eitt samveldi
av tjóðum í sínámillum
javnstøðu, men eydnast tað
at byggja upp eitt fjøl-
strongt vinnulív, ið hvílir á
tveimum beinum ella fleiri,
er fullveldi ein møguleiki.
Hvør leiðin at enda verð-
ur, er kanska treytað eisini
av mótpartsins hugburði.
Eitt føroyskt krav um javn-
støðu í einum samveldi
kann gerast veruleiki. Eitt
tílíkt framstig hevði ivaleyst
havt við sær, at Føroyar (og
Grønland)
straks
fingu
sjálvstøðugan limaskap í
Norðurlandaráðnum. Skuldi
tað hinvegin hent, at eitt tí-
líkt krav, ið var skilagott,
undirbygt á skynsaman hátt
og átti stuðul í einum dygg-
um meiriluta av fólkinum,
ikki var virt, kundi úrslitið
verið ein gongd, sum endaði
við loysing.
Tann neyðuga
sjónliggerðin
Javnaðarfloksins møguleik-
ar at taka lut í hesi dýnam-
isku menning eru treytaðir
lutvís av tí politiska talv-
inum í Føroyum sum heild,
av strategi og taktikki hjá
øðrum flokkum, men iva-
leyst eisini av floksins
sjálvsmynd. Sum eg havi
roynt at vísa á í hesum fyri-
lestri er Javnaðarflokkurin -
um onkur skuldi havt
gloymt tað - søguliga og í
verki ein sjálvstýrisflokkur,
og hevur umframt tað ta
serstøðu, at hann eigur
bæði eina tjóðskaparliga og
eina sosiala dimensjón.
Hesi bæði eyðkennir, tað
tjóðskaparliga (ella sjálv-
stýrismenningin) og tað
sosiala, koma eftir mínum
tykki ikki altíð týðiliga til
sjóndar á miðlanna hermót-
um. Tí kann ein kanska
siga, at Javnaðarfloksins
trupulleiki - og møguleiki -
í komandi tíðum er: politisk
sjónliggerð.
Eivør Pálsdóttir og Týr eru dømi um, at tað ber til á skapandi hátt sameina kvæða- og kingoløg og nútíðar tónleik
Atli Dam, løgmaður 1970-
84, 1985-89 og 1991-93.
Kanska tann politikarin, ið
hevur flutt Føroyar longst á
sjálvstýrisleið
Brattalíð í Grønlandi, har Eirikur Reyði setti búgv o.u. 985. Ikki seinni enn 1500 vóru
bygdirnar í Grønlandi útdeyðar og teirra norrøna mál horvið. Fara Føroyar og Norðurlond at
vera fyri somu málsligu lagnu?