Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-12-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. desember 1997síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 241 — 17. DESEMBER 1997 tíðindablaðið By Ár 13 Uppstilling til formansval í Starvsmannafelagnum Sambært 8 12, stk. 3 í lóg felagsins verð- ur boðað til uppstilling til formansval í Starvsmannafelagnum. Fastur formaður skal veljast á aðalfundi felagsins í februar 1998. Uppstillingin skal verða liðug innan 15. januar 1998. Uppstillað verður á tann hátt, at boðað verður skrivstovu felagsins skrivliga frá, at limur sjálvur ynskir at stilla upp, ella at limur ella limir ynskja at stilla annan lim upp. Stillar limur ella stilla limir annan lim upp enn seg sjálvan, skal samtykki valevnsins fylgja við uppstillingar fráboð- anini Tann skrivliga fråsøgnin um uppstilling skal vera skrivstovu felagsins i hendi ikki seinni enn 15. januar 1998. Í fråsøgnini skal vera tilskilad navn og bústaður hjá valevninum, og hvar valevnið arbeiðir. Formansstarvið er lønt, og bert tann, sum tekur starvið upp sum fulltíðarstarv burt- urav, kann verða valdur. Sambært sátt- málan hevur tann, sum verður vald/ur til formann í felagnum rætt til at fáa farloyvi frá arbeiðsplássinum alla formanstíðina, soleiðis at stovnurin hevur skyldu til at hava starv til hana/hansara, tá formans- tíðin er úti. Aðalfundurin velur formannin beinleiðis við vanligum meirluta. Limir verða, í seinasta lagi tá aðalfund- urin verður lýstur, kunnaðir um, hvørji formansvalevni verða at velja ímillum á aðalfundinum. Víst verður annars sum heild til $ 12 í felagslógini. Fráboðanir um uppstilling verða at senda til: Starvsmannafelagið J. H. Schrøtersgøta 9 Postboks 165 110 Tórshavn W Tryggja tær tín rætt! * Ráðgeving * Búgvviðgerð + Endurgjaldskrøv * Sáttmálar * Arvur og skifti + incasso + Ognarhandil * Hjunabandsmål + Rættarmál * Partafelog * Tryggingarmál + Revsimål Kostnadurin? Kom inn og lat okkum tosa um málið og prisin frammanundan. ADVOKATARNIR Demmus Hentze og Turid Debes Hentze E. Jalsgota 1 tif.: 11460 - fax 18164 e-postur: hentze G post.olivant.fo )) Útróðrarmenn av landinum Tað var vorðin sum jólagáva frá Sambandsflokkinum Nógv hevur gamli sam bandsflokkurin lagt navn til seinastu 3-4 árini, men nú mátti sambandsbotnurin skjótt verið náddur? Fyri umleið 4 árum síðan kom ein av okkara sakfør arum fram í fjølmiðlunum og segði seg vilja vera politikara - samfelagsupp ruddara. Og fólk vóru spent uppá, hvønn flokk hesin kapasitetur ætlaði sær upp í. Tað hoyrdist, at fleiri flokkar høvdu tilboðið Hesin — ein av samfelag sins sjakalum, sum Harga skaldið nevndi sakførarar nar á sinni — skuldi til at rudda upp, vit skuldu fáa rættartrygdina aftur, dóm arakanning skuldi fremjast og fleiri kendir fyrrverandi toppolitikarar skuldu í bolt og jarn á Tremmurifa. Har umframt hevå hann loysn á øllum samfelagstrupul leikum Sambandsflokkurin sigr aði við hesi kapping eins og kapping um fleiri aðar politiskar kandidatar. I sam bandsflokkinum kundu øll brukast sum politiskar stjórmur. Og sakførarin varð valdur við nógvum atkvød um, og Sambandsflokkurin við øllum teim nógvu og skjótu loysnunum kom samgongu og fekk løg mann. So nú skuldi verið laga manni Leingi gekk ikki, so á sannaði nýggja politiska stjórna sambandsfloksins og vit onnur við — at polit iski sakførarin mátti eta tað mesta í seg aftur, ti rættar trygdin er, sum hon altíð hevur verið, dómarakann ing kom eingin, eingin fyrr verandi toppolitikari er rættarliga åkærdur fyri nakað sum helst, upprudd ing hevur eingin verið, nei, politiski hurlivasin hevur ongantíð verið størri og ótryggari enn júst hetta skeiðið undir leiðslu sam handsfloksins, og nú sein