leygardagur 29. november 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 228 - 29. november 2003
Nr. 228 - 29. november 2003
13
Í ár eru 50 ár síðan Kristi-
liga Sangkórið varð stovn-
að. Í hesum sambandi hev-
ur kórið jubileumskonsert í
Norðurlandahúsinum tann
29. november kl. 18 við
fjølbroyttari skrá.
Kórið var í juni mánað
uttanlands á sangferð. Tey
sungu í dómkirkjuni í
Roskilde, í Lund dómkirkju
og í Oslo dómkirkju, um-
framt aðrastaðni, t.d. í Før-
oyahúsinum í Keypmanna-
havn.
Sunnudagin 7. desember
syngur kórið til guds-
tænastuna í kirkjuni í Hesti
og sama kvøldið verður
sungið í Kirkjubøar kirkju.
Tann 14. desember syngur
kórið í Vesturkirkjuni og
22. desember í Havnar
kirkju.
Fyrsti
leiðarin
hjá
Kristiliga Sangkórinum í
1953 var Holger Borgen
Hansen (nú Lindhardt),
sum í dag er 87 ára gamal,
hann kemur úr Danmark at
vera við til konsertina tann
29. november, og skal hann
stjórna tveimum av sang-
unum, sum verða sungnir.
Síðan kórið varð stovnað
og fram til í dag hava verið
fleiri kórleiðarar: Frank
Reines, Alfred Dahl, Eilif
Samuelsen, Jóannes Nol-
søe, Knút Olsen, Kári Bæk,
Bjarni Restorff, Pauli í
Sandagerði, Inga Strøm og
Hans Pauli Tórgarð.
Síðan september 1977
hevur Hanus Joensen ,
skúlastjóri, í Tórshavnar
kommunuskúla,
verið
kórleiðari.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Føðingar
Lucas Haahr Yri bleiv 21.
november stóribeiggi hjá
hesum fitta beiggjanum.
Beiggin vigaði 3580 gram
og var 53 cm langur.
Foreldrini eru Hanne
Maria og Karl Yri og
búgva í Rødovre.
11. november fingu Sofía og Jóhannes Poulsen,
Klaksvík, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði
4000 gr.
18. november fingu Eva úr Dímun og Jógvan Jón
Petersen, Dímun, eina dóttur. Hon var 52 cm long og
vigaði 3100 gr.
18. november fingu Leila Lisberg og Elian H.
Hansen, Vági, ein son. Hann var 54 cm langur og
vigaði 4280 gr.
18. november fingu Heidi M. Johannesen og Esben
Ditlevsen, Hedensted, ein son. Hann var 48 cm
langur og vigaði 2686 gr.
19. november fingu Jana Ólavsdóttir og Henrik
Weihe Joensen, Tórshavn, tvíburðar, dóttur og son.
Tey vóru 46 cm long og vigaðu 1695 og 1870 gr.
20. november fingu Selma og Páll Augustinussen,
Tórshavn, ein son. Hann var 58 cm langur og vigaði
4750 gr.
20. november fekk Magnus Dansson Olsen eina
lítlasystur. Foreldrini eita Jannie og Dan Magnusson
Olsen.
20. november fingu Frida Ellefsen, Miðvági, og
Tummas Gudmundsen, Sandavági, ein son. Hann
var 56 cm langur og vigaði 3850 gr.
21. november fingu Maiken og Sámal Richmond,
Kollafirði, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði
3860 gr.
21. november fingu Karina Jacobsen og Ragnar P.
Joensen, Signabø, ein son. Hann var 58 cm langur
og vigaði 4800 gr.
24. november fingu Ann Gvøðny og Johannes
Ólavsson, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur
og vigaði 3810 gr. Hann eitur Ólavur Ólavsson.
24 november fingu Ann Ellefsen og Petur M.
Petersen eina dóttir á Ríkissjúkrahúsinum í
Keypmannahavn. Hon var 49 cm long og vigaði
3.800 gr.
24. november fingu Thilda Joensen, Vági, og
Nøkkvi Kristmannsson, Tórshavn, eina dóttur. Hon
var 53 cm long og vigaði 4050 gr.
