leygardagur 29. november 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 228 - 29. november 2003
Nr. 228 - 29. november 2003
11
Í gjár kundi Sosialurin í tíðindagrein staðfesta, at
flaggskipið hjá Sjónvarpinum, Dagur og Vika, er í
so ringari havsneyð, at bráneyðug tiltøk skulu setast
í verk beinanvegin fyri at forða fyri at fleiri fólk siga
upp og sostatt bjarga flaggskipinum frá tí totala for-
lissinum.
Hetta er ikki fyrstuferð, at sjónvarpið er í kreppu,
men nú trúði almenningurin, at tað tubulenta
tíðarskeiðið var farið í søguna við nýggjum stjóra og
fleiri milliónum krónum í eyka inntøku frá hyggj-
aragjaldinum, sum hækkaði heilt upp í 2000 krónur
við seinastu uppkrevjing, men so er ikki.
Vit kenna ikki innanhýsisviðurskiftini - uttan tað, vit
sóu í Sosialinum í gjár - og tí skal eingin viðmerking
gerast til tað. Tó kunnu vit staðfesta, at gjøgnum-
trekkurin hevur verið nógvir, og at fleiri enn 10
deildarleiðararar eru komnir og farnir hetta seinasta
tvey-áraskeiðið.
Ein slík gongd kann ongatíð skapa eitt gott og trygt
arbeiðspláss við javnvág í. Tvørturímóti. Tí hevði
tað kanska verið rættast at fingið onkran óheftan
persón ella stovn at kanna stovnin og greina hann.
Vit sum hyggjarar kunnu ikki góðtaka, at hesin
mentastovnur, sum hvørt húski rindar 2000 krónur
til, ikki verður rikin nóg væl, og er tað góða
journalistiska arbeiðspláss, sum hann eigur at vera.
Vit hava krav upp á góðan tíðindaflutning og vit
hava krav upp á, at bæði sjónvarp og útvarp gera
sína skyldu í demokratisku prosessuni.
Men tað, vit kunnu gera viðmerkingar til, er tann
almenni parturin. Fyrst og fremst kunnu vit siga, at
landsins stýri ongatíð hevur ásannað, at tað er
kostnaðarmikið og eitt stórt arbeiði at reka eitt
sjónvarp. Umstøðurnar hjá sjónvarpinum hava verið
kargar frá fyrsta degi og tað, sum er játtað á fíggjar-
lógini hevur ongatíð rokkið til fyri at kunna upp-
byggja eitt nóg gott sjónvarp. Hetta er ein av orsøk-
unum til, at tað alla tíðina hevur gingið upp og niður.
Og tað er stórt spell, tí vit hava og hava havt nógv
frálíka góð sjónvarpsfólk, fólk við góðum journal-
istiskum evnum, ágrýtni og hugflogi, sum skal til
fyri at gera eitt gott sjónvarp. Men nógv eru tíverri
farin, tí tey hava ikki klárað arbeiðstrýstið. Uttan at
fara í innanhýsis spurningar, so er hetta tekin um, at
leiðslan hevur ikki verið nóg vakin.
Men eftir tíðindafrásøgnini ígjár verður manningin á
Degi og Viku styrkt, samstundis sum Breddin fellur
burtur, men tað er ikki bara at siga tað at fáa fleiri
fólk, tá vit vita, at lønarlagið hjá føroyskum journal-
istum er lágt og væl minni enn hjá akademkarum og
journalistum í Danmark. Men vónandi kemur
flaggskipið hjá SVF úr havsneyðini og verður riggað
til av nýggjum og fer at stevna fram á stillum vatni.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Flaggskip í havsneyð
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kristin Thomsen
Hatur, øvund, vald og
óndskapur eru bert nakrar
av orsøkunum til ógloym-
andi sorgarleiðir í okkara
veraldarsøgu, ja, eg kann
líka gjarna skriva til dagin í
dag, tí við hesum fáu orð-
um leggi eg lunnar undir
eitt hjartasuff viðvíkjandi tí
longu nógv umrøddu bók-
ini »Skjót journalistin«,
skrivað av journalistunum
Grækaris Djurhuus Magn-
ussen og Øssur Winthereig.
