Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-12-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. desember 1997síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

skúli fær eitt kapittul fyri seg, laðaður upp av høgdum gróti, sum landnyrðingurin hevur tært eystanfyri og norðanfyri í hundrað ár, og við einari skúlastovu. Teir tríggir klassarnir gingu í skúla annan hvønn dag. og tað bar væl til. Virðing stóð um lærara og skúla. Læru greinirnar vóru ikki so nógvar, men tað, sum varð lært, var væl lært. Stuttligt er at síggja dómi um rokni stykki í 3. parti av N. And ersen, sum so nógvir føroy ingar hava siridst við. Tey eru ikki hvers mans føri at rokna í dag Eftir fråsøgnina um skúl an kemur eitt kapittul um ungdóm og ungdomsliv, og haðan ber leiðin natúrliga yvir í tað livandi og menn andi Ungmannafelagið Norðstjórnuna, stovnað í 1941. Endamálið var greitt og soljóðandi Felagið vil arbeiða fyri frælsi og framburði á før cyskum grundarlagi Felagið vil syrgja fyri. at føroyskt mál verður nýtt og hevur fyrsta rætt í felag num Háborin endamál hava ikki trotið millum tann norðasta ungdómin í Fer oyum. Felagið hevði eisini dirvi til at mæla Føroya Løgtingi til, at Føroya søga 1, ið Jóannes Patursson skuldi vera hevdi skrivað lærugrein i fólkaskúlanum Um tað mundid búðu næst an 300 fólk við Gjógv. Tað stóð ikki á at fáa skrivað út 325 partabrøv og at fáa 8.000 kr. til dansistovu ella samkomuhús. Í hesum stóra hugsjónarliga samanhangi sleppur rithøvundurin ikki undan at lata væl kenda alsk sín til móðurmálið koma til sjóndar. Og tað móðurmálið lugir hann væl. Tað ber næstan ikki at sleppa undan hesum reglum Fyri mær er tað so sjálv- sagt, at móðurmálið er dýr mæta ogn okkara, sum vit eiga at virða, varðveita og menna til komandi ættir, meðan vit eru uppi á døg um, tí tann dag, móðurmál ið verður kvalt á manna munni, doyr Føroyingurin í Føroyum Tað er heldur einki at taka seg aftur i, at føroyskt mál hevur havt góð kor í heim bygdini, longu meðan eg var smádrongur og fyri ta tíð, og sjálvur havi eg mínar hugsanir um, hví so man hava verið Ég veit væl, at hetta er eitt viðkvæmt samrødu- evni Ju, rætt hevur Petur Jac »b. Í Føroyum fór so nógv av lagi av ólíkindum - so nógv, at sjálvt móðurmálið gjørdist „eitt viðkvæmt samrødvevni« Liv og strid Lívið skuldi livast hvønn dag, og bara vid strævnum arbeiði fekst hitt dagliga breyðið. Natúrligt er, at nógv verður gjørt burtur úr seyðinum og øllum, sum hevði vid hann at gera: um kenning, røktingarmenn og tað næstan rituella >at Nr. 239 — 13. DESEMBER 1997 hyggja eftir seyði<. Upp í tað hoyrir sjálvsagt alt um fjallgongu (várgongu og heystfjøll), seyðabýti og fletting. Sum øll minnast, var altid ein serligur dåmur yvir seydabytinum tey myrku og ikki altíð líka góðsligu heystkveldini, tá ið menn gingu í myrkrinum við >flagermús< og lumm alykt og lyftu, handlaðu og syftu og bóru til hús. Tað bar næstan til í myrkrinum at fylgja mønnunum eftir glóðunum frá sigarettunum so sum Petur Jacob minnist Summir flettu í kjallara num, men helst líka nógvir á køksgolvinum Ein partur av heystmynd mi var haruskjótingin, tá ið menn væl fyri dag hulisliga lúrdu seg niðan um garðar- nar; allir vildu vera fyrstir Dagarnar fyri og kveldið fyri hevði Sivar jarnsmið urin hugt eftir byrsunum. Tá kundu stórir dreingir vera við til at bera. Um eina slíka haruferð, tá ið Petur Jacob gekk seg í óferi oman fyri Miðbotn á Ambadali, hevur hann eina ógvuliga dramat iska og sera persónliga for talda fråsøgn. Og hann er ikki í iva um, hvaðan hjálp in kom Tey seinastu kapitlini eru um Neytini, sum í hverjari bygd í Føroyum mundu ver a eitt álit hjá teimum flestu Alt, sum hevði við neyt at gera, var ein mentan fyri seg og av hesari mentan vóru kanska neytakonurnar og næstan ótrúliga knoss teirra sjálv ímyndin. Tær høvdu eisini annað at gera enn at ganga til neyta. Menninir vóru burtur, og í flestum húsum vóru fleiri børn, i summum nógv Alt arbeiðslív hekk nat úrliga saman. Utróður og fiskiskapur mundu tó fram um alt annað vera lívsvinn uvegur Gjáarmanna. Langt er ikki út á Norðhavsins víddir. Utróðurin verður lýstur í næsta bindi, so um ræðan av tí mentunarformi num verður at bíða Fuglurin var ein týðandi partur av lívsgrundarlag- num hjá Gjáarfólki. Funn ingsmenn eiga tey flestu bjørgini vestanfyri; Gjáar