25. november fingu Ann Winther Jensen og Finnur
Sólbjørnssonur Olsen, Tórshavn, ein son. Hann var
51 cm langur og vigaði 2750 gr.
26. november fingu Kára Joensen og Idar Lydersen,
Klaksvík, ein son. Hann var 49 cm langur og vigaði
2650 gr.
27. november fylti Emil
Thomsen bókaútgevari í
Havn 88 ár. Hesin føðingar-
dagurin verður vanliga ikki
roknaður sum ein rundur
føðingardagur, men í ár eru
liðin 50 ár síðan Emil byrj-
aði
sum
sjálvstøðugur
handilsmaður í 1953 og 35
ár síðan hann byrjaði sum
bókaútgevari í 1968. Eisini
er liðin 25 ár síðan hann
bleiv kosin heiðursdoktari
við lærda háskúlan í Lund í
Svøríki. Hetta hendi við eitt
stórt hátíðarhald 2. juni
1978.
Emil er føddur 27. no-
vember 1915 á Tvøroyri.
Foreldrini vóru Nicolina, f.
Niclassen, og Mads Thom-
sen, fiskiskipari.
Sum ungur tók hann
hann preliminerprógv og
handelsmedhjælpereksam-
en, sum tað kallaðist tá.
Undir krígnum arbeiddi
hann í Danmark..
Í 1953 byrjaði hann við
egnari heilsølu og í 1955
fekk hann einkarumboð
fyri svensku Elektrolux el-
og
hvítvørurnar.
Hann
hevði stóran handil í Bók-
bindaragøtu til 1985, tá
hann lat Elektrolux um-
boðið til P/F Leif Mohr.
Í 1968 byrjaði Emil sum
bókaútgevari og stovnaði
bókaringin
Bókagarður.
Hann hevur gjørt eitt stórt
slóbrótandi arbeið við at
endurprenta og útgeva hóp-
in av bókum og tíðarritum
sum t.d. øll bindini av tíðar-
ritinum Varðanum. Eisini
hevur hann givið út tíðar-
ritið Faroe Isles Review og
Bókatíðindi.
Fyri síni mentanarligu
avrik sum bókaútgevari
hevur hann fingið fleiri
heiðurslønir, hann bleiv
t.d. útnevndur Fil. Dr.
h.c.við lærda háskúlan í
Lund í 1978 og fekk
heiðursløn frá universitet-
inum Helsingfors í 1981.
Emil Thomsen fleiri rundar dagar í ár
Kristiliga Sangkórið 50 ár
TÍÐINDASKRIV
Leygarkvøldið
29.
no-
vember kl. 20 verður sang-
kvøld í róðrarneystinum á
Glyvrum, har dentur verður
á andaligan felagsssang við
harmoniku,
gittara
og
øðrum ljóðførum. Eisini
verða kaffi og køkur á
skránni.
Stigtakararnir, Jóannes
S. Hansen og Hallgrím
Miðberg, siga, at hugskotið
til hetta kvøldið kom á eini
hjúnarlegu á Zarepta, har
felagssangurin gekk so sera
væl. Teir vóna at nógv fólk
koma til tiltakið.
Sangkvøld í róðrar-
neystinum á Glyvrum
Mánadagin 1. desember
fyllir
Niclas
Akraberg
Poulsen í Porkeri 70 ár.
Niclas er føddur og upp-
vaksin í Akrabyrgi. Foreldr-
ini vóru, Mia, f. Poulsen,
og Niclas Poulsen, fýr-
meistari, bæði úr Sumba.
Sum ungur fór Niclas í
læru sum maskinsmiður á
hvalastøðini í Lopra, men
mátti gevast tá støðin bleiv
niðurløgd. Hann arbeiddi
síðan í nøkur ár sum vita-
passari í Akrabyrgi, til hann
í 1959 fór í læru sum
politistur. Hann byrjaði á
politistøðini í Klaksvík 1.
juni 1959 og fór seinni
hetta árið til Danmarkar á
politiskúla.
Eftir lokna útbúgving í
1961-1965 varð hann settur
sum politistur í Klaksvík.
