leygardagur 29. november 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 228 - 29. november 2003
Nr. 228 - 29. november 2003
9
Vilja sleppa at samráðast
Koyrandi til Gásadals á jólum
Dagrøktarmammur
kring landið er farnar
at ótolnast eftir
nýggjum sáttmála.
Tað sama ger Føroya
Arbeiðarafela, sum
roynir at fáa samráð-
ingar í lag við Komm-
unala Arbeiðsgevara-
felagið
LØNARSAMRÁÐ-
INGAR
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Lønarsáttmálin hjá dagrøkt-
armammunum gekk út tann
1. mei og er ikki enn endur-
nýggjaður. Grundin er, at
bíðað hevur verið eftir sam-
ráðingum millum Starvs-
mannafelagið og Komunala
Arbeiðsgevarafelagið, sigur
Ingeborg Vinther, formaður
Føroya Arbeiðaraelags, sum
umboðar dagrøktarmamm-
urnar.
D a g r ø k t a r m a m m u r,
Sosialurin hevur tosað við,
eru farnar at ótolnast efitr
einum nýggjum sáttmála.
Tær hala seg hava bíðað í
so leingi, at fáa hann endur-
nýggjaðan, siga tær. Tá
spurt hevur verið eftir
nýggja sáttmálanum hjá
Føroya
Arbeiðarafelag,
verður svarað, at bíða verð-
ur eftir, at Starvsmannafel-
agið og Kommunala Ar-
beiðsgevarafelagið
hava
gjørt sáttmála sínamillum.
– Nú er tann sáttmáln
gjørdur og undirskrivaður,
so nú máttu vit kunnað átt
tørn,
halda
dagrøktar-
mammurnar. Men enn hava
tær einki frætt um nakrar
samráðingar kortini.
Tað er Føroya Arbeiðara-
felag, sum varðar av dag-
røktarmammunum og so-
statt skal samráðast við
Kommunala Arbeiðsgev-
arafelagið.
Ingeborg Vinther, for-
maður í Føroya Arbeiðara-
felag, sigur, at tað er rætt, at
tey hava sagt dagrøktar-
mammunum, at tey bíða
eftir samráðingunum mll-
um Starvsmannafelagið og
Kommunala Arbeiðsgev-
arafelagið. Og nú samráð-
ingar teirra eru lidnar, og
sáttmáli
undirskrivaður,
væntaði hon eisini at sleppa
í gongd við teirra sáttmála-
samráðingar beinanveg.
– Men tað dregur út, sigur
Ingeborg
Vinther.
Vit
royndu beinanveg, tey vóru
liðug, at koma í samband
við Kommunala Arbeiðs-
gevarafelagið, men tað hev-
ur enn ikki eydnast, hóast nú
er næstan ein vika liðin,
síðan hinar samráðingarnar
vóru lidnar.
Sáttmálin millum Føroya
Arbeiðarafelag og Komm-
unala Arbeiðsgevarafelagið
um
dagrøktarmamurnar
gekk út fyrsta mei, og ein
nýggjur
sáttmáli,
sum
gjørdur verður, fer at fáa
gildi við afturvirkandi kraft
frá 1. mei 2003, sigur Inge-
borg Vinther.
Gásadalsfólk kunnu
væntandi koma koyr-
andi til bygdar at
halda jól, sigur lands-
verkfrøðingurin. Ein
arbeiðsvegur verður
nú gjørdur oman í
sjálva bygdina
GÁSADALSVEGURIN
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Vágar:
Arbeit verður við fullari
styrki upp á vegin oman í
bygdina í Gásadali. Vænt-
andi verður koyrandi til
húsini á jólum, sigr Oyv-
indur
Brimnes,
lands-
verkfrøðingur.
Gamla ætlanin um veg-
føring inn í dalin er slept,
og í samráð við Bíggjar
Kommunu verður vegurin
nú lagdur ytri á oman móti
lendingini og so niðan aftur
í bygdina.
Oyvindur Brimnes sigur,
at hann er heldur brattari,
enn vanligu krøvini til slík-
ar vegir eru, men at undan-
taksloyvi er givið við tí í
huga, at ferðslan verður
heldur avmarkað á vegnum.
Slík
undantaksloyvi
er
rímiliga vanligt at geva, tá
talan er um smáar vegir,
sigur landsverkfrøðingurin.