menn eiga Búgvan. Vit fáa at vita, at teir kundu fáa ein ar 4000-5000 fuglar um ár ið, tá 10 roynt varð í Búgva- num og í Funningsbjørgu- num. Saltaður fuglur var drúgvur degverðamatur at eiga niðurfyri. Eg haldi meg tó vita, at søgan um >stat- ussymbol« Gjáarmanna verður søgd í einum ødrum bindi. Og Petur Jacob skuldi ikki verið langt frá monnum at sagt ta søguna Tað, ið eftir kemur Nevnast skal her, at aðrir partur um arbeiðslív vera í næsta bindi. Í hesum um mæli er, sum nevnt í fyrst ani, verri enn so alt tikið við tó hevuðsinnihaldið og ein lýsing av tí Tann, ið saknar summar partar av bygdarlívinum kann gleða seg til bind 2 Tad byrjar við einum long um kapitli um Torvið og ; KE 5 > a RA Bygdarmynd av teimum nidastu húsunum Sunnan fyri Ánna. Húsini eru frå vinstru: Niðri i Geil. Jákupsstova, Nýggja- stova (takið og skjølderin koma undan). Framman fyri tey standa húsini hjá Joan Jakku Olsen, og hegrumegin kemur takið á Jógvansstovu undahn. Handast til høgru er Nidari Hoygarður. Á myndini sæst eisini Niðara Brúgv torvarbeiðið - í øllum sínum fjøllbroytta samanhangi Um tad hevur Petur Jacob skrivað langa ritgerð fyrr Har eru hini høvudskapitlini Hoyggingin, Grind, Dyrg ing, Á seiðabergi, Postur farma- og fólkaflutningur, Handlarnir, Undir seinna heimsbardaga, At leita eftir reka, Mylnan, Bátaspæl Brim og bátadráttur, Útróð ur, Utróðrarprát, Við fersk fiski til Bretlands, Politikk ur, Barnsins gaman, Barna spæl, á Sandinum, A Mal inikletti, I kavanum, Onnur útispel, Byrsur og bogar Innispøl Fin nidurstøda Tá ið øll tey evni, sum við gjørd eru í báðum bindum eru lýst, kann ein sjálvupp livað bygdar- og tíðarmynd ikki gerast meira fullfíggj að I øllum hesum stóra verki hongur ein heil bygdar mentan saman - lýst á ein vakran, lesiligan, samvits kufullan og estetiskan hátt Eitt tað fyrsta, tú leggur til merkis, tá ið tú setur teg at lesa hesa Gjáar søgu sum endurminning frá barna- og dreingjaárum, er hin stranga, væl skipaða og log- iskt samanhangandi upp- byggingin. Her kemur einki dettandi i tilvildarligari rað- fylgju Tað er týðuligt, at rithøv- undurin avmarkar seg til tað, hann í innganginum sigur seg ætla at skriva um Hann fer ongantíð útum, og tað dugir bara maður, sum dugir at skriva. Stílurin er eisini tamdur, so at hann ongantíð verður sentimen- talur ella vulgerur. Kortini er rúmd bæði fyri speisemi og stillførari iron. Og tað skal nógv til hjá honum, sum skrivar endurminning- ar. Tí tað man fáur gera uttan kenslur. Men her fella eng tår Uttan menniskju, sum liva ella hava livad, fær eingin bygdarsøga lív. Rit- høvundurin ger lítið burtur år einstøkum persónum; teir eru sjåldan nevndir vid navni. Men nógvir teirra eru at síggja í tí myndatilfari, sum rithøvundurin hevur savnað. Har eru eisini nógv ar myndir av bygd og ar beiðslívi, sum í nógvum fórum ikki er til longur Henda bók er íkki bara fyri Gjáarfólk. Hon er eisini ein almenn sega um før oyska bygdamentan í 1940- árumum.- og. nakað fram í 1950-árini. Tí hóast natúran mr og menniskjuni ikki eru tey somu, so er hin førøyski fel- agsnevnarin eyðkendur og greiður Tað má viðgangast, at tað er eitt sindur snópið hjá ein um, sum gevur seg til at ummæla eina bók, einki hevur at finnast at. Tað kann tykjast eitt sindur karakter- leyst. Men tað er bara at viðganga, at einki hevur verið at finna, sum setast kann niður á. Ur enda í ann- LL PETUR JACOB SIGVARDSEN Gerid so væl at senda mær eint. á 270,- kr. av bókini Úr Gjáar søgu Navn Búst Forlagið Búgvin Postboks 3181 110 Tórshavn an er bókin hjá Petur Jacob Sigvardsen: >Ur Gjåar søg- u. Barnaminni 1< eitt vala- verk og ein virðuligur minn isvarði um heimbygdina Og eg veit, at næsta bind verður ikki verri Bókin er umbrotin, prent- að og innbundin hjá Einars Prent, og sigast má, at hon er einki minni enn eitt prent listarverk og eitt prýði fyri føroyskt prenthandverk 77} Henda nýggja bókin | Ur Gjáar søgu, sum i lysir føroyskt i bygdaliv fyri hålvari | eld sidan, er nú komin í bóka- | búðirnar. Hetta er í fyrsta bókin í einum | bókaverki, ið nú ber | til at ogna sær Bókin, sum er skreytútgáva og tí sera snotilig, er at fáa kring alt landið Tygum kunnu eisini fáa Úr Gjáar søgu — uttan meirkostnað, um tygum ringja (tlf. 14719), ella tygum senda for- lagnum henda lepan í útfyltum líki Mótt. rindar postgjaldið 268