fríggjadagur 28. november 2003síða 17
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 227 - 28. november 2003
Nr. 227 - 28. november 2003
33
Stjóri til P/F Fjarhitafelagið
Í sambandi við at stjórin í P/F Fjarhitafelagnum leggur frá sær vegna aldur,
verður við hesum lýst eftir nýggjum stjóra.
Hetta er áhugavert starv við nógvum spennandi avbjóðingum og uppgávum
fyri framman.
Stjórin í P/F Fjarhitafelagnum hevur um hendi dagligu leiðsluni av felagnum
og skal saman við starvsfólkunum skipa fyri nýgerð og rakstri umframt dagligu
fyrisitingini. Somuleiðis skal stjórin taka lut á nevndarfundum sum skrivari og
annars samstarva við formann felagsins.
Førleikakrøv
Tann, ið søkir starvið sum stjóri í P/F Fjarhitafelagnum, skal hava
•
útbúgving sum verkfrøðingur ella aðra líknandi útbúgving
•
leiðsluroyndir
•
góð samstarvsevni
Fyrimunur er,um umsøkjari áður hevur arbeitt við fjarhita og fjarhitaskipanum.
Løn og setanartreytir sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag og/ella
avtalu partanna millum.
Umsókn
Skrivlig umsókn við CV, arbeiðsváttanum, prógvum og møguligum viðmælum
skal verða P/F Fjarhitafelagnum í hendi í seinasta lagi 15. desember 2003.
Starvið er ætlað til setan: 1. mars 2004
Umsóknir skulu stílast til :
P/F Fjarhitafelagið
Att. Beate L. Samuelsen, formaður
Postboks 3215
FO 110 Tórshavn
Viðmerkt: Stjórastarv
P/F Fjarhitafelagið er felag, stovnað av Tórshavnar Kommunu og SEV í 1988. Endamál
felagsins er at veita fjarhita í Tórshavnar Kommunu og at gagnnýta avlopshitan frá
Kommunalu Brennistøðini á Hjalla og elverkinum á Sundi.Í løtuni hevur Fjarhitafelagið 450
brúkarar.Í felagnum starvast 5 fólk.Nettosølan er 3,6 mió.kr.árliga.
P/F Fjarhitafelagið
Tinghúsvegur 15
Postboks 3215
110 Tórshavn
Føroya
Blindastovnur
15 ár
Fríggjadagin 28. november hevur Blindastovnurin
valt at seta dagin av til vitjandi, sum hava áhuga at
síggja húsið og vita meira um virksemið annars.
Fyrrapartin eru ymiskir samskiftisbólkar og fakbólkar
innbodnir, sum á ymiskan hátt varða av fólki við sjón-
trupulleikum.
Seinnapartin er opið hús fyri almenninginum.
Skrá:
Kl. 10.00
Húsið letur upp.
Kl. 10.00-12.00
Framsýning av húsinum.
Framsýning av hjálpartólum til blind og sjónveik.
Útgivnar ljóðbøkur.
Fyritøka úr DK sýnir fram lesitól og lesigløs.
Hjá optikara er møguligt at fáa eyguni kannað.
Kl. 11.00
Filmurin »Når synet bliver et problem« vístur fyri
áhugaðum.
Kl. 12.00 - 13.00
S T E Ð G U R
Kl. 13.00 - 16.00
Sama skrá sum fyrrapartin.
Kl. 15.00
Filmurin »Når synet bliver et problem« vístur fyri
áhugaðum.
Allan dagin fæst kaffi/te við smákøkum.
Øll áhugað eru vælkomin.
Nevndin
· Vinyl
· Linolium
· Flísar
· Teppir
· Veggir
DVEYLAN
Gólv- og vegg vask
J.C. Svabosgøta 50
100 Tórshavn
Tlf. 31 41 75
Róðrargrunnur
Føroya
Grunnurin letur stuðul til róðrarfeløg í Føroyum av
rentunum av innistandandi peningi.
Umsóknin skal sendast til:
Bergtóru Justinesen
Í Svanga 27
100 Tórshavn
áðrenn 15. desember.