Tað verður koritni ikki
so, at vegurin verður opin
fyri almennari ferðslu, so-
leiðsi at hvør sum helst
kann fara sunnudagstúr til
Gásasals við bili. Til tess er
sálvur tunnilin ikki klárur,
sigur Oyvindur Brimnes.
Loftið í tunlinum er tryggj-
að, men portlarnir eru ikki
gjørdir. Trygdarútgerðin,
sum krevst til slíkan tunnil,
er heldur ikki fingin til
vega enn. Tunnilin er
stongdur, men gásadalsfólk
hava lykil, so tey kunnu
ferðast undir egnari ábyrgd
gjøgnum tunnilin.
Tað fer at lætta munandi
um lívið í bygdini at kunna
fáa alla ta vøru, teimum er
tøvur á, tann vegin, sigur
landsverkfrøðingurin.
Landsverkførðingurin
fekk í heyst eina eykajáttan
til Gásadalsvegin, men hon
kom so mikið seint, at iva-
samt verður, um hon øll
verður brúkt í ár.
Til at gera tunilin og veg-
in endaliga lidnar resta
knappar 10 milliónir krón-
ur í, sigur landsverkfrøð-
ingurin. Men tær eru ikki
allar játtaðar á fíggjalógini
fyri næsta ár, so ikki kann
væntast, at almenningurin
fær atgongd til Gásadals
eftir vegnum rættiliga enn.
Børnini vita ikki enn av, at
dagrøktarmammur teirra
ongan sáttmála hava. Føroya
Arbeiðarafelag roynir at fáa
samband við Kommunala
Arbeiðsgevaraelagið fyri at
fáa gongd á sáttmálasam-
ráðingarnar, sigur formaður-
in í Føroya Arbeiðarafelag
Tilvildarlig savnsmynd
Gásadalsfólk sleppa undir egnari ábyrgd helst at koyra til bygdar á jólum
Nevndarformaðurin í
P/F Hvilvtenni, Niels
Winther Poulsen, vil
hvørki vátta ella
avsanna, um rækju-
trolarin, Hvilvtenni,
er seldur. - Eg úttali
meg ikki um míni
viðskiftafólk, sigur
hann. Reiðarin,
Kjartan Joensen, er
framvegis líka »tætt-
ur«, sum fyrr í vikuni
– og vil einki siga
HVILVTENNI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Enn hevur ikki eydnast
Sosialinum at fáa endaliga
váttað, um Hvilvtenni er
seldur av landinum ella
ikki.
Herfyri bórust tíðindi
um, at rækjutrolarin varð
seldur til Íslands, men reið-
arin, Kjartan Joensen, vildi
hvørki vátta ella avsanna
tíðindini.
Hann segði seg onga við-
merking hava til málið og
legði aftrat, at "…nú er
nokk tosað".
Tøgn um málið
Fyrr í vikuni gjørdi Sosial-
urin eisini eina roynd at
tosa við Jørgen Bast í Dan-
mark, ið situr á skrivstov-
uni, sum umboðar donsku
pengarnar í reiðarínum.
Jørgen vísti eisini til Kjart-
an Joensen, men legði tó
aftrat, at Niels Winther
Poulsen er nevndarformað-
ur í felagnum, P/F Hvilvt-
enni.
Fríggjamorgunin fingu
vit fatur á Niels Winther,
men hann vildi heldur ikki
siga, um skipið er selt – ella
framvegis er í føroyska
fiskiskipaflotanum.
- Eg úttali meg ikki um
míni viðskiftafólk, sigur
hann.
Tá ið vit spurdu, um hann
ikki er nevndarformaður í
felagnum og tískil kundi út-
tala seg, segði hann:
- Bæði og. Eg eri nevndar-
formaður, og samstundis er
felagið ein av okkara
»kundum«, sum eg ikki
úttali meg um.
Niels Winther mælti tí til,
at vit tosaðu við Kjartan
Joensen, sum er reiðari.
Vit vendu okkum tískil
aftur til Kjartan Joensen
fríggjamorgunin, men hann
var enn líka »tættur« sum
fyrr í vikuni, tá ið vit fregn-
aðust – og vildi enn eina-
ferð einki siga um, hvørt
skipið er selt ella ikki.