Panikkur í Fólkaflokkin-
um, skrivar Sosialurin 25.
nov. 03, vísandi til inni-
haldið í fyrr nevndu bók, ið
keldur siga m.a. nágreini-
liga lýsa árini, okkara sera
væl umtókti løgmaður,
Anfinn Kallsberg, var bók-
haldari á Frostvirkinum í
Norðdepli.
Sjálvan lesnaðin í bókini,
prógv og annað, rithøvund-
arnir siga seg hava fingið til
vega, hugsi eg minni um,
men harafturímóti beri eg
stóran ótta fyri muruni í
tveimum journalistum, ið
ríða so niðarlaga á øvund-
ar- og hatursstiganum, at
teir nýta sína journalistút-
búgving til slíka skriving,
tó varnast teir ikki, at teir
við slíkum atburði klæða
seg sjálvar naknar, til lítlan
sóma fyri Føroya fókl.
Harrin sigur: Hví sært tú
flísina í eyganum á bróður
tínum, men ikki bjálkan í
tínum egna.
Bókin verður í sølubúð-
unum 1. des., sjálvan jóla-
mánaðan.
23.
des.
er
tollaksmessudagur, 24. des.
er jólaaftan, 25. des. er
jóladagur, tá einglarnir frá
Harranum vórðu sendir at
boða gleðiboðskapin um
Jesu føðing fyri hirðunum á
markini, og endaðu við
orðunum:
Friður á fold og
í menniskjum góður tokki.
Frið ynskja vit øll, men
tíverri mugu vit ásanna, at
friður á fold verður neyvan,
tí ávís menniskju vilja altíð
verða meira hevnisøkjandi
enn friðarsøkjandi.
Betri er bøtandi hond enn spillandi tunga
Parkeringspláss ella grønt øki
Dánjal Norðfoss
Nú sær tað út til at aftur
eitt grønt øki her í Havn
skal leggjast undir asfalt og
betong.
Nú er so túrurin komin til
tann vakra, sermerkta bøin
við teimum stóru steinunm,
fram við Jóannes Paturs-
sonargøtu, millum Tróndar-
gøtu og Dalavegin. Har
skal gerast eitt parkerings-
pláss, eitt grønt parkerings-
pláss, verður sagt, hvat tað
so er fyri nakað! Eg trúði tí
ikki rættiliga, tá eg hoyrdi
tað, men tað er tíverri so, at
hetta vakra økið, har ein
spældi sum smádrongur, nú
skal oyðileggjast og gerast
til parkeringspláss. Har fara
so bilar at standa millum kl.
9-16, og so verður tómt og
oyðið, so var betur at fríðka
um, planta trø og runnar,
gjørt gøtur, sett upp beinkir
o.a., so høvdu vit havt ein
vakran blett mitt í býnum,
til gleði fyri øll.
Men nei, bilarnir skulu
hava fyrsta rætt, eg havi so
aldri sæð eitt vakurt parker-
ingspláss.
Hetta uppskot varð ein-
mælt samtykt í býráðnum,
so har var ongin, sum mót-
mælti hetta slag av, ja, eg
vil kalla tað eitt slag av
vandalismu, ikki eingang
mín góði vinur Tórfinn
Smith, sum eins og eg
hevur nógv góð minin frá
hesum økinum.
Hví skal alt oyðileggjast,
hví kann ikki okkur vakurt
verða at hyggja at og
gleðast um, nei, eg spyrji
bara!
Nú má eingin misskilja
meg, sjálvandi skulu fólk
hava eitt pláss at sleppa av
við bilin, tað er ikki tað,
men tað má bera til at gera
slíkt við skili, men hetta
haldi eg er skilaleyst.
