Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. november 2003síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 227 - 28. november 2003 31 31 Nr. 227 • fríggjadagur • 28. november 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Hóast lítið hevur verið at hoyrt til upp- skotið frá Kommunu- felagsskapinum í Sundalagnum um fótbóltshøll, síðani tað í februar varð almannakunngjørt, so meta kommurnar har, at talan fram- vegis er um eitt sera áhugavert uppskot FÓTBÓLTSHØLL Jákup Mørk Tað kom helst óvart á fleiri, tá vit í seinastu fríggjadags- útgávu okkara staðfestu, at tað eru ítøkiligar ætlanir um eina fótbóltshøll á Lambareði. Ein høll, sum ætlandi skal fíggjast av millum øðrum HatTrick- grunninum hjá UEFA. Formaðurin í Fótbólts- sambandinum segði í farnu viku, at enn hevði FSF als ikki tikið støðu til, hvussu umsitingin av stóra pottin- um frá UEFA skuldi fyri- skipast. Heldur ikki vildi hann tosa um, hvørt tað vildi verið rætt at nýtt allan peningin til eina høll, ella um talan møguliga bleiv um at spjaða upphæddina, soleiðis at Fótbóltssam- bandið kanska kundi við- virka til at fleiri hallir vórðu bygdar, tó at luttøkan hjá FSF í hvørjari einstak- ari høll tá hevði verið minni. Verður helst kapprenning Um ætlanina á Lambareiði varð annars staðfest, at kostnaðurin av slíkari høll væntandi kom at liggja um 15 mió kr. Verður havt í huga, at samlaði føroyski parturin av HatTrick- grunninum væntandi verð- ur um 12 mió kr., so er helst skjótt at staðfesta, at skal lánsbyrðan hjá høllini ikki verða alt ov stór, so røkkur peningurin neyvan til meira enn eina einstaka fótbólts- høll. Sum dømi um hetta kann Gundadalshøllin í Havn nevnast. Her verðut at kalla hvør tann einasti tímin nýtt- ur, men hóast hetta, so megnaði høllin ikki at bera stórt meira enn milliónina í lánibyrðu. Tí kundi tað í stóran mun bent á, at talan í hesum um- farinum bert verður um tí einu fótbóltshøllina í land- inum, og tá er so einki at siga til, um ein ávís kapp- renning og eitt ávíst lobby- arbeiði í løtuni fer fram millum teirra, sum vilja sleppa framat við eini slík- ari høll. Umframt høllina á Lam- bareiði, so nevndu vit í fríggjadagsblaðnum, at høvuðsstaðarfeløgini hava heitt á Býráðið í Havn um at hyggja at, hvørjar møgu- leikar tey hava at vera við í slíkari verkætlan. Og so er tað eisini pro- jektið um eina fótbóltshøll í Sundalagnum. Hetta varð lagt fyri aðalfundin hjá FSF tíðliga í ár, men síðani hetta hevur millum lítið og einki verið at hoyrt til verkætlan- ina. Men hetta merkir á ongan hátt, at sundalags- menn hava slept ætlanini um eina høll her á staðnum. Og teir meta seg hava fleiri fyrimunir, um talan skal verða um kapping við eina høll á Lambareiði. Ikki minst, tí talan her verður um eina høll í fullari stødd. Altso við einum vølli á 105X68 metrar, har minsta hæddin til loftið er 12 metrar. Ætlaðu áskoðara- plássini verða sambært uppskotinum 2.000 í tali. Ikki kommunalt projekt Okkum eydnaðist ikki at fáa orðið á formannin hjá Kommunufelagsskapinum í Sundalagnum, Niels And- reas Mortensen, sum er burturstaddur í løtuni. Men skrivarin hjá felagsskapin- um, Jens Dalsgaard, sigur, at tey framvegis meta hetta sum eina loysn, sum kundi verið sera áhugaverd. - Talan verður tó ikki um, at tað verða kommunurnar her, sum fara at reka eina slíka høll. Tað haldi eg ikki, er rætti formurin í hesum. Talan kundi hinvegin um t.d. ein sjálvsognarstovn, har Fótbóltssambandið eis- ini inngekk, soleiðis at tal- an veruliga varð um eina høll fyri alt landið. Komm- ununar partur her á staðn- um kundi so møguliga ver- ið at latið lendið, men tað er so ein spurningur, sum ikki er viðgjørdur enn, tí talan hevur sum so ikki verið um nakrar konkretar ætlanir. - Tað, sum