leygardagur 13. desember 1997síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 239 - 13. DESEMBER 1997
Gudmund Bruun prestur
Fyrilestur, sum David Johannesen, sóknarprestur í Vágum, heldt um Gud-
mund Bruun á mentanarløtu í Miðvágs skúla seinasta sunnudag
18. august 1991 vóru hundr
að ár liðin síðan Gudmund
Bruun, próstur og skald
varð borin í heim. Í hesum
sambandi stóð grein í
Dimmalætting, sum Pól á
Kletti, blaðmaður, hevði
skrivað. Hon bygdi á sam-
réðu, sum Pål á Kletti heyði
við Ejvind Vilhelm, vara-
biskup. Mín fyrilestur bygg-
ir fyri tað mesta á hesa
grein
Gudmund Bruun varð
føddur í Jansagerði í Mið-
vági 18. august 1891. For-
eldur hansara vóru táver-
andi sóknarprestur í Vág
um, Emil Bruun og konan,
Dora Topp. Gudmund vaks
upp í Miðvági og í Havn, í
Sandagerði, har Emil, fað-
irin fekk starv seinni. Emil
Bruun, var prestur í 3 ár í
Vágum, og 6 ár í Havn. So
fluttu tey niður til Hasle á
Bornholm at búgva, har fað-
irin fekk prestastarv. Í 1903
fekk Emil Bruun prestastarv
við Kristianskirkjuna í
Keypmannahavn Emil
Bruun var ein nógv avhildin
prestur og ein dugnaligur
predikantur. Hetta skrivar
Mikkjal á Ryggi í Miðvinga
søgu. Emil gav prædikur út,
og eru lestrar hansara eisini
lisnir í Vágum.
Gudmund gloymdi onga-
tíð Føroyar. Hann hevði
kærleika til hetta land, og
kendi hann seg sum føroy-
ing. Hann tók preliminer-
prógv í 1907, og í 1909 tók
hann studentsprógv á Bor-
gerdydskolen í Helgolands-
getu. Hann var saman við
føroyskum studentum, og
stovnaði hann saman við
vørum hitt føroyska Stu-
dentafelagið í 1910. Á
sumri í 1915 tók hann gud-
frødisligt embætisprógv við
framúr góðum úrsliti. Ynski
hansara var at koma heim
til Føroyar at verða prestur
Men so varð ikki. Hann
fekk hjålpaprestastarv við
Trinitatis kirkju í Keyp-
mannahavn. Og hann varð
prestvígdur í Frúukirkju 16
Skrivað tilfar, sum Gudmund Bruun lat eftir
september 1916, av Harald
Ostenfeld, Sælands bsikupi
Sama år giftist hann vid
Edel Fenger Ehrenreich,
fødd 7. desember 1888
I 1917 varð hann fyribils
settur sóknarprestur í Vág-
um og í Eysturoy. Hann var
settur í eitt hálvt ár, við tað
at tað var prestaloysi á hes-
um stødum
Longu 28. november
1915 stovnadi hann St.
Olava føroyska kirkjulid i
Keypmannahavn, sum hann
í trúfesti røkti í meir enn 40
ár. Í 1918 gjørdist Gudmund
sóknarprestur í Svallerup á
Sælandi. Og í 1923 fekk
hann kall sum sóknarprestur
í Hesselager á Fjóni og síð-
an 1931 og til hann doyði
var hann eisini próstur í
Gudme-Vinding Herreder
Eisini vórðu honum litin til
mong ålitisstørv.
Alt, sum hann fekst vid
varð væl umsitið og væl úr
hondum greitt. Føroyingar
heidradu Gudmund vid at
gera hann til heidurslim i
Studentafelagnum í 1935,
og í Føroyingafelagnum í
1947. Kongur heidradi hann
vid riddarakrossinum í
1941. Gudmund Bruun var
eisini skald. Hann yrkti
nógvar sálmar og fostur-
landssangir. Og haraftrat
týddi hann ein hóp av sálm-
um til føroyskt. Mangir av
hansara sálmum og týðing-
um standa í Sálmabók okk-
ara. Í 1916 gav hann út
»Føroyskar Kirkjusålmar«.
Og í 1939 gav hann út
» Vallaralj60«. Hann skriv-
aði bæði í Vardanum, Kirkj-
utíðindum og í Oyggja-
skeggja. Hann skrivaði í
Utiseta og »Kirke og Folk<.