Frá februar 1965 til 1970
var hann politistur í Runa-
vík. 1. februar 1970 varð
hann settur sum støðleiðari
í Klaksvík. Har var hann, til
hann 15. august 1975 varð
settur varaleiðari fyri støð-
leiðaran í Havn.
1. oktober 1988 varð
hann settur sum føroya
fyrsti
politiinspektørur,
leiðari fyri alt politiið í
Føroyum, næstur fútanum.
Hetta starv røkti Niclas til
hann fór frá fyri aldur í
1997, 63 ára gamal.
Niclas giftist í 1956 við
Onnu, f. Sundberg, úr
Porkeri. Tey eiga fýra børn:
Bjarma sum býr í Klaksvík,
Niels Juul, sum býr í
Runavík, Bjørg, sum býr í
Havn, og Niclas, sum býr í
Vági.
Tá Niclas gavst sum
politiinspektørur,
flutti
hann saman við konuni til
Porkeris at búgva. Hann
hevur øll árini havt eina
trøð og seyðir í Akrabyrgi,
so nú býr hann høgligari
fyri til at passa síni áhuga-
mál í Akrabyrgi. Hann er
formaður í pensionistafe-
lagnum í Suðuroyar sunn-
aru helvt og næstformaður í
Landsfelag
Pensionista.
Hann nýtur eisini at brúka
síni handaligu evnir við at
ganga á kvøldskúla í smíð,
og viðhvørt undirvísir hann
eisini í smíð.
Niclas Akraberg Poulsen 70 ár
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
29. november. Saturninus. Fleiri halgimenni við
hesum navni eru knýttir at degnum, men helst halda
teir talan vera um fyrsta kristna biskupin í Toulouse
í Fraklandi, sum varð tikin av døgum um leið ár 257.
Á grøv hansara er umleið ár 1100 bygd prýðilig
kirkja, sum í miðøld var nógv vitjað av pílagrímum.
30. november. Andrasarmessa. Um lærusveinin
Andrias sigur apokrýfisk søgn, at hann, tá ið
ápostlarnir skiltust, fór sum trúboðari til Grikka-
lands og um svartahavsleiðirnar. Hann noktaði fyri
at tæna skurðgudunum og varð krossfestur. Kross-
urin hann varð hongdur á, var settur saman á skák,
og ein tílíkur krossur hevur síðani verið róptur
andrasarkrossur.
Á kirkjubøstólunum við træskurðinum av Andrasi
er hann avmyndaður við hesum krossi. Andras hevur
verið høgt mettur sum halgimenni t.d. í Russlandi og
Skotlandi, og vit vita, at minningardagur hansara,
30. november, eisini hevur verið hildin í Føroyum.
Navnið er grikskt og merkir maður.
Desember
12. mánaður í okkara álmanakka eitur sum 10. í
gamla rómverska kalendaranum; decem, ið merkir
10.
1. desember. Arnaldur. Er eitt av teimum elstu
nøvnunum í halgramanna tali, men tað er eitt sindur
tvørligt at fáa skil á, hvør hesin Arnaldur hevur
verið. Fleiri við sama navni verða nevndir, og teir
flestu halda, at her verður sipað til ein franciskan-
aramunk, sum fór til Kina í 1303 sum trúboðari.
Navnið er gamalt týskt, sett saman av arn, sum
merkir ørn og wald, ið merkir tað sama sum
føroyska orðið vald, hersi.
20. november
Hertha Hansen, Sandavágur, 83 ár
23. november
Jóhanna Sofía Nybo,Viðareiði, vanliga nevnd Hanna,
79 ár
Jóannis Kristin Olsen,ættaður av Sandi búsitandi í
Havn, 55 ár
24. november
Maria Waagstein Johansen, Tórshavn, 94 ár
Petur Z. Hentze, ættaður av Sandi, búsitandi í Havn,
60 ár
25. november
Karin Elisa Djurhuus, Neslíð Vágur, 77 ár
Elsebeth Maria Jespersen, ættað úr Porkeri, búsitandi
á Tvøroyri, 79 ár
26. november
Anna Danielsen, fyrrverandi fyristøðukvinna á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi, 89 ár
Andlát
Hósdagin 26. november lat
ein framýning upp í Smiðj-
uni í Lítluvík. Tað eru tær
báðar Meiling Wung-Sung
og dóttirin Hannah Skars-
holm sum sýna fram.
