leygardagur 29. november 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 228 - 29. november 2003
Nr. 228 - 29. november 2003
7
Ein stórur fyrimunur fyri bæði
seljarar og keyparar
Nýggja landingarmið-
støðin á Tvøroyri
verður jólatrøll, men í
næsta mánað letur
hon upp og tá verður
hon ein stórur fyri-
munur bæði hjá teim-
um bátum og skipum,
sum selja fisk og hjá
teimum virkjum, sum
keypa fisk
LANDINGARMIÐ-
STØÐ
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað hevur ikki gingið heilt
sum ætlað at fáa nýggju,
framkomnu landingarmið-
støðina á Tvøroyri, lidnað.
Men dagligi leiðarin á
landingarmiðstøðini, Marni
Olsen, sigur, at ætlanin er at
royna maskinurnar í næsta
mánað og eftir ársskiftið
vænta teir at fara undir
virksemið av álvara.
– Tað verður neyðugt at
royna maskinurnar framm-
anundan fyri at stilla tær
inn, sum tær skulu.
Í sambandi við landing-
armiðstøðina, verður eisini
ein kassamiðstøð gjørd og
hon fer undir virksemið í
næstu viku.
Tilsamans
er
nýggja
landingarmiðstøðin 1.300
fermetrar, harav kassamið-
støðin er 500 fermetrar.
Nógvir møguleikar
Í nýggju landingarmistøð-
ini, sum stendur beint utt-
anfyri
flakavirkið
hjá
Fiskavirking á Tvøroyri,
verða nógvir møguleikar.
Teir hava keypt eina
skiljimaskinu úr Íslandi,
sum skilir fisk í átta ymsar
støddir.
Tað fer at bera til at stilla
maskinuna til at skilja fisk
eftir teimum støddum, sum
skulu brúkast til at avrokna
skipini eftir.
Men hevur eitt skip
frammanundan gjørt avtalu
við eitt virki um at keypa
fiskin, ber tað eisini til at
skilja fiskin í tær serligu
støddirnar, sum fiskakeyp-
arin vil hava.
– Hóast tær ikki sam-
svara í stødd, ber sostatt til
at gera tvær skiljingar í ein-
um, har tað øðrumegin
verður skrásett ein skiljing,
sum skipini verða avroknað
eftir og tað hinumegin
verður skilt í kassar ella kør
í tær støddir, sum virki vil
hava, sigur Marni Olsen.
Tað merkir, at ein heil ar-
beiðsgongd verður spard.
Tað sparir tíð og ger sítt til
at varðveita fiskin so góð-
an, sum tilber.
Men vil eitt virki hava
okkum at skilja fiskin í
serligar støddir, gera vit
eisini tað fegin.
Hann sigur, at tað ber
bæði til at skilja í kør og at
skilja í smærri kassar og til
at skilja í bæði kassar og
kør.
Betri tænastu
Marni Olsen sigur, at tá ið
Landingarmiðstøðin
er
fingin at virka, skuldi tað
ført við sær, at bæði tey,
sum keypa fisk og tey, sum
keypa fisk, skuldu fingið
eina nógv betri tænastu,
enn tey fáa í dag.
– Tá ið Landingarmið-
støðin fer at virka, fer tað at
bera til hjá bátum og skip-
um at leggja fiskin upp her,
uttan at verða bundnir at
nøkrum ávísum virki.
Er ikki avtala gjørd við
keyparan frammanundan,
verður lastin samstundis
boðin til sølu á uppboðs-
søluni, antin á gólvinum og
um telefonina, antin til eitt
virki, ella tað verða fleiri
keyparar til somu last.
Á Landingarmiðstøðini
skilja vit fiskin, soleiðis
sum møguligur keypari vil
hava hann og syrgja fyri, at
virkini fáa fiskin. Ella vit
kunnu pakka fisk, sum
kanska skal av landinum.
– Hetta skuldi so eisini
ført við sær, at tað verður
nógv lættari hjá teimum
ymsu fiskakeyparunum at
fáa akkurat tey sløgini og
akkurát tær støddirnar, teir
vilja hava.