Nevndin
Ellis- & avlamis-
heimið í Vágum
Ergoterapeutur
Eitt starv sum ergoterapeutur á 0.8 tíð er leyst at
søkja til setan hálvan januar 2004.
Stórur møguleiki er hjá viðkomandi sjálvur at
mynda starvið sambært tann tørv,ið búfólkini hava
sum t.d. fyribyrgjandi venjingar eins og hugnalig
samvera.
Í løtuni koyrir eitt royndartiltak til dagstovnabrúk-
arar, sum vit vóna verður eitt verandi tiltak. Hesir
brúkarar hava eisini tørv fyri ergoterapeutiskari
tænastu.
Dentur verður lagdur á góð samstarvsevni, at
kunna arbeiða sjálvstøðugt og opinleika fyri møgu-
ligum nýggjum avbjóðingum og broytingum.
Umsókn við avriti av prógvi v.m. verður at stíla til
stýrið og senda til heimið áðrenn 21. desember 03.
Meira fæst at vita við at ringja til leiðaran tlf.
332600.
Setanartreytir sambært sáttmála ergoterapeutanna
við Fíggjarmálaráðið.
Tekniski skúlin
í Tórshavn
Søkt verður eftir verkstaðarassistenti til Maskin-
deild skúlans.
Umsøkjarar skulu hava sveinabræv sum maskin-
smiður, smiður ella líknandi, við minst 5 ára
starvsroynd. EDV kunnleiki á brúkarastøði er ein
fyrimunur, eins og víðari útbúgving er ein fyri-
munur.
Arbeiði umfatar:
•
Umvæling av amboðum og útbúnaði
á deildini
•
Innkeyp av tilfari á maskindeildini
•
Umsita amboð og tilfarsgoymsluna
á maskindeildini
•
Verða lærarum til hjálpar í samb. við
undirvísing á maskinverkstaðnum.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Landsstýri
og Føroya Handverkarafelag.
Skrivlig umsókn merkt "verkstaðarassistentur"
skal vera skúlanum í hendi seinasta lagi mána-
dagin 8. desember 2003.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Helga
Mortensen, leiðandi lærara á maskindeildini
á tlf. 515872
Starvið verður sett 1. januar ella skjótast tilber.
TEKNISKI SKÚLIN Í TÓRSHAVN
Marknagilsvegur 75, P.o.b. 239
FO-110 Tórshavn
Teldupostur: tst@tst.fo
Tera
pdf
Frá Meginfelag
Útróðrarmanna
Aðalfundur felagsins verður hildin sunnudagin 30.
november kl. 13.00 á Hotel Hafnia.
Skráin verður sambært lógum felagsins.
Nevndin
Nissan Sunny 2.0
diesel, st.car frá 1991 til sølu.Hevur nógvar nýggjar
deilir, og eykasett av dekkum á felgum. Koyrir væl
og startar altíð. Ongan rust.
Niels, tlf. 243348
Starvslýsing
Leitar tú eftir eini sera spennandi uppgávu –
hevur tú handilsprógv ella erfaring??? So ert tú
kanska nýggi dagligi leiðarin fyri Spf Skótabúðin
í Havn.
Vit vilja her søkja eftir einum fólki til at reka alt
tað dagliga í handlinum.
Arbeiðið fevnir um
•
Sølu og tænastu
•
Keyp av vøru o.l.
•
Reingerð o.l.
•
Dagligt bókhald
•
Annars fyrifallandi uppgávur
Vit ynskja at tú
•
Hevur handilsprógv (ella min. 5 ára kunnleika
í handilslívinum)
•
Ert samarbeiðsvilligur
•
Hevur áhuga fyri sølu og tænastu
•
Ert í góðum lag og fyrikomandi
Skrivlig umsókn skal sendast til
Spf Skótabúðin
Boks 1080
FO 110 Tórshavn
Síðsta freist at senda umsókn er
týsdagin 9. desember 2003.
Hava tit spurningar, kunnu tit ringja til
Hans Anfinnson Norðfoss á tlf. 224454.
C
M
Y
K
33
32