Hannah sýnir fram pig-
mentmálningar og vatnlits-
myndir, serliga eru tað
myndir úr náttúruni.
Meiling hevur eina fram-
sýning við ymiskum brúks-
lutum, sum hon m.a. hevur
funnið úti i náttúruni.
Nógvir av lutunum eru væl
egnaðir sum jólaprýði.
Ein sera úhugaverd fram-
sýning sum er opin til og
við mikudagin í komandi
viku.
Framsýningin er opin
allar dagar frá 11-18, tó er
opið sunnudagin frá 12-17.
Mamma og dóttir
í Smiðjuni
Dora Joensen
Húsar 40 ár
Sunnudagin 30. november
fyllir Dora Joensen f.
Lassen 40 ár. Dora er ættað
sunnan úr Vági. Foreldrini
eru Gretha, f. Hansen, og
Pauli Lassen. Hon er nr. trý
av einum syskinaflokki
uppá seks.
Dora fór sum ung til
Havnar, at arbeiða í hús-
plássi,
har
møtti
hon
Bjarta, sum er ættaður av
Húsum, sonur Lenu og
Jákup Monrad. Dora og
Bjarti fluttu so til Húsar at
búgva í 1988. Tey eiga trý
børn, Jákup Pauli 15 ár,
Sólbjørg Helena 13 ár, og
Ragnar 10 ár.
Einasta handilin í Kals-
oynni hevur Dora, umframt
tað situr hon eisini í fleiri
nevndum.
Dora eigur eitt stórt
hjarta og er altíð klár at
hjálpa. Hevur man Doru í
familjuni ella sum vin so
eigur man nógv.
Í ár eru liðin 40 ár,
síðani Sverre Midjord
kom í stjórn Ítrótta-
sambands Føroya, og
hevur hann eisini í ár
25 ár á baki sum
varaforseti ÍSF
Tað eru nøkur fólk, ið seta
sær varandi spor, líka mikið
hvat tey so enn takast við.
Ikki tí at tey hava ætlanir
um at gera vart við seg
sjálvi, men av tí at tey við
eldhuga takast við ymiskt,
ið hevur áhuga teirra. Hetta
verður ofta so fastur og
stórur partur av lívi teirra,
at tey mangan gerast sam-
merkt við áhugamálini.
Ein av hesum persónum
er Sverre Midjord.
Sverre hevur alla sína tíð
verið aktivur á ymsum økj-
um, og álitisstørvini hava
verið mong og krevjandi.
Hóast aktivur í bæði lokal-
og landspolitikki, ágrýtin
samfelagskjakari, so er
fremsta frítíðaráhugamálið
hjá Sverra ítróttin. Ítróttin
og ítróttararbeiði hava altíð
verið fastgrógvnir partar av
lívi hansara, og hevur hann
verið virkin í fleiri ítrótta-
greinum. Sverre hevur m.a.
roynt seg í bæði hond- og
fótbólti, men tað er tó
borðtennis,
ið
hevur
fremsta áhuga hansara. Ikki
er ov nógv sagt, at hann
eigur sín stóra lut í, at hesi
ítróttagrein hevur verið lív
lagað í Føroyum. Sjálvur
var hann ein teirra, ið legði
lunnar undir føroyskt borð-
tennis, og framvegis er
hann, hóast farin um tey
sjeyti, aktivur spælari. Sum
borðtennisspælari er Sverre
besta tekin um, at aldurin er
ikki nøkur forðan hjá tí, ið
hevur hug og vilja at takast
við ítrótt. Sverre hevur
gjøgnum árini - heilt fram
til í ár - vunnið hópin av
FM og heiðursmerkjum í
borðtennis, men minni kent
er kanska, at hann eisini
hevur verið føroyameistari í
hondbólti við TB í 1953.