Hvilvtenni er enn
í flotanum
Á Føroya Skipaskráseting
siga tey, at Hvilvtenni
framvegis er í føroyska
fiskiskipaflotanum.
- Vit hava onga fráboðan
fingið um, at skipið skal
strikast úr føroysku skipa-
skrásetingini, og tí er skipið
framvegis heimahoyrandi í
Føroyum, siga tey.
Fyribils ber ikki til at
koma málinum nærri, men
líkt kundi verið til, at reiða-
ríið bíðar eftir einum sein-
asta møguleika, har lands-
stýrið á ein ella annan hátt
kemur rækjuskipaflotanum
til hjálpar.
Men hetta eru bara git-
ingar…
Føroya Skipaskráseting:
Hvilvtenni framvegis skrásettur í Føroyum
Nevndarformaðurin í P/F
Hvilvtenni, Niels Winther
Poulsen, vil heldur ikki vátta
–
ella
avsanna
–
um
rækjutrolarin, Hvilvtenni, er
seldur.
Á
Føroya
Skipaskráseting siga tey, at
skipið er enn í føroyska
fiskiskipaflotanum
Kjartan Joensen, reiðari, vil framvegis ikki siga, um Hvilvtenni
er seldur. - Eg haldi, at tað er nógmikið tosað - og eg havi
onga viðmerking til málið, sigur hann
Vesturvarði var í
Saltangará hósdagin
við 110.000-120.000
pundum, harav
meginparturin av
veiðini var toskur,
sum teir høvdu fingið
á Rygginum millum
Føroyar og Íslands.
- Hetta er ikki før-
oyskur toskur, sum
skipini fáa, sigur
Jason Johannesen,
virkisleiðari á Fiska-
virking í Saltangará
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nóvur fiskur er komin
uppá land í Saltangará hes-
ar seinastu dagarnar.
Fiskavirking hevur land-
að tilsamans fýra trolarar,
sum hava fingið væl av
upsa og toski.
Á virkinum hava tey nóg
mikið av fiski niðurfyri til
ein part av mánadegnum
eisini.
Upsi og toskur
Tíðliga í vikuni landaði
Safir
120.000-125.000
pund, harav eini 90.000
pund var upsi.
Síðan vóru Akranes og
Dragasund,
fyrrverandi
Topas og Sardis, inni við
umleið 200.000 pundum,
harav upsin var 140.000
pund.
At enda var Vesturvarði
inni hósdagin við 110.000-
120.000 pundum av fiski.
Av hesum var 16.000-
20.000 pund upsi, meðan
restin var toskur, hýsa og
onnur fiskasløg.
Á Rygginum
Jason Johannesen, virkis-
leiðari á Fiskavirking í
Saltangará, sigur, at fleiri
trolarar hava roynt á Rygg-
inum millum Føroyar og
Ísland í seinastuni. Har
hevur væl av toski at fing-
ið, men hetta er ikki sami
toskur, sum vanliga fæst
undir Føroyum.
- Nei, hetta er íslands-
toskur – og ikki føroyskur,
sigur Jason.
Hann vísir á, at hetta ann-
ars er hampiliga góður fisk-
ur.
Upsin størri
Virkisleiðarin sigur, at ups-
in, sum skipini eru komin
við hesa sienastu vikuna,
hevur verið væl betri, enn
upsin annars hevur verið í
heyst.
Jason heldur, at skipini
hava roynt at fingið fatur á
frægari upsa, og tað hevur
so eydnast teimum í sein-
astuni.
Á Fiskavirking í Saltang-
ará arbeiða tey bara upsa,
og tí fer toskurin, sum land-
aður verður í Saltangará, til
onnur virkir.
Jason Johannesen sigur,
at tað ger góðan mun, at
upsin nú hevur verið fræg-
ari, tí hann hevur annars
verið so ógvuliga smáur í
langa tíð.
- Vit hava havt nóg mikið
at gera í alt heyst, sigur
virkisleiðarin at enda.
Trolarar fiska tosk á Rygginum
- Tað ger mun, at upsin, sum skipini hava fingið í seinastuni,
hevur verið størri enn annars, sigur Jason Johannesen,
virkisleiðari á Fiskavirking í Saltangará
C
M
Y
K
9
8