Hann skrivadi eisini grein-
ina um Føroya Kirkju í tví-
bindsverkinum, »Føroyar«,
sum Dansk-Færøsk sam-
fund gav út í 1957. Í 1968
komu út prædikur, týddar av
Axel Tórgarð, prestir. Præ-
dikurnar eru týddar eftir
hondskrivaðari bók, sum
Heini Jeonsen á Ryggi við
pen)
% i Á
seg í Miðvági. Mynd: Jens Kristian Vang
familju eigur.
Teir, sum kendu Gud-
mund siga, at hann var eitt
ómetaliga gott, vinsælt, og
fyrikomandi menniskja. Og
hann var hugnaligur at
skifta orð við. Hóast hann
íkki var føroyingur, so
kendi hann seg sum føroy-
ing. Tað vitna bókmentaligu
avrik hansara um. Gud-
mund Bruun greiðir sjálvur
frá í einum minningarriti,
hvussu tað bar til, at hann
tók á seg arbeiði millum før-
oyingar niðri í Danmark
Hann sigur sjálvur, at tá
sluppirnar um heystið komu
til Keypmannahavnar at
selja fisk, plagdi hann at
vitja umborð og tosa við
menninar og veita teimum
ein beina. Hann plagdi eis-
ini at vísa sjómonnunum
runt í býnum. Hann fór við
teimum á Tjóðminnissavnið
at vísa teimum teir føroysku
fornlutirnar.
Teir føroyingar, sum
komu til Keypmannahavnar
høvdu ein kristiligan førn-
ing, sum tað galt um at
varðveita og fjálga um. Her
gjørdi Gudmund eitt stórt
arbeiði bæði í tí andliga og
í tí tímiliga. Hann hjálpti
teimum, at varðveita kristna
sidaarvin, so teir kundu
hava nakað at byggja á, tá
teir komu heim aftur til Før-
oyar.
Gudmund talar um tað
rák og ta mentan, sum
gjørdi seg galdandi í Keyp-
mannahavn tå. Her hugsar
hann um Brandesianism-
una. Hetta var ein rørsla,
sum vendi sær móti kirkju
og kristindómi yvirhøvur.
Gudmund vildi verja teir
føroyingar, sum komu niður
at lesa, móti slíkum ateist-
iskum hugsunnarhátti. Teir
føroyingar, sum komu niður
høvdu eina kristna trúgv,
sum barlast. Og galt tað um
at varðveita hesa góðu bar-
last. Tað var tað, Gudmund
royndi at gera í felagslívin-
um og við gudstænastum
yvirhøvur. Tað vóru soleiðis
vandar, sum lúrdu, og sum
hóttu at taka gudstrúnna frá
teimum lesandi
Gudmund Bruun sigur
sjálvur, at endamálið við
gudstænastunum var at
varðveita tað sáð, sum var
lagt niður í føroyingar
heimanífrá - og at fáa tað at
nørast og vaksa. Prædikurn-
ar vórðu frá fyrstu tíð - líka
frá 1915 - hildnar á føroysk-
um. Og var tað soleiðis for-
kunnugt at hoyra prædikur
á føroyskum. Tað styrkti um
samanhaldið og tjóðskapar-
kensluna. At vit ikki bara
eru eitt fólk við egnari
mentan, men eisini við egn-
um máli.
St. Olavs føroyska kirkju-
lið helt fyrst gudstænastur í
Abel Kathrinu kirkju í
Keypmannahavn. Í 1923
flutti kirkjuliðið í Nikolaj
kirkju, og í 1939 varð flutt í
Mariukirkju, har Emil Joen-
sen var prestur. Og uppaftur
seinni varð flutt í Vartov-
kirkju. Og har varð hildið á
líka til Gudmund andaðist í
1956.
Gudmund Bruun helt før-
oyska gudstænastu eina ferð
um mánaðin, og tað var alt-
íð um kveldið, tí hann sjálv-
ur skuldi hava gudstænastu
í Hesselager fyrrapart. Und-
ir krígnum vóru nógvir før-
oyingar niðri, og var sam-
anhaldið sera gott.
Gudmund var altíð sera
væl fyrireikaður, tá hann
kom á prædikust6lin. Præd-
ikurnar, hann helt fyri før-
oyingum í Keypmannahavn
eru útgivnar undir Heitin-
um: Ljósið rann av kærleiks
runni.
Sum sagt var tað forkunn-
ugt fyri føroyingar at hoyra
prædikur á móðurmálinum.