Sverre er tvøramaður av
heilum huga - eingin ivi um
tað. Eingin skal siga nakað
um Tvøroyri, ið ikki hóvar
honum, so er hann til reiðar
at verja heimbýin á ein-
hvønn hátt í orð og tal. Og
ítróttafeløgini í heimbygd-
ini hevur hann tænt væl.
Borðtennisfelagið
hevur
hann stjórnað í fleiri um-
førum, og í TB hevur hann
verið virkin. Hann var
formaður í Tvøroyrar Bólt-
felag frá 1970 til 1972, og
var venjari hjá 1.deild árini
1968 til 1971. Annars virk-
aði hann eisini sum ung-
dómsvenjari innan felagið í
mong ár.
Fyri onkran tykist alskur
Sverra til heimstaðið nærk-
ast reinum trábeitni, men
tað er tó ikki trongskygni,
ið hevur eyðkent Sverra.
Hann hevur altíð verið til
reiðar at tæna allari teirri
føroysku
ítróttafjøldini.
Altíð til reiðar at taka eitt
tak har brúk hevur verið
fyri tí, og er tað serliga á
fyriskipanaðarliga økinum,
at hann hevur gjørt vart við
seg innan landsítrótt. Meira
enn
hálvan
mansaldur
hevur hann verið virkin í
ÍSF, og fyrsta desember eru
liðin fjøruti ár síðani Sverre
á fyrsta sinni kom í stjórn
Ítróttasambands
Føroya.
Samstundis kann Sverre í
ár eisini hátíðarhalda 25 ára
starvsdag sín, sum vara-
forseti ÍSF.
Í starvstíð síni í ÍSF hev-
ur Sverre upplivað og verið
partur av nógvum broyt-
ingum. Drúgvu ársaðal-
fundirnar, ið kundu vara
fleiri dagar, tí hvørt smá-
mál skuldi viðgerast á
sjálvum
aðalfundinum.
Hetta tí at einstøku ítrótta-
greinarnar lógu beinleiðis
undir ÍSF, og ósemjur um
kappingarmál
tí
eisini
vórðu løgd fyri aðalfund
ÍSF til viðgerðar. Síðani
deildarskipanina, tá skift
varð sundur í deildir, ið
tóku sær av ymsu ítrótta-
greinunum. Og so seinni
aftur sersambondini, sum
nú taka sær av egnum
ítróttagreinum.
Menningin innan ítrótt-
ina hevur hesi ár verið stór.
Talið av ítróttagreinum er
økt munandi, og meira enn
helmingurin av sersam-
bondunum eru sjálvstøð-
ugir limir í altjóða og
millumtjóða
ítróttasam-
gongum. Stórur dentur
hevur verið lagdur á at geva
føroyingum høvi at vera
við í millumlanda kapping-
um, og er ítrótt eisini vorð-
in fast integreraður partur í
føroyska gerandisdegnum.
Nú eru ítróttakappingar alt
árið, og umstøðurnar at
íðka
ítrótt
eru
góðar.
Ítróttahallir og ítróttavøllir
av ymsum slag eru at finna
um alt landið, og onkurs-
vegna eru nærum allir
føroyingar á einhvønn hátt
knýttir at ítróttini. Talið av
íðkandi er nú oman fyri
15.000.
Alla hesa broyting, ið er
hend innan føroyska ítrótta-
heimin, hevur Sverre verið
partur av og átt sín virkna
lut í, og fyri trúgva og
drúgva virkið sítt innan ÍSF
hevur Sverre fingið øll tey
heiðsursmerki, ið Ítrótta-
sambandið gevur. Sverre
hevur fingið silvur- og gull-
nál ÍSF umframt gull-
merkið við bjálka. Eisini
hevur hann fingið heiðurs-
kross Ítróttasambandsins
fyri arbeiði sítt til frama
fyri føroysku ítróttafjøld-
ina.
Ítróttarsamband Føroya
heilsar við hesum oðrum
Sverra Midjord á 40 ára
starvsdegnum tann fyrsta
desember. Hjartaliga til-
lukku og nógv góðynski
fyri framtíðina.
Við ítróttarkvøðu
Ítróttasamband Føroyar
Heðin Mortensen, forseti
Eitt lív í ítrótti
C
M
Y
K
13
12