Tosaði við borgarstjóran
og spurdi hann, hví hetta
økið ikki kundi fáa frið. Vit
mugu hava parkeringspláss,
var svarið. Eg sigi so, hvat
við at gera eina hædd oman
á Skálatrøð, so hevði verið
nóg mikið av parkerings-
plássum, tí Skálatrøð er jú
oyðiløgd fyri nógvum árum
síðani, men tað svaraði
hann ikki uppá.
Nú er helst akað seint at
mótmæla, men eg helt eg
mátti gera vart við sovorð-
nan ørskap.
So góðu borgarar í Havn,
hyggið væl at hasum økin-
um, tá tit fara framvið,
antin í bili ella til gongu, tí
tað verður ikki leingi aftur-
at.
Rúna Sivertsen
Sonja Jógvansdóttir sigur í
samrøðu við Sosialin, at
Bíblian í ov stóran mun
hevur stýrt orðaskiftinum
um tey samkyndu
Í einum og hvørjum
orðadrátti eru tað tey, sum
taka orðið, ið stýra kjakin-
um.
Tað ber tí ikki til hjá
nøkrum
at
avgera,
at
Bíblian ikki skal stýra ein-
um orðaskifti, sum yvir-
skriftin í Sosialinum hós-
dagin leggur upp til.
Taka nóg nógv av teim-
um, ið grunda sínar mein-
ingar á Bíbliuna orðið, so
verða tað tær bíbilsku meg-
inreglurnar, ið stýra kjakin-
um.
Vit liva í einum fríum og
frælsum landi, har øll hava
loyvi at siga sína hugsan
bæði hart og týðiliga.
Er eitt orðaskifti ullint og
dult, so er tað oftast orsaka
av, at fólk ikki tora at siga
sína erligu meining.
Fólkið stýrir kjakinum
Jógvan Arge
Býráðslimur fyri
tjóðveldisflokkin
Tað er framvegis ein ser-
støk uppliving at sita í
Tórshavnar Býráð. Havi
sagt tað fyrr, og kenni meg
noyddan at endurtaka tað:
Har tykist alt at bera til -
uttan mun til avtalaðar
mannagongdir og vanligar
reglur.
Tað seinasta er, at meiri-
lutin í býráðnum hevur
samtykt eina nýggja býar-
heildarætlan, sum enn ligg-
ur í hálvum gekki og ikki er
liðugt viðgjørd á nakran
hátt.
Hetta er ein ætlan, sum
skal liggja til grund fyri,
hvussu býurin verður bygd-
ur út tey komandi 20 árini.
Embætismenn og politik-
arar hava saman við einum
ráðgevandi felag viðgjørt
teir møguleikar, sum eru.
Fyrsta stig av arbeiðnum
er liðugt á tann hátt, at
ráðgevarafelagið og ein
stýringarbólkur hava latið
eitt álit frá sær. Hetta er við
fyrivarni samtykt í byggi-
og býarskipanarnevndini
fyrstu ferð - sambært av-
talaðu mannagongdini.
Eftir hesi somu manna-
gongd er næsta stigið, at
heildarætlanin verður um-
mæld av býráðnum, Kald-
baksnevndini,
Hvítanes-
nevndini, kommunalu um-
sitingini, Oljumálaráðnum
sum
byggimyndugleika,
Jarðarráðnum, friðingar-
myndugleikum, Fornminn-
issavninum,
Landsverk-
frøðinginum, SEV, Føroya
Tele,
Fjarhitafelagnum,
Heilsufrøðiligu Starvsstov-
uni og øðrum umliggjandi
kommunum.
Málið kom fyri býráðið á
seinasta fundi. Ikki til
ummælis, sum roknað varð
við sambært mannagongd-
ini, men til samtyktar. Nú
skuldi býráðið í óðum
verkum samtykkja eina
heildarætlan, sum als ikki
er liðugt viðgjørd.