ist eru boðin: frá hesum illa stadda flokki og politisku stjórnu til fólk sítt > Utróðrarmenn, farið an landinum, tít tit eru ein byrða fyri samfelagið= Alvaratos, um hetta ikki er ein politiskur botnskapari bæði fyri tann, sum bar orð ini og fyri hansara flokk botnurin fyri dugnaloysi og markleysum frekleika? Hesi boðini koma sam stundis sum hin samgongu flokkurin, fólkaflokkurin sigur seg geva skattalætta til sjófólk fyri at fáa tey aftur til landið at búgva. Her samsjóar ikki? At skíra allar okkara út róðrarmenn fyri negativar saldo'ir og berar útreiðslur fyri samfelagið, sum vit í Føroyum ikki hava brúk fyri, tað er blóðskeivt og sera lítið umhugsað Hetta var so sambands politikkurin, sum skuldi loysa øll vandamál??? Hví er tað so statt hjá út róðrarmonnum í Føroyum? Ti samgongupolitikkurin seinastu árini hevur sligið feil i hvussu so er fyri útróðrarflotan! Upp á kvamsvís hava sambandsflokkurin og fólkaflokkurin sett eina fiskidagaskipan í verk fyri at útlandið skal hava ta fat an, at vit føroyingar hava stovnsrøkt. Vit, sum búgva i Føroyum vita, at litil og eingin stovnsrøkt er í hesi skipan, tí tann stóri parturin av flotanum — øll tey stóru skipini fiska stórt sæð ótarn (Tað meðan relativt stóra talið av små að árið runt skal kanska vera so?), bátum, sum fiska minsta partin í tonsastali, teir eru skerdir av fiskidøgum v.m., soleiðis at teir er noyddir til at spekulera i ymiskum skipanum — herundir fiski dagaskipanini og inntøku trygdini fyri yvirhøvur at fáa mat á borðið. Hetta er tað reina spæl fyri gallarí num og einki annað politiskt spæl, tí veruleikin er ein annar enn tað, politik arar siga, og teir vita tað Hetta tvætlið við fiski døgum er ul stóran ampa fyri útróðrarflotan, har hetta rakar meint, tó tað er ikki flotin w/ 20 tons, sum tómur okkara fiskigrunnar, tað er heilt vist Nei, gevið útróðrarmonn um fyrst og fremst møgu- leika at fiska frítt, tá veður og streymur eru til vildar, náttúran darvar hesum parti nóg mikið sum er Login um inntøkutrygd hjá útróðrarflotanum var nýggj og átti at verði endur- skoðað. Eru hol har, so typpið tey, tað ynskja vit flest øll. Men 32 mill. í inntøkutrygd minka niður í 8 mill. kr.? Nei, so nógv er lógin ikki misnýtt. Hví hevur fólkaflokkurin og sambandslfokkurin so nógv móti hesum bólki av fólki okkara? Tær 32 mill. kr. til einar 1000 mans er ikki øll verðin, tá man samstundis kann játta rækjuskipareið arum stórri upphædd til bert uml. 5 skip? Og tað var møguliga neyðugt og í lagi tað veit eg ikki, men hví tå so argur inn á útróðrar menn? Latið vera við at reka út róðrarmenn flotan av landinum, tí fara teir, so taka teir helst bæði bátin og familjuna við og gerast út róðrarmenn í ðrum landi Vit hava í Føroyum eisini brúk fyri útróðrarmonnum sum hava ført mangan fongin til lands til frama fyri okkara útflutning, nógv meira enn nakar sakførari í Tórshavn. Allir føroyingar hava rætt til at búgva og virka í sínum fødilandi Í Føroyum var lív lagað manni, um hann hevði pláss á útróðrarbáti og trød at velta í og annars gagnnýta Tíðir skifta og tíðir broyt ast, men úti á bygd í Føroy um telja hesi virði enn, tí í væl minni lutfalli enn fyrr Utr6drarmenninir vóru teir, sum saman við verkafólk- inum á landi og ødrum fiskimonnum brutu upp úr nýggjum, tey sum løgdu lunnarnar undir okkara væl- ferðarsamfelag Flippu- prolitariatið í Tórshavn hevur okkara land ongantíð livað av, og tað koma vit heldur ongantíð Sandi, hin 11.12.1997 Birgir Mohr til oll Fótbóltsáhugað Nú er hon komin; bókin um fótbólts- felagið B36. Við fråsøgnum, 852 > nøvnum og uml. 200 myndum verður greitt frå søguni hjá B36 og teimum, sum myndað hava felagið, frá byrjan til dagin í dag. Bókin fæst nú í bókabúðunum!