Marni Olsen heldur eis-
ini, at hetta kann gera sítt
til, at meiri arbeiði verður.
– Hetta kann føra við
sær, at fleiri smá virki fara
at stinga seg upp rundanum
Landingarmiðstøðina við tí
endamáli at fara undir yms-
ar serframleiðslur.
Samanumtikið kann hetta
skjótt føra við sær, at prísir-
nir fara upp, tí bæði fer tað
at bera til at flokka fiskin
meiri nágreiniliga, eins og
tað fer at bera til hjá keyp-
arunum at fáa røttu sløgini
og røttu støddirnar, sam-
stundis sum væntandi er at
fleiri fiskavirki fara at
stinga seg upp, so at kapp-
ingin harðnar.
Samanumtikið fer tað at
vera lættari hjá teimum
ymsu virkjunum at fáa fat-
ur júst á teimum fiskasløg-
um, tey hava brúk fyri. Tað
skuldi merkt, at tað skipini
skuldu fingið hámarksprís
fyri hvørt fiskaslag og
hvørja støddm heldur enn
sum nú, at summi fiska-
sløg, sum eru uppí eini last,
fara fyri lítið og lætt, tí
virki, sum keypir, hevur
bara áhuga í einum øðrum
fiskaslagi.
Saknur í
Tað skerst ikki burtur, at
tað hevur verið saknur í eini
slíkari landingarmiðstøð í
Suðuroynni.
Tað gav eisini at bíta, tá
ið íleggjarar skulu finnast,
tí áhugin var sera stórur.
– Eg haldi, at øll skipini í
Suðuroy hava sett pening í
Landingarmiðstøðina, um-
framt nógvir av teimum
virknu útróðrarbátunum í
norðaru helvt í Suðuroy
Men eisini nógv skip norð-
anfjørðs hava sett pening í
ætlanina, umframt Fiska-
marknaðurin sjálvur.
Men hóast Fiskamarkn-
aðurin er ein av partaeigar-
arunum,
verður
dentur
lagdur á, at talan er um eitt
sjálvstøðugt felag.
Tilsamans er partapen-
ingurin tríggjar milliónir.
Á Landingarmiðstøðini
hugsa tey mest um skipini í
Suðuroy. Men teir vænta
avgjørt eisini, at skip norð-
aneftir fara at leggja fiskin
upp á støðini.
– Tað er væl hugsandi, at
skip koma heldur higar at
leggja fiskin upp, fyri at
spara fleiri tímar í siglings-
tíð, sigur Marni Olsen.
Á
landingarmiðstøðini
verða eini fýra-fimm ar-
beiðspláss, men tað veldst
um, hvussu stórt virksemið.
Marni Olsen er dagligur leiðari á nýggju landingarmistøðini, sum væntandi fer undir virksemið eftir nýggjár. Hann sigur, at tá ið Landingarmiðstøðin letur upp,
skuldi tað merkt, at bæði skip og virki fáa ein munandi betri tænastu, enn tey fáa nú. Og tað væntar hann fer at síggjast aftur, bæði í hækkandi prísum og fleiri
arbeiðsplásum
Hjálpitólarmiðstøðin nógv batnað
Strangari reglur og eftirlit
við útlendingum
Fyrr tók tað útvið
tvey ár at fáa svar upp
á umsóknir til Hjálpi-
tólarmiðstøðini. Nú
er nógv betur stætt,
vísa hagtøl hjá Al-
mannastovuni. Fleiri
fólk og broyttar
mannagongdir hava
hjálpt, sigur Palli
Mortensen, leiðari á
HTM
ALMANNAMÁL
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Hjálpitólarmiðstøðin hevur
javnan staðið fyri skotum,
tí fólk, sum eru komin illa
fyri, hava bíðað í áravís
eftir svari uppá, um tey
kunnu fáa hjálp. Men nú er
vend komin í.
Hjálpitólarmiðstøðin
hevur av álvara tikið sær
um reiggj, vísa hagtøl, sum
Almannastovan
hevur
handað Fíggjarnevndini hjá
løgtinginum í sambandi við
fíggjarlógarviðgerðina.
