Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-12-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. desember 1997síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgdarblaðstjórk: Blaðstjórnarfulltrúi: Jan Múller — Randi Jacobsen Fyritaksstjóri: Krisjan Dahi Blaðfólk: Lýsingar og sela: | Aki Bertholdsen, 3 Jonhard Hammer Í Eiríkur Lindenskov, D Joensen, Edvard Joensen Jens Kristian Vang Bústaður: Argjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 11820 Telefax. 14720 e-mail: sosialur 6 post clivant fo Borgarliga >slaraffenlandið< hjå Edmundi og Ola Oddagrein LÍKA síðani Oli Breckmann kom upp i politikk og stutt eftir endurskapti Dagblaðið, hevur hann júkað upp í saman um skattalætta og at endamál Fólkafloksins var at skerja almenna sektorin MEN hyggja vit eftir gongdini hetta seinasta hálvaannað árið, síðani Fólkaflokkurin aftur slapp at stýra, er almenni sektorurin vaksin við risastórum fetum. Hann er ongantíð áður vaksin so nógv, og tað hevur ongantíð kosta so nógv at reka foroyska samfelagið, sum nú, tá Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hverja viku seta stjórar og deildarleiðarar, samstundis sum sjúkrahúsverkið blødir VÍST fingu vit ein skattalætta í ár. Men tað fingu vit sanniliga eisini, tá javnaðarflokkurin umsat fíggjarmál í landsstýrinum, tá næst- síðsta fíggjarlóg varð smíðað, og tá tað eydn- aðist javnaðarformanninum í figgjarnevndini at fáa allar flokkar at taka undir við figgj- arlógini! LÍTA vit aftur, minnast vit, at í einum Dag- blaði fyri og oðrum eftir lósu vit um búskap- arliga undurið hjá borgarligu Schlútter-stjórn- ini, sum Stavnamaðurin stuðlaði og vardi frá byrjan til fall. Men hyggja vit at gongdini hjá fólkafloks-stjórnini í Danmark, sum sat í 10 ár frá 1982, so fór skattatrýstið fyri fyrstuferð upp um 50 prosent, og tað endaði heilt uppi á 52 prosentum í 1986 - við vælsignilsi frá foroyska Fólkaflokkinum. - FORRESTIN var tað ikki sami maður, sum tosaði um sosialistiskt skattatýst, henda dagin Tingið vidgjørdi sjómansskattin, ella var hann mismæltur, og meinti borgarligt skattatrýst? LOVORÐINI hjá Stavnamanninum um danska undurið høvdu ongan enda í åttatiår- unum. - Men greiddi hann lesarunum frá, at uttanlandsskuldin eisini vaks við risafetum, meðan hann var tungan á vágskálini í donsk- um politikki? Tá Stavnamaðurin og Schlútter fóru at stjórna ríkinum - eftir »sosialdemokratiska slaraffen- landið< - var almenna skuldin 62 prosent av bruttotjédarurtøkuni, men tå Stavnamaðurin misti åvirkan å danskan buskaparpolitikk høvdu hann og hinir borgarligu stavnarnir fing- ið skuldina upp i 80 prosent av BTU. Síðani er prosentlutfallið falið munandi, niður um 70! FYRI at enda hesa oddagrein við størsta avrikið fólkafloksmanna í donskum politikki, skal bara leggjast afturat, at frá 1986 til 1992 vaks arbeiðsloysið úr 220.000 upp í 350.000 fólk. Síðani er tað minkað munandi. IKKI so logið, at viðurkendu blødini Financial Times og Die Zeit rósa donsku javnaðar- stjórnini upp til skýggja! - Hevdu tey eisini leitað eftir rósorðum, um tey hoyrdu um »borg- arliga undurid« - ella >slaraffenlandið< - hjá Edmundi og Ola? Søsialurin Vilhelm Johannesen, løgtingsmadur: keivar raðfestingar Játtaninar til heilsuverkið verða ikki raðfestar nóg frammaliga. Tað líkist ongum at eitt heilt sjúkrahús má skerja sína tilbúgvingarskipan og at sjúkra- deildir verða stongdar fyri at fáa játtanina at røkka til Fá kravið um almennar sparingar var størst, stóð javnaðarflokkurin á odda, og hevði samgonguleiðsl una, fyrst í eini samgongu millum javnaðarflokkin og fólkaflokk:n og síðani í eimi samgøngu millum javnað arflokkin, jjóðveldisflokkin g sjálvstýrisflokkin Þá tað snúi seg um al mennar sparingar, royndu vit altíð at raðfesta soleiðis at almannaverkið verkið og útbúgvingareskið minst møguligan mun rðu rakt av sparingum Men kortini sluppu vit ikk undan at raka hest økini ets ini. Tíverri. Hetta komst sjálvandi av, at tey try økini almannaverkið, heilsuverk ið og útbúgvingarekið, eru so stórur partur av samlaðu útreiðslunum á fíggjarlóg ini Men nú hevur pípan fing ið eitt