Kommunufel- agsskapurin fyrst og fremst vildi vísa á, var bara, at her var ein góður møguleiki, um ein høll skuldi gerast soleiðis, at flest møgulig fáa gagn av henni, sigur Jens Dalsgaard. Prísurin er ikki forðingin Eitt av argumentunum, sum Mathias Davidsen førdi fram vegna teirra ætlan um høll á Lambareiði, var kost- naðurin. Hann førdi fram, at hendan høllin fyrst og fremst var ætlað sum venj- ingarhøll, og at hon tí ikki var projekterað í fullari stødd til ein fótbóltsvøll. Hetta tí ein høll í fullari stødd vildi gerast alt ov kostnaðarmikil. Bæði sum íloga og í rakstri. Men sambært projektin- um hjá felagskommununu- m í Sundalagnum, so hel- dur hetta argumentið ikki. Her er samlaði kostnaðruin mettur til 15,7 mió kr., og tá er meirvirðisgjaldið írokn- að. Hetta var annars ikki tikið við í teimum 15 mió kr., sum høllin á Lambar- eiði ætlandi skal kosta. Ein av orsøkunum til, at kostn- aðurin kann haldast á so- mikið lágum støði, er, at høllin verður bygd upp ímóti einum lítlum hamara, og at hesin tí virkar sum síða á høllini niðaneftir. Heldur ikki er roknað við hita og øðrum til høllina. Talan skal snøgt sagt vera um ein yvirdekkaðan leik- vøll, har neyðugir fasilitetir til skifting og annað eru íroknaðir. Fleiri fyrimunir Í aðrar mátar metir Komm- unufelagsskapurin, at teirra høll hevur fleiri fyrimunir fram um onnur støð. Ikki minst, tá møgulig plasering av høllini skal fastleggjast. Serliga verður víst á, at atkomuviðurskiftini til Sundalagið eru somikið góð, og at høllin landa- frøðiliga kemur at liggja ógvuliga sentralt. Tá norðoyatunnilin verð- ur veruleiki, eru í mesta lagi 35 minuttir at koyra til høllina úr stórum parti av landinum. Undantøkini eru Sandoyggin og Suðuroygg- in. Hartil verður staðfest í útgivna bóklinginum, at vegakervið sum heild er sera væl egnað her á leiðini. Við á tekningini er eisini parkeringsøki, har einir 600 bilar eftir ætlan kunnu rúm- ast, og tí verður roknað við, at sleppast kann undan teimum trafikk-proppum, sum ofta fyrikoma við størri tiltøk, og sum tað eis- ini fyri stuttum hevur víst á í lesarabrøvum í bløðunum. Hvussu er og ikki, so er hetta enn ein møguleiki, sum Fótbóltssambandið helst skal taka støðu til. Enn er so ikki viðgjørt, hvussu tær 12 milliónirnar frá UEFA skulu nýtast, men greitt er so í øllum førum, at fleiri hugskot eru um, hvussu hetta kann gerast. Sundalagsmenn vilja sleppa í part Ætlandi skal høllin byggjast mest sum inn í landslagið. Hetta hevur sínar fyrmunir, bæði í kostnaði og í útsjónd Seinasta vikuskiftið varð skipað fyri FM- kapping fyri blandað pør, og her gjørdist talan um eina sera javna og spennandi kapping BRIDGE Bogi Simonsen Leygardagin 21. november skipaði Føroya Bridge Sam- band fyri árligu FM-kappingini fyri blandað pør í bridge. Leikt varð í Bridgehusinum í Havn, 13 pør luttóku í kapp- ingini. Tað vóru teir báðir Rói á Rógvu Joensen og Heðin Mouritsen, ið skipaðu fyri kappingini og gjørdu teir eitt framúr gott arbeiði. Henriette Svenstrup og Oddmar Danielsen sóðu leingi út til at gerast vinnarar, tey lógu á odda mesta av kapping- ini, men snávaðu á sjálvari málstrikuni, tá tey ið næstsein- asta umfarinum tapti fyri Arnleyg Mikkelsen og Boga Simonsen, ið sostatt gjørdist vinnarar. Marjun Restorff og Dánjal Pauli Mohr lógu nærum alla kappingina í toppin- um og var tað tískil ikki heppið hjá teimum at vera yvirsit- arar í síðsta umfarinum. Luttakandi pørini: Fríðhild Petersen – Jákup Hjaltalin Maria Christiansen – Marner Joensen Súsanna Dam – Jens Pauli G. Nolsøe Laila Danielsen – Per Kallberg Bjørg Róin – Kaj Alstrup Jóna Grunnveit – Jógvan Juel Rasmussen Jana Mikkelsen – Jan Eyðun Jakobsen Marjun Restorff – Dánjal Pauli Mohr Jórun Johannesen – Allan