Vit í minnilutanum søgdu
sjálvsagt nei. Vit fóru ikki
at samtykkja ætlanina á
hesum stigi, tí málið er ikki
nóg væl upplýst enn, og
framferðin var í stríði við
mannagongdina. Vit sóu
okkum noyddar til at skjóta
upp, at málið varð sent
avvarandi myndugleikum
til ummælis, soleiðis sum
avtalaða
mannagongdin
sigur.
Tað legði meirilutin hjá
Jan Christiansen og Heðin
Mortensen líka í. Teir feldu
okkara uppskot og truml-
aðu síðani avstað og sam-
tyktu heildarætlanina longu
á hesum stigi - uttan at
hoyra nakran av umrøddu
myndugleikum og uttan at
hava fingið greiðu á viður-
skiftum, sum byggi- og
býarskipanarnevndin hevði
álagt teknisku umsitingini
at tingast um.
Nú er mær komin upp í
hendur ein skrá fyri næsta
fund í byggi- og býarskip-
anarnevndini mánadagin.
Har er millum onnur mál
eitt uppskot um at gera
ítøkiligar byggisamtyktir
fyri Hoyvíkshagan "til at
tryggja, at økið liggur tøkt
til komandi býarvøkstur".
Álvaratos - eru vit í
kríggj? Er vandi fyri, at ein
fremmand makt fer at
annektera Hoyvíkshagan í
næstu viku?
Hetta er ikki tann av-
rádda
mannagongdin.
Hvørki myndugleikar ella
borgarar hava fingið so
mikið sum ein tjans at
kunna seg um hesar týdn-
ingarmiklu
ætlanirnir,
tíansheldur at geva teimum
síni viðmæli, frámæli ella
viðmerkingar.
Tað stendur svart upp á
hvítt í álitinum, at áður enn
býráðið endaliga samtykkir
heildarætlanina, skal hon
ummælast hjá omanfyri-
nevndu myndugleikum og
liggja alment frammi eitt
skifti.
Eftir tað skula viðmerk-
ingar og broytingaruppskot
viðgerast og evt. broytingar
gerast. Tá byggi- og býar-
skipanarnevndin
hevur
samtykt ætlanina á øðrum
sinni, verður hon send
býráðnum til endaliga sam-
tykt.
Tí hevur býráðið í løtuni
ongan rætt til at fara undir
at gera ítøkiligar byggi-
samtyktir fyri komandi
býin í Hoyvíkshaganum.
Tað sigur seg sjálvt, at tað
kann ikki gerast, fyrrenn
heildarætlanin hevur verið
alla mannagongdina ígjøg-
num.
Við síni framferð tykir
mær, at býráðsmeirilutin
traðkar fólkaræðið undir
fót. Alt, sum hevur við
gjøgnumskygni, opinleika
og kunning av borgarunum
at gera, verður lopið um, og
farið verður fram á ein hátt,
sum
minnir
mest
um
konga- og keisaraatburð í
miðaldarsamfeløgum.
Klæmint Olsen
SEV-umboðsnevndarlimur
Er tað veruliga so, at SEV
sleppur at steðga verkætl-
anini í Svínoy? Vónandi
ikki! Annars má lands-
mynd-ugleikin skera ígjøg-
num so ella so.
Tað sær framvegis ikki út
til, at SEV kennir sína vitj-
anartíð. Niðurteljingin hjá
SEV er tó so smátt byrjað,
5. oktober 2013 missir SEV
einkarrættin. Men skulu vit
veruliga bíða 10 ár afturat,
áðrenn SEV vaknar? Ella er
stundin nú komin, at po-
litiski myndugleikin setur
SEV uppá pláss?
Eg havi áður sagt tað - og
eg endurtaki tað enn eina
ferð - orkupolitikkurin í
Føroyum verður ásettur á
skrivstovuni hjá stjóranum
í SEV.