annað ljóð. Inntek urnar hjá landskassanum eru í vøkstri. Triðja árið á rað tosa vit um javnvåg og møguligt avlop á lands kassaroknskapinum. Sam gongufólk eru á rokinum um, hvat eitt møguligt avlop skal nýtast til, og ein lands stýrismaður fekk sparkið av somu orsøk. Hann vildi seta ein part av avlopinum í eitt undirsjóartunnilsfelag Onkur annar gjarar út við skattalætta o.s.fr Samstundis hoyra vit, at eitt av okkara trimum heilsu sjúkrahúsum, nevniliga landssjúkrahúsið, letur deildir aftur, fyri at fáa játt anina í hesum árinum at røkka til. Eisini verður í hesum døgum mett um hvussu starvsfólk skulu sigast upp í komandi ári, um uppskotna játtanin fyri 1998 skal røkka. Av Klaksvikar Sjúkrahúsi hoyra vit, at stødan har er minst lika hættislig, ella munandi verri. Frá fyrst í komandi ári verður øll til búgvingarskipanin skerd Hetta verður neyðugt um uppskotna játtanin fyri 1998 skal røkka Fá vit tosa um almanna ekið og heilsuskið. snýr tað seg um tey gomlu í sam felagnum. um tey sjúku og veiku í Føroyum. Í niður gangstíðum eiga vit í størst møguligan mun at verja hes: skini ímóti peningalig um niðurskurðum. Tá tað er búskaparlig framgongd eiga vit at raðfesta hesi økini nógv fremri enn onnur økir Men tíverri tykist hetta ikki at vera stødan í løtum. I ein um framkomnum samfelag sum okkara, eigur tað ikki at koma fyri, at sjúklinga deildir verða stongdar og at ulbugvingarskipanin á ein um sjúkrahúsi verður skerd, orsakað av almennum spar ingum Sum sagt eru inntøkurnar hjá landskassanum støðugt vaksandi. Hetta kemst fyrst nog Pensionistafelagið í Skála sókn ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. Eisini vilja vit á hendan hátt takka feløgum og stovnum og privatfólki fyri gávur og pening. Eisini ein hjartans tøkk til tykkum øll, sum hava gjørt eitt stórt arbeiði bæði úti og inni í húsum felagsins, uttan tykkum øll hevdi tað ikki verið møguligt. Vit hava opið hús 17.12. kl. 15.00 Vælkomin inn á gølvid til kaffi og jólabollar Nevndin og mest av tí góða fiski skapinum sum verið hevur seinastu tvey árini. Men út reiðslurnar hjá landskass- anum vaksa so sanniliga eisini. Stórar og vaksandi upphæddir verða játtaðar til miðfyrisitingina (landsum- sitingina). Stórir og kostn- aðarmiklir bygningar skulu keypast, við tí fyri eyga, at útvega teim ymisku aðal- stýrunum tak yvir høvdid. I ødrum fórum verður leigað til slík endamál. Og vit seta fleiri løg av almennum stjórum. Her tykist onki at vera Oført Ein fær hug at spyrja hvat vit veruliga billa okk um inn, tá vit soleiðis leypa upp um garðin har hann er lagstur. Vit hava ikki loyvi at gera so. Hetta ber ikki til Tað gongur ikki og må halda uppat. Landsstýris maðurin í fíggjarmálum hevur lyndi til at tvåa hend ur og siga, at hinir lands stýrismennirnir hava fingið ein figgjarkarm, og at tað so stendur til teirra, hvussu peningurin í hesum karmi verður at býta Soleiðis verður bólturin sparkaður víðari til lands stýrismannin í almanna- og heilsumálum, tá tað snýr seg um tey gomlu, tey sjúku og tey veiku í samfelagnum Men hetta er bara ein bílig umbering hjá figgjarmåla ráðharranum. Tann mest av gerðandi raðfestingin fer fram tá hann sjálvur ásetir støddina á karminum til tey ymisku skini. Tá verða al manna- og heilsuøkid ikki raðfest nóg frammalaga Tad er her at hundurin ligg ur grivin Í framtíðini kann hetta ikki verða so. Um javnað arflokkurin verður við, tå ein nýggj samgonga tekur yvir, so skal hetta undir ong um umstødum halda fram Tá skulu vit raðfesta hesi økini munandi fremri, uttan at talan tó skal verða um, at oyðslað verður við almenn um pengum. Men korini og umstødurnar hjá gomlum sjúkum og veikum annars í samfelagnum, skulu vera trygg og góð Tann 13. desember 1997 Vilhelm Johannesen Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæri WILLIAM JOENSEN úr Hørg í Sumba andaðist fríggjamorgun, tann 12 desember, á Landssjúkrahúsinum, 80 ára gamal. Farið verður frá landssjúkrahúskapellinum mánadagin kl. 18.00 heim í Mariukirkjuna (katólska kirkjan). Jarðar ferðin verður úr Mariukirkjuni týsdagin kl. 13.00 Familjunnar vegna Eyðna Djurhuus be.