Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. november 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 228 - 29. november 2003 Nr. 228 - 29. november 2003 3 Tøkk Hjartanliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá pápi og beiggi okkara Wenzel Hentze doyði og varð jarðaður. Tøkk til Sonju Klein, prest, fyri troystarrík orð.Tøkk til kirkjutænarar og sangarar.Tøkk fyri blómur og kransar, og tøkk øll tit, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Tøkk til heima- og sjúkrarøktarar, bæði í Havn og Vágunum, og ikki minst til vinfólk, sum so trúliga vóru um hann undir drúgvu sjúkraleguni líka til tað seinasta. Bárður og Fríða Elin, Annlott og Hjalgrím Skúlaskipið Dragin á alnetinum Nú kunna tey, ið hava áhuga í skúlaskipin- um, Dragin í Klaks- vík, fara á alnetið at leita sær upplýsingar skipið SKÚLASKIP Tíðindaskriv Skúlaskipið "Dragin" varð tikið í nýtslu í summar eftir eina langa og stóra um- bygging til segl- og skúla- skip. Siglt varð við skúla- næmingum eins og útferðir vóru gjørdar við ferðafólki, firma-leigutúrar, fiskitúrar og eisini var ein uttanlanda- túrur gjørdur til Hetlands. Nú er ein heimasíða løgd út á alnótina, so skúlar, fel- øg og stovnar ella einstak- lingar hava møguleika at bíleggja "Dragan" til kom- andi summar. Á heimasíðuni ber eisini til at lesa søguna um "Dragan", síggja myndir og lesa ymist áhugavert. Heimasíðuadressan hjá "Draganum" er: www.dragin.fo Tað er Tórshavnar Skipa- smiðja, ið stuðlar heimasíð- uni hetta fyrsta árið, hon liggur úti á netinum. FLØGUÚTGÁVA Tíðindaskriv Útvarp Føroya hevur givið út fløguna Stjørnan ið hvarv. Orð og løg byggja á ævintýrsøguna, ið var evnið í jólakalendaranum hjá útvarpinum í 2002. Katrin Nolsøe Joensen og Kári Sólstein hava skrivað søguna, ið fer fram í ævintýrlandinum Regn- um. Niclas Johannesen og Lena Andersen hava gjørt tónleikin. Fleiri kendir tón- leikarar luttaka á fløguni, og Eyðun Johannesen er frásøgumaður. Edvard Fulgø hevur gjørt kápu- myndina og prýtt húsan. Stjørnan í hvarv fæst kring alt landið, og er ein góð jólagáva til bæði børn og vaksin. Stjørnan ið hvarv Kristel farin á flog Nýggjur føroyski sangfuglurin, 14 ára gamla Kristel Lisberg, er nú at hoyra á nýggjari stakfløgu FLØGUÚTGÁVA Tíðiindaskriv Á útgávuni eru tveir sangir, men tað er fyrst og fremst sangurin Ain´t no love (better than your sweet love), sum saman við rødd- ini hjá nýfloygda sangfugl- inum, ið skal standa sína rødd. Sangurin er skrivaður av Lenu Andersen og Niclas Johannesen. Saman við Óla Poulsen hevur Niclas Jo- hannesen produserað og lagt sangin tilrættis. Afturat Kristel Lisberg, syngja Lena Andersen, Kim Han- sen og James Olsen kór á sanginum. Ain`t no love er upptikin í JacZac í Havn og í Fix n Mix í Keypmannahavn 2003. Á stakfløguni er eisini ein konsertupptøka av sanginum Blue Moon of Kentucky, sum Bill Monroe hevur skrivað. Hetta er ein bandað framførsla, sum var í Læraraskúlahøllini í 2001, tá Kristel sum einans var 12 ára gomul sang saman við pápa sínum Jens Lisberg. Kristel hevur sungið frá tí hon var smágenta. Hetta seinasta árið er gentan, sum átti síni fyrstu barnaár á Tvøroyri, men sum síðani fór til Havnar at búgva, vorðin meira og meira kend kring Føroyaland. Í sep- tembur 2003 fylti Kristel og pápi hennara Jens Lis- berg høllina á Skála við tónleiki og bergtiknum áhoyrarum. Ætlanin við nýggju stak- fløguni er at geva føroying- um møguleikan at ogna sær hesi nýggju vøkru sang- rødd, og samstundis at royna sangin uttanlands. Tað er Jens Lisberg og Steintór Rasmussen sum saman hava fingið fløguna í lag og útgávan er vorðin veruleiki við góðum stuðli frá Føroya Banka. Fløgan fer at kosta 59 krónur í handlunum. Kristen er at síggja á sølustevnuni í Klaksvík í kvøld, fríggjakvøldið, kl 21, har hon eisini fer at signera fløgur. Eins og undanfarnu árini fer Havnar Sjón- leikarfelag eisini í ár at bjóða bæði smáum og stórum til Leik- húsjól í Sjónleikar- húsinum JÓL Tíðindaskriv Rokast verður í hesum døgum við at leggja sein- astu brikkarnar upp á pláss til fyrstu sýningina av Leik- húsjólum, sum verður hin 1. desember kl. 19.00. Í ár er tað Elin á Rógvi, sum leikstjórnar ungfólki úr Havnar Sjónleikarfelag. Hon leikstjórnaði eisini vælumtókta »Kúlla Knúti« fyri góðum ári síðani. Jólaleikurin í ár snýr seg um sjórænarar og jóla- vættrar. Hvussu leikur fer ... ja, tað fáa tit at vita, tá tit koma í Sjónleikarhúsið í jólamánaðinum ... Spælt verður yrkadagar kl. 19.00 (tó ikki hósdag- ar). Í vikuskiftunum verður spælt kl. 17.00. Atgongumerki á 50,00 kr. fáast í Kunningarstovuni ella í Sjónleikarhúsinum 1 tíma undan sýning. Jólini nærkast í hvørjum – eisini Leikhúsjólini... C M Y K 3 2 Tel. 31 95 75 · www.bokasolan.fo NORÐURLANDAHÚSIÐ RITHØVUNDAFELAGIÐ Kl. 15.00: Bókaframsýningin letur upp Kl. 15.15: Rithøvundafelagið bjóðar vælkomin Kl. 15.20: Bárður Persson lesur egnar yrkingar Kl. 15.30: Loppugras. Framløga av nýggju bókini hjá Sólrun Michelsen við myndum eftir Hanna Bjartalíð. Í bókini eru sangir, sum Palli Hansen hevur gjørt løg til. Børn syngja saman við Jóannu Johansen Kl. 15.50: Jóngerð Poulsen lesur egnar yrkingar Kl. 16.00: Hans Jacob Kollslíð lesur egnar yrkingar Kl. 16.10: Ikki av fiski eina. Steintór Rasmussen sigur frá yrkingum sínum og lesur úr savninum Kl. 16.30: Steðgur, har høvi verður at tosa við rithøvundar og útgevarar Kl. 17.00: Oddfríður M. Rasmussen lesur úr nýggja savni sínum Kl. 17.10: Er Gud danskari? Carl Jóhan Jensen hevur samrøðu við Alexandur Kristiansen Kl. 17.30: Alexandur Kristiansen lesur Kl. 17.40: Bókadagurin endar Skrá fyri Bókadagin 2003 í Norðurlandahú Bókadagur 2003 kadagur 2003 Bókadagur við bókacaféf ver é ðr ur sunnudagin ð 30. november kl. 15 í Nor í ðr urlandah ð úh sinum SANSIR 355 355 Tlf. 372 372 · Fax 372 373 -tín umhvørvis loysn veitst tú ikki tað?