Ein glotti var tó at hóma,
tá ið vindmyllurnar í Vest-
manna
sluppu
at
lata
streym til SEV. Hart trýstur
noyddist stjórin at geva
skarvin yvir. Hetta vegna
áhaldandi trýst frá ikki
minst umboðsnevndarfor-
manni og onkrum einstøk-
um stýrislimi. Hevði tað
ikki verið, tí at stjórin av
øðrum áðum var undir
trýsti, hevði stýrið og um-
boðsnevndin
ikki
havt
neyðuga megi at fingið
málið ígjøgnum.
Vónandi gongst væl við
verkætlanini í Vestmanna.
Sjálvur haldi eg tó, at tað er
eitt sindur ørkymlandi, at
einstakir
persónar
ella
virkir fáa framíhjárættind-
ini. Loyvi mær tó í hesum
sambandi at minna á, at um
okkurt skuldi gingið galið,
so er talan um smápengar í
SEV-samanhangi.
T.d.
skuldi fyrsta stig av vatn-
orkuútbyggingini - Eiði 1 -
kosta 218 mió., men kost-
aði tað meira enn tað dup-
ulta. Og síðsta fíggjargølan
er, at SEV skal gjalda fleiri
milliónir fyri sprongd rør í
høgunum í Klaksvík.
Ein ætlan sum tann í
Svínoy nervar heldur ikki
SEV á nakran hátt. Tað er
stoltleiki SEV’s - ella rætt-
ari sagt stjórans - sum
stendur uppá spæl. Stjórin
vil ikki hava aðrar leikarar
inn á kervið.
Havi eg skilt tað rætt, so
hevur verkætlanin til enda-
máls at gera oynna sjálv-
berandi við orku. Rætt er,
at orkuverkið hjá SEV skal
vera til taks í hesum tíðar-
skeiði, men annars eru
ongar útreiðslur fyri SEV.
Eg haldi ikki, at nakar, ið er
eitt sindur til vits, ivast í, at
verkætlanin er sera áhuga-
verd. Eisini verður upplýst,
at fíggingin til verkætlanin
er, ella verður fingin til
vega, uttanlands. Tað er
altso hvørki landið, komm-
unan ella SEV, ið kemur at
svíða, um ikki gongst sum
ætlað.
Tí kann tað bara snúgva
seg um særdan stoltleiki hjá
SEV, sær verkætlanin ikki
dagsins ljós. Eru vit veru-
liga ikki komin eitt stig
longri í Føroyum?
Spurningurin er, um tað
ikki ber til hjá landsins
myndugleikum at skera
ígjøgnum, um SEV ikki
makkar rætt. Loyvi SEV’s
frá 1963 er illa orðað, tað
viðgangi eg. Men hetta er
ikki bara til fyrimunar fyri
SEV, m.a. hevur lands-
myndugleikin í gr. 13 til-
skilað sær rætt at tulka
loyvið.
Í loyvinum frá 1963
stendur:
- at krevjast kunnu víðk-
ingar, broytingar og ábøt-
ur á verandi virkir;
- at verandi og nýggjar
lógir, kunngerðir, reglu-
gerðir, fyriskipanir v.m.
skulu fylgjast; og
- at skipast kann fyri fyri-
bils rakstri fyri rokning
loyvishavarans, um rakst-
urin verður steðgaður
fyri heil øki.
Eykaðalfundur verður í
umboðsnevnini 12. de-
sember. Enn er eingin fund-
arinnkallingin komin, men
havi eg fingið at vita frá
umboðsnevndarformannin
um, at omanfyrinevnda mál
ikki verður á skrá, og tað
haldi eg er spell.
Hinvegin skal umboðs-
nevndin taka støðu til fram-
hald av vatnorkuútbygging-
ini á Eiði, og er hon kostn-
aðarmett til 150 mió. fyri
einar 15-20 mió. kWh/ár.
Talan er um eina ætlan,
sum er ógvuliga dýr og eftir
mínum tykki sera ivingar-
som. Tí vóni eg, at lands-
stýrið og løgtingið taka
málið upp, áðrenn tað
verður sett í verk. Lands-
myndugleikin kann ikki
bara tváa hendur í orku-
málum og siga, at tað lata
vit SEV um.
