leygardagur 29. november 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 228 - 29. november 2003
Nr. 228 - 29. november 2003
5
Tendra
jólatræ
í Havn
JÓL
Tíðindaskriv
Í dag, leygardagin kl 15:30,
verður jólatræið á Vaglin-
um í Havn tendrað. Havnar
Hornorkestur fer at spæla,
og Heri Joensen, prestur, og
Jan Christiansen, býráðs-
formaður, fara at tala.
Síðani fara Ung Stjørnu-
skot at syngja á Glade
Hjørn.
Jólatrøini
á
Argjum,
Hvítanesi, Norðradali og í
Kollafirði verða tendrað
næsta vikuskifti.
Vøksturin er steðgað-
ur, og einasta grund
til panikk er, um tað
almenna fer niður í
landskassan og stuðl-
ar vinnuni. Hetta er
ein av niðurstøðun-
um hjá Búskapar-
ráðnum, sum fríggja-
dagin kom við síni
frágreiðing fyri 2003.
BÚSKAPARFRÁ-
GREIÐING
Øssur Winthereig
ossur@sosialurin.fo
Øll tekin eru í Føroyska
samfelagnum um, at nú
gongur verri. Arbeiðsloysi
er kvinkað uppeftir. Út-
flutningurin veksur ikki
longur. Og tað almenna
lúrir við sparingum og um-
hugsar studning til útvaldar
vinnur.
Búsakaparráðið
kunn-
gjørdi fríggjadagin sína frá-
greiðing um støðuna í Før-
oyum. Og í niðurstøðunum
verður staðfest, at tað
gongur afturá, men sam-
stundis verður hvassliga
ávarða móti at blanda seg
upp í vinnulívi.'
– Í tíðum við afturstigi
tekur spurningurin seg ofta
upp, um tað almenna fyri at
halda upp á arbeiðspláss
skal lata kapitalstudningar
til vinnutólini í einstøkum
vinnugreinum í trupulleik-
um. Hesuferð hevur serliga
verið talan um rækjuflotan
og alivinnuna Í ár hava
røddir verið frammi um
verju av rávørutilgongdini
til fiskavirkini og studning
til flutning av fiski, vísir
frágreiðingin á og skrálar í
høvdið á politikarunum,
um at halda fingrarnar
burtur frá vinnulívinum.
Latið falla sum ikki
kann standa
– Greiða svarið er, at eftir-
spurningurin eftir arbeiðs-
megi má undir ongum um-
støðum haldast uppi við at
seta konkursreglurnar í út-
flutningsvinnunum úr gildi
við studningi av ymsum
slag. Reglan, um at fyritøk-
ur, sum yvir longri tíðar-
skeið ikki forrenta sína
nýtslu av framleiðslumiðl-
um, mugu fara á húsagang,
er týdningarmesta spæli-
reglan í einum marknaðar-
búskapi og skal vera strangt
umsitin.
–
Her
skal
leggjast
áherðsla á vandamiklu av-
leiðingarnar av bæði kap-
italog rakstrarstudningum
og av øðrum verjutiltøkum.
Orsøkin til at eingin fyri-
tøku- ella vinnugreina-
spesifikkur studningur skal
latast er, at annars broytist
atferðin hjá vinnulívinum
soleiðis, at virksemið lagar
seg ikki til broytt markn-
aðarlig viðurskifti.
Marknaðurin er Guð
Føroyar eru við í einum
marknaðarbúskapi og skulu
klára seg har. Og tað uttan
mun til, hvørja kapping vit
kunnu vænta okkum. Fara
kinverjar at framleiða bíligt
flak, so mugu førloyingar
gera okkurt annað ella selja
fiskin óvirkaðan av land-
inum.
Høvuðsávarðingin er, at
tey, sum hava við fisk at
gera, skulu lurta eftir kilo-
prísinum, sum keyparin
bjóðar og skulu ikki lurta
eftri politiskum nevndum.
Og skulu so undir ongum
umstøðum biða eftir eini
fíggjarligar innspræning úr
landskassanum.
– Vit gera okkum sjálv-
um ein beina við at lata
útflutningsprísirnar óskerd-
ar raka framleiðaran, tí tað
er styttsta leiðin til neyðugu
tillagingina av framleiðslu-
gongdini. Styttstu leiðina
til vinnuliga broyting fáa
vit við at lata framleiðaran
av vøruni merkja prístekini
so skjótt og ótarnað, sum til
ber, verður sagt í frágreið-
ingini.
– Um tað verður við fesk-
um fiskavørum – viðgjørd-
um ella óviðgjørdum – at
vit best kunnu kappast á
marknaðinum, so slepst
ikki undan, at vit fara at
flyta fiskin so feskan sum
til ber á marknaðin, antin
sum lidnar døgverðarættir
ella sum ráfisk til útlendsk
virki. Tað er betri at hetta
hendir skjótt og ótarnað
heldur enn við einum long-
um millumbili við lágum
inntøkum og burturoyðsli
av almennum pengum.
– Um vit í framtíðini fara
at framleiða fryst flak á
flakatrolarum undir Føroy-
um, flyta feskan fisk ella
fesk fløk við flogfari í meg-
inlandið ella framleiða
lidnar døgverðarættir við
framkomnari tøkni, er ikki
til politiskar nevndir ella í
virkanarbólkar
(lobbyir)
hjá vinnubólkum og fakfel-
øgum at avgera. Tað eigur
harafturímóti at vera ótarn-
aða kappingin um renta-
bilitet, sum avger hendan
spurningin.
Fiskiloyvi og aliloyvi
skulu keypast
Meiri kapping skal inn í
bæði fiskivinnuna og ali-
vinnuna.