Teir vóru jú vanir at hoyra
danskar prestar í Føroyum
- í hvussu so er, fyri tað
mesta. Seinni komu før-
oyskir lestrar eftir Jákup
Dahl prósti út. Tá vórðu eis-
ini føroyskir lestrar at hoyra
í føroyskum kirjum. Tó
hevði onkur føroyskur
David Johannesen, sóknarprestur í Miðvági Mynd:
Jens Kristian Vang
prestur prædikað á føroysk-
um fyri tað.
Teir, sum kendu Gudm-
und, siga, at hann fylgdi væl
við føroyingunum í Keyp-
mannahavn. Serliga væl
fylgdi hann við gudfrøding-
unum. Og tá teir vórðu
prestvígdir, plagdi hann at
senda teimum bønina hjá
Frans úr Assissi. Hon var
skrivað við hansara vøkru
hondskrift. Gudmund hevði
sjálvur týtt hesa bøn til før-
oyskt. Teir, sum hjálptu til í
kirkjuliga arbeiðnum vóru
Tróndur Olsen, Emil Joen-
sen, prestur og Janus Øss-
urson, kórdeknur. Gudm-
und kom til Keypmanna-
havnar og tók lut í felags-
lívinum altíð tá tað bar til.
Hann kom javnan í Føroy-
ingafelagid og hini feløgini.
Ferdaumstødurnar vóru ikki
so góðar tá í tíðini. Gudm-
und Bruun vildi ikki, at før-
oyska kirkjufólkið í Keyp-
mannahavn skuldi verða ein
serflokkur. Hann vildi, at
tann kristiliga førningurin,
tey fingu í kirkjuni, skuldi
»smitta av« í tí verðsliga
lívinum í arbeiði, verki og
gerandisdegi.
Gudmund Bruun umyrkti
svenska Sálmin Fedranna
kirkja. Hann gjørdi hann til
ein føroyskan sálm, har tað
tjóðskaparliga = tyduliga
kemur fram. Hann talar um
Keltiskar kristmenn, írsku
munkarnar. Hann talar um
Olav hin Heilaga, og Sigm-
und. Sálmurin stóð í Kirkju-
tíðindi í 1937, sama ár,
Skúvoyar kirkja varð vigd
Gudmund var sjálvur vi til
vigsluna. Skuvoy er ju Før-
oya elsta kirkjulið. Har
bygdi Sigmundur fyrstu
kirkjuna.
Eg haldi sjálvur, at sálm-
urin, Ég fátækur snúgvi
mær, faðir, er ein av teim
mest evangelisku sálmun-
um, vit eiga. Hesin sálmur
talar um ta eyðmýkt, sum
eigur at eyðkenna ein krist-
nan, tá hann stendur fyri
andliti Guds. Hesin sálmur
er ein megnar sálmur.
Vit kunna eisini nevna
fødilandssangin, Norrøna
Mål. Ein sera vakur og góð-
ur sangur, sum verður nógv
sungin.
Fyrsta sunnudag í advent,
2. desember 1956, helt
Gudmund Bruun, próstur
gudstænastu sum vanligt í
Hesselager kirkju. Og um
kveldið fór hann til Keyp-
mannahavnar, tí hann skuldi
fyrrapart mánadag, 3. de-
sember, fara til Kong, at
takka fyri Riddarakrossin
av fyrsta stigi, sum hann
hevði fingið stutt framman-
undan.
Eftir vitjanina hjá kongi
fór hann at vitja bróður sín,
Sigurd, í Ny Kongensgøtu.
Stutt eftir at hann var komin
inn um gáttina, gjørdist
hann sjúkur og varð fluttu
rá Kommunuhospitalið,
men longu áðrenn hann var
komin á Sjúkrahúsið, doyði
hann. Hjartað var steðgað.
Í minnisgrein um Gudm-
und í Kirkjutíðindum sigur
Janus Øssurson, kórdeknur,
at tað frættist skjótt um
Keypmannahavn, at hann
var deyður. Sorgarboðini
komu óvæntað. Hann hevði
stutt áðrenn verið við til 75
ára veitslu Føroyingafelags
og hildið gudstænastu í Var-
tov kirkju.
Eisini í Hesselager var
Gudmund væl umtóktur. Og
tey syrgdu eisini henda
mæta mann
Janus Øssurson sigur um
Gudmund, at hann sum em-
bætismadur átti mekt og
mæti, men var samstundis
hjartagóður og vinsælur: og
fólk høvdu alit á honum
Ein stórur maður var far-
in. Og hóast ikki føroyingur,
kendi hann seg sum føroy-
ing. Og verða skrivligu avr-
ik hansara standandi sum
varðar um ein merkismann!
David Johannesen,
sóknarprestur