Samanumtikið vísa tøl-
ini, at avgreiðslutíðin stytt-
ist munandi, sigur ein errin
Petra Johnsdóttir Joensen,
stjóri á Almannastovuni.
Og tølini tala fyri seg.
Taka vit eitt nú umsóknir
um bil, so tók eitt mál, sum
byrjaði í 2000, heilar 72
vikur at avgreiða í miðal.
Tað er hálvt annað ár! Í
2001 vók tað uppaftur
longri tíð – heilar 89 vikur.
So fór at ganga rætta vegin.
Í 2002 tók tað 54 vikur, og
higartil í ár hevur tað tikið í
miðal 21 vikur hjá fólkum
at fáa svar uppá eina um-
sókn um bil.
Palli Mortensen, leiðari á
Hjálpitólarmiðstøðini sig-
ur, at tey eru óalmindiliga
glað og errin um tølini.
– Broytingin kemur fyrst
og fremst av, at vit hava sett
fleiri fólk. Í 2001 arbeiddu
6,5 fólk á Hjálpitólarmið-
støðini. Í dag eru 13 fólk til
arbeiðis, og tað ger stóran
mun. Harafturat eru vit
farin at raðfesta frá 2002,
so vit avgreiða málini øðr-
vísi. Vit hava sett nøkur
snar- og bráðmál, og tey
vera skjótari avgreidd, sigur
Palli Mortensen.
Verður hugt at øðrum
økjum, so er talan um somu
gongd sum við bilunum.
Eitt íbúðarmál, sum byrjaði
í 2000, tók í miðal 80 vikur.
Tann avgreiðslutíðin er
lækkað við 63 vikum, tí nú
tekur tað 17 vikur at av-
greiða íbúðarmál sambært
tølunum hjá Almannastov-
uni. Sjónmál eru lækkað úr
17 niður í 8 vikur, og vanlig
mál eru lækkað úr 25 niður
í 13 vikur eftir fýra árum.
Frá 2002 eru mál bólkað
í bráð- og snarmál, og tí eru
hagtøl ikki tøk fyri hesar
málbólkarnar áðrenn. Men
annars vísa tølini, at snar-
mál nú taka 5 vikur at av-
greiða og bráðmálini 4 vik-
ur. Í roynd og veru er av-
geiðslutíðin á hesum økjum
uppaftur skjótari, enn tølini
vísa, tí tey vera ikki altíð
skrásett beinanvegin.
Tølini skulu yvirhøvur
takast við ávísum fyrivarni,
sigur almannastjórin fíggj-
arnevndini, tí í tíðarbilum
hevur journalin ikki verið
serliga væl virkandi, og tí
er gingin long tíð, frá tí at
eitt mál í veruleikanum er
avgreitt, til tað er endað
elektroniskt. Mál verða ikki
endað dagliga, og ávirkar
hetta eisini tølini skeiva
vegin.
Serligar reglur skulu
gerast fyri ítróttar-
venjarar og –leikarar,
sum koma til Føroya.
Samstundis skal eftir-
litið við útlendingum
í Føroyum herðast,
samdust Bertel Hard-
er, integretiónsmála-
ráðharri í Danmark,
og Høgni Hoydal,
landsstýrismaður, um
hósdagin
ÚTLENDINGAR
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Útlendingarnir streyma inn
í landið. Ítróttarfeløg leita
sær styrk, og fleiri virki
klára seg als ikki uttan út-
lendska arbeiðsmegi. Um-
sitingin hevur verið lang-
røkin, tí málini ferðast aftur
og fram millum føroyskar
og danskar myndugleikar,
og tískil hevur tikið langa
tíð, at fáa einfald mál av-
greidd. Tað hevur hóska illa
– serliga hjá ítróttafeløgum.
Hósdagin
var
Høgni
Hoydal, landsstýrismaður
við lógarmálum, á fundi hjá
Bertel Harder, integratións-
málaráðharra,
í
Keyp-
mannahavn. Teir viðgjørdu
reglurnar um arbeiðs- og
uppihaldsloyvi til útlend-
ingar í Føroyum í síni heild.