– Løgin um vinnuligan
fiskiskap, sonevnda "Fiski-
dagaskipanin", peikar fram
móti árinum 2004, tá gyld-
isskeiðið til upprunaligu
loyvini, sum vóru givin í
1994, endar. Hetta høvi eig-
ur at verða brúkt til at end-
urnýggja lógina, so fiski-
dagaskipanin
gerst
ein
marknaðarlig skipan, har
marknaðarprísur
verður
latin fyri fiskidagarnar. Tá
fáast fyritreytirnar upp á
pláss fyri munadyggari eff-
ektivisering av fiskiskapin-
um. Tá skipini gjalda fyri
rættin at fiska, og rásurnar
gerast rúmari og fríari í
skipanini, verða tað tey
mest effektivu førini og best
riknu fyritøkurnar, sum fáa
høvi at sleppa framat.
Og um alivinnuna verður
skrivað:
– Viðvíkjandi alivinnuni
eiga karmarnir um vinnuna
at umskipast soleiðis, at all-
ar forðingar fyri útlendsk-
um kapitali verða avtiknar.
Eru
myndugleikarnir
bangnir fyri, at útlendskar
fyritøkur keypa føroyskar
alifyritøkur av "strategisk-
um" orsøkum (eitt nú fyri
at niðurleggja virksemi),
ber til forða fyri hesum á
annan hátt. At steingja fyri
útlendskum íløgum í før-
oyska alivinnu er í øllum
førum ein vánalig loysn.
– Eisini eigur tað al-
menna, sum eigari av firð-
unum at uppkrevja leigu
fyri aliloyvi. Um landið
regluliga uppkravdi leigu
svarandi til tilfeingisrent-
una, heldur enn at lata ali-
loyvini fyri einki, hevði eitt
aliloyvi ikki verið ein gáva
til útvaldar persónar. Har-
aftrat hevði spurningurin,
um fíggingarstovnar skulu
fáa loyvi at taka veð í ali-
loyvinum, tá verið týdning-
arleysur í politiskum høpi,
og heldur verið ein spurn-
ingur um, hvat er mest
praktiskt fyri raksturin av
vinnuni.
Skal ikki ræðast
útreiðslur
Landskassin skal ikki halda
seg vera eina fyritøku, sum
skal hjúkla um sínar pengar
í landsbankanum. Fíggjar-
politikkurin í landinum
skal ikki verða stýrdur av
um fíggjarlógin gevur hall
ella avlop.
Búskaparráðið heldur, at
framgongd kann koma við
at tað almenna stimbrar
heimamarknaðin, men tað
skal
ikki
gerast
við
studningi.
Búskarráðið
mælir ikki beinleiðis til, at
landsstýrið fer inn og
stimbrar búskapin, men
heldur ikki at nøkur serliga
grund til at ræðast.
– At stara seg blindan
upp á gjaldsjavnan og úr-
slitið í fíggjarløgini er ann-
ars vanligt millum bæði
politikarar og fólk flest.
Millum onnur hevur sam-
gongan hevur sett sær sum
mál, at fíggjarløgtingslógin
skal geva avlop í hvørjum
ári – og helst vaksandi av-
lop. Eisini úr Løgtingsins
fíggjarnevnd hevur ljóðað,
at hon fer ikki at bera eitt
fíggjarlógaruppskot, sum
gevur hall, niðan í Tingið.
– Hetta sáðar iva um
sparitiltøkini hjá Lands-
stýrinum veruliga eru ætlað
sum liður í einari strateg-
iskari politiskari kós um
minni almenna nýtslu og
um at fíggja tað almenna
við føroyskum skattum
eina. Heldur bendir hetta á
ein illa grundaðan fíggjar-
politiskan ótta fyri úrslit-
inum í fíggjarlógini.
– Landsstýrið eigur at
vera til reiðar at hava hall á
fíggjarlógini í sama mun,
sum tað er til reiðar at hava
avlop. Skulu konjunkturaft-
urstig ikki raka meinari enn
neyðugt er, eigur tað al-
menna í minsta lagi at
halda eina støðuga kós í út-
reiðslupolitikkinum, uttan
mun til um hall av og á er í
landskassaroknskapinum.
Búskaparráðið skrálar:
Haldið fingrarnar burtur
Hvørki alivinnan ella
rækjuvinnan eigur at vera
stuðlað við almennum
pengum. Framleiðararnir í
Føroyum skulu vera teir
fyrstu at merkja, tá
søluprísurin lækkar, sigur
Búskaparráðið millum
annað í síni frágreiðing
Herman Oskarsson, formaður í Búskaparráðnum
C
M
Y
K
5
4
www.smyril-line.fo
J. Broncksgøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn
Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo
1 vika í Danland-íbúð í Blokhus,
Hirtshals ella Ebeltoft
ferð við uppi haldi fyri 2 vaksin
og 2 børn við bili fram og aftur
úr 5.995,-
1 vika í summarhúsi í Easterhoull í Hetlandi
Frítíðardepilin Pers Hotel í Gol í 1 viku
ferð við uppi haldi fyri 2 vaksin
og 2 børn við bili fram og aftur
5.000,-
Ferðist 2 og gjaldið fyri 1
fram og aftur í innv. 2-koyggju-
kam ari við wc/bað íroknað bil:
Til Danmarkar:
Til Noregs:
Til Hetlands:
2.990,-
2.380,-
1.790,-
ferð við uppi haldi fyri 2 vaksin
og 2 børn við bili fram og aftur
4.500,-
Hósdag - Mánadag:
Mánadag - hósdag:
1.500,-
1.000,-
úr 600,-
Til Danmarkar ella Noregs
Tilboðið er gald andi
frá 18.9. - 2003
til 27.3. - 2004