Dal-Christiansen Henriette Svenstrup – Oddmar Danielsen Ásvør Djurhuus – Hannis Jacobsen Arnleyg Mikkelsen – Bogi Simonsen Ingibjørg Dam – Høgni Jacobsen Spæl Um ein skal vinna eina slíka parakapping, er tað av avgerðandi týdningi ikki at melda ov hart. Hetta megnaði Arnleyg Mikkelsen sera væl, eitt nú í hesum spælinum. Sigast skal eisini, at tey bæði Fríðhild Petersen og Jákup Hjaltalin spældi heilt væl í móti. S/Alle sp ED1085 hj K83 rú 4 kl B954 sp 9632 sp KB74 hj D1076 hj EB4 rú 873 rú E2 kl D8 kl K763 sp hj 952 rú KDB10965 kl E102 N E S V Arnleyg Fríðhild Bogi Jákup 1 rú pas 1 sp pas 2 rú A.p Jákup spældi hj 6 út, sum Fríðhild fekk við bóndanum. Hon spældi kl 7 aftur, ið Jákup tók við damuni fyri síðani at spæla hj damu aftur og meira hj til essið, tá ið daman átti stikkið. Fríðhild spældi seg leysa við einum rú, ið Jákup tók við essinum. Hann spældi nú sín síðsta hj, sum eg varð noyddur at stinga. Eg tók allan trumfin, men einki hjalpti, Fríðhild kastaði allar sínar sp og fekk sostatt eitt kl stikk til endans og eg fór ein niður. Hetta gav tó yvir miðal til okkara, tí Arnleyg hevði melda pass til 2 rú. 5 tey fremstu pørini Arnleyg Mikkelsen – Bogi Simonsen 57 stig Marjun Restorff – Dánjal Pauli Mohr 26 stig Henriette Svenstrup – Oddmar Danielsen 23 stig Maria Chritsiansen – Marner Joensen 8 stig Jana Mikkelsen – Jan Eyðun Jakobsen -5 stig Ásvør Djurhuus – Hannis Jacobsen -5 stig Multihold 2. Deild (umfar 6 væntar) 1) Pól Joensen - Jan Eyðun Jakobsen 21,17 (5) 2) Reimund Langaard – Páll 17,71 (6) 3) Gunnar Mouritsen – Høgnio Vesturklett 17,61 (7) Toppurin 6 miðal 0 Støðan aftaná rundu 1: 1 Fríðhild Petersen – Jákup Hjaltalin 9 stig 2 Jana Mikkelsen – Jan Eyðun Jakobsen 8 stig 3 Arnleyg Mikkelsen – Bogi Simonsen 7 stig Støðan aftaná rundu 2: 1 Jana Mikkelsen – Jan Eyðun Jakobsen 12 stig 2 Fríðhild Petersen – Jákup Hjaltalin 11 stig 3 Arnleyg Mikkelsen – Bogi Simonsen 7 stig Støðan aftaná rundu 3: 1 Henriette Svenstrup – Oddmar Danielsen 18 stig 2 Arnleyg Mikkelsen – Bogi Simonsen 13 stig 3 Fríðhild Petersen – Jákup Hjaltalin 7 stig Støðan aftaná rundu 4: 1 Arnleyg Mikkelsen – Bogi Simonsen 15 stig 2 Henriette Svenstrup – Oddmar Danielsen 13 stig 3 Maria Chritsiansen – Marner Joensen 8 stig Støðan aftaná rundu 5: 1 Henriette Svenstrup – Oddmar Danielsen 19 stig 2 Arnleyg Mikkelsen – Bogi Simonsen 11 stig 3 Jórun Johannesen – Allan Dal-Christiansen 8 stig Støðan aftaná rundu 6: 1 Henriette Svenstrup – Oddmar Danielsen 32 stig 2 Marjun Restorff – Dánjal Pauli Mohr 19 stig 3 Arnleyg Mikkelsen – Bogi Simonsen 15 stig Støðan aftaná rundu 7: 1 Henriette Svenstrup – Oddmar Danielsen 31 stig 2 Marjun Restorff – Dánjal Pauli Mohr 21 stig 3 Arnleyg Mikkelsen – Bogi Simonsen 19 stig Støðan aftaná rundu 8: 1 Henriette Svenstrup – Oddmar Danielsen 43 stig 2 Marjun Restorff – Dánjal Pauli Mohr 27 stig 3 Arnleyg Mikkelsen – Bogi Simonsen 24 stig Støðan aftaná rundu 9: 1 Henriette Svenstrup – Oddmar Danielsen 44 stig 2 Marjun Restorff – Dánjal Pauli Mohr 33 stig 3 Arnleyg Mikkelsen – Bogi Simonsen 24 stig Støðan aftaná rundu 10: 1 Henriette Svenstrup – Oddmar Danielsen 46 stig 2 Marjun Restorff – Dánjal Pauli Mohr 31 stig 2 Arnleyg Mikkelsen – Bogi Simonsen 31 stig Støðan aftaná rundu 11: 1 Henriette Svenstrup – Oddmar Danielsen 43 stig 2 Arnleyg Mikkelsen – Bogi Simonsen 37 stig 3 Marjun Restorff – Dánjal Pauli Mohr 25 stig Parakapping Talan gjørdist um eina óvanliga spennandi kapping, og ikki fyrr í seinasta umfarinum fall avgerðin, tá Henrietta og Oddmar máttu geva seg fyri Arnleyg og Boga Fyrireikararnir eiga stóra tøkk fyri eina framúr góða tilrættis- legging. Her Heðin Mouritsen sum saman við Róa á Rógvu Joensen stóð fyri kappingini C M Y K 30