Arbeitt verður við at yv-
irtaka økið, sum er í bunk-
anum av yvirtøkum, sum
landsstýrið arbeiðir við.
Men semja er samstundis
um, at tørvur er á at fáa
greiðari reglur og manna-
gongdir beinanvegin.
Reglurnar vera herdar og
strangari eftirlit verður við
útlendingum, ið søkja ar-
beiði og uppihald í Føroy-
um, samdust Høgni Hoydal
og Bertel Harder um. Sam-
stundis er semja um at gera
greiðari skipanir fyri ávísar
bólkar av umsøkjarum.
Ein serliga skipan verður
gjørd fyri ítróttarvenjarar
og –leikara. Hon byggir á,
at krøvini til lønar- og set-
anartreytir hereftir vera
øðrvísi og ásettar í fastari
siðvenju. Danskir myndug-
leikar
skulu
framvegis
hoyra landsstýrið, áðrenn
avgerðin verður tikin.
Ítróttafólk skulu kunna
søkja arbeiðsloyvi, meðan
tey eru í Føroyum, men
loyvini skulu verða fingin,
áðrenn tey byrja at arbeiða.
Sostatt kunnu tey íðka ítrótt
uttan arbeiðsloyvi.
Tey ítróttafólk, sum í dag
arbeiða í Føroyum, uttan
loyvi, fáa eitt stutt skotbrá
at søkja, soleiðis at viður-
skiftini fáast í rættlag. So-
statt skuldi ikki verið vandi
fyri, at nakað ítróttafólk
verður sent av landinum,
um feløgini bera skjótt at.
Men hetta snýr seg ikki
bara um ítróttafólk. Løg-
málaráðið lovar at gera
uppskot um serliga smid-
liga mannagongd fyri um-
sóknir frá serligum fak-
bólkum, serliga læknum.
Bertel Harder lovaði, at ein
slík áheitan fór at verða
viðgjørd sera skjótt, stend-
ur í tíðindaskrivi frá før-
oyska løgmálaráðnum.
Annars er semja um, at
somu reglur sum higartil
skulu galda fyri onnur sløg
av arbeiðsloyvum. Munurin
er bara, at siðvenjan verður
strangari
fyri
ólógliga
arbeiðsmegi.
Nú gongur nógv skjótari at
fáa hjálp á Hjálpitólarmið-
støðini, vísa hagtøl
Mynd: Jens K. Vang
Høgni Hoydal og Bertal Harder eftir at teir gjørdu avtalu um útlendingapolitikk í Føroyum
Heima-
røktin
aftur til
skrubb-
urnar
Reingerðin hjá
pensjónistum, sum
hevur ligið still
síðan 1. juli, tí
sparast skuldi, er
aftur farin at virka.
Nú verður vaskað
ein tíma aðru
hvørja viku, og tað
er helvtina av tí,
sum var galdandi
áðrenn
HEIMAHJÁLP
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Dustsúgvarin er tikin
framaftur, og tað er aftur
farið at anga av sápu hjá
føroyskum pensjonist-
um. Fólk í øllum teim-
um seks heimarøktar-
økjunum fáa nú hjálp til
reingerð ein hálvan tíma
um vikuna, visti Útvarp
Føroya at siga í gjár.
Fyri 1. juli fingu pen-
sjonistar ein tima hvørja
viku, og sostatt er rein-
gerðin skorin í mun til
tá, tí nú verður bara
vaskað ein tíma 14.
hvønn dag.
Umleið 100 milliónir
krónur verða játtaðar til
heimarøktina
árliga.
Næsta ár verður upp-
hæddin á sama støði,
sæst í fíggjarlógarupp-
skotinum, sum er til við-
gerðar í løgtinginum.
Sostatt er ikki óhugs-
andi, at sparingar aftur
skulu til, tá ið komandi
árið er hálvrunnið ella
gott tað.
Enn er ov tíðliga at siga
nakað sum helst ítøki-
ligt um, hvussu hesir
pengarnir verða býttir,
segði Útvarp Føroya, tí
tað er ikki alment enn.
C
M
Y
K
7
6