Miðflokkurin háðar
tey samkyndu
Yvirlýsing: Jenis av Rana og Miðflokkurin prógva
enn einaferð, at tað er alneyðugt at fáa lóggávuvernd
fyri samkynd. Við konsekvent at rópa samkynd
kynvillingar, er Jenis av Rana virkin í homofobisku
rørsluni, sum higartil hevur fingið fólk í hópatali at
rýma av landinum
Tað kom okkum í felagnum Ælabogin dátt við at lesa
útsagnir Jenisi av Rana í fjølmiðlunum týsdagin.
Jenis av Rana sigur millum annað: »Miðflokkurin
slítur samgonguna, um tey kynsvillu verða fevnd av
lógini um persóns- og arvarætt«.
Formaður Miðfloksins ger somuleiðis greitt, at
hann ikki góðtekur orðið samkynd, men brúkar
konsekvent orðið »kynvillingar« (Dimmalætting 25.
november 2003).
Vit kunnu als ikki góðtaka, at ein formaður í einum
flokki á Føroya Løgtingi nýtir slík orð og beinleiðis
eyknevnir ein minnilutabólk í samfelagnum. Ein
minnilutabólkur, ið telur fimm til seks ferðir fleiri
fólk enn samlaða talið av veljarum hjá Miðflokk-
inum.
Slík háðan heldur lív í homofobisku rørsluni her
heima, ið tíverri hevur havt alt ov góð gróðrarlíkindi.
Eini háðan, ið hevur verið atvoldin til, at samkynd í
hópatali hava verið noydd at rýma av landinum vegna
vánaligu viðurskiftini.
Tílík happing er enn eitt dømi um, at vit samkyndu
hava tørv á lóggávuvernd. Higartil eru slíkar útsagnir
frambornar fullkomiliga ótalaðar í hesum landi.
Einum landi, ið sigst byggja á fólkaræðiliga grund.
Sum er finst eingin lóggávuvernd fyri samkynd í
Føroyum. Samkynd eru annars fevnd av tílíkum dis-
kriminatiónslógum í framkomnum demokratiskt
sinnaðum londum.
Sjúkugerð
Vit í felagsskapinum Ælabogin átala harðliga hesi
sjúkugerð av samkyndum. Eini sjúkugerð, sum ikki
hoyrir heima í upplýstu Føroyum anno 2003.
Tað eru áratíggju síðani WHO - alheims felags-
skapurin hjá ST, ið stríðist móti sjúkum um allan
heim - strikaði homoseksualitet av listanum yvir
sjúkur.
Vit samkyndu undrast stórliga á, at sjálvsøgd
demokratisk borgararættindi, sum skrásett parlag,
skulu kunna slíta samgonguna.
Í sama viðfangi vilja vit inniliga heita á Høgna
Hoydal, landsstýrismann við lógarmálum, sum áður
hevur lovað samkyndum lóggávuvernd, at vísa í
verki, at hann meinar tað, hann hevur sagt.
Somuleiðis heita vit á øll demokratiskt sinnaði
tingfólk at stuðla løgmálaráðharranum í hansara stríði
fyri samkyndum.
Felagsskapurin Ælabogin fegnast um, at Mið-
flokkurin ikki longur umtalar samkynd sum »deyðans
illgres«, eins og tey áður hava gjørt á heimasíðu síni.
Allur bati bøtir. Vit heita á Jenis av Rana og
Miðflokkin um ikki at nýta tílíkar niðrandi útsagnir
og vóna, at tey taka undir við lóggávuvernd fyri sam-
kynd.
Vegna Ælabogan, felag fyri samkynd
Beinta L. Jacobsen
Tina K. Jakobsen
Sonja J. Jógvansdóttir
Eyðfríð Kristiansen
Jacob Pedersen
Mia Wenningsted
VIÐMERKINGAR
Arrogansan hjá SEV fullkomin
Býráð við harðari hond
C
M
Y
K
11
10